contributor_id stringclasses 3
values | instruction stringlengths 11 133 | output stringlengths 15 836 |
|---|---|---|
contributor_1 | Hvat meina føroyingar við, tá teir brúka orðið 'loysing' í heila tikið? | Orðið 'loysing' í føroyskum sipar oftast til sambandið millum Føroyar og Danmark og hugsjónina um at Føroyar eiga at leysríva seg frá Danmark og Ríkisfelagsskapinum. |
contributor_1 | Hvat er endin á ævintýrinum um reyðhettu? | Reyðhetta og omman sleppa úr búkinum á úlvinum, og fylla síðani búkin aftur við gróti. Reyðhetta og omman liva víðari, meðan úlvurin doyr. |
contributor_1 | Hvat er slag av gróti er mest av í Føroyum? | Í Føroyum er mest basalt, ið stavar frá eldgosum. |
contributor_1 | Nær vórðu Føroyar til jarðfrøðiliga? | Jarðfrøðiliga vórðu Føroyar til í tertiertíðini, fyri umleið 55-60 milliónum árum síðani. |
contributor_1 | Hvat eitur hægsta fjall í Føroyum, og hvussu høgt er tað? | Hægsta fjallið eitur Slættaratindur og er 880 metrar høgt. |
contributor_1 | Hvussu vórðu teir føroysku firðirnir skapaðir? | Firðirnir vórðu í høvuðsheitum skapaðir av skriðjøklum undir seinastu ístíð. |
contributor_1 | Finnast kolanám í Føroyum? | Ja, kolanám finnast í Suðuroy, serliga nærhendis Hvalba. |
contributor_1 | Hvat eru "hamrar" í føroyskari jarðfrøði? | Hamrar eru ofta brattir bergveggir ella bergstíggjar úr hørðum basaltgróti. |
contributor_1 | Er vandi fyri jarðskjálvtum í Føroyum? | Føroyar liggja ikki á markamótum millum jarðarflakar, so vandin fyri stórum jarðskjálvtum er lítil, men smáar ristingar kunnu koma fyri. |
contributor_1 | Hvør stovnur rekur innanoyggja ferðslu við bussum og skipum? | Strandfaraskip Landsins (SSL) rekur meginpartin av innanoyggja almennu ferðsluni. |
contributor_1 | Hvat eitur størsti flogvøllurin í Føroyum og á hvørji oyggj liggur hann? | Størsti og einasti flogvøllurin er Vága Floghavn (FAE), sum liggur í Vágum. |
contributor_1 | Nevn tveir undirsjóvartunlar, ið knýta oyggjar saman í Føroyum. | Tveir undirsjóvartunlar eru til dømis Vágatunnilin (millum Streymoy og Vágar) og Norðoyatunnilin (millum Eysturoy og Borðoy). |
contributor_1 | Hvat eitur brúgvin, ið bindur Streymoy og Eysturoy saman? | Brúgvin um Streymin, ofta bara rópt "Brúgvin", liggur við Norðskála og bindur saman Streymoy og Eysturoy. |
contributor_1 | Hvør siglir millum Føroyar og útlond? | Skipið Norröna hjá Smyril Line siglir millum Føroyar, Danmark og Ísland. |
contributor_1 | Hvussu er ferðing vorðin øðrvísi eftir at Eysturoyartunnilin kom? | Tað er stytt munandi um ferðatíðina millum Tórshavn og syðra part av Eysturoynni, umframt at knýta Skálafjørðin og Tangafjørðin tættari at høvuðsstaðnum. |
contributor_1 | Hvør myndugleiki hevur ábyrgdina av landsvegunum í Føroyum? | Landsverk hevur ábyrgdina av at byggja og viðlíkahalda landsvegir og tunlar. |
contributor_1 | Hvussu verður farmaflutningur til og úr Føroyum í høvuðsheitum handfarin? | Farmaflutningur fer í høvuðsheitum fram við skipum, ið leggja at í føroysku havnunum, serliga í Tórshavn. |
contributor_1 | Er tyrlutænasta partur av almenna flutningskervinum? | Ja, tyrlutænastan hjá Atlantic Airways er partur av almenna flutningskervinum og røkir serliga oyggjar, ið eru torførar at røkka við báti. |
contributor_1 | Hvat eitur høvuðshavnin í Føroyum fyri bæði ferðafólk og farm? | Havnin í Tórshavn er høvuðshavnin í Føroyum. |
contributor_1 | Hvat eitur almenni sjónvarpsmiðilin í Føroyum? | Almenni sjónvarpsmiðilin eitur Kringvarp Føroya (KvF). Kringvarp Føroya miðlar bæði sjónvarp, útvarp og tíðindi. |
contributor_1 | Nær varð fyrsta sjónvarpið sett á stovn? | Sjónvarp Føroya byrjaði at senda regluliga í apríl 1984. |
contributor_1 | Nær vórðu Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya løgd saman í ein stovn? | Teir báðir stovnarnir vórðu løgdir saman í Kringvarp Føroya 1. januar 2005. |
contributor_1 | Nevn tvey av størstu føroysku tíðindabløðunum søguliga sæð. | Dimmalætting og Sosialurin hava søguliga verið størstu tíðindabløðini. |
contributor_1 | Hvat er ein týðandi føroyskur tíðindaportalur á internetinum? | Ein týðandi tíðindaportalur er til dømis Portal.fo ella In.fo. |
contributor_1 | Hvussu verður Kringvarp Føroya fíggjað? | Kringvarp Føroya verður í høvuðsheitum fíggjað við kringvarpsgjaldi og lýsingasølu. |
contributor_1 | Greið frá kringvarpsgjaldinum. | Kringvarpsgjaldið er eitt gjald, sum allir borgarar í Føroyum gjalda fyri at fíggja Kringvarp Føroya. |
contributor_1 | Finnast aðrar útvarpsrásir enn tann almenna í Føroyum? | Ja, fleiri privatar útvarpsrásir finnast, til dømis Rás2 og VoxPop. |
contributor_1 | Hvønn leiklut hava miðlarnir í sambandi við ólavsøku? | Miðlarnir, serliga Kringvarpið, hava ein stóran leiklut í at dekka hátíðarhaldið, senda beinleiðis og varpa ljós á mentanarligu tiltøkini á ólavsøku. |
contributor_1 | Hevur føroyskt mál nakra serstøðu í føroysku miðlunum? | Ja, føroyskt mál er høvuðsmálið í øllum stóru føroysku miðlunum, sum er avgerandi fyri málrøkt og mentan. |
contributor_1 | Nær er mett, at norrøn búseting byrjaði í Føroyum? | Mett verður, at norrøn búseting byrjaði í Føroyum umleið ár 800-850 e.Kr. |
contributor_1 | Hvat er Seyðabrævið? | Seyðabrævið frá 1298 er elsta varðveitta skjal í Føroyum og skipaði viðurskifti viðvíkjandi seyðahaldi og landbúnaði. |
contributor_1 | Nær kom siðaskiftið til Føroya? | Siðaskiftið varð formliga sett í gildi í Føroyum umleið 1538-1540. |
contributor_1 | Hvat var Kongaligi Einahandilin? | Kongaligi Einahandilin var ein skipan (1709-1856), har kongur hevði einkarætt til allan handil við Føroyar. |
contributor_1 | Nær varð Kongaligi Einahandilin avtikin? | Einahandilin varð avtikin 1. januar 1856, ið førdi til stórar broytingar í føroyska búskapinum og samfelagnum. |
contributor_1 | Hvør hersetti Føroyar undir Seinna Heimsbardaga? | Bretland hersetti Føroyar friðarliga í apríl 1940, eftir at Týskland hevði hersett Danmark. |
contributor_1 | Nær kom Heimastýrislógin í gildi? | Heimastýrislógin kom í gildi 1. apríl 1948, ið gav Føroyum víðkað sjálvstýri innanfyri danska ríkið. |
contributor_1 | Hvat er Tinganes? | Tinganes í Tórshavn er ein av elstu tingstøðunum í heiminum, har Føroya Løgting hevur hildið til síðan víkingatíð. Í dag húsast landsstýrið har. |
contributor_1 | Hvør var Nólsoyar Páll? | Nólsoyar Páll (Poul Poulsen Nolsøe) var ein føroysk tjóðarhetja, skipari, bóndi og yrkjari í 18. og 19. øld, kendur fyri sína roynd at bróta einahandilin. |
contributor_1 | Hvør var V. U. Hammershaimb? | Venceslaus Ulricus Hammershaimb var prestur og málfrøðingur, sum í 19. øld skapaði tað føroyska skriftmálið, ið vit nýta í dag. |
contributor_1 | Hví brúka vit ð? | Vit bruka ð í føroyskum máli, tí tað er ein partur av okkara stavseting og skriftmáli, sum er upprunafrøðiliga grundað. |
contributor_1 | Hvat er størsti trúarbólkurin í Føroyum? | Fólkakirkjan, sum er evangelisk-luthersk, hevur størsta talið av limum í landinum. |
contributor_1 | Nær gjørdist Fólkakirkjan sjálvstøðug frá donsku kirkjuni? | Fólkakirkjan gjørdist ein sjálvstøðugur stovnur á ólavsøku, 29. juli 2007. |
contributor_1 | Hvør kirkja verður mett at vera tann elsta, ið enn stendur í Føroyum? | Ólavskirkjan í Kirkjubø verður mett at vera elsta kirkjan í Føroyum, bygd umleið ár 1250-1300. |
contributor_1 | Hvat eitur dómkirkjan í Føroyum og hvar er hon? | Havnar Kirkja í Tórshavn er dómkirkja Fólkakirkjunnar. |
contributor_1 | Hvat er ólavsøka upprunaliga? | Ólavsøka er minningardagur Ólavs Heilaga, Noregs kong, sum fall 29. juli 1030. Dagurin hevur verið tjóðarhátíðardagur Føroya síðani miðøld. |
contributor_1 | Er nakar annar stórur trúarbólkur í Føroyum enn Fólkakirkjan? | Ja, Brøðrasamkoman er eisini ein stórur og virkin trúarbólkur í Føroyum. |
contributor_1 | Hvar stavar Brøðrasamkoman frá? | Brøðrasamkoman stavar frá eini altjóða rørslu nevnd “Plymouth Brethren”, sum byrjaði í Englandi í 1820’unum. |
contributor_1 | Hvussu nógvar kirkjur eru umleið í Føroyum? | Tað eru umleið 60-70 fólkakirkjur spjaddar um oyggjarnar. |
contributor_1 | Er katólska kirkjan umboðað í Føroyum? | Ja, eitt lítið katólskt kirkjulið er í Føroyum, við Mariukirkjuni í Tórshavn sum miðdepil. |
contributor_1 | Hvønn leiklut hevur kirkjan á ólavsøku? | Ólavsøkan byrjar við gudstænastu í Dómkirkjuni, har løgtingslimir, landsstýrisfólk og embætisfólk luttaka, ið vísir á søguliga sambandið millum kirkju og ting. |
contributor_1 | Eitur tað Sørvágsvatn ella Leitisvatn? | Tað veldst um hvar í Vágum, tú spyrt. Bæði heitini verða brúkt um sama vatn. |
contributor_1 | Hvat ger LISA? | LISA er felagsskapurin fyri føroyskar ljóðmiðlar og útvarpsfólk. |
contributor_1 | Nær varð Vága Floghavn bygd? | Vága Floghavn varð bygd av bretum undir Seinna heimsbardaga. |
contributor_1 | Eg leiti eftir einum nýggjum telduspæli at spæla. Hvat er væl dámt beint nú? | Summi vælumtókt spøl í løtuni eru Fortnite, Minecraft og Call of Duty. |
contributor_1 | Eg ætli mær at gera døgurða til familjuna í kvøld, hevur tú nakað uppskot? | Ja, eg kann mæla til eina einfalda pastauppskrift við tomatsós og grønmeti. |
contributor_1 | Eg læri um skap í skúlanum. Kanst tú siga mær um nøkur skap, sum eg síggi í gerandislutum? | Sjálvandi. Nógvir gerandislutir hava grundleggjandi formar sum sirklar, fýrakantar og tríkantar. Til dømis er ein mynt ein sirkul, ein bók er ein fýrakantur, og eitt tak er ein tríkantur. |
contributor_1 | Eg havi ringt við at sovna um náttina. Hevur tú nøkur góð ráð? | At hava regluliga songartíð kann hjálpa. Royn at lesa eina bók, fara í eitt heitt bað, ella venja at strekkja teg varliga, áðrenn tú fert í song. |
contributor_1 | Hvat er eitt gott tíðspunkt at fara í song, um eg skal vakna klokkan 7 á morgni? | Legg tær fyri at fara í song klokkan 22.00, um tær tørvar at vakna klokkan 07.00 á morgni. So fært tú 7-8 tímar av svøvni. |
contributor_1 | Eg læri um tessellatión í skúlanum. Hvat er tessellatión? | Tessellatión er eitt mynstur av skapum, sum passa saman uttan at leggja saman. Hugsa um ein mosaik ella eitt putlispæl. |
contributor_1 | Eg umhugsi at taka eina dagliga vitamintablett, men eg eri ikki vísur í, um eg eisini skal taka D-vitamin ískoyti. | Hatta er ein góður spurningur. Um tín vitamin longu inniheldur D-vitaminir, hevur tú kanska ikki tørv á einum serligum ískoyti. Tó, um tú hevur trot á D-vitaminum ella hevur avmarkaða atgongd til sólarljós, kundi eitt ískoyti verið gagnligt. |
contributor_1 | Eg vil læra teknmál. Hvat er tað vanligasta tekin til at heilsa? | Tað vanligasta tekin til at heilsa er at rætta fremstu hondina út við hondflatuni úteftir og fingrunum sundur, og síðani flyta hana upp og niður nakrar ferðir. |
contributor_1 | Eg fari við hundinum til djóralæknan fyri fyrstu ferð. Hvat kann eg vænta? | Hjá djóralæknanum verður hundurin helst kannaður, sum fevnir um at viga, kanna fepurin og lurta eftir hjartatrýstinum. Djóralæknin fer eisini at spyrja teg um atburð, matarlyst og heilsu hjá hundinum. |
contributor_1 | Eg eri í ringum lag í seinastuni. Hvat bagir mær? | Tað harmar meg at hoyra, at tú ert í ringum lag. Tað kann vera sjúkueyðkenni av tunglyndi at vera í ringum lag yvir longri tíðarskeið. |
contributor_1 | Eg ætli mær eina ferð til París. Hvørji eru nøkur væl dámd støð at síggja har? | Eiffeltornið, Louvre og Notre Dame-katedralurin eru støð, sum nógvum dámar at vitja í París. |
contributor_1 | Eg umhugsi at fáa mær hund, men eg havi ongantíð havt ein fyrr. Hvat eru nøkur grundleggjandi ting, sum eg skal vita um hundavenjing? | Grundleggjandi venjing fevnir um reinsemi, at læra grundleggjandi boð sum "sit" og sosialisering. |
contributor_1 | Eg havi trupult við at vakna um morgunin. Hvussu vakni eg natúrliga? | Sólarljós er ein góð hjálp til at vakna natúrliga. Tú kanst lata gardinurnar upp ella fara ein stuttan gongutúr um morgunin. Hetta regulerar innaru klokkuna í kroppinum. |
contributor_1 | Eg eri stórur ítróttarfjeppari. Hvørjar vælumtóktar ítróttargreinar eru at hyggja at? | Nakrar vælumtóktar ítróttargreinar eru fótbóltur, hondbóltur, rógving og fimleikur. Nógvum fólki dámar eisini at hyggja at tennis og vektlyfting. |
contributor_1 | Eg leiti eftir hugskotum til at gera okkurt omaná. Hvørji sløg av køkum eru best umtókt? | Nakrar vælumtóktar køkur eru skuffukøka, lagkøka, rómakøka og ostakøka. Har er eisini fruktterta og konfekt. |
contributor_1 | Hvat er rómaratal fyri talið 5? | Rómaratal fyri 5 er V. |
contributor_1 | Eg læri um ljós í skúlanum. Hvat er endurspegling? | Okkurt verður endurspeglað (ella reflekterað), tá ið tað verður kastað aftur. Bæði bylgjur (t.d. ljós) og partiklar kunnu verða endurspeglað. |
contributor_1 | Eg leiti eftir einum nýggjum frítíðarítrivi, onkrum skapandi. Eg havi hoyrt um at mála ella gera leir. Gev mær fleiri hugskot. | Afturat at mála og at evna til leir eru nógv skapandi frítíðarítriv, t.d. glaslist ella hondarbeiði, sum at hekla ella brodera. |
contributor_1 | Eg leiti eftir einum millummála. Hevur tú nøkur viðmæli? | Ja, til millummála er vanligt at fáa sær eina keks ella knekkbreyð, frukt og okkurt at drekka, t.d. ein temunn. |
contributor_1 | Kanst tú siga mær, hví ferðsluljós hava tríggjar litir? | Ferðsluljós hava tríggjar litir fyri at hava ein greiðan og altjóða standardiseraðan máta at stýra ferðsluni og tryggja, at øll skilja boðini. |
contributor_1 | Hví eru litirnir í ferðsluljósum altíð reytt, gult og grønt? | Hesir tríggir litirnir eru valdir, tí teir eru lættir at síggja og skilja, eisini í ymiskum ljós- og veðurviðurskiftum, og teir hava hvør sín greiða týdning fyri at stýra ferðsluni trygt og effektivt. |
contributor_1 | Hvussu langt er eitt maraton? | Eitt maraton er 42,195 kilometrar langt. |
contributor_1 | Hvat er eitt synonym? | Eitt synonym, eisini nevnt samheiti, er eitt orð, sum hevur sama ella líknandi týdning sum eitt annað orð. |
contributor_1 | Hvat er eitt antonym? | Eitt antonym, eisini nevnt andheiti, er eitt orð, sum hevur mótsetta týdning av einum øðrum orði. |
contributor_1 | Hvat er demokrati? | Demokrati er ein stjórnarskipan, har fólkið velur síni umboð at stjórna og taka avgerðir. |
contributor_1 | Eg eri stúrin um ferðsluna og umhvørvið. Er ferðsla ring fyri umhvørvið? | Ja, ferðsla er ring fyri umhvørvið. Hon elvir til luftdálking frá útláti frá akførum, sum er orsøk til veðurlagsbroytingar. Luftdálking ávirkar eisini fólkaheilsuna. |
contributor_1 | Eg royni at betra um samskiftið við familju mína. Hvussu kann tað gerast? | Hatta er frálíkt! Ein máti er at venja seg við at lurta aktivt. Hetta merkir at lurta eftir, hvat hini siga, og vísa, at tú leggur í teirra tankar og kenslur. |
contributor_1 | Eg leiti eftir einum nýggjum sangi at lurta eftir. Hvør er ein vælumtóktur sangur beint nú? | Ein vælumtóktur sangur beint nú er "Happy" eftir Pharrell Williams. |
contributor_1 | Eg leiti eftir upplýsingum um nýggju bussarnar í býnum. Eru teir atkomiligir fyri fólk, sum bera brek? | Ja, nýggju bussarnir eru útgjørdir við atkomumøguleikum so sum rampum og pláss til koyristólar. |
contributor_1 | Eg umhugsi at byrja at súkkla til arbeiðis. Hvørjir eru fyrimunirnir við at súkkla? | At súkkla til og frá arbeiði er frálík venjing, minkar um ferðsluna og er umhvørvisvinaligt. Umframt at tað kann spara pengar til brennievni og parkeringspláss. |
contributor_1 | Eg venji til mína fyrstu 5 km renning, og eg veit ikki, hvussu eg skal byrja. Hvat skal eg fyrst gera? | Til lukku við avgerðini at byrja at renna. Byrja við at gera eina ætlan og set tær realistisk mál. Byrja við stuttum renningum, tvær ella tríggjar ferðir um vikuna, og øk frástøðuna so líðandi. |
contributor_1 | Eg leiti eftir nýggjum døgurðahugskotum. Hvat er ein vælumtóktur asiatiskur døgurði? | Ein vælumtóktur asiatiskur døgurði er sushi úr Japan. Tað er ein klassiskur rættur við rísi rullað saman við sjógæti og grønmeti. Sushi verður borðreitt við sojasós og wasabi. |
contributor_1 | Hvat er eitt brot í støddfrøði? | Eitt brot er ein máti at vísa part av eini heild. Tað er eitt tal, sum vísir talið av eindum í heildini (ovara talið) og talið av eindum, heildin er býtt í (niðara talið). |
contributor_1 | Hvat er tyngdarkraftin? | Tyngdarkraftin er ein kraft, sum dregur lutir ímóti hvørjum øðrum. Tað er tað, sum heldur teg á jørðini, og tað, sum fær lutir at fella til jørðina. |
contributor_1 | Hví detta ting niður í staðin fyri upp? | Tað kemst av, at jørðin dregur tey við síni tyngdarkraft. Jørðin er nógv tyngri enn lutirnir, so tyngdarmegi hennara er sterkari og dregur teir niður. |
contributor_1 | Er tyngdarkraftin eins allastaðni? | Næstan, men ikki heilt. Tyngdarkraft kann vera eitt sindur veikari ella sterkari, alt eftir hvar tú ert, sum á einum fjalli ella í rúmdini. Men á jarðarflatuni er tað mest sum tað sama. |
contributor_1 | Eg leiti eftir einum nýggjum borðspæli at spæla við familjuni. Hvat er eitt klassiskt borðspæl, sum er stuttligt fyri øll? | Eitt klassiskt borðspæl, sum er stuttligt fyri øll, er Matador. Tað er lætt at læra og kann spælast av fólki í øllum aldursbólkum. |
contributor_1 | Eg fari ein túr til París skjótt, og eg ætli mær at keypa gávur til familju og vinir. Hvat er stuttligt at taka heim úr París? | Hatta ljóðar sum ein frálík ferð. Nakrir vanligir minnislutir úr París eru standmyndir ella lyklaringar av Eiffeltorninum, franskt luktilsi og listarlig prent av býnum. |
contributor_1 | Eg brendi hondina á ovninum, hvat skal eg gera? | Brunasár kunnu vera pínufull. Køl fyrst brunasárini við køldum rennandi vatni í nakrar minuttir. Minst til at verja sárið. Er sárið stórt, kanst tú seta teg í samband við lækna. |
contributor_1 | Eg royni at spara orku heima. Hvussu kann tað gerast? | Tú kanst byrja við at sløkkja ljós og elektronisk tól, tá ið tey ikki verða brúkt, brúka orkusparandi perur og stilla termostatin soleiðis, at minni orka verður brúkt til upphiting og køling. |
contributor_1 | Fortel mær um fyrstu telduna í verðini. | Fyrsta teldan verður mett at vera greiningarmaskinan hjá Charles Babbage, sum varð gjørd í 1830-árunum. Fyrsta elektroniska teldan var tó ENIAC, sum varð gjørd í 1940-árunum. |
contributor_1 | Eg vil fegin byrja at leggja máltíðarætlan fyri at minka um matspill. Hvørji eru nøkur grundleggjandi stig, sum eg kann fylgja? | Hatta er eitt gott mál. At byrja við skalt tú leggja matætlan fyri vikuna, gera ein innkeypslista, og bert keypa tað, sum tær tørvar. Tú kanst eisini umhugsa at brúka vørur, sum ganga skjótari út enn aðrar, fyrst. |
contributor_1 | Eg leiti eftir nýggjum tónleiki at lurta eftir. Hvør er munurin millum popp og rokktónleik? | Popptónleikur er sum heild meira bjartskygdur og leggur dent á fangandi løg, meðan rokktónleikur ofta leggur størri dent á guitarar og trummur, og kann vera meira orkufullur og spennandi. |
contributor_1 | Er hiphop eitt slag av rokktónleiki? | Nei, hiphop er eitt øðrvísi tónleikaslag við uppruna í 70'unum. Tað er eyðmerkt við rútmiskari talu og tekstum, ofta við elektroniskum ljóðum. |
contributor_1 | Eg leiti eftir eini nýggjari stroymingartænastu til tónleik. Hvørjar møguleikar havi eg? | Tú hevur fleiri valmøguleikar, millum annað Spotify, Apple Music og Amazon Music. Tey bjóða øll eitt breitt úrval av sangum og tónleikarum at lurta eftir. |
contributor_1 | Eru nøkur lond longu á odda í arbeiðnum at skapa varandi orku? | Ja, lond sum Noreg, Svøríki og Costa Rica gera longu týðandi framstig innan varandi orku. Tey gera stórar íløgur í sól, vind og vatnorku, og eru fyrimyndir fyri onnur lond. |
contributor_1 | Hvør er høvuðsstaðurin í Danmark? | Høvuðsstaðurin í Danmark er Keypmannahavn, ein týdningarmikil mentanar- og handilsdepil í Norðurlondum. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.