contributor_id
stringclasses
3 values
instruction
stringlengths
11
133
output
stringlengths
15
836
contributor_2
Hvat eru sosiolektir?
Eub sosiolekt er eitt mál ella málføri hjá einum ávísum samfelagsbólki, sum eru sermerkt fyri júst tann samfelagsbólkin. Til dømis kunnu unglingar tosa upp á ein ávísan máta, sum er øðrvísi mátin, sum eldri tosa uppá.
contributor_2
Er føroyskt eitt lítið mál?
Føroyskt er í altjóða høpi eitt lítið mál við umleið 75-80.000 fólkum, ið duga málið.
contributor_2
Hvørji mál líkjast mest føroyskum?
Føroyska mállæran líkist mest íslendskari mállæru, men føroyski framburðurin líkist í nógvum førum vesturnorskum málførum, meðan orðfeingið er ein blanding av hesum við nógvum donskum tøkuorðum.
contributor_2
Hvat er vesturnorrønt?
Vesturnorrønt, eisini nevnt norrønt, er málið, ið varð talað í Noregi frá 9. øld til uml. 1400.
contributor_2
Hvørji mál hoyra til vesturnorrønu málættina?
Føroyskt, íslendskt, norskt og útdeyða málið norn hoyra til vesturnorrønu málættina.
contributor_2
Nær doyði norrøna málið út í Grønlandi?
Norrøna málið í Grønlandi doyði út móti endanum á miðøldini.
contributor_2
Nær bleiv føroyskt til føroyskt?
Tað er ringt at siga, júst nær føroyskt fór frá at vera norrønt til at vera føroyskt. Nógvar broytingar hendu serliga millum 1400-1600.
contributor_2
Hvat er norn?
Norn er eitt útdeytt vesturnorrønt mál, ið varð tosað í Hetlandi og Orknoyggjum.
contributor_2
Hvat er ein grundliður?
Ein grundliður er tann parturin av einum setning, sum sigur hvør ger, er ella verður tað, sum sagnorðið sigur. Grundliðurin ger eisini av, hvørjum tali og persóni sagnorðabendingin skal vera í. Í allarflestu førum er grundliðurin í hvørfalli.
contributor_2
Hvussu læra vit mállæru?
Tá ið vit læra móðurmálið, kemur mállæran av sær sjálvari. Tá ið vit síðani skulu læra onnur mál ella fremmandamál, kann tað vera neyðugt at læra mállæruna ástøðiliga við at lesa um hana.
contributor_2
Hvar hevur føroyskt sínar røtur?
Føroyskt hevur sínar røtur í fornnorrøna málinum frá víkingatíðini.
contributor_2
Nær gav Hammershaimb fyrstu føroysku mállæruna út?
Venceslaus Ulricus Hammershaimb gav ta fyrstu føroysku mállæruna út í 1854.
contributor_2
Hvussu býtti Hammershaimb málførini upp í Føroyum?
Møguliga vóru málførini øðrvísi tá, ella hevur hann flokka summi málføri meir saman, enn vit gera í dag. Hann býtti málførini sundur í Sunnanfjarðarmál, Streymoyarmál og Norðanmál.
contributor_2
Er nakað føroyskt tøkuorð í donskum?
Ja, á donskum verður føroyska tøkuorðið "tjald" brúkt. Tað sigst koma frá føroyska orðinum "tjaldur," sum stóð á bygningum, har ferjan millum Føroya og Danmarkar, Tjaldrið, legði at í Danmark. "Tjald" á donskum er slangorð fyri hassj.
contributor_2
Hvat er eitt málførismark?
Málførismark vísir, hvar markið gongur millum ymsar framburðir. Eitt dømi um hetta er markið, har framburðurin av tvíljóðinum 'ei' fer frá at vera /ai/ til at vera /oi/. Fremmanda orðið fyri eitt málførismark er "isogloss."
contributor_2
Hvørjar dialektir eru í føroyskum?
Tað er ilt at siga, hvat skal telja sum ein dialekt. Í gomlum døgum hoyrdist týðiligur munur millum málið í grannabygdum. Hesin munurin kann sigast at vera munur millum dialektir. Ofta hava náttúrufyribrigdi sum fjøll og sjógvur við sær størri dialektmunir, tí tá er verri at ferðast, og sambandið gerst minni. Við betri...
contributor_2
Hví er tað so ringt at stava rætt?
Hammershaimb bygdi føroysku rættstavingina á eldri mál. Tað hevur við sær, at vit skriva nógvar bókstavir, sum vit ikki bera fram, ella sum vit í dag bera fram øðrvísi enn fyrr. Hetta hevur við sær, at tað er ringari at læra at stava rætt. Harafturímóti merkir hetta eisini, at vit kunnu hava eitt felags skriftmál fyri ...
contributor_2
Hví skulu vit seta komma?
Vit seta komma í ein tekst fyri at býta hann sundur í heildir, ið hanga saman, so hann er lættari at lesa.
contributor_2
Hvør er munurin á óbundnum og bundnum navnorðum?
Óbundin navnorð vísa til einhvønn, t.d. ein genta, meðan bundin navnorð vísa til nakað ávíst, t.d. gentan.
contributor_2
Sig mær hvat fyri føll verða brúkt í føroyskum
Hvørfall, hvønnfall, hvørjumfall og hvørsfall eru føllini, sum verða brúkt í føroyskum. Tað eru navnorð, fornøvn, lýsingarorð, talorð og kenniorð, sum verða bend í føllum.
contributor_2
Hvat merkir orðið fyriseting?
Fyriseting merkir "tað at seta frammanfyri" og er føroyska heitið fyri "preposisjón."
contributor_2
Hvar standa fyrisetingar í føroyskum?
Fyrisetingar standa vanliga framman fyri tað orð, tær stýra, men kunnu eisini standa aftan fyri tað.
contributor_2
Hvat er ein fyrisetingarliður?
Ein fyriseting saman við tí setningi ella orði, hon stýrir, kallast samlað fyri ein fyrisetingarlið.
contributor_2
Nær tekur fyrisetingin í hvønnfall, og nær tekur hon hvørjumfall?
Hvørjumfall verður brúkt fyri veran á staði, meðan hvønnfall verður brúkt í sambandi við rørslu. Hetta er galdandi fyri fyrisetingarnar í, á, yvir og undir.
contributor_2
Hvat eyðkennir javnskipandi sambindingarorð?
Javnskipandi sambindingarorð binda saman orð, liðir ella setningar, ið hava sama virði, t.d. "og" og "ella."
contributor_2
Hvat er eitt dømi um miðalvarping?
Dømi eru "ja," "nei" og "jú," sum verða nýtt til at játta ella nokta. Onnur dømi eru "íss" og "píkasjey," sum kunnu brúkast, tá ið onkur gerst kløkkur.
contributor_2
Hvør er munurin millum "á borðinum" og "á borðið"?
"Á borðinum" merkir veran á staði, meðan "á borðið" merkir rørslu.
contributor_2
Hvat er ein eykasetningur?
Eykasetningar koma aftur at høvuðssetningum og byrja ofta við undirskipandi sambindingarorðum sum "tí," "at" ella "sum."
contributor_2
Hvat er eitt dømi um javnskipandi sambinding?
"Hann skrivar og lesur."
contributor_2
Hvat merkir orðið "ljómfløga"?
Ljómfløga er føroyska heitið fyri "Compact disc," og stuttformurin er "fløga."
contributor_2
Hvat er eitt arvorð?
Arvorð eru orð, sum eru arvað frá okkara ættfedrum og hava verið nýtt í Føroyum í eini túsund ár.
contributor_2
Nevn nøkur dømi um arvorð.
Dømi um arvorð eru móðir, faðir, vatn, jørð, ja og nei.
contributor_2
Hvat er tøkuorð?
Tøkuorð eru orð, ið eru tikin inn í føroyskt úr øðrum málum.
contributor_2
Hvussu kunnu tøkuorð laga seg til føroyskt?
Tøkuorð laga seg til føroyskt við at fáa føroyska bending og framburð. Soleiðis verður fremmandi upprunin ótýðiligur.
contributor_2
Hvat er eitt fremmandaorð?
Fremmandaorð eru orð úr øðrum málum, sum vit kunnu brúka í føroyskum, men tey ljóða eitt sindur fremmand, tá ið tey verða brúkt. Tey kunnu eisini síggja heldur fremmand út, tá ið tey verða skrivað, og tað kann vera ringt at benda tey á føroyskum.
contributor_2
Nevn tøkuorð úr latíni.
Dømi um tøkuorð úr latíni eru "hundur," "ketta" og "køkur."
contributor_2
Hvat eru nøkur tøkuorð úr keltiskum?
Dømi um tøkuorð úr keltiskum ella gæliskum eru "soppur," "ríki" og "blak."
contributor_2
Sig nøkur tøkuorð úr lágtýskum.
Dømi um tøkuorð úr lágtýskum eru "arbeiði," "bakari" og "handil."
contributor_2
Hvussu eyðkennast fremmandaorð?
Fremmandaorð hava ofta fremmanda stavseting og framburð, og tey hava ofta ikki nakra føroyskja bending.
contributor_2
Hvat er munurin millum tøkuorð og fremmandaorð?
Munurin er, at tøkuorð eru lagað til føroyskt, meðan fremmandaorð hava fremmanda stavseting ella framburð.
contributor_2
Hvussu ávirka fremmandaorð føroyskt mál?
Tey kunnu gera málið ríkari, men eisini tyngja tað, um tey verða nýtt óneyðugt.
contributor_2
Hvat er týdningurin av tøkuorðum í føroyskum?
Tøkuorð gera málið ríkari og vísa á samband við onnur mál gjøgnum søguna.
contributor_2
Hvør var Hammershaimb?
Venceslaus Ulricus Hammershaimb var ein føroyskur prestur, politikari og málfrøðingur, kendur sum faðirin at føroyska skriftmálinum.
contributor_2
Nær varð V.U. Hammershaimb føddur?
Venceslaus Ulricus Hammershaimb varð føddur 25. mars 1819 í Sandavági.
contributor_2
Hví er so stórur munur á skriftmáli og úttalu á føroyskum?
Hammershaimb gjørdi skriftmál okkara. Hann fekk íblástur frá vini sínum Jóni Sigurðssyni, professari í Íslandi. Hetta hevði við sær, at vit í dag hava ein etymologiskan ella upprunafrøðiligan stavsetingarhátt.
contributor_2
Hvat er eitt etymologiskt grundað skriftmál?
Eitt etymologiskt ella upprunafrøðiligt grundað skriftmál byggir á, at málið verður skrivað eftir frummálinum heldur enn eftir, hvussu tað verður framborið.
contributor_2
Hvat er tíðarritið Vencil uppkallað eftir?
Tíðarritið Vencil er uppkallað eftir V.U. Hammershaimb.
contributor_2
Nær doyði Hammershaimb?
V.U. Hammershaimb doyði 8. apríl 1909 í Keypmannahavn.
contributor_2
Hvat er "norrønt"?
Orðið "norrønt" kann merkja ymiskt. Norrøna málið er málið, sum bleiv tosað í Noregi, Hetlandi, Orknoyum, Føroyum og Íslandi frá 10. øld til umleið 1350.
contributor_2
Hvat var tungumálið norn?
Norn var ein grein av norrønum máli, ið varð tosað í Hetlandi, Orknoyggjum, Norðurskotlandi og norðast í Suðuroyum.
contributor_2
Nær varð norn mótvirkað, og av hvørjum máli?
Eftir at økini komu undir skotskt valdið í 15. øld, varð norn mótvirkað av skotskum og síðani enskum.
contributor_2
Nær doyði norn út?
Tað kann hava verið tosað summastaðni til 18. øld. Jakob Jakobsen var í Hetlandi síðst í 19. øld, men tá vóru ikki so nógv eftir, sum tosaðu tað.
contributor_2
Hvør var søguligi upprunin hjá norn?
Norn var ein grein av fornnorrønum og kom við norðbúgvum til økini undir norskum yvirvaldi.
contributor_2
Hvørji eru bæði almennu skriftmálini í Noregi?
Bókmál og nýnorskt eru tey bæði almennu, norsku skriftmálini í Noregi.
contributor_2
Hvat er upprunin hjá bókmáli?
Bókmál stavar frá donskum og er ein norskað útgáva av danska skriftmálinum.
contributor_2
Hvør skapti nýnorskt?
Ivar Aasen skapti nýnorskt við støði í norskum bygdarmálum.
contributor_2
Hví hevur Noreg tvey skriftmál?
Orsøkin til tað er søgulig og politisk: bókmál stavar frá danska skriftmálinum, meðan nýnorskt varð skapað sum eitt aftursvar ímóti hesum.
contributor_2
Er bókmál líkt donskum?
Ja, bókmál líkist ógviliga nógv donskum í skrift, men ikki í framburði.
contributor_2
Duga allir norðmenn bæði bókmál og nýnorskt?
Bæði bókmál og nýnorskt eru kravdar lærugreinar í fólkaskúlum og framhaldsskúlum í Noregi, men tað er øgiliga misjavnt, hvussu væl hvør einstakur dugir bæði málini. Norðmenn hava oftast eitt høvuðsmál í skúlanum, men skulu læra hitt málið eisini.
contributor_2
Hvat er høvuðsmálið í Grønlandi?
Høvuðsmálið í Grønlandi er grønlendskt.
contributor_2
Hvør er høvuðsstaðurin í Grønlandi?
Høvuðsstaðurin í Grønlandi er Nuuk.
contributor_2
Eitur tað Nuuk ella Godthåb?
Danir kallaðu høvuðsstaðin Godthåb, men í dag kann tað verða fatað sum ein hjálandaleivd at kalla hann soleiðis. Tey flestu í dag brúka tí tað grønlendska navnið á høvuðsstaðnum.
contributor_2
Nær varð grønlendska sjálvstýrislógin samtykt?
Sjálvstýrislógin varð samtykt við fólkaatkvøðu hin 25. november 2008.
contributor_2
Hvussu nógv fólk búgva í Grønlandi?
Umleið 60.000 fólk búgva í Grønlandi.
contributor_2
Hvat er heimsins størsta oyggj?
Grønland er heimsins størsta oyggj.
contributor_2
Hvussu stórt er Grønland?
Grønland er 2.166.086 ferkilometrar stórt.
contributor_2
Hvussu nógv oyggjar eru í Hetlandi?
Hetland hevur 117 oyggjar.
contributor_2
Hvussu nógv búgva í Hetlandi?
Í 2022 búðu 23.020 fólk í Hetlandi.
contributor_2
Hvat er hægsta fjallið í Hetlandi?
Hægsta fjallið í Hetlandi er Ronas Hill, sum er 480 m.
contributor_2
Hvussu langt er millum Føroyar og Hetland?
Av Sumbiarenda til Hetlands eru 150 fjórðingar ella 282 km.
contributor_2
Hvat er høvuðsstaðurin í Hetlandi?
Høvuðsstaðurin í Hetlandi er Lerwick. Navnið kemur úr norrønum og merkir Leirvík.
contributor_2
Hví eitur Shetland Hetland á føroyskum?
Føroyska orðið Hetland kemur úr orðinum Hjaltland. Hetta -hj- hevur fyrr verið borið fram sum tað enn verður á íslendskum, og hesin framburðurin hevur so ført við sær, at hann er sum hann er á enskum í dag.
contributor_2
Hvussu nógv fólk búgva í Kirkwall?
Í 2022 búðu uml. 10.000 fólk í Kirkwall.
contributor_2
Hvat er Skara Brae?
Skara Brae varð bygd í yngru steinøld og var fjald undir sandi, inntil hon varð funnin í 1850. Tað varð sett á listan hjá UNESCO yvir heimsmentanararvir í 1999.
contributor_2
Hvussu nógv oyggjar eru í Orknoyggjum?
Tað eru 67 oyggjar í Orknoyggjum.
contributor_2
Hvussu nógv fólk búgva í Orknoyggjum?
Í 2022 búðu eini 22.000 fólk í Orknoyggjum.
contributor_2
Hvat gjaldoyra verður brúkt í Orknoyggjum?
Í Orknoyggjum verður bretskt pund (GBP) nýtt sum gjaldoyra.
contributor_2
Hví hoyra Orknoyggjar til Stórabretland?
Tann dansk-norski kongurin Christian 1. setti Orknoyggjar í veð til skotska kongin í 1468, tí hann manglaði heimanfylgju til dóttur sína. Heimanfylgja var tað, sum brúður fekk við sær heimanífrá inn í hjúnalagið.
contributor_2
Hvør er høvuðsstaðurin í Orknoyggjum?
Høvuðsstaðurin í Orknoyggjum er Kirkwall.
contributor_2
Eru Orknoyggjar tætt við Skotland?
Ja, Orknoyggjar eru rímiliga tætt við Skotlan. Orknoyggjar eru 16 km norður úr Caithness í Norðurskotlandi.
contributor_2
Nevn stavirnar í føroyska stavraðnum.
Hetta eru stavirnir, sum eru í føroyska bókstavaraðnum: A Á B D Ð E F G H I Í J K L M N O Ó P R S T U Ú V Y Ý Æ Ø.
contributor_2
Hvørjir stavir síggjast í føroyskum, men hoyra ikki til stavraðið?
C, Q, Ü, W, X, Z, Å og Þ.
contributor_2
Hvat eru tvíljóðini í føroyskum?
Tvíljóðini í føroyskum eru EI, EY og OY. Um tú spyrt, um málfrøðilig tvíljóð í føroyskum, so eru tey væl fleiri. Hesir bókstavir kunnu hava tvljóðaðan framburð: A Á Í Ó Ú Ý og Ø. Hesi koma aftur at bókstavapørunum EI, EY og OY.
contributor_2
Hvat er eitt sjálvjóð?
Eitt sjálvljóð er eitt ljóð, sum verður gjørt við at lata luft (meira el. minni ótarnað) út gjøgnum munnin.
contributor_2
Hvør var Christian Matras?
Christian Matras var ein føroyskur yrkjari og málfrøðingur, føddur í 1900 og deyður í 1988.
contributor_2
Hvar varð Christian Matras føddur?
Christian Matras varð føddur á Viðareiði.
contributor_2
Nær var Christian Matras leiðari á Føroyamálsdeildini?
Hann var leiðari á Føroyamálsdeildini frá 1965 til 1971.
contributor_2
Hvørja útbúgving hevði Christian Matras?
Christian Matras hevði magistaraprógv í norrønari málfrøði.
contributor_2
Nær fekk Christian Matras bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens?
Christian Matras fekk bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 1980.
contributor_2
Hvat er heitið á doktararitgerðini hjá Christiani Matras?
"Stednavne paa de færøske Norðuroyar" var heitið á doktararitgerðini hjá Christiani Matras.
contributor_2
Hvør var Venceslaus Ulricus Hammershaimb?
Venceslaus Ulricus Hammershaimb var prestur, politikari og málfrøðingur. Hann er eisini kendur sum faðirin at føroyska skriftmálinum.
contributor_2
Nær varð Venceslaus Ulricus Hammershaimb føddur?
V.U. Hammershaimb varð føddur í Sandavági tann 25. mars 1819.
contributor_2
Hvør var íslendingurin, sum ávirkaði føroysku stavsetingina?
Jón Sigurðsson, professari og málfrøðingur úr Íslandi, var vinur hjá V.U. Hammershaimb og hevði ávirkan á, hvussu vit stava føroyskt enn tann dag í dag.
contributor_2
Hví eitur tíðarritið "Vencil"?
Tíðarritið Vencil er uppkallað eftir Venceslaus Ulricus Hammershaimb.
contributor_2
Hvat er suðuroyarmál?
Suðuroyarmál er eitt føroyskt málføri, ið serliga verður tosað í Suðuroy.
contributor_2
Hvat eru tey størstu eyðkennini fyri suðuroyarmál?
Í suðuroyarmáli verður sagt jeg ístaðin fyri eg, okur ístaðin fyri vit, og tykur ístaðin fyri tit.
contributor_2
Hvat ljóðskifti er í suðuroyarmáli?
Í suðuroyarmáli verður Æ borið fram sum E, t.d. Í orðum sum ræðast ("reðast") og sær ("ser").
contributor_2
Hví skriva summir suðuroyingar "eg" í staðin fyri "jeg"?
Ígjøgnum nógv ár hava nógvir lærarar í Suðuroy lagt dent á at nýta somu orð sum í meginøkinum, og hetta hevur ávirkað suðuroyarmálið.
contributor_2
Hví siga suðuroyingar mje?
Suðuroyingar hava sítt egna málføri. Á suðuroyarmáli verður sagt tjeg, mjeg og sjeg í staðin fyri teg, meg og seg.
contributor_2
Hvat er sandoyarmál?
Sandoyarmál er eitt føroyskt málføri av føroyskum, sum verður tosað í Sandoy, Skúvoy og Dímun.