fo-instruct / data /train.jsonl
unijoh's picture
Upload data/train.jsonl
55a97b0 verified
Raw History Blame Contribute Delete
136 kB
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat meina føroyingar við, tá teir brúka orðið 'loysing' í heila tikið?", "output": "Orðið 'loysing' í føroyskum sipar oftast til sambandið millum Føroyar og Danmark og hugsjónina um at Føroyar eiga at leysríva seg frá Danmark og Ríkisfelagsskapinum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er endin á ævintýrinum um reyðhettu?", "output": "Reyðhetta og omman sleppa úr búkinum á úlvinum, og fylla síðani búkin aftur við gróti. Reyðhetta og omman liva víðari, meðan úlvurin doyr."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er slag av gróti er mest av í Føroyum?", "output": "Í Føroyum er mest basalt, ið stavar frá eldgosum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nær vórðu Føroyar til jarðfrøðiliga?", "output": "Jarðfrøðiliga vórðu Føroyar til í tertiertíðini, fyri umleið 55-60 milliónum árum síðani."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat eitur hægsta fjall í Føroyum, og hvussu høgt er tað?", "output": "Hægsta fjallið eitur Slættaratindur og er 880 metrar høgt."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvussu vórðu teir føroysku firðirnir skapaðir?", "output": "Firðirnir vórðu í høvuðsheitum skapaðir av skriðjøklum undir seinastu ístíð."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Finnast kolanám í Føroyum?", "output": "Ja, kolanám finnast í Suðuroy, serliga nærhendis Hvalba."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat eru \"hamrar\" í føroyskari jarðfrøði?", "output": "Hamrar eru ofta brattir bergveggir ella bergstíggjar úr hørðum basaltgróti."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Er vandi fyri jarðskjálvtum í Føroyum?", "output": "Føroyar liggja ikki á markamótum millum jarðarflakar, so vandin fyri stórum jarðskjálvtum er lítil, men smáar ristingar kunnu koma fyri."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør stovnur rekur innanoyggja ferðslu við bussum og skipum?", "output": "Strandfaraskip Landsins (SSL) rekur meginpartin av innanoyggja almennu ferðsluni."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat eitur størsti flogvøllurin í Føroyum og á hvørji oyggj liggur hann?", "output": "Størsti og einasti flogvøllurin er Vága Floghavn (FAE), sum liggur í Vágum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nevn tveir undirsjóvartunlar, ið knýta oyggjar saman í Føroyum.", "output": "Tveir undirsjóvartunlar eru til dømis Vágatunnilin (millum Streymoy og Vágar) og Norðoyatunnilin (millum Eysturoy og Borðoy)."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat eitur brúgvin, ið bindur Streymoy og Eysturoy saman?", "output": "Brúgvin um Streymin, ofta bara rópt \"Brúgvin\", liggur við Norðskála og bindur saman Streymoy og Eysturoy."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør siglir millum Føroyar og útlond?", "output": "Skipið Norröna hjá Smyril Line siglir millum Føroyar, Danmark og Ísland."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvussu er ferðing vorðin øðrvísi eftir at Eysturoyartunnilin kom?", "output": "Tað er stytt munandi um ferðatíðina millum Tórshavn og syðra part av Eysturoynni, umframt at knýta Skálafjørðin og Tangafjørðin tættari at høvuðsstaðnum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør myndugleiki hevur ábyrgdina av landsvegunum í Føroyum?", "output": "Landsverk hevur ábyrgdina av at byggja og viðlíkahalda landsvegir og tunlar."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvussu verður farmaflutningur til og úr Føroyum í høvuðsheitum handfarin?", "output": "Farmaflutningur fer í høvuðsheitum fram við skipum, ið leggja at í føroysku havnunum, serliga í Tórshavn."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Er tyrlutænasta partur av almenna flutningskervinum?", "output": "Ja, tyrlutænastan hjá Atlantic Airways er partur av almenna flutningskervinum og røkir serliga oyggjar, ið eru torførar at røkka við báti."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat eitur høvuðshavnin í Føroyum fyri bæði ferðafólk og farm?", "output": "Havnin í Tórshavn er høvuðshavnin í Føroyum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat eitur almenni sjónvarpsmiðilin í Føroyum?", "output": "Almenni sjónvarpsmiðilin eitur Kringvarp Føroya (KvF). Kringvarp Føroya miðlar bæði sjónvarp, útvarp og tíðindi."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nær varð fyrsta sjónvarpið sett á stovn?", "output": "Sjónvarp Føroya byrjaði at senda regluliga í apríl 1984."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nær vórðu Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya løgd saman í ein stovn?", "output": "Teir báðir stovnarnir vórðu løgdir saman í Kringvarp Føroya 1. januar 2005."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nevn tvey av størstu føroysku tíðindabløðunum søguliga sæð.", "output": "Dimmalætting og Sosialurin hava søguliga verið størstu tíðindabløðini."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er ein týðandi føroyskur tíðindaportalur á internetinum?", "output": "Ein týðandi tíðindaportalur er til dømis Portal.fo ella In.fo."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvussu verður Kringvarp Føroya fíggjað?", "output": "Kringvarp Føroya verður í høvuðsheitum fíggjað við kringvarpsgjaldi og lýsingasølu."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Greið frá kringvarpsgjaldinum.", "output": "Kringvarpsgjaldið er eitt gjald, sum allir borgarar í Føroyum gjalda fyri at fíggja Kringvarp Føroya."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Finnast aðrar útvarpsrásir enn tann almenna í Føroyum?", "output": "Ja, fleiri privatar útvarpsrásir finnast, til dømis Rás2 og VoxPop."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvønn leiklut hava miðlarnir í sambandi við ólavsøku?", "output": "Miðlarnir, serliga Kringvarpið, hava ein stóran leiklut í at dekka hátíðarhaldið, senda beinleiðis og varpa ljós á mentanarligu tiltøkini á ólavsøku."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hevur føroyskt mál nakra serstøðu í føroysku miðlunum?", "output": "Ja, føroyskt mál er høvuðsmálið í øllum stóru føroysku miðlunum, sum er avgerandi fyri málrøkt og mentan."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nær er mett, at norrøn búseting byrjaði í Føroyum?", "output": "Mett verður, at norrøn búseting byrjaði í Føroyum umleið ár 800-850 e.Kr."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er Seyðabrævið?", "output": "Seyðabrævið frá 1298 er elsta varðveitta skjal í Føroyum og skipaði viðurskifti viðvíkjandi seyðahaldi og landbúnaði."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nær kom siðaskiftið til Føroya?", "output": "Siðaskiftið varð formliga sett í gildi í Føroyum umleið 1538-1540."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat var Kongaligi Einahandilin?", "output": "Kongaligi Einahandilin var ein skipan (1709-1856), har kongur hevði einkarætt til allan handil við Føroyar."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nær varð Kongaligi Einahandilin avtikin?", "output": "Einahandilin varð avtikin 1. januar 1856, ið førdi til stórar broytingar í føroyska búskapinum og samfelagnum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør hersetti Føroyar undir Seinna Heimsbardaga?", "output": "Bretland hersetti Føroyar friðarliga í apríl 1940, eftir at Týskland hevði hersett Danmark."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nær kom Heimastýrislógin í gildi?", "output": "Heimastýrislógin kom í gildi 1. apríl 1948, ið gav Føroyum víðkað sjálvstýri innanfyri danska ríkið."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er Tinganes?", "output": "Tinganes í Tórshavn er ein av elstu tingstøðunum í heiminum, har Føroya Løgting hevur hildið til síðan víkingatíð. Í dag húsast landsstýrið har."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør var Nólsoyar Páll?", "output": "Nólsoyar Páll (Poul Poulsen Nolsøe) var ein føroysk tjóðarhetja, skipari, bóndi og yrkjari í 18. og 19. øld, kendur fyri sína roynd at bróta einahandilin."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør var V. U. Hammershaimb?", "output": "Venceslaus Ulricus Hammershaimb var prestur og málfrøðingur, sum í 19. øld skapaði tað føroyska skriftmálið, ið vit nýta í dag."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hví brúka vit ð?", "output": "Vit bruka ð í føroyskum máli, tí tað er ein partur av okkara stavseting og skriftmáli, sum er upprunafrøðiliga grundað."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er størsti trúarbólkurin í Føroyum?", "output": "Fólkakirkjan, sum er evangelisk-luthersk, hevur størsta talið av limum í landinum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nær gjørdist Fólkakirkjan sjálvstøðug frá donsku kirkjuni?", "output": "Fólkakirkjan gjørdist ein sjálvstøðugur stovnur á ólavsøku, 29. juli 2007."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør kirkja verður mett at vera tann elsta, ið enn stendur í Føroyum?", "output": "Ólavskirkjan í Kirkjubø verður mett at vera elsta kirkjan í Føroyum, bygd umleið ár 1250-1300."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat eitur dómkirkjan í Føroyum og hvar er hon?", "output": "Havnar Kirkja í Tórshavn er dómkirkja Fólkakirkjunnar."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er ólavsøka upprunaliga?", "output": "Ólavsøka er minningardagur Ólavs Heilaga, Noregs kong, sum fall 29. juli 1030. Dagurin hevur verið tjóðarhátíðardagur Føroya síðani miðøld."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Er nakar annar stórur trúarbólkur í Føroyum enn Fólkakirkjan?", "output": "Ja, Brøðrasamkoman er eisini ein stórur og virkin trúarbólkur í Føroyum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvar stavar Brøðrasamkoman frá?", "output": "Brøðrasamkoman stavar frá eini altjóða rørslu nevnd “Plymouth Brethren”, sum byrjaði í Englandi í 1820’unum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvussu nógvar kirkjur eru umleið í Føroyum?", "output": "Tað eru umleið 60-70 fólkakirkjur spjaddar um oyggjarnar."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Er katólska kirkjan umboðað í Føroyum?", "output": "Ja, eitt lítið katólskt kirkjulið er í Føroyum, við Mariukirkjuni í Tórshavn sum miðdepil."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvønn leiklut hevur kirkjan á ólavsøku?", "output": "Ólavsøkan byrjar við gudstænastu í Dómkirkjuni, har løgtingslimir, landsstýrisfólk og embætisfólk luttaka, ið vísir á søguliga sambandið millum kirkju og ting."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eitur tað Sørvágsvatn ella Leitisvatn?", "output": "Tað veldst um hvar í Vágum, tú spyrt. Bæði heitini verða brúkt um sama vatn."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat ger LISA?", "output": "LISA er felagsskapurin fyri føroyskar ljóðmiðlar og útvarpsfólk."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nær varð Vága Floghavn bygd?", "output": "Vága Floghavn varð bygd av bretum undir Seinna heimsbardaga."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg leiti eftir einum nýggjum telduspæli at spæla. Hvat er væl dámt beint nú?", "output": "Summi vælumtókt spøl í løtuni eru Fortnite, Minecraft og Call of Duty."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg ætli mær at gera døgurða til familjuna í kvøld, hevur tú nakað uppskot?", "output": "Ja, eg kann mæla til eina einfalda pastauppskrift við tomatsós og grønmeti."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg læri um skap í skúlanum. Kanst tú siga mær um nøkur skap, sum eg síggi í gerandislutum?", "output": "Sjálvandi. Nógvir gerandislutir hava grundleggjandi formar sum sirklar, fýrakantar og tríkantar. Til dømis er ein mynt ein sirkul, ein bók er ein fýrakantur, og eitt tak er ein tríkantur."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg havi ringt við at sovna um náttina. Hevur tú nøkur góð ráð?", "output": "At hava regluliga songartíð kann hjálpa. Royn at lesa eina bók, fara í eitt heitt bað, ella venja at strekkja teg varliga, áðrenn tú fert í song."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er eitt gott tíðspunkt at fara í song, um eg skal vakna klokkan 7 á morgni?", "output": "Legg tær fyri at fara í song klokkan 22.00, um tær tørvar at vakna klokkan 07.00 á morgni. So fært tú 7-8 tímar av svøvni."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg læri um tessellatión í skúlanum. Hvat er tessellatión?", "output": "Tessellatión er eitt mynstur av skapum, sum passa saman uttan at leggja saman. Hugsa um ein mosaik ella eitt putlispæl."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg umhugsi at taka eina dagliga vitamintablett, men eg eri ikki vísur í, um eg eisini skal taka D-vitamin ískoyti.", "output": "Hatta er ein góður spurningur. Um tín vitamin longu inniheldur D-vitaminir, hevur tú kanska ikki tørv á einum serligum ískoyti. Tó, um tú hevur trot á D-vitaminum ella hevur avmarkaða atgongd til sólarljós, kundi eitt ískoyti verið gagnligt."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg vil læra teknmál. Hvat er tað vanligasta tekin til at heilsa?", "output": "Tað vanligasta tekin til at heilsa er at rætta fremstu hondina út við hondflatuni úteftir og fingrunum sundur, og síðani flyta hana upp og niður nakrar ferðir."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg fari við hundinum til djóralæknan fyri fyrstu ferð. Hvat kann eg vænta?", "output": "Hjá djóralæknanum verður hundurin helst kannaður, sum fevnir um at viga, kanna fepurin og lurta eftir hjartatrýstinum. Djóralæknin fer eisini at spyrja teg um atburð, matarlyst og heilsu hjá hundinum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg eri í ringum lag í seinastuni. Hvat bagir mær?", "output": "Tað harmar meg at hoyra, at tú ert í ringum lag. Tað kann vera sjúkueyðkenni av tunglyndi at vera í ringum lag yvir longri tíðarskeið."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg ætli mær eina ferð til París. Hvørji eru nøkur væl dámd støð at síggja har?", "output": "Eiffeltornið, Louvre og Notre Dame-katedralurin eru støð, sum nógvum dámar at vitja í París."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg umhugsi at fáa mær hund, men eg havi ongantíð havt ein fyrr. Hvat eru nøkur grundleggjandi ting, sum eg skal vita um hundavenjing?", "output": "Grundleggjandi venjing fevnir um reinsemi, at læra grundleggjandi boð sum \"sit\" og sosialisering."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg havi trupult við at vakna um morgunin. Hvussu vakni eg natúrliga?", "output": "Sólarljós er ein góð hjálp til at vakna natúrliga. Tú kanst lata gardinurnar upp ella fara ein stuttan gongutúr um morgunin. Hetta regulerar innaru klokkuna í kroppinum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg eri stórur ítróttarfjeppari. Hvørjar vælumtóktar ítróttargreinar eru at hyggja at?", "output": "Nakrar vælumtóktar ítróttargreinar eru fótbóltur, hondbóltur, rógving og fimleikur. Nógvum fólki dámar eisini at hyggja at tennis og vektlyfting."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg leiti eftir hugskotum til at gera okkurt omaná. Hvørji sløg av køkum eru best umtókt?", "output": "Nakrar vælumtóktar køkur eru skuffukøka, lagkøka, rómakøka og ostakøka. Har er eisini fruktterta og konfekt."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er rómaratal fyri talið 5?", "output": "Rómaratal fyri 5 er V."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg læri um ljós í skúlanum. Hvat er endurspegling?", "output": "Okkurt verður endurspeglað (ella reflekterað), tá ið tað verður kastað aftur. Bæði bylgjur (t.d. ljós) og partiklar kunnu verða endurspeglað."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg leiti eftir einum nýggjum frítíðarítrivi, onkrum skapandi. Eg havi hoyrt um at mála ella gera leir. Gev mær fleiri hugskot.", "output": "Afturat at mála og at evna til leir eru nógv skapandi frítíðarítriv, t.d. glaslist ella hondarbeiði, sum at hekla ella brodera."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg leiti eftir einum millummála. Hevur tú nøkur viðmæli?", "output": "Ja, til millummála er vanligt at fáa sær eina keks ella knekkbreyð, frukt og okkurt at drekka, t.d. ein temunn."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Kanst tú siga mær, hví ferðsluljós hava tríggjar litir?", "output": "Ferðsluljós hava tríggjar litir fyri at hava ein greiðan og altjóða standardiseraðan máta at stýra ferðsluni og tryggja, at øll skilja boðini."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hví eru litirnir í ferðsluljósum altíð reytt, gult og grønt?", "output": "Hesir tríggir litirnir eru valdir, tí teir eru lættir at síggja og skilja, eisini í ymiskum ljós- og veðurviðurskiftum, og teir hava hvør sín greiða týdning fyri at stýra ferðsluni trygt og effektivt."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvussu langt er eitt maraton?", "output": "Eitt maraton er 42,195 kilometrar langt."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er eitt synonym?", "output": "Eitt synonym, eisini nevnt samheiti, er eitt orð, sum hevur sama ella líknandi týdning sum eitt annað orð."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er eitt antonym?", "output": "Eitt antonym, eisini nevnt andheiti, er eitt orð, sum hevur mótsetta týdning av einum øðrum orði."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er demokrati?", "output": "Demokrati er ein stjórnarskipan, har fólkið velur síni umboð at stjórna og taka avgerðir."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg eri stúrin um ferðsluna og umhvørvið. Er ferðsla ring fyri umhvørvið?", "output": "Ja, ferðsla er ring fyri umhvørvið. Hon elvir til luftdálking frá útláti frá akførum, sum er orsøk til veðurlagsbroytingar. Luftdálking ávirkar eisini fólkaheilsuna."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg royni at betra um samskiftið við familju mína. Hvussu kann tað gerast?", "output": "Hatta er frálíkt! Ein máti er at venja seg við at lurta aktivt. Hetta merkir at lurta eftir, hvat hini siga, og vísa, at tú leggur í teirra tankar og kenslur."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg leiti eftir einum nýggjum sangi at lurta eftir. Hvør er ein vælumtóktur sangur beint nú?", "output": "Ein vælumtóktur sangur beint nú er \"Happy\" eftir Pharrell Williams."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg leiti eftir upplýsingum um nýggju bussarnar í býnum. Eru teir atkomiligir fyri fólk, sum bera brek?", "output": "Ja, nýggju bussarnir eru útgjørdir við atkomumøguleikum so sum rampum og pláss til koyristólar."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg umhugsi at byrja at súkkla til arbeiðis. Hvørjir eru fyrimunirnir við at súkkla?", "output": "At súkkla til og frá arbeiði er frálík venjing, minkar um ferðsluna og er umhvørvisvinaligt. Umframt at tað kann spara pengar til brennievni og parkeringspláss."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg venji til mína fyrstu 5 km renning, og eg veit ikki, hvussu eg skal byrja. Hvat skal eg fyrst gera?", "output": "Til lukku við avgerðini at byrja at renna. Byrja við at gera eina ætlan og set tær realistisk mál. Byrja við stuttum renningum, tvær ella tríggjar ferðir um vikuna, og øk frástøðuna so líðandi."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg leiti eftir nýggjum døgurðahugskotum. Hvat er ein vælumtóktur asiatiskur døgurði?", "output": "Ein vælumtóktur asiatiskur døgurði er sushi úr Japan. Tað er ein klassiskur rættur við rísi rullað saman við sjógæti og grønmeti. Sushi verður borðreitt við sojasós og wasabi."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er eitt brot í støddfrøði?", "output": "Eitt brot er ein máti at vísa part av eini heild. Tað er eitt tal, sum vísir talið av eindum í heildini (ovara talið) og talið av eindum, heildin er býtt í (niðara talið)."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er tyngdarkraftin?", "output": "Tyngdarkraftin er ein kraft, sum dregur lutir ímóti hvørjum øðrum. Tað er tað, sum heldur teg á jørðini, og tað, sum fær lutir at fella til jørðina."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hví detta ting niður í staðin fyri upp?", "output": "Tað kemst av, at jørðin dregur tey við síni tyngdarkraft. Jørðin er nógv tyngri enn lutirnir, so tyngdarmegi hennara er sterkari og dregur teir niður."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Er tyngdarkraftin eins allastaðni?", "output": "Næstan, men ikki heilt. Tyngdarkraft kann vera eitt sindur veikari ella sterkari, alt eftir hvar tú ert, sum á einum fjalli ella í rúmdini. Men á jarðarflatuni er tað mest sum tað sama."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg leiti eftir einum nýggjum borðspæli at spæla við familjuni. Hvat er eitt klassiskt borðspæl, sum er stuttligt fyri øll?", "output": "Eitt klassiskt borðspæl, sum er stuttligt fyri øll, er Matador. Tað er lætt at læra og kann spælast av fólki í øllum aldursbólkum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg fari ein túr til París skjótt, og eg ætli mær at keypa gávur til familju og vinir. Hvat er stuttligt at taka heim úr París?", "output": "Hatta ljóðar sum ein frálík ferð. Nakrir vanligir minnislutir úr París eru standmyndir ella lyklaringar av Eiffeltorninum, franskt luktilsi og listarlig prent av býnum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg brendi hondina á ovninum, hvat skal eg gera?", "output": "Brunasár kunnu vera pínufull. Køl fyrst brunasárini við køldum rennandi vatni í nakrar minuttir. Minst til at verja sárið. Er sárið stórt, kanst tú seta teg í samband við lækna."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg royni at spara orku heima. Hvussu kann tað gerast?", "output": "Tú kanst byrja við at sløkkja ljós og elektronisk tól, tá ið tey ikki verða brúkt, brúka orkusparandi perur og stilla termostatin soleiðis, at minni orka verður brúkt til upphiting og køling."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Fortel mær um fyrstu telduna í verðini.", "output": "Fyrsta teldan verður mett at vera greiningarmaskinan hjá Charles Babbage, sum varð gjørd í 1830-árunum. Fyrsta elektroniska teldan var tó ENIAC, sum varð gjørd í 1940-árunum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg vil fegin byrja at leggja máltíðarætlan fyri at minka um matspill. Hvørji eru nøkur grundleggjandi stig, sum eg kann fylgja?", "output": "Hatta er eitt gott mál. At byrja við skalt tú leggja matætlan fyri vikuna, gera ein innkeypslista, og bert keypa tað, sum tær tørvar. Tú kanst eisini umhugsa at brúka vørur, sum ganga skjótari út enn aðrar, fyrst."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg leiti eftir nýggjum tónleiki at lurta eftir. Hvør er munurin millum popp og rokktónleik?", "output": "Popptónleikur er sum heild meira bjartskygdur og leggur dent á fangandi løg, meðan rokktónleikur ofta leggur størri dent á guitarar og trummur, og kann vera meira orkufullur og spennandi."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Er hiphop eitt slag av rokktónleiki?", "output": "Nei, hiphop er eitt øðrvísi tónleikaslag við uppruna í 70'unum. Tað er eyðmerkt við rútmiskari talu og tekstum, ofta við elektroniskum ljóðum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eg leiti eftir eini nýggjari stroymingartænastu til tónleik. Hvørjar møguleikar havi eg?", "output": "Tú hevur fleiri valmøguleikar, millum annað Spotify, Apple Music og Amazon Music. Tey bjóða øll eitt breitt úrval av sangum og tónleikarum at lurta eftir."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Eru nøkur lond longu á odda í arbeiðnum at skapa varandi orku?", "output": "Ja, lond sum Noreg, Svøríki og Costa Rica gera longu týðandi framstig innan varandi orku. Tey gera stórar íløgur í sól, vind og vatnorku, og eru fyrimyndir fyri onnur lond."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør er høvuðsstaðurin í Danmark?", "output": "Høvuðsstaðurin í Danmark er Keypmannahavn, ein týdningarmikil mentanar- og handilsdepil í Norðurlondum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nevn eitt kent íslendskt náttúrufyribrigdi.", "output": "Eitt væl kent íslendskt náttúrufyribrigdi er til dømis goskeldur, sum spræna heitt vatn og guvu upp í luftina, ella vakra norðlýsið, ið kann síggjast á vetrarhimli."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Í hvørjum landi er Bergen?", "output": "Býurin Bergen, kendur fyri síni gomlu træhús og sína staðseting sum inngongd til norsku firðirnar, liggur í Noregi."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er almenna gjaldoyrað í Svøríki?", "output": "Almenna gjaldoyrað í Svøríki er svenska krónan, sum ofta verður stytt SEK."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvussu eitur størsta oyggin í Finlandi?", "output": "Størsta oyggin í Finlandi eitur Fasta Áland, ella Ahvenanmanner á finskum, og er høvuðsoyggin í sjálvstýrandi landslutinum Álandi."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er \"Lagom\" í svenskari mentan?", "output": "\"Lagom\" er eitt týðandi hugtak í svenskari mentan, ið lýsir eina javnvág ella at finna røttu nøgdina – hvørki ov nógv ella ov lítið, men akkurát fyri."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nær varð Berlinmúrurin rivin niður?", "output": "Berlinmúrurin, sum í fleiri áratíggju býtti býin sundur, varð alment rivin niður í november 1989, og hetta var ein avgerandi hending í endanum av kalda krígnum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er ES?", "output": "ES, ella Evropasamveldið, er eitt politiskt og búskaparligt samstarv millum 27 evropeisk limalond, ið arbeiða saman um mál sum handil, landbúnað og trygd."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør er tjóðardagur í Noregi?", "output": "Tjóðardagur Noregs verður hátíðarhildin hvørt ár hin 17. mai til minnis um norsku grundlógina frá 1814."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat merkir \"hygge\" á donskum?", "output": "Orðið \"hygge\" á donskum lýsir eina serliga kenslu av hugna, vælveru, tryggleika og samveru við onnur, ofta í einum heimligum umhvørvi."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør er høvuðsstaðurin í Týsklandi?", "output": "Høvuðsstaðurin í Týsklandi er Berlin, ein stórur og fjøltáttaður býur við ríkari søgu og stórum mentanarlívi."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nevn ein kendan svenskan tónleikabólk.", "output": "Eitt dømi um ein sera kendan svenskan tónleikabólk er ABBA, sum gjørdist heimskendur í 1970-árunum, ella Roxette, sum eisini hevði stóra altjóða viðurkenning."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvar er sauna upprunaliga frá?", "output": "Ein sauna, sum er eitt rúm ella hús ætlað til hita- ella dampbað, er upprunaliga frá Finlandi og hevur djúpar røtur í finskari mentan."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør málaði \"Skríggið\"?", "output": "Tann víðagitni málningurin \"Skríggið\", ið er eitt ikon innan ekspressionismuna, varð málaður av norska listamanninum Edvard Munch."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Í hvørjum landi er Louvre?", "output": "Listasavnið Louvre, eitt av heimsins størstu og best umtóktu listasøvnum, har m.a. Mona Lisa hongur, liggur í París, høvuðsstaðnum í Fraklandi."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvussu nógv lond eru í Norðurlandaráðnum?", "output": "Í Norðurlandaráðnum eru fimm lond: Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki, umframt tey trý sjálvstýrandi økini Føroyar, Grønland og Áland."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er tjóðarrætturin í Danmark?", "output": "Ein av teimum mest kendu matrættunum í Danmark er \"stegt flæsk med persillesovs\", sum er steikt flesk við persillusós og eplum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør er hægsta fjall í Evropa?", "output": "Hægsti fjallatindur í Evropa, um vit ikki rokna Kaukasus-fjøllini við, er Mont Blanc, sum liggur á markinum millum Frakland og Italia."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er Schengen?", "output": "Schengen-samstarvið er ein avtala millum flestu evropeisku londini, sum loyvir fríari ferðing uttan fast markaeftirlit millum limalondini."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør er høvuðsstaðurin í Fraklandi?", "output": "Høvuðsstaðurin í Fraklandi er París, ein heimsbýur kendur fyri sína list, móta, matgerð og ikonisk bygningsverk sum Eiffeltornið."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nevn eitt kent norskt oljufelag.", "output": "Eitt stórt og altjóða kent norskt olju- og gassfelag er Equinor, sum áður æt Statoil."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er eitt midsommar?", "output": "\"Midsommar\" í Svøríki er ein sera týdningarmikil og fólkslig hátíð, har sviar hátíðarhalda summarsólstøðu við dansi, sangi og góðum mati."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør er forsetin í Fraklandi?", "output": "Forsetin í Fraklandi í mai 2025 er Emmanuel Macron."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hava danir nakran tjóðarfugl?", "output": "Tjóðarfuglur Danmarkar er knópsvanurin, ein stórur og vakur hvítur fuglur, sum ofta sæst í donskum vøtnum og áum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør er Óðin í norrønu gudalæru?", "output": "Yvirgudurin Óðin í norrønu gudalæruni er gudurin fyri kríggj og kendur fyri vísdóm."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør er høvuðsstaðurin í Italia?", "output": "Høvuðsstaðurin í Italia er Róm, ein søguligur býur kendur fyri Colosseum, Forum Romanum og Vatikanstatin."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nevn ein týskan bilframleiðara.", "output": "Eitt dømi um ein kendan týskan bilframleiðara kundi verið Volkswagen, BMW ella Mercedes-Benz, sum øll eru kend fyri góðsku og tøkni."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvussu eitur longsta áin í Týsklandi?", "output": "Longsta áin, sum rennur ígjøgnum Týskland, er Rínáin, sum hevur stóran týdning fyri flutning og ídnað í landinum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er \"fika\"?", "output": "\"Fika\" er ein týðandi partur av svenskari mentan og arbeiðslívi; tað er ein kaffisteðgur, har man ofta fær sær okkurt søtt afturvið og hugnar sær við øðrum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør varðveitir norsku krónuna?", "output": "Tað er Norges Bank, sum er miðbanki Noregs, ið hevur ábyrgdina av at umsita og varðveita virðið á norsku krónuni."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er málið í Finnlandi?", "output": "Tey bæði almennu høvuðsmálini í Finnlandi eru finskt, sum meginparturin av fólkinum tosar, og svenskt, sum er móðurmál hjá einum minniluta."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nevn eina kenda danska sjónvarpsrøð.", "output": "Ein kend donsk sjónvarpsrøð, sum hevur fingið altjóða viðurkenning, kundi verið politiska dramarøðin \"Borgen\", krimirøðin \"Forbrydelsen\" ella tann eldra \"Matador\"."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør er høvuðsstaðurin í Spania?", "output": "Høvuðsstaðurin í Spania er Madrid, sum liggur miðskeiðis í landinum og er politiski og fíggjarligi miðdepilin."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er Oktoberfest?", "output": "\"Oktoberfest\" er ein stór og heimskend øl-festival, sum upprunaliga byrjaði í München í Týsklandi, og sum verður hildin árliga um heystið."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør er høvuðsstaðurin í Svøríki?", "output": "Høvuðsstaðurin í Svøríki er Stokkhólm, ein vakur býur bygdur á fleiri oyggjum, og er kendur fyri sína gamla býarpart og kongsborgina."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nevn nøkur finsk designmerki.", "output": "Eitt kent finskt designmerki, sum er víðagitið fyri sínar litríku og sermerktu mynstur, er Marimekko, ella Iittala, sum er kent fyri glaslist og borðbúnað."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er \"Allemansrätten\" í Svøríki?", "output": "\"Allemansrätten\", ella almannarætturin, er ein lóg í Svøríki (og øðrum norðurlondum), sum gevur øllum rætt til at ferðast frítt í náttúruni, eisini á privatum økjum, tó við virðing fyri náttúruni og eigarum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er navnið á norðurlendska flagginum við krossmerki?", "output": "Felagsheitið fyri flagg við einum krossi, sum tey norðurlendsku fløggini hava, er Norðurlendski krossurin ella Skandinaviski krossurin."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør er høvuðsstaðurin í Írlandi?", "output": "Høvuðsstaðurin í lýðveldinum Írlandi er Dublin, ein livandi býur kendur fyri sína bókmentasøgu og sínar pubbir."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nevn ein kendan íslendskan rithøvund.", "output": "Ein sera kendur íslendskur rithøvundur er Halldór Laxness, sum í 1955 vann Nobelheiðurslønina í bókmentum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvussu lýsir tú \"smørrebrød\"?", "output": "\"Smørrebrød\" er klassiskur danskur matur, sum er gjørt av eini grovari rugbreyðsflís, ið er ríkiliga smurd, áløgd og pyntað við ymiskum viðskera so sum sild, kjøti ella osti."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør vann Eurovision Song Contest oftast?", "output": "Tey londini, sum hava vunnið Eurovision Song Contest oftast, eru Írland og Svøríki, sum bæði hava vunnið kappingina sjey ferðir."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Í hvørjum landi er høvuðssætið hjá IKEA?", "output": "IKEA er upprunaliga ein svensk fyritøka, men høvuðsskrivstovan liggur í dag í Niðurlondum vegna ágóðar á skattaøkinum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er ein Fjällräven?", "output": "\"Fjällräven\" er eitt vælkent svenskt merki, sum framleiðir klæði og útgerð til uttandura virksemi, og teirra \"Kånken\"-ryggsekkur er serliga populerur."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør er høvuðsstaðurin í Póllandi?", "output": "Høvuðsstaðurin í Póllandi er Warszawa, ein býur við einari dramatiskari søgu, sum er blivin endurbygdur og er í dag ein týdningarmikil miðdepil í Eysturevropa."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvussu sigur mann \"góðan dagin\" á svenskum?", "output": "Á svenskum kann mann siga \"god dag\" fyri at ynskja onkrum ein góðan dag, ella meira óformelt \"hej\"."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør føroyskur rithøvundur hevur skrivað Poetikus?", "output": "Tað er listamaðurin og rithøvundurin Edward Fuglø, sum er kendur fyri sínar teknirøðir og barnabøkur, herundir Poetikus."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nevn eitt týðandi verk eftir Karsten Hoydal.", "output": "Karsten Hoydal, sum var politikari og rithøvundur, skrivaði millum annað yrkingasavnið \"Myrkrið reyða\", sum lýsir tíðarskeið í føroyskari søgu."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er Karius og Baktus og hvør skrivaði tað?", "output": "\"Karius og Baktus\" er ein kend norsk barnabók um tveir lítlir tannálvar, sum búgva í tonnunum hjá Jens, og hon varð skrivað og teknað av Thorbjørn Egner."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvørjar bøkur er Bárður Oskarsson kendur fyri í føroyskum barnabókmentum?", "output": "Bárður Oskarsson er ein viðurkendur føroyskur barnabókahøvundur og teknari, sum er kendur fyri sínar minimalistisku og hugaligu bøkur, t.d. \"Træið\" og \"Stríðið um tað góða grasið\"."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens?", "output": "Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens er ein av elstu og mest virdu føroysku mentanarvirðislønunum, sum Tórshavnar býráð letur árliga fyri fagurbókmentir, yrkisbókmentir og annað mentanaravrik."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør hevur skrivað bøkurnar um LasseMajas detektivbyrå?", "output": "Tað er svenski rithøvundurin Martin Widmark, sum hevur skrivað ta sera populeru barnakrimibókarøðina um \"LasseMajas detektivbyrå\", sum eisini eru týdd til føroyskt."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er serstakt við yrkingunum hjá Poul F. Joensen?", "output": "Yrkingarnar hjá Poul F. Joensen eru serstakar fyri sítt hvassa og ofta satiriska mál, har hann við skemti og álvara viðger føroysk samfelagsviðurskifti og menniskjaligar veikleikar."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nevn eina barnabók hjá Rakel Helmsdal.", "output": "Rakel Helmsdal hevur skrivað fleiri væl umtóktar barnabøkur, eitt nú bøkurnar um \"Skrímslini\" (saman við Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttir) ella \"Veiða vind\"."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Greið frá um Sprotan.", "output": "Sprotin er eitt týðandi føroyskt forlag, sum gevur út eitt breitt úrval av bókmentum, harímillum skaldsøgur, yrkingar, yrkisbókmentir og orðabøkur, og hevur stóran týdning fyri varðveitslu og menning av føroyskum máli."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat eyðkennir yrkingarnar hjá Christiani Matras?", "output": "Christian Matras, sum var professari í málfrøði og skald, lýsti ofta føroysku náttúruna, havið og oyggjarnar við stórari innliving og nágreiniligum málburði í sínum yrkingum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er \"Sum rótskot\" eftir Marjun Syderbø Kjelnæs ein bók um?", "output": "\"Sum rótskot\" er ein ungdómsbók eftir Marjun Syderbø Kjelnæs, sum viðger evni sumumhvørvi, gerandisdagin og framtíðina."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvørji eru tey størstu forløgini í Føroyum í dag?", "output": "Tey tvey mest virknu bókaforløgini í Føroyum í dag (2025) eru Bókadeild Føroya Lærarafelags (BFL) og Sprotin."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er ein myndabók?", "output": "Ein myndabók er ein bók, har myndirnar spæla ein líka stóran ella størri leiklut enn teksturin í at fortelja søguna, og tær eru ofta ætlaðar yngri børnum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør týdning hevur Heðin Brú havt fyri føroyskt skriftmál?", "output": "Heðin Brú hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyskt skriftmál við sínum málsliga tilviti og nýskapandi orðasmíði, umframt at hann týddi fleiri heimsbókmentir til føroyskt."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør hevur skrivað um Klintrimús og hini djórini í Valbakkaskóginum?", "output": "Tað var norski rithøvundurin Thorbjørn Egner, sum skrivaði og teknaði ta vælumtóktu bókina um Klintrimús og hini djórini íValbakkaskóginum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er eitt eyðkenni fyri nýggjari føroyskar bókmentir?", "output": "Eitt eyðkenni fyri nýggjari føroyskar bókmentir er ein størri fjølbroytni í evnum og stíli, har rithøvundar eisini taka upp altjóða evni og eksperimentera meira við formi og máli."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør er Mamma Mu og Krákan?", "output": "Mamma Mu og Krákan eru høvuðspersónarnir í eini røð av svenskum barnabókum eftir Jujja Wieslander við tekningum eftir Sven Nordqvist, sum lýsa eitt óvanligt vinalag millum eina kúgv og eina kráku."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvussu hevur V.U. Hammershaimb ávirkað føroyskar bókmentir?", "output": "V.U. Hammershaimb hevur havt grundleggjandi ávirkan á føroyskar bókmentir við at skapa tað føroyska skriftmálið, sum vit kenna í dag, og við at savna og útgeva føroysk kvæði."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nevn eina bók ella eitt yrkingasavn eftir Tórodd Poulsen.", "output": "Tóroddur Poulsen er kendur fyri sín serstaka og ofta provokerandi stíl, og verk sum yrkingasavnið \"Reglur\" ella \"Blóðroyndir\" vísa hansara eksperimenterandi tilgongd til málið."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør er Alfons Åberg?", "output": "Alfons Åberg eitur Álvur Ákason á føroyskum. Hann er høvuðspersónur í svensku barnabókarøðini við sama navni, skapað av Gunillu Bergström, sum lýsir gerandisligar hendingar og tankar hjá einum lítlum drongi."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvønn leiklut hevur týðing av bókmentum havt í Føroyum?", "output": "Týðing av útlendskum bókmentum hevur havt ein sera stóran leiklut í Føroyum, bæði fyri at geva føroyingum atgongd til heimsbókmentirnar og fyri at menna og ríka føroyska málið."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er eitt vanligt tema í bókum hjá Sólrún Michelsen?", "output": "Sólrún Michelsen viðger ofta millummenniskjanslig viðurskifti, familjubond, og lívið á bygd og bý í Føroyum í sínum skaldsøgum og stuttsøgum, ofta við einum kvinnuligum sjónarhorni."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvørji eru Pettson og Findus?", "output": "Pettson og kettan Findus eru høvuðspersónarnir í eini røð av sera væl dámdum svenskum barnabókum eftir Sven Nordqvist, sum lýsa lívið hjá einum gomlum manni og hansara snakkandi kettu."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Nevn ein danskan barnabókarithøvund, sum eisini er kendur í Føroyum.", "output": "Cecil Bødker, sum skrivaði bøkurnar um \"Silas\", ella Benny Andersen, kendur fyri \"Snøvsen\", eru dømi um danskar barnabókarithøvundar, hvørs bøkur eisini eru væl dámdar í Føroyum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør týdning hava føroysku tíðarritini havt fyri bókmentirnar?", "output": "Føroysku tíðarritini, so sum \"Varðin\" og \"Birting\", hava havt stóran týdning sum pallar fyri nýggjar rithøvundar og sum staðir, har bókmentalig og mentanarlig kjak hava gingið fyri seg."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør er Gruffalo?", "output": "Gruffalo er eitt skrímsl úr eini kendari enskari barnabók eftir Julia Donaldson og Axel Scheffler, har ein lítil mús uppfinnur eitt ræðuligt skrímsl fyri at sleppa undan at verða etin."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat merkir 'útiseti' á føroyskum?", "output": "Útiseti' er eitt orð, sum ofta verður nýtt í føroyskum um føroyingar, sum búgva uttanlands, og lýsir ofta longsul, fremmandagerð ella eina dupulta tilknýti til heimlandið og nýggja landið."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør hevur skrivað skaldsøguna Ó?", "output": "Skaldsøgan \"Ó - Søgur um djevulskap\", sum fekk góð ummæli, varð skrivað av Carl Jóhan Jensen."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er ein fantasybók?", "output": "Ein fantasybók er ein bók, sum gongur fyri seg í einum uppspunnnum heimi við yvirnáttúrligum elementum, so sum gandi, sagnakendum verum og hetjuferðum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør skrivaði \"Den lille pige med svovlstikkerne\" (Gentan við svávulpinnunum)?", "output": "Tað var danski rithøvundurin Hans Christian Andersen, sum skrivaði ta sorgarligu og kenslubornu søguna um \"Gentuna við svávulpinnunum\"."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvussu er sjóvinnulívið lýst í føroyskum bókmentum?", "output": "Sjóvinnulívið, fiskaríið og lívið umborð á skipum og bátum eru sera ofta lýst í føroyskum bókmentum, og tað avspeglar tann stóra týdning, sum havið hevur havt fyri føroyska samfelagið og mentan."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er Bókaklubbi Føroya Ungdóms (BFU)?", "output": "Tað er hugsandi, at tú meinar Bókaklubban hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags ella aðrar bókaklubbar. Ein serstakur \"Bókaklubbi Føroya Ungdóms\" er ikki til, men áhugin fyri ungdómsbókum er stórur."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er ein \"klassikari\" í barnabókmentum?", "output": "Ein \"klassikari\" í barnabókmentum er ein bók, sum hevur yvirlivað gjøgnum fleiri ættarlið, framvegis verður lisin og er elskað av børnum, og sum ofta hevur eitt tíðarleyst boðskap ella søgu."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvør skrivaði \"Frægasti maður í helvt\" og hvat snýr hon seg um?", "output": "\"Frægasti maður í helvt\" er ein skemtisøga eftir Heðin Brú, sum snýr seg um tvær bygdir, sum klandrast um, hvør eigur frægasta mannin, og lýsir á skemtiligan hátt bygdaklandur og menniskjansligan tokka."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvønn týdning hava søgnirnar havt fyri føroyskar rithøvundar?", "output": "Føroysku søgnirnar hava havt stóran íblástrarligan týdning fyri nógvar føroyskar rithøvundar, sum hava nýtt motiv, persónar og frásagnarhættir úr søgnunum í sínum egnu verkum."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins?", "output": "Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins er ein virðisløn, sum verður latin árliga fyri eitt bókmentaligt verk fyri børn ella ung skrivað á einum av norðurlendsku málunum. Rakel Helmsdal, Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler hava vunnið hana."}
{"contributor_id": "contributor_1", "instruction": "Hvat er ein \"graphic novel\" á føroyskum?", "output": "Á føroyskum verður ein \"graphic novel\" ofta umsett til \"myndaskaldsøga\" ella \"teknað skaldsøga\", og lýsir eina longri, samanhangandi søgu fortalda í teknirøðarformi."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Fortel mær um føroyska flaggið", "output": "Føroyska flaggið er nevnt Merkið og er eitt flagg við hvítum dúki, reyðum krossi og bláari rond."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Gev mær ein samandrátt um føroyska landafrøði", "output": "Føroyar eru oyggjaland í Norðuratlantshavi við umleið 18 oyggjar. Tann størsta oyggin er Streymoy. Landið er fjallaland við óstøðugum veðurlagi."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Sig mær eitt sindur um Føroya søgu", "output": "Føroyska søgan byrja við landnámi. Grímur Kamban kom til Føroya okkurt um ár 825 e.Kr. Føroyar vóru undir Noregi og vórðu síðani limur í danska ríkisfelagsskapinum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv fólk býr í Føroyum?", "output": "Tann 1. januar 2024 var fólkatalið 54.403 fólk."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu er veðurlagið í Føroyum?", "output": "Veðurlagið í Føroyum er óstøðugt við skiftandi sól, regni og stormum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er Løgtingið?", "output": "Løgtingið er egið lóggávuting í Føroyum, har lógir galdandi fyri Føroyar verða gjørdar og samtyktar."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er tann størsti ídnaðurin í Føroyum?", "output": "Fiskivinnan er tann týdningarmesta inntøkukeldan og fevnir um 95% av útflutninginum. Býtt á lønarútgjaldingar eru tann størsti ídnaðurin almennar og privatar tænastur, sum í 2005 var 65,9 % av øllum lønarútgjaldingum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er føroyskt mál?", "output": "Føroyskt er móðurmál føroyinga. Tað er í ætt við íslendskt og hevur norrønan uppruna. Umleið 70.000 fólk duga føroyskt."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Fortel eitt sindur um, hvussu politiski bygnaðurin er í Føroyum.", "output": "Føroyar hava heimastýri við løgtingi og landsstýri. Løgmaður er hægsti embætismaður og stjórnar landsstýrinum saman við landsstýrisfólkunum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørjar eru sýslurnar í Føroyum?", "output": "Føroyar eru skipaðar í seks sýslur: Streymoyar, Sandoyar, Suðuroyar, Norðoya, Eysturoyar og Vága sýsla."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Búgva nógvir føroyingar í Danmark?", "output": "Ja, rættiliga nógvir føroyingar búgva í Danmark. Í kreppuárunum í 1990'unum fluttu sera nógvir føroyingar til Danmarkar, og nógvir teirra fluttu aldrin heim aftur. Eisini leita nógvir føroyingar sær til Danmarkar í lestrarørindum, og bara umleið helvtin flytur heim aftur eftir loknan lestur."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu er átrúnaðurin í Føroyum?", "output": "82,8 % hoyra til evangelisku-luthersku kirkjuna, meðan tann næststørsti trúarbólkurin er brøðrasamkoman. Yvir 95% av føroyingum eru kristnir."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er vanligasta navnið í Føroyum?", "output": "Í 2023 vóru tey vanligastu mannfólkanøvnini Jákup, Jógvan og Rúni, meðan tey vanligastu konufólkanøvnini vóru Maria, Anna og Annika."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er fólkatættleikin í Føroyum?", "output": "Fólkatættleikin er uml. 35 fólk fyri hvønn ferkilometur. Tað merkir, at hvørt fólkið hevur uml. 4 fótbóltsvøllir. Á fleiri útoyggjum eru bara millum 1-2 fólk fyri hvønn ferkilometur, meðan fólkatættleikin í Streymoynni, har høvuðsstaðurin er, er umleið 60 fólk fyri hvønn ferkilometur."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat eru tey vanligastu tungumálini í Føroyum?", "output": "Føroyskt er tað vanligasta málið, sum snakkað verður í Føroyum. Eftir tað eru danskt, íslendskt, enskt, filipinskt, norskt og annað."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Fortel mær um samkynd í Føroyum.", "output": "Orsakað av lítla samfelagnum og høga títtleikanum av trúgvandi í Føroyum kann tað vera trupult at vera samkyndur í Føroyum. Nógv er tó broytt í hesi øldini, og Føroyar eru sum heild eitt gott stað at búgva hjá samkyndum. T.d. hava samkynd nú loyvi at giftast á ráðhúsinum, men tey kunnu ikki giftast í kirkjuni."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Er tað lov at vera samkyndur í Føroyum?", "output": "Ja, at vera samkyndur hevur verið loyvt í Føroyum síðani 1933, tá ið tað varð gjørt lógligt í Danmark."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er 266b?", "output": "Paragraff 266b (ella grein 266b) er grein um hatursbrotsverk í Revsilógini. Tað var í 2006, at orðingin \"eller seksuelle orientering\" varð skoytt upp í hesa grein, soleiðis at hatursbrotsverk ímóti fólki vegna teirra kynsligu orientering var revsivert."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat kanst tú siga um føroyska mentan?", "output": "Serliga er tað siðvenjan við kvøðing og dansi, sum eyðmerkir føroyska mentan. Eisini er føroyskur matur ein týdningarmikil táttur í mentanini, har skerpikjøt, ræstur fiskur, ræst kjøt, turt tvøst og spik og grind eru dømi um serføroyskan mat."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Fortel mær um kommunurnar í Føroyum", "output": "Síðani 1. januar 2017 eru tað 29 kommunur í Føroyum. Hvør kommuna hevur kommunustýri, sum er valt av íbúgvunum í kommununi. Kommunurnar taka sær av lokalum málum. Miðað hevur verið ímóti kommunusamanleggingum, men enn eru fleiri lítlar kommunur, sum hava valt at verða verandi sjálvstøðugar, t.d. Fugloyar kommuna, Skúvoyar kommuna, Fámjins kommuna, Hovs kommuna, Húsavíkar kommuna og Kunoyar kommuna."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv arbeiða føroyingar?", "output": "93 % av mannfólkunum og 83 % av konufólkunum eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. Men ein stórur partur arbeiðir tó ikki fulla tíð. Av mannfólkunum arbeiða 81 % vanliga fulla tíð, meðan tað bert eru 45 % av konufólkunum, ið arbeiða fulla tíð. Samanbera vit við Vesturevropa undir einum, so eru bara 66 % av kvinnunum virknar á arbeiðsmarknaðinum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er innflutningur og útflutningur?", "output": "Innflutningur er allar vørur, vit flyta inn í landið, meðan útflutningur er tað, vit flyta út úr landinum. Hetta eru ofta vørur, vit framleiða, serliga fiskavørur."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørjar handilssáttmálar hava Føroyar?", "output": "Føroyar hava fríhandilssáttmálar við ES og EFTA-londini Noreg, Ísland og Sveis. Føroyar hava eisini MFN-sáttmála við Russland. Føroyar eru atlimur í WTO ígjøgnum danska limaskapin."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Náttúran í Føroyum. Hvat sermerkir hana?", "output": "Føroyar eru oyggjaland við basalti og gosgróti. Landið er fjalla- og oyggjaland við stórum fjørðum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat eyðkennir føroyskt veður?", "output": "Veðrið í Føroyum er ofta óstøðugt við skiftandi sól, regni, stormum. Hitin um summarið er mildur, og tað verður ikki so kalt um veturin."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er størsta fjallið í Føroyum?", "output": "Størsta fjallið er Slættaratindur. Tað er 882 metrar høgt og er á norðara enda av Eysturoy."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvar koma føroyingar frá?", "output": "Føroyingar stava partvíst frá víkingum úr Noregi og trælkonum teirra úr Írlandi og Skotlandi."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Eru Føroyar eitt land?", "output": "Føroyar eru limur í danska ríkisfelagsskapinum, men hava heimastýri. Tí er ringt at siga, um Føroyar eru eitt land ella ikki. Tað veldst um, hvussu skilmarkingin av einum landi er. Føroyar hava egið tjóðarting og egnar lógir, men uttanríkispolitiskt eru Føroyar ofta ikki at rokna sum eitt sjálvstøðugt ríki."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Eru Føroyar í ES?", "output": "Føroyar eru ikki limur í Evropasamveldinum, hóast Danmark er limur. Føroyingar kunnu velja at hava ES-pass, tí teir eru danskir ríkisborgarar. Um føroyingar búgva í Føroyum, búgva teir tó uttan fyri ES."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Eg fái nøkur vinfólk á vitjan. Hvar í Føroyum er pent?", "output": "Um tit ganga niðan á Slættaratind, hava tit gott útsýni yvir allar oyggjarnar. Eisini er sera náttúruvakurt við Beinisvørð, í Saksun og undir Vestmannabjørgunum. Ver tó ansin, tá ið tí ferðast í føroysku náttúruni."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørjir flokkar eru í Føroyum?", "output": "Teir politisku flokkarnir í Føroyum eru: Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Miðflokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýri og Framsókn. Til summi val koma aðrir flokkar viðhvørt, men hesir eru teir støðugastu."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er heimastýrislógin?", "output": "Heimastýrislógin ger Føroyar til ein sjálvstýrandi part í danska ríkisfelagsskapinum, har lóggevandi valdið liggur í løgtinginum, og har landsstýrið hevur tað útinnandi valdið."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Sig mær, hvussu gongur við ferðavinnuni í Føroyum.", "output": "Ferðavinnan er næststørsta vinnan í Føroyum. Í 2022 vóru 646 ársverk í innkomandi ferðavinnuni í Føroyum. Tað eru serliga ferjan Norrøna og flogfelagið Atlantsflog, sum flúgva ferðafólk til Føroya. Seinnu árini hava flogfeløgini SAS, Widerøe og Icelandair tó eisini havt flogrutur til Føroya um summarið. Eisini steðga nógv ferðafólkaskip í føroyskum havnum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Er eitt føroyskt pass til?", "output": "Ja, føroyingar kunnu fáa føroyskt pass. Tað passið er grønt á liti. Føroyingar eru danskir ríkisborgarar og kunnu velja ímillum føroyskt og danskt pass."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv fuglasløg eiga í Føroyum?", "output": "Umleið 54 fuglasløg eiga javnan í Føroyum. Fuglabjørgini og lundalondini eru teir fuglaríkastu partarnir av náttúruni."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er heimsins størsta helli?", "output": "Klæmintsgjógv er eitt helli í Hesti og er heimsins størsta helli. Tað er 348.000 rúmmetrar til støddar. Um summarið verða helliskonsertir hildnar í hellinum, har ferðafólk fara út við báti at lurta eftir tónleiki."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu stór er Klæmintsgjógv?", "output": "Klæmintsgjógv er 348.000 rúmmetrar til støddar."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat eru tey vanligastu fiskasløgini í Føroyum?", "output": "Tey vanligastu fiskasløgini undir Føroyum (mett í vekt) eru: svartkjaftur, toskur, upsi, hvítingsbróðir, svartkalvi, stóri kongafiskur, nebbasild, gullaksur, trantkongafiskur og lítil kongafiskur."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu eitur føroyska flaggið?", "output": "Føroyska flaggið verður rópt Merkið."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat merkir tann 25. apríl 1940 fyri føroyingar?", "output": "Tann 25. apríl 1940 varð Merkið viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga av bretska hersetingarvaldinum. Tí er 25. apríl flaggdagur í Føroyum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hví verður Merkið vundið á stong, tá ið føroysk skip koma í fremmanda havn?", "output": "Tí tað er tjóðarbúmerki føroyinga, og tað vísir samleikan hjá Føroyum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør viðurkendi Merkið fyrst sum tjóðarmerki føroyinga?", "output": "Bretska hersetingarvaldið viðurkenndi Merkið fyrst sum tjóðarmerki føroyinga."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørjum høvdu føroyingar harða mótstøðu frá í flaggstríðnum?", "output": "Føroyingar høvdu harða mótstøðu frá bæði Danmark og innanhýsis í Føroyum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu langa tíð tók flaggstríðið, áðrenn Merkið varð viðurkent?", "output": "Flaggstríðið tók 21 ár."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær varð Merkið brúkt fyrstu ferð?", "output": "Føroyskir studentar í Keypmannahavn vístu Merkið fram í juni 1919, og fólk byrjaðu at flagga við tí tíðliga í 1920-árunum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hví byrjaði sluppin Eysturoyggin at flagga við Merkinum 9. apríl 1940?", "output": "Sluppin Eysturoyggin byrjaði at flagga við Merkinum, tí danska flaggið ikki kundi brúkast, meðan Danmark var hersett av Týsklandi."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørjar vóru avleiðingarnar av bretsku hersetingini av Føroyum?", "output": "Bretska hersetingarvaldið setti herlið, bygdi flogvøll og verjukanónir, men viðurskiftini vóru yvirhøvur góð."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Greið frá, hvussu Merkið varð brúkt undir krígnum.", "output": "Merkið varð brúkt til at vísa tjóðareyðkenni hjá føroyskum skipum, meðan tey sigldu í vandamiklum sjógvi."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat kravdi bretska hersetingarvaldið av føroyskum skipum?", "output": "Bretska hersetingarvaldið kravdi, at øll føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi og mála Merkið á skipssíðurnar."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógvir føroyingar doyðu undir seinna veraldarbardaga?", "output": "150 mans í bestu árum doyðu undir krígnum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørjar litir eru á føroyska flagginum?", "output": "Føroyska flaggið er hvítt við reyðum krossi og bláum rondum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu varð Merkið viðurkent í sambandi við heimastýri?", "output": "Í 1948 viðurkendu donsku myndugleikarnir Merkið sum tjóðarflagg føroyinga."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat verður gjørt á flaggdegnum 25. apríl?", "output": "Skúlabørn hava frí, og flaggdagshald verða hildin kring landið."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørji vóru studentarnir, ið bóðu fram Merkið í 1919?", "output": "Studentarnir vóru Emil Joensen, Jens Olivur Lisberg, Janus Øssursson og Paula Dahl."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat hendi við trolaranum Nýggjabergi í 1942?", "output": "Trolarin Nýggjaberg hvarv í mars 1942 á veg undan Íslandi. Líkindi eru til, at ein týskur kavbátur søkti hann við torpedo."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu stórur partur av føroyska fiskiflotanum varð søktur undir krígnum?", "output": "Ein triðingur av føroyska fiskiflotanum fór til havsins botn undir øðrum veraldarbardaga."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógvar íbúgvar eru í Danmark?", "output": "Í Danmark búðu í 2023 5,9 milliónir fólk."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørji lond eru í ríkisfelagsskapinum?", "output": "Danmark, Føroyar og Grønland eru í ríkisfelagsskapinum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nevn høvini, sum umgyrða Danmark.", "output": "Danmark er umgyrt av Norðsjónum, Skagerrak, Kattegat og Eystrasalti."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er høvuðsmálið í Danmark?", "output": "Høvuðsmálið í Danmark er danskt."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør er størsti býurin í Danmark?", "output": "Størsti býurin í Danmark er Keypmannahavn."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógvar oyggjar eru í Danmark?", "output": "Í Danmark eru 443 navngivnar oyggjar og hólmar."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør var tann fyrsti kongurin í Danmark?", "output": "Fyrsti kongurin í Danmark, sum søgan minnist, var Gormur gamli um 930."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hevur Danmark verið størri fyrr?", "output": "Í árunum 1600-1700 minkaði Danmark nógv, tí Svøríki legði land eystan fyri Oyrarsund undir seg."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er Kalmarsamveldið?", "output": "Kalmarsamveldið var eitt samveldi millum Danmark, Svøríki og Noreg."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær varð Kalmarsamveldið stovnað?", "output": "Kalmarsamveldið varð stovnað í 1397."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær fekk Danmark fólkaræði?", "output": "Danmark fór frá einaveldi til fólkaræði í 1848, tá ið kongurin gav frá sær einaveldið."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat merkir Lego?", "output": "Lego kemur frá donsku orðunum 'leg' og 'godt,' sum merkir 'spæl væl.'"}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er størsta fjallið í Danmark?", "output": "Danmark hevur ikki rættiliga fjøll, men hægsti heyggjurin í Danmark er Møllehøj, sum er 170,86 metrar høgur."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu stórur partur av Danmark er skógur?", "output": "Ein tíggjundapartur av Danmark er skógur."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er størsta vatnið í Danmark?", "output": "Størsta vatnið í Danmark er Arresø, sum er næstan 40 ferkilometrar til víddar."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør teknaði føroyska flaggið og nær?", "output": "Jens Olivur Lisberg úr Fámjin teknaði føroyska flaggið í 1919."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat merkir dagurin 25. apríl í sambandi við flaggið?", "output": "25. apríl er flaggdagur til minnis um, at Merkið varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga í 1940."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu verður 25. apríl eisini nevndur?", "output": "25. apríl verður eisini nevndur markusarmessa."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær byrjaði bretska hersetingin av Føroyum?", "output": "Bretska hersetingin av Føroyum byrjaði 13. apríl 1940."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er høvuðsstaðurin í Íslandi?", "output": "Høvuðsstaðurin í Íslandi er Reykjavík."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv fólk búgva í Íslandi?", "output": "Í Íslandi búgva 393.483 fólk."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu stórt er Ísland?", "output": "Ísland er 103.001 ferkilometrar til støddar."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er hægsta fjall í Íslandi?", "output": "Hægsta fjall í Íslandi er Hvannadalshnúkur, sum er 2.109,6 m høgur."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær fekk Ísland fullveldi?", "output": "Ísland fekk fullveldi í 1944."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør var fyrsti forsetin í Íslandi?", "output": "Tann fyrsti forsetin í Íslandi var Sveinn Björnsson."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær er íslendski tjóðardagurin?", "output": "Íslendski tjóðardagurin er 17. juni."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Greið frá týdninginum av jarðhita í Íslandi.", "output": "Jarðhiti verður brúktur til at hita hús, vakstrarhús og til serídnað. Umleið 90 % av húsarhaldunum í Íslandi eru hitað við jarðhita."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv virkin gosfjøll eru í Íslandi?", "output": "Í Íslandi eru fleiri enn 30 virkin gosfjøll."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu stórur partur av Íslandi er dyrkað jørð?", "output": "Bara 1 % av Íslandi er dyrkað jørð."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør hevur rætt til at giftast sambært íslendsku vígslulógini?", "output": "Íslendska vígslulógin loyvir hjúnabandi millum 'mann og kvinnu', 'mann og mann' og 'kvinnu og kvinnu'."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv fólk búgva í Reykjavík?", "output": "1. januar 2024 búðu 136.894 fólk í Reykjavíkar kommunu. Í høvuðsstaðarøkinum, sum er frá Hafnarfirði til Mosfellsbæ, búðu 1. januar 2024 244.177 fólk."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør er tann størsta kirkjan í Íslandi?", "output": "Tann størsta kirkjan í Íslandi er Hallgrímskirkjan í Reykjavík."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Greið frá týdninginum av seyði fyri Ísland.", "output": "Seyður hevur havt ómetaligan týdning fyri Ísland. Hann veitti mat, klæði og ull, sum hevur verið brúkt til vørur sum teppir og klæðir."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør var fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðarin í Íslandi?", "output": "Fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðarin í Íslandi var Jóhanna Sigurðardóttir."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu stórur partur av jarðarknøttinum er hav?", "output": "71 % av jarðarknøttinum er hav."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu eita øll heimshøvini?", "output": "Trý heimshøv eru Atlantshavið, Indiahavið og Kyrrahavið. Øll onnur høv kunnu roknast sum partar av hesum trimum"}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv plast verður latin út í havið árliga?", "output": "Árliga verða uml. 8 milliónir tons av plasti latin út í havið."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu stórur partur av plasti í havinum søkkur til botns?", "output": "70 % av plasti, sum endar í havinum, søkkur til botns."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er Heimsmál nr. 14 hjá ST?", "output": "Heimsmál nr. 14 hjá ST snýr seg m.a. um at minka dálkingina av høvunum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógvur sjófuglur hevur plastpetti í maganum?", "output": "95 % av øllum sjófugli hevur plastpetti í maganum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Í hvørjum londum verður føroyskt tosað?", "output": "Føroyskt verður serliga tosað í Føroyum. Tað verður eisini tosað í nógvum londum kring heimin, tí føroyingar búgva kring allan heimin. Serliga búgvar nógvir føroyingar í Danmark, Íslandi, Noregi, Svøríki og Grønlandi."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv kyn hevur føroyskt?", "output": "Føroyskt mál hevur trý kyn."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv føll hevur føroyskt?", "output": "Føroyskt mál hevur fýra føll."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør er faðirin at føroyska skriftmálinum?", "output": "Venceslaus Ulricus Hammershaimb verður nevndur faðirin at føroyska skriftmálinum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hví eru kvæðini týdningarmikil fyri føroyska málið?", "output": "Kvæðini hava havt stóran týdning fyri at varðveita føroyska málið."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógvir bókstavir eru í føroyska stavraðnum?", "output": "Føroyska stavraðið hevur 29 bókstavir. Nógv hava eisini lært stavraðið við tvíljóðunum ei, ey og oy. Um hesi tvíljóðini verða tald við, so eru 32 bókstavir í føroyska stavraðnum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørjir bókstavir verða ikki brúktir á føroyskum?", "output": "C, Q, W, X, og Z verða ikki brúktir á føroyskum. Hesir bókstavirnir eru ikki við í føroyska bókstavaraðnum og verða ikki brúktir til at stava føroysk orð. Teir kunnu tó verða brúktir til at stava tøkuorð."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er eitt tøkuorð?", "output": "Eitt tøkuorð er eitt orð, sum verður tikið inn í eitt mál frá einum øðrum máli. Orðið \"kirkja\" er eitt tøkuorð úr grikskum, og orðini \"kompjútari\" og \"trolari\" eru tøkuorð úr enskum (ávikavist \"computer\" og \"trawler\")."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er eitt lánorð?", "output": "Eitt lánorð er eitt annað orð fyri tøkuorð. Tað er eitt orð, sum verður lænt inn í eitt mál frá einum øðrum máli. Orðið \"kirkja\" er eitt lánorð úr grikskum, og orðini \"kompjútari\" og \"trolari\" eru lánorð úr enskum (ávikavist \"computer\" og \"trawler\"). Summi siga, at tað er betri at brúka orðið \"tøkuorð\" enn \"lánorð,\" tí vit bera ikki orðið aftur, tá ið vit eru liðug at brúka tað."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Er nakar munur millum tøkuorð og lánorð?", "output": "Orðini lánorð og tøkuorð merkja tað sama. Summi siga, at tað er betri at brúka orðið \"tøkuorð\" enn \"lánorð,\" tí vit bera ikki orðið aftur, tá ið vit eru liðug at brúka tað."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu yvirlivdi føroyskt?", "output": "Føroyskt varð varðveitt við skaldskapi av mannamunni."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er eitt málføri?", "output": "Eitt málføri er eitt sermerkt mál í einari ávísari bygd ella í einum ávísum øki."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørjir bólkar av orðaflokkum eru í føroyskum?", "output": "Orðaflokkarnir eru: sagnorð, lýsingarorð, hjáorð, miðalvarpingar, navnorð, fornøvn, fyrisetningar, kenniorð, talorð, og sambindingarorð."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv fólk duga føroyskt?", "output": "Umleið 75-80.000 fólk duga føroyskt."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørji eru tvíljóðini í føroyskum?", "output": "Tvíljóðini í føroyskum eru ei, ey, og oy."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat ger ein fyriseting?", "output": "Ein fyriseting sigur nakað um, hvar orð eru í mun til hvørt annað. Tú kanst sita \"á\" stólinum ella krógva teg \"undir\" borðinum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv fólk í Danmark tosa føroyskt?", "output": "Í Danmark tosa umleið 25.000 fólk føroyskt."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær kom trúbótin?", "output": "Trúbótin varð sett í gildi í Føroyum í 1540."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu bendast navnorð á føroyskum?", "output": "Navnorð á føroyskum verða bend í tølum, føllum og kyni."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er eitt hjáljóð?", "output": "Hjáljóð má standa saman við einum sjálvljóði fyri at ljóða."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat slag av máli er føroyskt?", "output": "Føroyskt er eitt indo-evropeiskt vesturnorrønt mál."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er sambindingarorð?", "output": "Sambindingarorð knýta orð og setningar saman."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat eru sosiolektir?", "output": "Eub sosiolekt er eitt mál ella málføri hjá einum ávísum samfelagsbólki, sum eru sermerkt fyri júst tann samfelagsbólkin. Til dømis kunnu unglingar tosa upp á ein ávísan máta, sum er øðrvísi mátin, sum eldri tosa uppá."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Er føroyskt eitt lítið mál?", "output": "Føroyskt er í altjóða høpi eitt lítið mál við umleið 75-80.000 fólkum, ið duga málið."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørji mál líkjast mest føroyskum?", "output": "Føroyska mállæran líkist mest íslendskari mállæru, men føroyski framburðurin líkist í nógvum førum vesturnorskum málførum, meðan orðfeingið er ein blanding av hesum við nógvum donskum tøkuorðum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er vesturnorrønt?", "output": "Vesturnorrønt, eisini nevnt norrønt, er málið, ið varð talað í Noregi frá 9. øld til uml. 1400."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørji mál hoyra til vesturnorrønu málættina?", "output": "Føroyskt, íslendskt, norskt og útdeyða málið norn hoyra til vesturnorrønu málættina."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær doyði norrøna málið út í Grønlandi?", "output": "Norrøna málið í Grønlandi doyði út móti endanum á miðøldini."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær bleiv føroyskt til føroyskt?", "output": "Tað er ringt at siga, júst nær føroyskt fór frá at vera norrønt til at vera føroyskt. Nógvar broytingar hendu serliga millum 1400-1600."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er norn?", "output": "Norn er eitt útdeytt vesturnorrønt mál, ið varð tosað í Hetlandi og Orknoyggjum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er ein grundliður?", "output": "Ein grundliður er tann parturin av einum setning, sum sigur hvør ger, er ella verður tað, sum sagnorðið sigur. Grundliðurin ger eisini av, hvørjum tali og persóni sagnorðabendingin skal vera í. Í allarflestu førum er grundliðurin í hvørfalli."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu læra vit mállæru?", "output": "Tá ið vit læra móðurmálið, kemur mállæran av sær sjálvari. Tá ið vit síðani skulu læra onnur mál ella fremmandamál, kann tað vera neyðugt at læra mállæruna ástøðiliga við at lesa um hana."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvar hevur føroyskt sínar røtur?", "output": "Føroyskt hevur sínar røtur í fornnorrøna málinum frá víkingatíðini."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær gav Hammershaimb fyrstu føroysku mállæruna út?", "output": "Venceslaus Ulricus Hammershaimb gav ta fyrstu føroysku mállæruna út í 1854."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu býtti Hammershaimb málførini upp í Føroyum?", "output": "Møguliga vóru málførini øðrvísi tá, ella hevur hann flokka summi málføri meir saman, enn vit gera í dag. Hann býtti málførini sundur í Sunnanfjarðarmál, Streymoyarmál og Norðanmál."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Er nakað føroyskt tøkuorð í donskum?", "output": "Ja, á donskum verður føroyska tøkuorðið \"tjald\" brúkt. Tað sigst koma frá føroyska orðinum \"tjaldur,\" sum stóð á bygningum, har ferjan millum Føroya og Danmarkar, Tjaldrið, legði at í Danmark. \"Tjald\" á donskum er slangorð fyri hassj."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er eitt málførismark?", "output": "Málførismark vísir, hvar markið gongur millum ymsar framburðir. Eitt dømi um hetta er markið, har framburðurin av tvíljóðinum 'ei' fer frá at vera /ai/ til at vera /oi/. Fremmanda orðið fyri eitt málførismark er \"isogloss.\""}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørjar dialektir eru í føroyskum?", "output": "Tað er ilt at siga, hvat skal telja sum ein dialekt. Í gomlum døgum hoyrdist týðiligur munur millum málið í grannabygdum. Hesin munurin kann sigast at vera munur millum dialektir. Ofta hava náttúrufyribrigdi sum fjøll og sjógvur við sær størri dialektmunir, tí tá er verri at ferðast, og sambandið gerst minni. Við betri undirstøðukervi er meir samband millum økini, so dialektmunirnir minka. Útvarpið hevur eisini við sær eina útjavning av dialektum. Eisini hava meginskúlar helst eina ávirkan, tí børn í lítlum bygdum fyrr vóru umringað av øðrum, sum tosaðu bygdarmálið, meðan tey nú eru saman við børnum, sum tosað nógv ymisk bygdarmál. Í dag verður í høvuðsheitum roknað við ??? dialektum. Tær eru norðoyarmál, eysturoyar- og norðstreymoyarmál, vágamál, suðurstreymoyarmál (ella havnarmál), nólsoyarmál, sandoyarmál og suðuroyarmál."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hví er tað so ringt at stava rætt?", "output": "Hammershaimb bygdi føroysku rættstavingina á eldri mál. Tað hevur við sær, at vit skriva nógvar bókstavir, sum vit ikki bera fram, ella sum vit í dag bera fram øðrvísi enn fyrr. Hetta hevur við sær, at tað er ringari at læra at stava rætt. Harafturímóti merkir hetta eisini, at vit kunnu hava eitt felags skriftmál fyri øll tey føroysku málførini."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hví skulu vit seta komma?", "output": "Vit seta komma í ein tekst fyri at býta hann sundur í heildir, ið hanga saman, so hann er lættari at lesa."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør er munurin á óbundnum og bundnum navnorðum?", "output": "Óbundin navnorð vísa til einhvønn, t.d. ein genta, meðan bundin navnorð vísa til nakað ávíst, t.d. gentan."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Sig mær hvat fyri føll verða brúkt í føroyskum", "output": "Hvørfall, hvønnfall, hvørjumfall og hvørsfall eru føllini, sum verða brúkt í føroyskum. Tað eru navnorð, fornøvn, lýsingarorð, talorð og kenniorð, sum verða bend í føllum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat merkir orðið fyriseting?", "output": "Fyriseting merkir \"tað at seta frammanfyri\" og er føroyska heitið fyri \"preposisjón.\""}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvar standa fyrisetingar í føroyskum?", "output": "Fyrisetingar standa vanliga framman fyri tað orð, tær stýra, men kunnu eisini standa aftan fyri tað."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er ein fyrisetingarliður?", "output": "Ein fyriseting saman við tí setningi ella orði, hon stýrir, kallast samlað fyri ein fyrisetingarlið."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær tekur fyrisetingin í hvønnfall, og nær tekur hon hvørjumfall?", "output": "Hvørjumfall verður brúkt fyri veran á staði, meðan hvønnfall verður brúkt í sambandi við rørslu. Hetta er galdandi fyri fyrisetingarnar í, á, yvir og undir."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat eyðkennir javnskipandi sambindingarorð?", "output": "Javnskipandi sambindingarorð binda saman orð, liðir ella setningar, ið hava sama virði, t.d. \"og\" og \"ella.\""}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er eitt dømi um miðalvarping?", "output": "Dømi eru \"ja,\" \"nei\" og \"jú,\" sum verða nýtt til at játta ella nokta. Onnur dømi eru \"íss\" og \"píkasjey,\" sum kunnu brúkast, tá ið onkur gerst kløkkur."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør er munurin millum \"á borðinum\" og \"á borðið\"?", "output": "\"Á borðinum\" merkir veran á staði, meðan \"á borðið\" merkir rørslu."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er ein eykasetningur?", "output": "Eykasetningar koma aftur at høvuðssetningum og byrja ofta við undirskipandi sambindingarorðum sum \"tí,\" \"at\" ella \"sum.\""}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er eitt dømi um javnskipandi sambinding?", "output": "\"Hann skrivar og lesur.\""}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat merkir orðið \"ljómfløga\"?", "output": "Ljómfløga er føroyska heitið fyri \"Compact disc,\" og stuttformurin er \"fløga.\""}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er eitt arvorð?", "output": "Arvorð eru orð, sum eru arvað frá okkara ættfedrum og hava verið nýtt í Føroyum í eini túsund ár."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nevn nøkur dømi um arvorð.", "output": "Dømi um arvorð eru móðir, faðir, vatn, jørð, ja og nei."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er tøkuorð?", "output": "Tøkuorð eru orð, ið eru tikin inn í føroyskt úr øðrum málum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu kunnu tøkuorð laga seg til føroyskt?", "output": "Tøkuorð laga seg til føroyskt við at fáa føroyska bending og framburð. Soleiðis verður fremmandi upprunin ótýðiligur."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er eitt fremmandaorð?", "output": "Fremmandaorð eru orð úr øðrum málum, sum vit kunnu brúka í føroyskum, men tey ljóða eitt sindur fremmand, tá ið tey verða brúkt. Tey kunnu eisini síggja heldur fremmand út, tá ið tey verða skrivað, og tað kann vera ringt at benda tey á føroyskum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nevn tøkuorð úr latíni.", "output": "Dømi um tøkuorð úr latíni eru \"hundur,\" \"ketta\" og \"køkur.\""}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat eru nøkur tøkuorð úr keltiskum?", "output": "Dømi um tøkuorð úr keltiskum ella gæliskum eru \"soppur,\" \"ríki\" og \"blak.\""}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Sig nøkur tøkuorð úr lágtýskum.", "output": "Dømi um tøkuorð úr lágtýskum eru \"arbeiði,\" \"bakari\" og \"handil.\""}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu eyðkennast fremmandaorð?", "output": "Fremmandaorð hava ofta fremmanda stavseting og framburð, og tey hava ofta ikki nakra føroyskja bending."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er munurin millum tøkuorð og fremmandaorð?", "output": "Munurin er, at tøkuorð eru lagað til føroyskt, meðan fremmandaorð hava fremmanda stavseting ella framburð."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu ávirka fremmandaorð føroyskt mál?", "output": "Tey kunnu gera málið ríkari, men eisini tyngja tað, um tey verða nýtt óneyðugt."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er týdningurin av tøkuorðum í føroyskum?", "output": "Tøkuorð gera málið ríkari og vísa á samband við onnur mál gjøgnum søguna."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør var Hammershaimb?", "output": "Venceslaus Ulricus Hammershaimb var ein føroyskur prestur, politikari og málfrøðingur, kendur sum faðirin at føroyska skriftmálinum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær varð V.U. Hammershaimb føddur?", "output": "Venceslaus Ulricus Hammershaimb varð føddur 25. mars 1819 í Sandavági."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hví er so stórur munur á skriftmáli og úttalu á føroyskum?", "output": "Hammershaimb gjørdi skriftmál okkara. Hann fekk íblástur frá vini sínum Jóni Sigurðssyni, professari í Íslandi. Hetta hevði við sær, at vit í dag hava ein etymologiskan ella upprunafrøðiligan stavsetingarhátt."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er eitt etymologiskt grundað skriftmál?", "output": "Eitt etymologiskt ella upprunafrøðiligt grundað skriftmál byggir á, at málið verður skrivað eftir frummálinum heldur enn eftir, hvussu tað verður framborið."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er tíðarritið Vencil uppkallað eftir?", "output": "Tíðarritið Vencil er uppkallað eftir V.U. Hammershaimb."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær doyði Hammershaimb?", "output": "V.U. Hammershaimb doyði 8. apríl 1909 í Keypmannahavn."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er \"norrønt\"?", "output": "Orðið \"norrønt\" kann merkja ymiskt. Norrøna málið er málið, sum bleiv tosað í Noregi, Hetlandi, Orknoyum, Føroyum og Íslandi frá 10. øld til umleið 1350."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat var tungumálið norn?", "output": "Norn var ein grein av norrønum máli, ið varð tosað í Hetlandi, Orknoyggjum, Norðurskotlandi og norðast í Suðuroyum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær varð norn mótvirkað, og av hvørjum máli?", "output": "Eftir at økini komu undir skotskt valdið í 15. øld, varð norn mótvirkað av skotskum og síðani enskum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær doyði norn út?", "output": "Tað kann hava verið tosað summastaðni til 18. øld. Jakob Jakobsen var í Hetlandi síðst í 19. øld, men tá vóru ikki so nógv eftir, sum tosaðu tað."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør var søguligi upprunin hjá norn?", "output": "Norn var ein grein av fornnorrønum og kom við norðbúgvum til økini undir norskum yvirvaldi."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørji eru bæði almennu skriftmálini í Noregi?", "output": "Bókmál og nýnorskt eru tey bæði almennu, norsku skriftmálini í Noregi."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er upprunin hjá bókmáli?", "output": "Bókmál stavar frá donskum og er ein norskað útgáva av danska skriftmálinum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør skapti nýnorskt?", "output": "Ivar Aasen skapti nýnorskt við støði í norskum bygdarmálum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hví hevur Noreg tvey skriftmál?", "output": "Orsøkin til tað er søgulig og politisk: bókmál stavar frá danska skriftmálinum, meðan nýnorskt varð skapað sum eitt aftursvar ímóti hesum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Er bókmál líkt donskum?", "output": "Ja, bókmál líkist ógviliga nógv donskum í skrift, men ikki í framburði."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Duga allir norðmenn bæði bókmál og nýnorskt?", "output": "Bæði bókmál og nýnorskt eru kravdar lærugreinar í fólkaskúlum og framhaldsskúlum í Noregi, men tað er øgiliga misjavnt, hvussu væl hvør einstakur dugir bæði málini. Norðmenn hava oftast eitt høvuðsmál í skúlanum, men skulu læra hitt málið eisini."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er høvuðsmálið í Grønlandi?", "output": "Høvuðsmálið í Grønlandi er grønlendskt."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør er høvuðsstaðurin í Grønlandi?", "output": "Høvuðsstaðurin í Grønlandi er Nuuk."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Eitur tað Nuuk ella Godthåb?", "output": "Danir kallaðu høvuðsstaðin Godthåb, men í dag kann tað verða fatað sum ein hjálandaleivd at kalla hann soleiðis. Tey flestu í dag brúka tí tað grønlendska navnið á høvuðsstaðnum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær varð grønlendska sjálvstýrislógin samtykt?", "output": "Sjálvstýrislógin varð samtykt við fólkaatkvøðu hin 25. november 2008."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv fólk búgva í Grønlandi?", "output": "Umleið 60.000 fólk búgva í Grønlandi."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er heimsins størsta oyggj?", "output": "Grønland er heimsins størsta oyggj."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu stórt er Grønland?", "output": "Grønland er 2.166.086 ferkilometrar stórt."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv oyggjar eru í Hetlandi?", "output": "Hetland hevur 117 oyggjar."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv búgva í Hetlandi?", "output": "Í 2022 búðu 23.020 fólk í Hetlandi."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er hægsta fjallið í Hetlandi?", "output": "Hægsta fjallið í Hetlandi er Ronas Hill, sum er 480 m."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu langt er millum Føroyar og Hetland?", "output": "Av Sumbiarenda til Hetlands eru 150 fjórðingar ella 282 km."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er høvuðsstaðurin í Hetlandi?", "output": "Høvuðsstaðurin í Hetlandi er Lerwick. Navnið kemur úr norrønum og merkir Leirvík."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hví eitur Shetland Hetland á føroyskum?", "output": "Føroyska orðið Hetland kemur úr orðinum Hjaltland. Hetta -hj- hevur fyrr verið borið fram sum tað enn verður á íslendskum, og hesin framburðurin hevur so ført við sær, at hann er sum hann er á enskum í dag."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv fólk búgva í Kirkwall?", "output": "Í 2022 búðu uml. 10.000 fólk í Kirkwall."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er Skara Brae?", "output": "Skara Brae varð bygd í yngru steinøld og var fjald undir sandi, inntil hon varð funnin í 1850. Tað varð sett á listan hjá UNESCO yvir heimsmentanararvir í 1999."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv oyggjar eru í Orknoyggjum?", "output": "Tað eru 67 oyggjar í Orknoyggjum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv fólk búgva í Orknoyggjum?", "output": "Í 2022 búðu eini 22.000 fólk í Orknoyggjum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat gjaldoyra verður brúkt í Orknoyggjum?", "output": "Í Orknoyggjum verður bretskt pund (GBP) nýtt sum gjaldoyra."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hví hoyra Orknoyggjar til Stórabretland?", "output": "Tann dansk-norski kongurin Christian 1. setti Orknoyggjar í veð til skotska kongin í 1468, tí hann manglaði heimanfylgju til dóttur sína. Heimanfylgja var tað, sum brúður fekk við sær heimanífrá inn í hjúnalagið."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør er høvuðsstaðurin í Orknoyggjum?", "output": "Høvuðsstaðurin í Orknoyggjum er Kirkwall."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Eru Orknoyggjar tætt við Skotland?", "output": "Ja, Orknoyggjar eru rímiliga tætt við Skotlan. Orknoyggjar eru 16 km norður úr Caithness í Norðurskotlandi."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nevn stavirnar í føroyska stavraðnum.", "output": "Hetta eru stavirnir, sum eru í føroyska bókstavaraðnum: A Á B D Ð E F G H I Í J K L M N O Ó P R S T U Ú V Y Ý Æ Ø."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørjir stavir síggjast í føroyskum, men hoyra ikki til stavraðið?", "output": "C, Q, Ü, W, X, Z, Å og Þ."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat eru tvíljóðini í føroyskum?", "output": "Tvíljóðini í føroyskum eru EI, EY og OY. Um tú spyrt, um málfrøðilig tvíljóð í føroyskum, so eru tey væl fleiri. Hesir bókstavir kunnu hava tvljóðaðan framburð: A Á Í Ó Ú Ý og Ø. Hesi koma aftur at bókstavapørunum EI, EY og OY."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er eitt sjálvjóð?", "output": "Eitt sjálvljóð er eitt ljóð, sum verður gjørt við at lata luft (meira el. minni ótarnað) út gjøgnum munnin."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør var Christian Matras?", "output": "Christian Matras var ein føroyskur yrkjari og málfrøðingur, føddur í 1900 og deyður í 1988."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvar varð Christian Matras føddur?", "output": "Christian Matras varð føddur á Viðareiði."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær var Christian Matras leiðari á Føroyamálsdeildini?", "output": "Hann var leiðari á Føroyamálsdeildini frá 1965 til 1971."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørja útbúgving hevði Christian Matras?", "output": "Christian Matras hevði magistaraprógv í norrønari málfrøði."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær fekk Christian Matras bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens?", "output": "Christian Matras fekk bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 1980."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er heitið á doktararitgerðini hjá Christiani Matras?", "output": "\"Stednavne paa de færøske Norðuroyar\" var heitið á doktararitgerðini hjá Christiani Matras."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør var Venceslaus Ulricus Hammershaimb?", "output": "Venceslaus Ulricus Hammershaimb var prestur, politikari og málfrøðingur. Hann er eisini kendur sum faðirin at føroyska skriftmálinum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær varð Venceslaus Ulricus Hammershaimb føddur?", "output": "V.U. Hammershaimb varð føddur í Sandavági tann 25. mars 1819."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør var íslendingurin, sum ávirkaði føroysku stavsetingina?", "output": "Jón Sigurðsson, professari og málfrøðingur úr Íslandi, var vinur hjá V.U. Hammershaimb og hevði ávirkan á, hvussu vit stava føroyskt enn tann dag í dag."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hví eitur tíðarritið \"Vencil\"?", "output": "Tíðarritið Vencil er uppkallað eftir Venceslaus Ulricus Hammershaimb."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er suðuroyarmál?", "output": "Suðuroyarmál er eitt føroyskt málføri, ið serliga verður tosað í Suðuroy."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat eru tey størstu eyðkennini fyri suðuroyarmál?", "output": "Í suðuroyarmáli verður sagt jeg ístaðin fyri eg, okur ístaðin fyri vit, og tykur ístaðin fyri tit."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat ljóðskifti er í suðuroyarmáli?", "output": "Í suðuroyarmáli verður Æ borið fram sum E, t.d. Í orðum sum ræðast (\"reðast\") og sær (\"ser\")."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hví skriva summir suðuroyingar \"eg\" í staðin fyri \"jeg\"?", "output": "Ígjøgnum nógv ár hava nógvir lærarar í Suðuroy lagt dent á at nýta somu orð sum í meginøkinum, og hetta hevur ávirkað suðuroyarmálið."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hví siga suðuroyingar mje?", "output": "Suðuroyingar hava sítt egna málføri. Á suðuroyarmáli verður sagt tjeg, mjeg og sjeg í staðin fyri teg, meg og seg."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er sandoyarmál?", "output": "Sandoyarmál er eitt føroyskt málføri av føroyskum, sum verður tosað í Sandoy, Skúvoy og Dímun."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er munurin millum suðuroyarmál og sandoyarmál?", "output": "Í sandoyarmáli eru formarnir vit og tit varðveittir, meðan suðuroyarmál brúkar okur og tykur."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er sunnanfjørðsmál?", "output": "Sunnanfjørðsmál umfatar málførini í Suðuroy og Sandoy. Tað er eyðkent við framburði av -ang- og -ank-, har ljóðið er eitt a-ljóð, meðan tað í restini av málførunum í Føroyum verður borið fram sum eitt e-ljóð."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hví skriva vit -um í hvørjumfalli, tá ið vit siga -un?", "output": "Vit skriva -um, tí at summir sandoyingar søgdu -um við einum m-ljóði, og hetta ávirkaði skriftmálið."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu verður langt ó sagt í Sandoy?", "output": "Í vestanbygdunum í Sandoy (í Skálavík, Húsavík og Dali) og Skúvoy siga tey langt Ó líkasum í Suðuroy og Suðurstreymoy, meðan fólk í eystanbygdunum í Sandoy (í Skopun, heima á Sandi og á Skarvanesi) siga langt Ó líkasum í Vágum, Norðstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvar siga tey okra og hvar okara?", "output": "Í sandoyarmáli verður \"okara\" brúkt, meðan \"okra\" verður brúkt í suðuroyarmáli."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hví ljóða jólamenn, sum um teir eru úr Sandoy?", "output": "Jólamenn munnu ljóða, sum um teir eru úr Sandoynni, tí at jólamenninir í útvarpinum plagdu at vera úr Sandoynni."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørjar oyggjar eru í Norðoyggjum?", "output": "Norðoyggjarnar eru Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy og Kalsoy."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er eyðkent við landslagið í Norðoyggjum?", "output": "Landslagið í Norðoyggjum er eyðkent við høgum, brøttum fjøllum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er hægsta fjallið í Eysturoy?", "output": "Hægsta fjallið í Eysturoy er Slættaratindur, sum er 880 metrar høgt."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu stór er Eysturoy?", "output": "Eysturoy er 286 ferkilometrar til støddar."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógvir tindar í Norðoyggjum eru yvir 800 metrar?", "output": "Í Norðoyggjum eru 7 tindar, sum eru yvir 800 metrar."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu er ferðasambandið við Suðuroy?", "output": "Ferðasambandið við Suðuroy er sjóvegis við Smyril og luftvegis við tyrluni hjá Atlantsflogi."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er næststørsta oyggin í Føroyum?", "output": "Eysturoy er næststørsta oyggin í Føroyum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er sermerkt við Beinisvørði í Suðuroy?", "output": "Beinisvørð er Føroya næsthægsta fuglaberg og er 470 metrar høgt."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv fólk búgva í Eysturoy?", "output": "Í 2024 búðu uml. 12.500 fólk í Eysturoy."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er serligt við landslagnum í Suðuroy?", "output": "Landslagið í Suðuroy er sermerkt av djúpum firðum. Í Suðuroyinni er eisini stabbagrót at síggja."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu verður ferðasambandið við Norðoyggjar skipað?", "output": "Viðoy, Borðoy og Kunoy eru bundnar saman við byrgingum, og Fugloy, Svínoy og Kalsoy kunnu náast við báti ella tyrlu. Í 2006 varð Norðoyatunnilin tikin í nýtslu, soleiðis at fast samband fekst um Leirvíksfjørð."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Størstu bygdirnar í Suðuroy?", "output": "Størstu bygdirnar í Suðuroy eru Tvøroyri og Vágur."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat verður fatað sum Norðurstreymoy?", "output": "Norðurstreymoy er vanliga fatað sum norðastu tveir triðingarnir av Streymoynni. Á eystursíðuni gongur markið millum Kollafjørð og Kaldbaksfjørð (sokallaða Hórisgøta), og á vestursíðuni gongur markið millum Skæling og Norðradal."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er longtsa bygd í Føroyum?", "output": "Tað verður sagt, at Kollafjørður er longsta bygd í Føroyum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør høvdingur er grivin í Skúvoy?", "output": "Sigmundur Brestisson er grivin í Ólansgarði í Skúvoy."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu verður fuglurin í Skúvoy gagnnýttur?", "output": "Skúvingar hava í øldir tikið bæði egg og fugl, sum hevur verið eitt gott ískoyti til húsarhaldið."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvar liggur vatnorkuverkið í Vági?", "output": "Vatnorkuverkið liggur í Botni í Vági. Tað varð bygt í 1921."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er Páls høll?", "output": "Páls høll er ein svimjihylur í Vági í Suðuroy. Hann hevur Føroya fyrsta 50 metra svimjihyl. Svimjilhylurin er uppkallaður eftir svimjaranum Páli Joensen, sum er úr Vági."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hví er drunnhvítin so týdningarmikil í Nólsoynni?", "output": "Í Føroyum heldur mest drunnhvíti til í Urðuni í Nólsoy. Summi meta, at drunnhvítastovnurin í Nólsoy er tann er størsti drunnhvítastovnurin í heiminum. Umleið 50 túsund drunnhvítapør eiga í Nólsoy."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørji lond hava enskt sum móðurmál?", "output": "Stórabretland, USA, Kanada, Avstralia, Írland, Nýsæland og Suðurafrika eru dømi um lond, har enskt er móðurmál."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv fólk tosa enskt sum móðurmál?", "output": "Umleið 372 milliónir fólk tosa enskt sum móðurmál."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Fortel mær um munin á 'a' og 'an' á enskum.", "output": "‘A’ verður brúkt framman fyri hjáljóð, og ‘an’ verður brúkt framman fyri sjálvljóð."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er høvuðsinntøkan í føroyska útflutninginum?", "output": "Størsti parturin av útflutninginum er fiskur og fiskaúrdráttir."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nevn tær týdningarmestu tilfeingisvinnurnar í Føroyum.", "output": "Tilfeingisvinnur í Føroyum eru landbúnaður, fiskiskapur og alivinna."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør brúkar føroyska skjaldarmerkið?", "output": "Føroyska skjaldarmerkið kann verða nýtt av føroyskum stjórnarráðum og sendistovum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør lond eru í Norðurlondum?", "output": "Finnland, Áland, Svøríki, Danmark, Noreg, Føroyar, Ísland og Grønland."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv fólk búgva í Norðurlondum?", "output": "Fleiri enn 27 milliónir fólk búgva í Norðurlondum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv prosent av Norðurlondum er Grønland?", "output": "Grønland er uml. 60 % av samlaða landaøkinum í Norðurlondum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat eru Svalbarð og Bjarnoyggin?", "output": "Svalbarð og Bjarnoyggin eru norskar oyggjar uttan sjálvstýri."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Sig, hvørji mál verða tosað í Norðurlondum.", "output": "Í Norðurlondum verða hesi málini tosað: føroyskt, norskt, danskt, svenskt, íslendskt, finskt, grønlendskt og fleiri sámisk mál. Harumframt verður ein rúgva av øðrum málum tosað av tilflytarum úr øðrum londum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør kristnaði Føroyar?", "output": "Sigmundur Brestisson kristnaði Føroyar uml. ár 1000."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvussu nógv fólk doyðu av svartadeyða í Norðurlondum?", "output": "Í Norðurlondum doyði umleið helvtin av fólkinum doyði, meðan svartadeyði reikaði."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat var Kalmarsamveldið?", "output": "Kalmarsamveldið var eitt samveldi millum Danmark, Noreg og Svøríki."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat hendi við Føroyum undir seinna heimsbardaga?", "output": "Onglendingar tóku Føroyar undir seinna heimsbardaga og vardu tær."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvørji lond hava krossfløgg?", "output": "Næstan øll fløgg í Norðurlondum eru krossfløgg. Undantøkini eru grønlendsku og sámisku fløggini."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvør er munurin á revsiábyrgd hjá løgfrøðiligum persónum og einstaklingum?", "output": "Revsilógin ásetur, at løgfrøðiligir persónar kunnu revsast við sekt, meðan einstaklingar kunnu revsast við fongsul ella sekt, alt eftir brotsverkinum."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er kravt fyri at ein gerð skal kunna revsast?", "output": "Ein gerð skal vera heimilað við lóg sum revsiverdig, og treytir fyri revsingarbæri skulu vera loknar sambært § 1 í Revsilógini."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Nær kann ein brotsroynd verða revsað?", "output": "Brotsroyndir kunnu revsast, tá ið tær miða eftir at fremja ella elva til eitt brotsverk, og lógarbrotini kunnu dømmast til meira enn 4 mánaðar fongsul, sambært § 21 í Revsilógini."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Kanst tú forklára, hvat \"treytað fongsulsrevsing\" er?", "output": "Treytað fonsgsulsrevsing merkir, at tann dømdi fær eina royndartíð, har hann skal halda ásettar treytir."}
{"contributor_id": "contributor_2", "instruction": "Hvat er samfelagstænasta?", "output": "Samfelagstænastu er sambært § 62 í Revsilógini ólønt arbeiði, sum tann dømdi skal gera í eitt ásettan tíðarskeið sum ein partur av einum treytaðum dómi."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat er freistin at lata inn sjálvuppgávuna?", "output": "Skattaálíkningin skal verða gjørd í seinasta lagi 31. oktober árið eftir, at inntøkuárið er úti."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat skal TAKS gera, um sjálvuppgávan ikki er góðtikin?", "output": "TAKS skal boða skattgjaldaranum at koma á fund við umboð fyri TAKS ella geva honum møguleika til skrivliga at veita greiniligar upplýsingar og prógv."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær sendir TAKS skattalistar út til kommunurnar?", "output": "TAKS sendir 2. yrkadag í november kommununum ein lista við skattskyldugu inntøkuni hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat eru reglurnar fyri at endurmeta skattaálíkning?", "output": "TAKS kann ikki gera, broyta ella taka upp aftur skattaálíkningar seinni enn 3 ár eftir, at sjálvuppgáva skal latast inn."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Sig mær um fráboðanir til skattgjaldara eftir broytingar í skattaálíkning", "output": "TAKS skal skrivliga gera skattgjaldaran kunnugan við broytingina av inntøku hansara og vegleiðing um kærumøguleika."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær kann TAKS endurmeta skattaálíkningar?", "output": "TAKS kann endurmeta skattaálíkningar eftir kæru ella nærri kanning innan 3 ár frá inntøkuári."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Fortel um bindandi svar hjá TAKS", "output": "Øll kunnu frá TAKS fáa bindandi svar upp á spurning um skattligar avleiðingar."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat er gjaldið fyri bindandi svar hjá TAKS?", "output": "Kr. 2.100 fyri bindandi svar sbrt. § 12, stk. 1."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvussu eitur siðbundni føroyski búnin?", "output": "Siðbundni føroyski búnin verður nevndur føroysku klæðini ella føroyski búnin."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær verður føroyski búnin vanliga brúktur?", "output": "Føroyski búnin verður vanliga brúktur til føroyskan dans, til ávísar hátíðarløtur og á ólavsøku. Summi brúka hann eisini at verða vígd ella fermd í."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær byrjaði siðurin við at brúka føroysk klæðir?", "output": "Trupult er at tíðarfesta, nær siðurin við føroyskum búnum hevur tikið seg upp. Í 19. øld kom tó ein skilnaður millum tey meira siðbundnu klæðini og tað, sum varð kallað donsk klæðir. Donsk klæðir vóru klædningar og kjólar keyptir uttanífrá."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat helt Jens Christian Svabo um klæðini, sum føroyskar kvinnur brúktu?", "output": "Svabo skrivaði í 1782, at kvinnurnar í Føroyum alsamt løgdu seg eftir útlendskum klæðum og lótu seg í kjólar úr útlendskum tilfari. Hann helt, at kvinnur meiri enn menn fóru burtur frá gomlum siðum viðvíkjandi búnanum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat slag av tilfari varð nýtt til føroysku klæðini fyrr?", "output": "Ull, vaðmál, og vovið skjúrt varð typiskt nýtt til føroysk klæðir."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær byrjaðu fólk at brúka føroysk klæðir til serlig høvi?", "output": "Ábendingar eru um, at tað varð vanligari at brúka føroysk klæðir um tað mundið, tá tjóðskaparrørslan tók seg upp síðst í 1800-talinum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hví vórðu nøkur klæðir kallað ‘donsk klæðir’?", "output": "Summi klæðir vórðu kalla 'donsk klæðir', tí tey vóru keypt uttanífrá gjøgnum Kongaliga einahandilin."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Fortel mær um stakkin.", "output": "Stakkurin hevur verið veitslubúni, serstakliga brúðarkjóli, í øldir. Í gomlum døgum vóru tað tær ríkastu bóndakonurnar, ið áttu stakk. Hann gekk í arv, so gentur í fleiri ættarlið giftust í sama stakki."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat fyri litir eru vanliga nýttir til stakkin?", "output": "Stakkurin verður seymaður úr himmalbláum, skarlaksreyðum ella grasgrønum klæði. Eisini verður hann seymaður úr svørtum klæði, tó hetta er meira sjáldsamt."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat fyri prýði hoyrir til stakkin?", "output": "Til stakkin verður brúkt prýði so sum silkikragi, silvurbelti, floyalsbelti, maljur, stimi og stór ferhyrnt stakkanál við hangandi bløðum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat er ein sjóstúka?", "output": "Sjóstúkan er ein knæsíður, svartur vadmalsfrakki (kjóli), sum hevur uppruna sín í gerandisbúna hjá monnum fyri 150-200 árum síðan."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær gjørdist sjóstúkan stásbúni?", "output": "Sjóstúkan gjørdist stásbúni miðskeiðis í 19. øld."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvussu sær sjóstúkan út?", "output": "Sjóstúkan hevur liðageira, eitt bakstykki, víðar ermar í erva og svartar knappar."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat fyri skógvar verða vanliga nýttir saman við sjóstúku?", "output": "Spenniskógvar verða vanliga nýttir saman við sjóstúku."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat fyri hosur verða nýttar við sjóstúku?", "output": "Vanliga verða hvítar hosur nýttar saman við sjóstúku."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat er ein stavnhetta?", "output": "Ein stavnhetta er hildin at hava verið ein tignarligur høvuðbúni, sum varð brúktur av stórbóndum og øðrum mætum monnum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær varð stavnhetta nýtt av løgtingsformanninum?", "output": "Stavnhetta varð nýtt av løgtingsformanninum í 1930-árunum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær varð stavnhetta nýtt av løgmanni?", "output": "Stavnhettan varð nýtt av løgmanni í 1950-árunum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør brúkti føroysku klæðini í gomlum døgum?", "output": "Bóndakonur og \"vanligt\" fólk brúktu føroysk klæðir til gerandis í gomlum døgum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat hevur broytt seg við føroyskum klæðum hesi seinastu árini?", "output": "Áhugin fyri føroysku klæðunum er nógv vaksin, serliga millum ungdómin. Serliga í kvinnubúnanum síggja vit nýggjar mátar at brúka føroysku klæðini. Vit síggja nógvar ymiskar litsamansetingar av bæði stimatroyggju, bristi og skjúrti; summar kvinnur brúka ikki turriklæði, og summar brúka ullinta troyggju ella blusu í staðin fyri stimatroyggjuna. Eisini eru nógvar kvinnur farnar at brúka kýsa aftur."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat er serligt við stakkinum?", "output": "Stakkurin er síður, skjúrtið hevur faldar, og lívið verður seymað við flundruryggi. Ermamar eru langar og trongar við lítlum uppslagi og pípaðari blondu framman."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat hevur føroyski búnin til felags við tjóðbúnar í øðrum londum?", "output": "Eins og tjóðbúnar í mongum øðrum evropeiskum londum hevur føroyski tjóðbúnin uppruna sín í gerandisbúnanum miðskeiðis í 19. øld."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær varð fyrsta ítróttarstevnan í Føroyum hildin?", "output": "Fyrsta ítróttarstevnan í Føroyum varð hildin í 1899 í Miðvági. Her varð kappast í lopi, renning, kappkasting við steini og kappróðri."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nevn fýra ítróttargreinar, sum vóru við á kappleiksstevnuni í 1899.", "output": "Lop, renning, kappkasting við steini og kappróður."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær varð Tvøroyrar Bóltfelag stovnað?", "output": "TB varð stovnað í 1892."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvørji eru tey trý elstu fótbóltsfeløgini í Føroyum?", "output": "Elstu fótbóltsfeløgini í Føroyum eru TB (1892), KÍ (1904) og HB (1904)."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvar varð fyrsti kappróðurin í Føroyum hildin?", "output": "Fyrsti kappróðurin varð hildin á ólavsøku í Havn í 1887."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat var Færøernes Boldspilunion?", "output": "Færøernes Boldspilunion var fyrsta royndin at skipa eitt fótbóltssamband í Føroyum. Tað varð stovnað í 1913."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær var Ítróttasamband Føroya (ÍSF) stovnað?", "output": "ÍSF varð stovnað í 1939."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør var fyrsti formaður í Ítróttasambandi Føroya?", "output": "Poul E. Petersen, lærari í Mykinesi, var fyrsti formaðurin í ÍSF."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hví vóru tað trupulleikar fyri suðuroyarfeløgini at luttaka í kappingum?", "output": "Tað var trupult fyri suðuroyarfeløgini at luttaka í kappingum, tí samferðsluviðurskiftini vóru ring, og tað var trupult at ferðast millum oyggjarnar."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær byrjaði mann at spæla hondbólt í Føroyum?", "output": "Føroyskur hondbóltur byrjaði í 1931 við Neistanum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør var fyrsta ítróttagrein, ið varð skipað eftir fótbóltinum?", "output": "Kappróðurin, ið varð tikin uppaftur í 1918."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat er ÍSB?", "output": "ÍSB er Ítróttarsambandið fyri brekað, og føroyskir svimjarar hava vunnið hópin av heiðursmerkjum í altjóða kappingum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat hendi í føroyskum fótbólti í 1988?", "output": "FSF fekk limaskap í FIFA og UEFA, og Føroyar fingu møguleika at spæla í altjóða kappingum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær varð dysturin millum Føroyar og Eysturríki, sum Føroyar vunnu, spældur?", "output": "Dysturin varð spældur tann 12. september 1990 í Landskrona."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat var úrslitið av EM-undandystinum móti Eysturríki í 1990?", "output": "Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvar vóru fyrstu Oyggjaleikirnir hildnir?", "output": "Teir vóru hildnir á oynni Mann í Írlandshavinum í 1985."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hava Oyggjaleikirnir nakrantíð verið hildnir í Føroyum?", "output": "Ja, Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Føroyum í 1989."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvørja ávirkan hevur ÍSF havt á føroyskan ítrótt?", "output": "ÍSF hevur skipað ítróttin væl og gjørt, at flest allar ítróttargreinir hava regluligar kappingar."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvussu nógvir áskoðarar vóru til dystin millum HB og TB í 1924?", "output": "Millum 750 og 800 fólk sóu dystin."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvørjar ítróttagreinar hava limaskap í ÍSF?", "output": "Flestar ítróttagreinar í Føroyum hava nú limaskap í ÍSF."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær byrjaði tennis í Føroyum?", "output": "Tennis varð spælt í Gundadali frá 1937."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat var endamálið við ÍSF?", "output": "Endamálið við ÍSF var at skipa ítróttin í Føroyum betur og fáa so mong ítróttafeløg sum gjørligt at gerast limir."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør er Pál Joensen?", "output": "Pál Vitalis Joensen (f. 10. desember 1990) er ein føroyskur svimjari úr Vági."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat ár luttók Pál Joensen í sínum fyrsta OL?", "output": "Hann luttók í Summar-OL 2012 í London."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør var fyrsti føroyingurin, ið luttók í OL?", "output": "Fyrsti føroyingurin, ið luttók í OL, var rógvarin Katrin Olsen."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hví flutti Pál Joensen til Danmarkar í 2012?", "output": "Pál Joensen flutti til Danmarkar eftir OL í 2012 fyri at venja saman við donskum landsliðssvimjarum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvar vandi Pál Joensen, áðrenn hann flutti til Danmarkar?", "output": "Áðrenn Pál flutti, vandi hann við Susvim í Vágs Svimjihøll."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat er Páls Høll?", "output": "Páls Høll er svimjihøll í Vági, sum hevur Føroya fyrsta 50-metra langhyl."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær læt Páls Høll upp?", "output": "Páls Høll læt upp tann 17. oktober 2015."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør var venjari hjá Páli Joensen, meðan hann búði í Vági?", "output": "Venjari hjá Páli, meðan hann búði í Vági, var Jón Bjarnason."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat svimjifelag umboðaði Pál Joensen í Danmark?", "output": "Hann svam fyri Aalborg Svømmeklub og luttók í lokalum kappingum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvussu eitur beiggi Pál Joensen?", "output": "Beiggi hansara eitur Eyðbjørn Joensen og er eisini svimjari."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær giftist Pál Joensen?", "output": "Hann giftist við Maluni Vitalis Joensen tann 15. august 2015."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat var serligt við brúdleypinum hjá Páli Joensen og konuni?", "output": "Brúdleypið var í Páls Høll, áðrenn vatn varð fylt í hylin."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør er Gunnar Nielsen?", "output": "Gunnar Nielsen er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið millum annað hevur spælt fyri føroyska A-landsliðið, íslendska felagið FH, og ikki minst hevur hann áður spælt í Premier League."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær varð Gunnar Nielsen føddur?", "output": "Hann varð føddur 7. oktober 1986."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat er serligt við Gunnari Nielsen í enskum fótbólti?", "output": "Hann var fyrsti føroyingur nakrantíð at spæla í ensku Premier League, tá hann spældi við Manchester City í 2010."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nevn nøkur feløg, ið Gunnar Nielsen hevur spælt fyri.", "output": "Hann hevur spælt fyri HB, Frem, Blackburn Rovers, Motherwell, Wrexham, Manchester City, Silkeborg IF, Stjarnan og FH."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Kanst tú greiða frá fyrsta dystinum hjá Gunnari Nielsen á føroyska A-landsliðnum?", "output": "Hansara fyrsti dystur á A-landsliðnum var 22. mars 2009, tá Føroyar vunnu 2-1 móti Íslandi."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvørjum íslendskum felagi hevur Gunnar Nielsen spælt fyri?", "output": "Hann hevur spælt fyri Stjarnan og FH í Íslandi."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør var fyrsta felagið hjá Gunnari Nielsen í Onglandi?", "output": "Hansara fyrsta felag í Onglandi var Blackburn Rovers."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Kanst tú siga mær um eina tíð, tá ið Gunnar Nielsen varð læntur út til eitt annað felag?", "output": "Í 2008 varð Gunnar læntur út til skotska felagið Motherwell, og í 2009 til walisiska felagið Wrexham."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvussu leingi vardi sáttmálin hjá Gunnari Nielsen við Silkeborg IF?", "output": "Sáttmálin var galdandi í 6 vikur og vardi restina av kappingarárinum 2012/13."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør er Helgi Dam Ziska?", "output": "Helgi Dam Ziska er føroyingur og besti føroyski telvarin nakrantíð. Hann er fyrsti føroyingur, ið hevur vunnið sær stórmeistaraheitið í talvi."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær fekk Helgi stórmeistaraheitið?", "output": "Helgi Dam Ziska vann stórmeistaraheitið í talvi á Talvolympiaduni 2016 í Baku."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvussu gamal var Helgi, tá ið hann vann FM fyri unglingar?", "output": "Helgi var 13 ára gamal, tá ið hann vann FM í talvi fyri unglingar í 2004."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvørjum spældi Helgi ímóti, tá ið hann tryggjaði sær stórmeistaraheitið?", "output": "Hann vann á Jose Daniel Gemy úr Bolivia á Talvolympiaduni 2016 í Baku."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat er ein GM normur í talvi?", "output": "Ein GM normur er eitt stig, sum ein telvari skal vinna tríggjar ferðir fyri at gerast stórmeistari í talvi."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør var fyrsti føroyingur, ið vann ein GM norm?", "output": "Helgi Dam Ziska var fyrsti føroyingur, ið nakrantíð vann ein GM norm í talvi."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvørjum kappingum luttók Helgi Dam Ziska í í 2016?", "output": "Hann luttók í Talvolympiaduni í Baku og í smálandakappingini í Luksemborg, sum hann vann."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat varð úrslitið av dystinum millum Føroyar og Suðursudan á Talv-OL 2016?", "output": "Føroyar vunnu 3-1 á Suðursudan á Talv-OL 2016."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvørjum stórmeistara telvaði Helgi Dam Ziska javnt ímóti á Talv-OL 2016?", "output": "Hann telvaði javnt ímóti Veselin Topalov, ið var fyrrverandi heimsmeistari í talvi."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat eydnaðist Helga Dam Ziska á Smálandakappingini 2016?", "output": "Helgi vann smálandakappingina í Luksemborg í apríl 2016 og kvalifiseraði seg til World Cup 2017."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvar varð Talv-OL 2014 hildið?", "output": "Talv-OL 2014 varð hildið í Tromsø í Noregi."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør vann Talv-EM í 2011?", "output": "Vladimir Potkin úr Russlandi vann Talv-EM 2011 við 8,5 stigum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør var styrkismettur sum nummar 10 í heiminum á Talv-OL 2016?", "output": "Veselin Topalov var nummar 10 í heiminum á Talv-OL 2016."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør var Ársins Ítróttarnavn í Føroyum í 2006?", "output": "Helgi Dam Ziska vann heiðurin Ársins Ítróttarnavn í Føroyum í 2006, tá ið hann var 16 ára gamal."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør er Marnar Djurhuus?", "output": "Marnar Djurhuus er ein føroyskur rennari, sum hevur runnið fyri Treysti og fyri Føroyar."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær tók Marnar Djurhuus metið í hálvmaraton?", "output": "Hann tók metið í hálvmaraton tann 29. mars 2014 í Keypmannahavn."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat var gamla føroyska metið í hálvmaraton, áðrenn Marnar Djurhuus fekk tað?", "output": "Gamla metið varð sett av Absalon Hansen 25 ár frammanundan."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hví gavst Marnar Djurhuus við at renna í 2015?", "output": "Hann gavst orsakað av trupulleikum við rygginum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat var tíðin hjá Marnari Djurhuus í hálvmaraton í 2014?", "output": "Tíðin var 1.08.50."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvørji heiðursmerki vann Marnar Djurhuus á DM í 2012?", "output": "Hann vann tvey gull í innandura renning: 3000 metrar við tíðini 9:00.47 og 1500 metrar við tíðini 4:17.21."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvørji úrslit fekk Marnar Djurhuus á Oyggjaleikunum 2013?", "output": "Hann vann bronsu í 10.000 metrum við tíðini 33:14.40 og í 5.000 metrum við tíðini 15.46,70."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvar byrjaði og endaði Top Run kappingin í 2013?", "output": "Hon byrjaði við bensinstøðina í Kollfjarðadali og endaði á Sornfelli."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat var tíðin hjá Marnari Djurhuus í Top Run kappingini í 2013?", "output": "Tíðin var 43:04, sum var nýtt met á teininum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør var William Heinesen?", "output": "William Heinesen var eitt av Føroya gitnastu skøldum, føddur í 1900 og deyður í 1991."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat skrivaði William Heinesen?", "output": "Hann skrivaði fleiri yrkingasøvn, stuttsøgusøvn og skaldsøgur."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nevn nakrar skaldsøgur eftir William Heinesen.", "output": "Blæsende gry, Nóatún, Den sorte gryde, De fortabte spillemænd, Moder Syvstjerne, Det gode håb, Tornið á heimsins enda."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat var serligt við myndaheiminum hjá Williami Heinesen?", "output": "Myndaheimur Williams var merktur av náttúrukenslu, skemti, satiru og dekorativum stíli."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør var sonur William Heinesen?", "output": "Zacharias Heinesen, listamálari, var sonur William Heinesen."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat slag av list gjørdi William Heinesen?", "output": "Hann gjørdi bókamyndir, veggjamálningar, tekningar, plakatir og pappírsklipp."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat er serligt við veggjamálningunum hjá Williami Heinesen í Tórshavnar Kommunuskúla?", "output": "Teir hava evni úr Sjúrðarkvæðunum og eru ein partur av dekorativa stílinum hjá Williami Heinesen."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvussu ávirkaði tjóðskaparrørslan William Heinesen?", "output": "Hann hevði ein livandi áhuga fyri føroyskum máli, dansi, kvæðum og sagnum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær fekk William Heinesen Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens?", "output": "William Heinesen fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 1975."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvørjar heiðurslønir hevur William Heinesen vunnið?", "output": "Hann hevur vunnið m.a. Holberg-medaljuna, Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens og Svenska Akademiens nordiska pris."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær gjørdist William Heinesen heiðursborgari í Tórshavn?", "output": "William Heinesen gjørdist heiðursborgari í Tórshavn í 1980 á hansara 80-ára føðingardegi."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat slag av skaldskapi skrivaði William Heinesen?", "output": "Hann skrivaði skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nær skrivaði William Heinesen bókina 'Det gode håb'?", "output": "William Heinesen skrivaði 'Det gode håb' í 1964."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Nevn eitt dømi um satiru í myndlistini hjá Williami Heinesen.", "output": "Í tekningum av fittum trøllum kenna vit aftur drøgini frá politikarum, vinnulívsmonnum og alskyns hyklariskum dárarum og forførarum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør ávirkaði myndlistina hjá Williami Heinesen?", "output": "Listafólk sum Bauer, Arosenius, Kittelsen og Werenskjold ávirkaðu myndlistina hjá Williami Heinesen."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvussu brúkti William Heinesen ævintýr og sagnir í listini?", "output": "Hann tók evni úr sagnum og ævintýrum og skapti eina gandakenda myndaverð."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat var fyrsta yrkingasavnið hjá Williami Heinesen?", "output": "‘Arktiske Elegier og andre Digte’ í 1921."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvørji yrkingasøvn skrivaði William Heinesen í 1980’unum?", "output": "‘Vinterdrøm. Digte i udvalg 1920-30’ (1983) og ‘Samlede digte’ (1984)."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvørjar bøkur skrivaði William Heinesen í 1950’unum?", "output": "Hann skrivaði skaldsøgurnar ‘Glataðu spælimenninir’ (1950) og ‘Móðir Sjeystjørna’ (1952), stuttsøgusøvnini 'Det vingede mørke' (1957) og 'Det fortryllede lys' (1957) og gav út yrkingasavnið 'Digte i udvalg' (1955)."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvørja bók skrivaði William Heinesen í 1976?", "output": "‘Tornið á heimsins enda’."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvørja bók vann William Heinesen Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri?", "output": "‘Det gode håb’."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvat er ein milliard?", "output": "Ein milliard er eitt sera stórt tal: 1.000.000.000."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Tað regnar úti, hvat skal eg fara í?", "output": "Ein regnmiklan dag er skilagott at vera í vatnavvísandi ella vatntættum klæðum, sum t.d. regnfrakka ella poncho."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Eg havi ovurviðkvæmi, og eg undrist á, hvør árstíð vanliga er ringast fyri ovurviðkvæmi.", "output": "Várið er vanliga ringasta árstíðin fyri ovurviðkvæmi vegna nógva blómusáðið frá blómandi plantum og trøum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Eg leiti eftir nýggjum hugskotum til smoothies. Hvørjar eru nakrar vælumtóktar fruktir at brúka í smoothie?", "output": "Nakrar vælumtóktar fruktir til smoothie eru bananir, jarðber, bláber og mango. Tær eru allar leskiligar og fullar av føðsluevnum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Eg leiti eftir onkrum nýggjum at gera í míni frítíð. Hevur tú nøkur uppskot?", "output": "Ja, tað eru nógv frítíðarítriv at velja ímillum. Summi væl dámd eru at savna lutir sum frímerki, myntir og ítróttarminni. Tú kanst eisini royna at mála, urtagarðsrøkt ella at spæla okkurt ljóðføri."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Eg havi ilt við at vakna tíðliga á morgni. Hevur tú nøkur ráð?", "output": "Ja, tað havi eg. Eitt einfalt ráð er seta vekjaran somu tíð hvønn morgun - eisini í vikuskiftinum. Hetta hjálpir at regulera innaru klokkuna í kroppinum."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Eg eri forvitin um kropsmál. Kanst tú siga mær, hvat krossaðir armar vanliga merkja?", "output": "Krossaðir armar benda ofta á, at onkur er afturlatin, verjir seg sjálvan ella ikki er opin fyri tí, tú sigur."}
{"contributor_id": "contributor_3", "instruction": "Hvør er størsta oyðimørkin í heiminum?", "output": "Størsta oyðimørkin í heiminum er antarktiska oyðimørkin, sum fevnir um umleið 14 milliónir ferkilometrar."}