contributor_id stringclasses 3
values | instruction stringlengths 11 133 | output stringlengths 15 836 |
|---|---|---|
contributor_2 | Hvat kanst tú siga um føroyska mentan? | Serliga er tað siðvenjan við kvøðing og dansi, sum eyðmerkir føroyska mentan. Eisini er føroyskur matur ein týdningarmikil táttur í mentanini, har skerpikjøt, ræstur fiskur, ræst kjøt, turt tvøst og spik og grind eru dømi um serføroyskan mat. |
contributor_2 | Fortel mær um kommunurnar í Føroyum | Síðani 1. januar 2017 eru tað 29 kommunur í Føroyum. Hvør kommuna hevur kommunustýri, sum er valt av íbúgvunum í kommununi. Kommunurnar taka sær av lokalum málum. Miðað hevur verið ímóti kommunusamanleggingum, men enn eru fleiri lítlar kommunur, sum hava valt at verða verandi sjálvstøðugar, t.d. Fugloyar kommuna, Skúvo... |
contributor_2 | Hvussu nógv arbeiða føroyingar? | 93 % av mannfólkunum og 83 % av konufólkunum eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. Men ein stórur partur arbeiðir tó ikki fulla tíð. Av mannfólkunum arbeiða 81 % vanliga fulla tíð, meðan tað bert eru 45 % av konufólkunum, ið arbeiða fulla tíð. Samanbera vit við Vesturevropa undir einum, so eru bara 66 % av kvinnunum virknar... |
contributor_2 | Hvat er innflutningur og útflutningur? | Innflutningur er allar vørur, vit flyta inn í landið, meðan útflutningur er tað, vit flyta út úr landinum. Hetta eru ofta vørur, vit framleiða, serliga fiskavørur. |
contributor_2 | Hvørjar handilssáttmálar hava Føroyar? | Føroyar hava fríhandilssáttmálar við ES og EFTA-londini Noreg, Ísland og Sveis. Føroyar hava eisini MFN-sáttmála við Russland. Føroyar eru atlimur í WTO ígjøgnum danska limaskapin. |
contributor_2 | Náttúran í Føroyum. Hvat sermerkir hana? | Føroyar eru oyggjaland við basalti og gosgróti. Landið er fjalla- og oyggjaland við stórum fjørðum. |
contributor_2 | Hvat eyðkennir føroyskt veður? | Veðrið í Føroyum er ofta óstøðugt við skiftandi sól, regni, stormum. Hitin um summarið er mildur, og tað verður ikki so kalt um veturin. |
contributor_2 | Hvat er størsta fjallið í Føroyum? | Størsta fjallið er Slættaratindur. Tað er 882 metrar høgt og er á norðara enda av Eysturoy. |
contributor_2 | Hvar koma føroyingar frá? | Føroyingar stava partvíst frá víkingum úr Noregi og trælkonum teirra úr Írlandi og Skotlandi. |
contributor_2 | Eru Føroyar eitt land? | Føroyar eru limur í danska ríkisfelagsskapinum, men hava heimastýri. Tí er ringt at siga, um Føroyar eru eitt land ella ikki. Tað veldst um, hvussu skilmarkingin av einum landi er. Føroyar hava egið tjóðarting og egnar lógir, men uttanríkispolitiskt eru Føroyar ofta ikki at rokna sum eitt sjálvstøðugt ríki. |
contributor_2 | Eru Føroyar í ES? | Føroyar eru ikki limur í Evropasamveldinum, hóast Danmark er limur. Føroyingar kunnu velja at hava ES-pass, tí teir eru danskir ríkisborgarar. Um føroyingar búgva í Føroyum, búgva teir tó uttan fyri ES. |
contributor_2 | Eg fái nøkur vinfólk á vitjan. Hvar í Føroyum er pent? | Um tit ganga niðan á Slættaratind, hava tit gott útsýni yvir allar oyggjarnar. Eisini er sera náttúruvakurt við Beinisvørð, í Saksun og undir Vestmannabjørgunum. Ver tó ansin, tá ið tí ferðast í føroysku náttúruni. |
contributor_2 | Hvørjir flokkar eru í Føroyum? | Teir politisku flokkarnir í Føroyum eru: Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Miðflokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýri og Framsókn. Til summi val koma aðrir flokkar viðhvørt, men hesir eru teir støðugastu. |
contributor_2 | Hvat er heimastýrislógin? | Heimastýrislógin ger Føroyar til ein sjálvstýrandi part í danska ríkisfelagsskapinum, har lóggevandi valdið liggur í løgtinginum, og har landsstýrið hevur tað útinnandi valdið. |
contributor_2 | Sig mær, hvussu gongur við ferðavinnuni í Føroyum. | Ferðavinnan er næststørsta vinnan í Føroyum. Í 2022 vóru 646 ársverk í innkomandi ferðavinnuni í Føroyum. Tað eru serliga ferjan Norrøna og flogfelagið Atlantsflog, sum flúgva ferðafólk til Føroya. Seinnu árini hava flogfeløgini SAS, Widerøe og Icelandair tó eisini havt flogrutur til Føroya um summarið. Eisini steðga n... |
contributor_2 | Er eitt føroyskt pass til? | Ja, føroyingar kunnu fáa føroyskt pass. Tað passið er grønt á liti. Føroyingar eru danskir ríkisborgarar og kunnu velja ímillum føroyskt og danskt pass. |
contributor_2 | Hvussu nógv fuglasløg eiga í Føroyum? | Umleið 54 fuglasløg eiga javnan í Føroyum. Fuglabjørgini og lundalondini eru teir fuglaríkastu partarnir av náttúruni. |
contributor_2 | Hvat er heimsins størsta helli? | Klæmintsgjógv er eitt helli í Hesti og er heimsins størsta helli. Tað er 348.000 rúmmetrar til støddar. Um summarið verða helliskonsertir hildnar í hellinum, har ferðafólk fara út við báti at lurta eftir tónleiki. |
contributor_2 | Hvussu stór er Klæmintsgjógv? | Klæmintsgjógv er 348.000 rúmmetrar til støddar. |
contributor_2 | Hvat eru tey vanligastu fiskasløgini í Føroyum? | Tey vanligastu fiskasløgini undir Føroyum (mett í vekt) eru: svartkjaftur, toskur, upsi, hvítingsbróðir, svartkalvi, stóri kongafiskur, nebbasild, gullaksur, trantkongafiskur og lítil kongafiskur. |
contributor_2 | Hvussu eitur føroyska flaggið? | Føroyska flaggið verður rópt Merkið. |
contributor_2 | Hvat merkir tann 25. apríl 1940 fyri føroyingar? | Tann 25. apríl 1940 varð Merkið viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga av bretska hersetingarvaldinum. Tí er 25. apríl flaggdagur í Føroyum. |
contributor_2 | Hví verður Merkið vundið á stong, tá ið føroysk skip koma í fremmanda havn? | Tí tað er tjóðarbúmerki føroyinga, og tað vísir samleikan hjá Føroyum. |
contributor_2 | Hvør viðurkendi Merkið fyrst sum tjóðarmerki føroyinga? | Bretska hersetingarvaldið viðurkenndi Merkið fyrst sum tjóðarmerki føroyinga. |
contributor_2 | Hvørjum høvdu føroyingar harða mótstøðu frá í flaggstríðnum? | Føroyingar høvdu harða mótstøðu frá bæði Danmark og innanhýsis í Føroyum. |
contributor_2 | Hvussu langa tíð tók flaggstríðið, áðrenn Merkið varð viðurkent? | Flaggstríðið tók 21 ár. |
contributor_2 | Nær varð Merkið brúkt fyrstu ferð? | Føroyskir studentar í Keypmannahavn vístu Merkið fram í juni 1919, og fólk byrjaðu at flagga við tí tíðliga í 1920-árunum. |
contributor_2 | Hví byrjaði sluppin Eysturoyggin at flagga við Merkinum 9. apríl 1940? | Sluppin Eysturoyggin byrjaði at flagga við Merkinum, tí danska flaggið ikki kundi brúkast, meðan Danmark var hersett av Týsklandi. |
contributor_2 | Hvørjar vóru avleiðingarnar av bretsku hersetingini av Føroyum? | Bretska hersetingarvaldið setti herlið, bygdi flogvøll og verjukanónir, men viðurskiftini vóru yvirhøvur góð. |
contributor_2 | Greið frá, hvussu Merkið varð brúkt undir krígnum. | Merkið varð brúkt til at vísa tjóðareyðkenni hjá føroyskum skipum, meðan tey sigldu í vandamiklum sjógvi. |
contributor_2 | Hvat kravdi bretska hersetingarvaldið av føroyskum skipum? | Bretska hersetingarvaldið kravdi, at øll føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi og mála Merkið á skipssíðurnar. |
contributor_2 | Hvussu nógvir føroyingar doyðu undir seinna veraldarbardaga? | 150 mans í bestu árum doyðu undir krígnum. |
contributor_2 | Hvørjar litir eru á føroyska flagginum? | Føroyska flaggið er hvítt við reyðum krossi og bláum rondum. |
contributor_2 | Hvussu varð Merkið viðurkent í sambandi við heimastýri? | Í 1948 viðurkendu donsku myndugleikarnir Merkið sum tjóðarflagg føroyinga. |
contributor_2 | Hvat verður gjørt á flaggdegnum 25. apríl? | Skúlabørn hava frí, og flaggdagshald verða hildin kring landið. |
contributor_2 | Hvørji vóru studentarnir, ið bóðu fram Merkið í 1919? | Studentarnir vóru Emil Joensen, Jens Olivur Lisberg, Janus Øssursson og Paula Dahl. |
contributor_2 | Hvat hendi við trolaranum Nýggjabergi í 1942? | Trolarin Nýggjaberg hvarv í mars 1942 á veg undan Íslandi. Líkindi eru til, at ein týskur kavbátur søkti hann við torpedo. |
contributor_2 | Hvussu stórur partur av føroyska fiskiflotanum varð søktur undir krígnum? | Ein triðingur av føroyska fiskiflotanum fór til havsins botn undir øðrum veraldarbardaga. |
contributor_2 | Hvussu nógvar íbúgvar eru í Danmark? | Í Danmark búðu í 2023 5,9 milliónir fólk. |
contributor_2 | Hvørji lond eru í ríkisfelagsskapinum? | Danmark, Føroyar og Grønland eru í ríkisfelagsskapinum. |
contributor_2 | Nevn høvini, sum umgyrða Danmark. | Danmark er umgyrt av Norðsjónum, Skagerrak, Kattegat og Eystrasalti. |
contributor_2 | Hvat er høvuðsmálið í Danmark? | Høvuðsmálið í Danmark er danskt. |
contributor_2 | Hvør er størsti býurin í Danmark? | Størsti býurin í Danmark er Keypmannahavn. |
contributor_2 | Hvussu nógvar oyggjar eru í Danmark? | Í Danmark eru 443 navngivnar oyggjar og hólmar. |
contributor_2 | Hvør var tann fyrsti kongurin í Danmark? | Fyrsti kongurin í Danmark, sum søgan minnist, var Gormur gamli um 930. |
contributor_2 | Hevur Danmark verið størri fyrr? | Í árunum 1600-1700 minkaði Danmark nógv, tí Svøríki legði land eystan fyri Oyrarsund undir seg. |
contributor_2 | Hvat er Kalmarsamveldið? | Kalmarsamveldið var eitt samveldi millum Danmark, Svøríki og Noreg. |
contributor_2 | Nær varð Kalmarsamveldið stovnað? | Kalmarsamveldið varð stovnað í 1397. |
contributor_2 | Nær fekk Danmark fólkaræði? | Danmark fór frá einaveldi til fólkaræði í 1848, tá ið kongurin gav frá sær einaveldið. |
contributor_2 | Hvat merkir Lego? | Lego kemur frá donsku orðunum 'leg' og 'godt,' sum merkir 'spæl væl.' |
contributor_2 | Hvat er størsta fjallið í Danmark? | Danmark hevur ikki rættiliga fjøll, men hægsti heyggjurin í Danmark er Møllehøj, sum er 170,86 metrar høgur. |
contributor_2 | Hvussu stórur partur av Danmark er skógur? | Ein tíggjundapartur av Danmark er skógur. |
contributor_2 | Hvat er størsta vatnið í Danmark? | Størsta vatnið í Danmark er Arresø, sum er næstan 40 ferkilometrar til víddar. |
contributor_2 | Hvør teknaði føroyska flaggið og nær? | Jens Olivur Lisberg úr Fámjin teknaði føroyska flaggið í 1919. |
contributor_2 | Hvat merkir dagurin 25. apríl í sambandi við flaggið? | 25. apríl er flaggdagur til minnis um, at Merkið varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga í 1940. |
contributor_2 | Hvussu verður 25. apríl eisini nevndur? | 25. apríl verður eisini nevndur markusarmessa. |
contributor_2 | Nær byrjaði bretska hersetingin av Føroyum? | Bretska hersetingin av Føroyum byrjaði 13. apríl 1940. |
contributor_2 | Hvat er høvuðsstaðurin í Íslandi? | Høvuðsstaðurin í Íslandi er Reykjavík. |
contributor_2 | Hvussu nógv fólk búgva í Íslandi? | Í Íslandi búgva 393.483 fólk. |
contributor_2 | Hvussu stórt er Ísland? | Ísland er 103.001 ferkilometrar til støddar. |
contributor_2 | Hvat er hægsta fjall í Íslandi? | Hægsta fjall í Íslandi er Hvannadalshnúkur, sum er 2.109,6 m høgur. |
contributor_2 | Nær fekk Ísland fullveldi? | Ísland fekk fullveldi í 1944. |
contributor_2 | Hvør var fyrsti forsetin í Íslandi? | Tann fyrsti forsetin í Íslandi var Sveinn Björnsson. |
contributor_2 | Nær er íslendski tjóðardagurin? | Íslendski tjóðardagurin er 17. juni. |
contributor_2 | Greið frá týdninginum av jarðhita í Íslandi. | Jarðhiti verður brúktur til at hita hús, vakstrarhús og til serídnað. Umleið 90 % av húsarhaldunum í Íslandi eru hitað við jarðhita. |
contributor_2 | Hvussu nógv virkin gosfjøll eru í Íslandi? | Í Íslandi eru fleiri enn 30 virkin gosfjøll. |
contributor_2 | Hvussu stórur partur av Íslandi er dyrkað jørð? | Bara 1 % av Íslandi er dyrkað jørð. |
contributor_2 | Hvør hevur rætt til at giftast sambært íslendsku vígslulógini? | Íslendska vígslulógin loyvir hjúnabandi millum 'mann og kvinnu', 'mann og mann' og 'kvinnu og kvinnu'. |
contributor_2 | Hvussu nógv fólk búgva í Reykjavík? | 1. januar 2024 búðu 136.894 fólk í Reykjavíkar kommunu. Í høvuðsstaðarøkinum, sum er frá Hafnarfirði til Mosfellsbæ, búðu 1. januar 2024 244.177 fólk. |
contributor_2 | Hvør er tann størsta kirkjan í Íslandi? | Tann størsta kirkjan í Íslandi er Hallgrímskirkjan í Reykjavík. |
contributor_2 | Greið frá týdninginum av seyði fyri Ísland. | Seyður hevur havt ómetaligan týdning fyri Ísland. Hann veitti mat, klæði og ull, sum hevur verið brúkt til vørur sum teppir og klæðir. |
contributor_2 | Hvør var fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðarin í Íslandi? | Fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðarin í Íslandi var Jóhanna Sigurðardóttir. |
contributor_2 | Hvussu stórur partur av jarðarknøttinum er hav? | 71 % av jarðarknøttinum er hav. |
contributor_2 | Hvussu eita øll heimshøvini? | Trý heimshøv eru Atlantshavið, Indiahavið og Kyrrahavið. Øll onnur høv kunnu roknast sum partar av hesum trimum |
contributor_2 | Hvussu nógv plast verður latin út í havið árliga? | Árliga verða uml. 8 milliónir tons av plasti latin út í havið. |
contributor_2 | Hvussu stórur partur av plasti í havinum søkkur til botns? | 70 % av plasti, sum endar í havinum, søkkur til botns. |
contributor_2 | Hvat er Heimsmál nr. 14 hjá ST? | Heimsmál nr. 14 hjá ST snýr seg m.a. um at minka dálkingina av høvunum. |
contributor_2 | Hvussu nógvur sjófuglur hevur plastpetti í maganum? | 95 % av øllum sjófugli hevur plastpetti í maganum. |
contributor_2 | Í hvørjum londum verður føroyskt tosað? | Føroyskt verður serliga tosað í Føroyum. Tað verður eisini tosað í nógvum londum kring heimin, tí føroyingar búgva kring allan heimin. Serliga búgvar nógvir føroyingar í Danmark, Íslandi, Noregi, Svøríki og Grønlandi. |
contributor_2 | Hvussu nógv kyn hevur føroyskt? | Føroyskt mál hevur trý kyn. |
contributor_2 | Hvussu nógv føll hevur føroyskt? | Føroyskt mál hevur fýra føll. |
contributor_2 | Hvør er faðirin at føroyska skriftmálinum? | Venceslaus Ulricus Hammershaimb verður nevndur faðirin at føroyska skriftmálinum. |
contributor_2 | Hví eru kvæðini týdningarmikil fyri føroyska málið? | Kvæðini hava havt stóran týdning fyri at varðveita føroyska málið. |
contributor_2 | Hvussu nógvir bókstavir eru í føroyska stavraðnum? | Føroyska stavraðið hevur 29 bókstavir. Nógv hava eisini lært stavraðið við tvíljóðunum ei, ey og oy. Um hesi tvíljóðini verða tald við, so eru 32 bókstavir í føroyska stavraðnum. |
contributor_2 | Hvørjir bókstavir verða ikki brúktir á føroyskum? | C, Q, W, X, og Z verða ikki brúktir á føroyskum. Hesir bókstavirnir eru ikki við í føroyska bókstavaraðnum og verða ikki brúktir til at stava føroysk orð. Teir kunnu tó verða brúktir til at stava tøkuorð. |
contributor_2 | Hvat er eitt tøkuorð? | Eitt tøkuorð er eitt orð, sum verður tikið inn í eitt mál frá einum øðrum máli. Orðið "kirkja" er eitt tøkuorð úr grikskum, og orðini "kompjútari" og "trolari" eru tøkuorð úr enskum (ávikavist "computer" og "trawler"). |
contributor_2 | Hvat er eitt lánorð? | Eitt lánorð er eitt annað orð fyri tøkuorð. Tað er eitt orð, sum verður lænt inn í eitt mál frá einum øðrum máli. Orðið "kirkja" er eitt lánorð úr grikskum, og orðini "kompjútari" og "trolari" eru lánorð úr enskum (ávikavist "computer" og "trawler"). Summi siga, at tað er betri at brúka orðið "tøkuorð" enn "lánorð," tí... |
contributor_2 | Er nakar munur millum tøkuorð og lánorð? | Orðini lánorð og tøkuorð merkja tað sama. Summi siga, at tað er betri at brúka orðið "tøkuorð" enn "lánorð," tí vit bera ikki orðið aftur, tá ið vit eru liðug at brúka tað. |
contributor_2 | Hvussu yvirlivdi føroyskt? | Føroyskt varð varðveitt við skaldskapi av mannamunni. |
contributor_2 | Hvat er eitt málføri? | Eitt málføri er eitt sermerkt mál í einari ávísari bygd ella í einum ávísum øki. |
contributor_2 | Hvørjir bólkar av orðaflokkum eru í føroyskum? | Orðaflokkarnir eru: sagnorð, lýsingarorð, hjáorð, miðalvarpingar, navnorð, fornøvn, fyrisetningar, kenniorð, talorð, og sambindingarorð. |
contributor_2 | Hvussu nógv fólk duga føroyskt? | Umleið 75-80.000 fólk duga føroyskt. |
contributor_2 | Hvørji eru tvíljóðini í føroyskum? | Tvíljóðini í føroyskum eru ei, ey, og oy. |
contributor_2 | Hvat ger ein fyriseting? | Ein fyriseting sigur nakað um, hvar orð eru í mun til hvørt annað. Tú kanst sita "á" stólinum ella krógva teg "undir" borðinum. |
contributor_2 | Hvussu nógv fólk í Danmark tosa føroyskt? | Í Danmark tosa umleið 25.000 fólk føroyskt. |
contributor_2 | Nær kom trúbótin? | Trúbótin varð sett í gildi í Føroyum í 1540. |
contributor_2 | Hvussu bendast navnorð á føroyskum? | Navnorð á føroyskum verða bend í tølum, føllum og kyni. |
contributor_2 | Hvat er eitt hjáljóð? | Hjáljóð má standa saman við einum sjálvljóði fyri at ljóða. |
contributor_2 | Hvat slag av máli er føroyskt? | Føroyskt er eitt indo-evropeiskt vesturnorrønt mál. |
contributor_2 | Hvat er sambindingarorð? | Sambindingarorð knýta orð og setningar saman. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.