contributor_id stringclasses 3
values | instruction stringlengths 11 133 | output stringlengths 15 836 |
|---|---|---|
contributor_3 | Hvør var fyrsti føroyingurin, ið luttók í OL? | Fyrsti føroyingurin, ið luttók í OL, var rógvarin Katrin Olsen. |
contributor_3 | Hví flutti Pál Joensen til Danmarkar í 2012? | Pál Joensen flutti til Danmarkar eftir OL í 2012 fyri at venja saman við donskum landsliðssvimjarum. |
contributor_3 | Hvar vandi Pál Joensen, áðrenn hann flutti til Danmarkar? | Áðrenn Pál flutti, vandi hann við Susvim í Vágs Svimjihøll. |
contributor_3 | Hvat er Páls Høll? | Páls Høll er svimjihøll í Vági, sum hevur Føroya fyrsta 50-metra langhyl. |
contributor_3 | Nær læt Páls Høll upp? | Páls Høll læt upp tann 17. oktober 2015. |
contributor_3 | Hvør var venjari hjá Páli Joensen, meðan hann búði í Vági? | Venjari hjá Páli, meðan hann búði í Vági, var Jón Bjarnason. |
contributor_3 | Hvat svimjifelag umboðaði Pál Joensen í Danmark? | Hann svam fyri Aalborg Svømmeklub og luttók í lokalum kappingum. |
contributor_3 | Hvussu eitur beiggi Pál Joensen? | Beiggi hansara eitur Eyðbjørn Joensen og er eisini svimjari. |
contributor_3 | Nær giftist Pál Joensen? | Hann giftist við Maluni Vitalis Joensen tann 15. august 2015. |
contributor_3 | Hvat var serligt við brúdleypinum hjá Páli Joensen og konuni? | Brúdleypið var í Páls Høll, áðrenn vatn varð fylt í hylin. |
contributor_3 | Hvør er Gunnar Nielsen? | Gunnar Nielsen er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið millum annað hevur spælt fyri føroyska A-landsliðið, íslendska felagið FH, og ikki minst hevur hann áður spælt í Premier League. |
contributor_3 | Nær varð Gunnar Nielsen føddur? | Hann varð føddur 7. oktober 1986. |
contributor_3 | Hvat er serligt við Gunnari Nielsen í enskum fótbólti? | Hann var fyrsti føroyingur nakrantíð at spæla í ensku Premier League, tá hann spældi við Manchester City í 2010. |
contributor_3 | Nevn nøkur feløg, ið Gunnar Nielsen hevur spælt fyri. | Hann hevur spælt fyri HB, Frem, Blackburn Rovers, Motherwell, Wrexham, Manchester City, Silkeborg IF, Stjarnan og FH. |
contributor_3 | Kanst tú greiða frá fyrsta dystinum hjá Gunnari Nielsen á føroyska A-landsliðnum? | Hansara fyrsti dystur á A-landsliðnum var 22. mars 2009, tá Føroyar vunnu 2-1 móti Íslandi. |
contributor_3 | Hvørjum íslendskum felagi hevur Gunnar Nielsen spælt fyri? | Hann hevur spælt fyri Stjarnan og FH í Íslandi. |
contributor_3 | Hvør var fyrsta felagið hjá Gunnari Nielsen í Onglandi? | Hansara fyrsta felag í Onglandi var Blackburn Rovers. |
contributor_3 | Kanst tú siga mær um eina tíð, tá ið Gunnar Nielsen varð læntur út til eitt annað felag? | Í 2008 varð Gunnar læntur út til skotska felagið Motherwell, og í 2009 til walisiska felagið Wrexham. |
contributor_3 | Hvussu leingi vardi sáttmálin hjá Gunnari Nielsen við Silkeborg IF? | Sáttmálin var galdandi í 6 vikur og vardi restina av kappingarárinum 2012/13. |
contributor_3 | Hvør er Helgi Dam Ziska? | Helgi Dam Ziska er føroyingur og besti føroyski telvarin nakrantíð. Hann er fyrsti føroyingur, ið hevur vunnið sær stórmeistaraheitið í talvi. |
contributor_3 | Nær fekk Helgi stórmeistaraheitið? | Helgi Dam Ziska vann stórmeistaraheitið í talvi á Talvolympiaduni 2016 í Baku. |
contributor_3 | Hvussu gamal var Helgi, tá ið hann vann FM fyri unglingar? | Helgi var 13 ára gamal, tá ið hann vann FM í talvi fyri unglingar í 2004. |
contributor_3 | Hvørjum spældi Helgi ímóti, tá ið hann tryggjaði sær stórmeistaraheitið? | Hann vann á Jose Daniel Gemy úr Bolivia á Talvolympiaduni 2016 í Baku. |
contributor_3 | Hvat er ein GM normur í talvi? | Ein GM normur er eitt stig, sum ein telvari skal vinna tríggjar ferðir fyri at gerast stórmeistari í talvi. |
contributor_3 | Hvør var fyrsti føroyingur, ið vann ein GM norm? | Helgi Dam Ziska var fyrsti føroyingur, ið nakrantíð vann ein GM norm í talvi. |
contributor_3 | Hvørjum kappingum luttók Helgi Dam Ziska í í 2016? | Hann luttók í Talvolympiaduni í Baku og í smálandakappingini í Luksemborg, sum hann vann. |
contributor_3 | Hvat varð úrslitið av dystinum millum Føroyar og Suðursudan á Talv-OL 2016? | Føroyar vunnu 3-1 á Suðursudan á Talv-OL 2016. |
contributor_3 | Hvørjum stórmeistara telvaði Helgi Dam Ziska javnt ímóti á Talv-OL 2016? | Hann telvaði javnt ímóti Veselin Topalov, ið var fyrrverandi heimsmeistari í talvi. |
contributor_3 | Hvat eydnaðist Helga Dam Ziska á Smálandakappingini 2016? | Helgi vann smálandakappingina í Luksemborg í apríl 2016 og kvalifiseraði seg til World Cup 2017. |
contributor_3 | Hvar varð Talv-OL 2014 hildið? | Talv-OL 2014 varð hildið í Tromsø í Noregi. |
contributor_3 | Hvør vann Talv-EM í 2011? | Vladimir Potkin úr Russlandi vann Talv-EM 2011 við 8,5 stigum. |
contributor_3 | Hvør var styrkismettur sum nummar 10 í heiminum á Talv-OL 2016? | Veselin Topalov var nummar 10 í heiminum á Talv-OL 2016. |
contributor_3 | Hvør var Ársins Ítróttarnavn í Føroyum í 2006? | Helgi Dam Ziska vann heiðurin Ársins Ítróttarnavn í Føroyum í 2006, tá ið hann var 16 ára gamal. |
contributor_3 | Hvør er Marnar Djurhuus? | Marnar Djurhuus er ein føroyskur rennari, sum hevur runnið fyri Treysti og fyri Føroyar. |
contributor_3 | Nær tók Marnar Djurhuus metið í hálvmaraton? | Hann tók metið í hálvmaraton tann 29. mars 2014 í Keypmannahavn. |
contributor_3 | Hvat var gamla føroyska metið í hálvmaraton, áðrenn Marnar Djurhuus fekk tað? | Gamla metið varð sett av Absalon Hansen 25 ár frammanundan. |
contributor_3 | Hví gavst Marnar Djurhuus við at renna í 2015? | Hann gavst orsakað av trupulleikum við rygginum. |
contributor_3 | Hvat var tíðin hjá Marnari Djurhuus í hálvmaraton í 2014? | Tíðin var 1.08.50. |
contributor_3 | Hvørji heiðursmerki vann Marnar Djurhuus á DM í 2012? | Hann vann tvey gull í innandura renning: 3000 metrar við tíðini 9:00.47 og 1500 metrar við tíðini 4:17.21. |
contributor_3 | Hvørji úrslit fekk Marnar Djurhuus á Oyggjaleikunum 2013? | Hann vann bronsu í 10.000 metrum við tíðini 33:14.40 og í 5.000 metrum við tíðini 15.46,70. |
contributor_3 | Hvar byrjaði og endaði Top Run kappingin í 2013? | Hon byrjaði við bensinstøðina í Kollfjarðadali og endaði á Sornfelli. |
contributor_3 | Hvat var tíðin hjá Marnari Djurhuus í Top Run kappingini í 2013? | Tíðin var 43:04, sum var nýtt met á teininum. |
contributor_3 | Hvør var William Heinesen? | William Heinesen var eitt av Føroya gitnastu skøldum, føddur í 1900 og deyður í 1991. |
contributor_3 | Hvat skrivaði William Heinesen? | Hann skrivaði fleiri yrkingasøvn, stuttsøgusøvn og skaldsøgur. |
contributor_3 | Nevn nakrar skaldsøgur eftir William Heinesen. | Blæsende gry, Nóatún, Den sorte gryde, De fortabte spillemænd, Moder Syvstjerne, Det gode håb, Tornið á heimsins enda. |
contributor_3 | Hvat var serligt við myndaheiminum hjá Williami Heinesen? | Myndaheimur Williams var merktur av náttúrukenslu, skemti, satiru og dekorativum stíli. |
contributor_3 | Hvør var sonur William Heinesen? | Zacharias Heinesen, listamálari, var sonur William Heinesen. |
contributor_3 | Hvat slag av list gjørdi William Heinesen? | Hann gjørdi bókamyndir, veggjamálningar, tekningar, plakatir og pappírsklipp. |
contributor_3 | Hvat er serligt við veggjamálningunum hjá Williami Heinesen í Tórshavnar Kommunuskúla? | Teir hava evni úr Sjúrðarkvæðunum og eru ein partur av dekorativa stílinum hjá Williami Heinesen. |
contributor_3 | Hvussu ávirkaði tjóðskaparrørslan William Heinesen? | Hann hevði ein livandi áhuga fyri føroyskum máli, dansi, kvæðum og sagnum. |
contributor_3 | Nær fekk William Heinesen Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens? | William Heinesen fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 1975. |
contributor_3 | Hvørjar heiðurslønir hevur William Heinesen vunnið? | Hann hevur vunnið m.a. Holberg-medaljuna, Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens og Svenska Akademiens nordiska pris. |
contributor_3 | Nær gjørdist William Heinesen heiðursborgari í Tórshavn? | William Heinesen gjørdist heiðursborgari í Tórshavn í 1980 á hansara 80-ára føðingardegi. |
contributor_3 | Hvat slag av skaldskapi skrivaði William Heinesen? | Hann skrivaði skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar. |
contributor_3 | Nær skrivaði William Heinesen bókina 'Det gode håb'? | William Heinesen skrivaði 'Det gode håb' í 1964. |
contributor_3 | Nevn eitt dømi um satiru í myndlistini hjá Williami Heinesen. | Í tekningum av fittum trøllum kenna vit aftur drøgini frá politikarum, vinnulívsmonnum og alskyns hyklariskum dárarum og forførarum. |
contributor_3 | Hvør ávirkaði myndlistina hjá Williami Heinesen? | Listafólk sum Bauer, Arosenius, Kittelsen og Werenskjold ávirkaðu myndlistina hjá Williami Heinesen. |
contributor_3 | Hvussu brúkti William Heinesen ævintýr og sagnir í listini? | Hann tók evni úr sagnum og ævintýrum og skapti eina gandakenda myndaverð. |
contributor_3 | Hvat var fyrsta yrkingasavnið hjá Williami Heinesen? | ‘Arktiske Elegier og andre Digte’ í 1921. |
contributor_3 | Hvørji yrkingasøvn skrivaði William Heinesen í 1980’unum? | ‘Vinterdrøm. Digte i udvalg 1920-30’ (1983) og ‘Samlede digte’ (1984). |
contributor_3 | Hvørjar bøkur skrivaði William Heinesen í 1950’unum? | Hann skrivaði skaldsøgurnar ‘Glataðu spælimenninir’ (1950) og ‘Móðir Sjeystjørna’ (1952), stuttsøgusøvnini 'Det vingede mørke' (1957) og 'Det fortryllede lys' (1957) og gav út yrkingasavnið 'Digte i udvalg' (1955). |
contributor_3 | Hvørja bók skrivaði William Heinesen í 1976? | ‘Tornið á heimsins enda’. |
contributor_3 | Hvørja bók vann William Heinesen Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri? | ‘Det gode håb’. |
contributor_3 | Hvat er ein milliard? | Ein milliard er eitt sera stórt tal: 1.000.000.000. |
contributor_3 | Tað regnar úti, hvat skal eg fara í? | Ein regnmiklan dag er skilagott at vera í vatnavvísandi ella vatntættum klæðum, sum t.d. regnfrakka ella poncho. |
contributor_3 | Eg havi ovurviðkvæmi, og eg undrist á, hvør árstíð vanliga er ringast fyri ovurviðkvæmi. | Várið er vanliga ringasta árstíðin fyri ovurviðkvæmi vegna nógva blómusáðið frá blómandi plantum og trøum. |
contributor_3 | Eg leiti eftir nýggjum hugskotum til smoothies. Hvørjar eru nakrar vælumtóktar fruktir at brúka í smoothie? | Nakrar vælumtóktar fruktir til smoothie eru bananir, jarðber, bláber og mango. Tær eru allar leskiligar og fullar av føðsluevnum. |
contributor_3 | Eg leiti eftir onkrum nýggjum at gera í míni frítíð. Hevur tú nøkur uppskot? | Ja, tað eru nógv frítíðarítriv at velja ímillum. Summi væl dámd eru at savna lutir sum frímerki, myntir og ítróttarminni. Tú kanst eisini royna at mála, urtagarðsrøkt ella at spæla okkurt ljóðføri. |
contributor_3 | Eg havi ilt við at vakna tíðliga á morgni. Hevur tú nøkur ráð? | Ja, tað havi eg. Eitt einfalt ráð er seta vekjaran somu tíð hvønn morgun - eisini í vikuskiftinum. Hetta hjálpir at regulera innaru klokkuna í kroppinum. |
contributor_3 | Eg eri forvitin um kropsmál. Kanst tú siga mær, hvat krossaðir armar vanliga merkja? | Krossaðir armar benda ofta á, at onkur er afturlatin, verjir seg sjálvan ella ikki er opin fyri tí, tú sigur. |
contributor_3 | Hvør er størsta oyðimørkin í heiminum? | Størsta oyðimørkin í heiminum er antarktiska oyðimørkin, sum fevnir um umleið 14 milliónir ferkilometrar. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.