contributor_id
stringclasses
3 values
instruction
stringlengths
11
133
output
stringlengths
15
836
contributor_2
Hvat er munurin millum suðuroyarmál og sandoyarmál?
Í sandoyarmáli eru formarnir vit og tit varðveittir, meðan suðuroyarmál brúkar okur og tykur.
contributor_2
Hvat er sunnanfjørðsmál?
Sunnanfjørðsmál umfatar málførini í Suðuroy og Sandoy. Tað er eyðkent við framburði av -ang- og -ank-, har ljóðið er eitt a-ljóð, meðan tað í restini av málførunum í Føroyum verður borið fram sum eitt e-ljóð.
contributor_2
Hví skriva vit -um í hvørjumfalli, tá ið vit siga -un?
Vit skriva -um, tí at summir sandoyingar søgdu -um við einum m-ljóði, og hetta ávirkaði skriftmálið.
contributor_2
Hvussu verður langt ó sagt í Sandoy?
Í vestanbygdunum í Sandoy (í Skálavík, Húsavík og Dali) og Skúvoy siga tey langt Ó líkasum í Suðuroy og Suðurstreymoy, meðan fólk í eystanbygdunum í Sandoy (í Skopun, heima á Sandi og á Skarvanesi) siga langt Ó líkasum í Vágum, Norðstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjum.
contributor_2
Hvar siga tey okra og hvar okara?
Í sandoyarmáli verður "okara" brúkt, meðan "okra" verður brúkt í suðuroyarmáli.
contributor_2
Hví ljóða jólamenn, sum um teir eru úr Sandoy?
Jólamenn munnu ljóða, sum um teir eru úr Sandoynni, tí at jólamenninir í útvarpinum plagdu at vera úr Sandoynni.
contributor_2
Hvørjar oyggjar eru í Norðoyggjum?
Norðoyggjarnar eru Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy og Kalsoy.
contributor_2
Hvat er eyðkent við landslagið í Norðoyggjum?
Landslagið í Norðoyggjum er eyðkent við høgum, brøttum fjøllum.
contributor_2
Hvat er hægsta fjallið í Eysturoy?
Hægsta fjallið í Eysturoy er Slættaratindur, sum er 880 metrar høgt.
contributor_2
Hvussu stór er Eysturoy?
Eysturoy er 286 ferkilometrar til støddar.
contributor_2
Hvussu nógvir tindar í Norðoyggjum eru yvir 800 metrar?
Í Norðoyggjum eru 7 tindar, sum eru yvir 800 metrar.
contributor_2
Hvussu er ferðasambandið við Suðuroy?
Ferðasambandið við Suðuroy er sjóvegis við Smyril og luftvegis við tyrluni hjá Atlantsflogi.
contributor_2
Hvat er næststørsta oyggin í Føroyum?
Eysturoy er næststørsta oyggin í Føroyum.
contributor_2
Hvat er sermerkt við Beinisvørði í Suðuroy?
Beinisvørð er Føroya næsthægsta fuglaberg og er 470 metrar høgt.
contributor_2
Hvussu nógv fólk búgva í Eysturoy?
Í 2024 búðu uml. 12.500 fólk í Eysturoy.
contributor_2
Hvat er serligt við landslagnum í Suðuroy?
Landslagið í Suðuroy er sermerkt av djúpum firðum. Í Suðuroyinni er eisini stabbagrót at síggja.
contributor_2
Hvussu verður ferðasambandið við Norðoyggjar skipað?
Viðoy, Borðoy og Kunoy eru bundnar saman við byrgingum, og Fugloy, Svínoy og Kalsoy kunnu náast við báti ella tyrlu. Í 2006 varð Norðoyatunnilin tikin í nýtslu, soleiðis at fast samband fekst um Leirvíksfjørð.
contributor_2
Størstu bygdirnar í Suðuroy?
Størstu bygdirnar í Suðuroy eru Tvøroyri og Vágur.
contributor_2
Hvat verður fatað sum Norðurstreymoy?
Norðurstreymoy er vanliga fatað sum norðastu tveir triðingarnir av Streymoynni. Á eystursíðuni gongur markið millum Kollafjørð og Kaldbaksfjørð (sokallaða Hórisgøta), og á vestursíðuni gongur markið millum Skæling og Norðradal.
contributor_2
Hvat er longtsa bygd í Føroyum?
Tað verður sagt, at Kollafjørður er longsta bygd í Føroyum.
contributor_2
Hvør høvdingur er grivin í Skúvoy?
Sigmundur Brestisson er grivin í Ólansgarði í Skúvoy.
contributor_2
Hvussu verður fuglurin í Skúvoy gagnnýttur?
Skúvingar hava í øldir tikið bæði egg og fugl, sum hevur verið eitt gott ískoyti til húsarhaldið.
contributor_2
Hvar liggur vatnorkuverkið í Vági?
Vatnorkuverkið liggur í Botni í Vági. Tað varð bygt í 1921.
contributor_2
Hvat er Páls høll?
Páls høll er ein svimjihylur í Vági í Suðuroy. Hann hevur Føroya fyrsta 50 metra svimjihyl. Svimjilhylurin er uppkallaður eftir svimjaranum Páli Joensen, sum er úr Vági.
contributor_2
Hví er drunnhvítin so týdningarmikil í Nólsoynni?
Í Føroyum heldur mest drunnhvíti til í Urðuni í Nólsoy. Summi meta, at drunnhvítastovnurin í Nólsoy er tann er størsti drunnhvítastovnurin í heiminum. Umleið 50 túsund drunnhvítapør eiga í Nólsoy.
contributor_2
Hvørji lond hava enskt sum móðurmál?
Stórabretland, USA, Kanada, Avstralia, Írland, Nýsæland og Suðurafrika eru dømi um lond, har enskt er móðurmál.
contributor_2
Hvussu nógv fólk tosa enskt sum móðurmál?
Umleið 372 milliónir fólk tosa enskt sum móðurmál.
contributor_2
Fortel mær um munin á 'a' og 'an' á enskum.
‘A’ verður brúkt framman fyri hjáljóð, og ‘an’ verður brúkt framman fyri sjálvljóð.
contributor_2
Hvat er høvuðsinntøkan í føroyska útflutninginum?
Størsti parturin av útflutninginum er fiskur og fiskaúrdráttir.
contributor_2
Nevn tær týdningarmestu tilfeingisvinnurnar í Føroyum.
Tilfeingisvinnur í Føroyum eru landbúnaður, fiskiskapur og alivinna.
contributor_2
Hvør brúkar føroyska skjaldarmerkið?
Føroyska skjaldarmerkið kann verða nýtt av føroyskum stjórnarráðum og sendistovum.
contributor_2
Hvør lond eru í Norðurlondum?
Finnland, Áland, Svøríki, Danmark, Noreg, Føroyar, Ísland og Grønland.
contributor_2
Hvussu nógv fólk búgva í Norðurlondum?
Fleiri enn 27 milliónir fólk búgva í Norðurlondum.
contributor_2
Hvussu nógv prosent av Norðurlondum er Grønland?
Grønland er uml. 60 % av samlaða landaøkinum í Norðurlondum.
contributor_2
Hvat eru Svalbarð og Bjarnoyggin?
Svalbarð og Bjarnoyggin eru norskar oyggjar uttan sjálvstýri.
contributor_2
Sig, hvørji mál verða tosað í Norðurlondum.
Í Norðurlondum verða hesi málini tosað: føroyskt, norskt, danskt, svenskt, íslendskt, finskt, grønlendskt og fleiri sámisk mál. Harumframt verður ein rúgva av øðrum málum tosað av tilflytarum úr øðrum londum.
contributor_2
Hvør kristnaði Føroyar?
Sigmundur Brestisson kristnaði Føroyar uml. ár 1000.
contributor_2
Hvussu nógv fólk doyðu av svartadeyða í Norðurlondum?
Í Norðurlondum doyði umleið helvtin av fólkinum doyði, meðan svartadeyði reikaði.
contributor_2
Hvat var Kalmarsamveldið?
Kalmarsamveldið var eitt samveldi millum Danmark, Noreg og Svøríki.
contributor_2
Hvat hendi við Føroyum undir seinna heimsbardaga?
Onglendingar tóku Føroyar undir seinna heimsbardaga og vardu tær.
contributor_2
Hvørji lond hava krossfløgg?
Næstan øll fløgg í Norðurlondum eru krossfløgg. Undantøkini eru grønlendsku og sámisku fløggini.
contributor_2
Hvør er munurin á revsiábyrgd hjá løgfrøðiligum persónum og einstaklingum?
Revsilógin ásetur, at løgfrøðiligir persónar kunnu revsast við sekt, meðan einstaklingar kunnu revsast við fongsul ella sekt, alt eftir brotsverkinum.
contributor_2
Hvat er kravt fyri at ein gerð skal kunna revsast?
Ein gerð skal vera heimilað við lóg sum revsiverdig, og treytir fyri revsingarbæri skulu vera loknar sambært § 1 í Revsilógini.
contributor_2
Nær kann ein brotsroynd verða revsað?
Brotsroyndir kunnu revsast, tá ið tær miða eftir at fremja ella elva til eitt brotsverk, og lógarbrotini kunnu dømmast til meira enn 4 mánaðar fongsul, sambært § 21 í Revsilógini.
contributor_2
Kanst tú forklára, hvat "treytað fongsulsrevsing" er?
Treytað fonsgsulsrevsing merkir, at tann dømdi fær eina royndartíð, har hann skal halda ásettar treytir.
contributor_2
Hvat er samfelagstænasta?
Samfelagstænastu er sambært § 62 í Revsilógini ólønt arbeiði, sum tann dømdi skal gera í eitt ásettan tíðarskeið sum ein partur av einum treytaðum dómi.
contributor_3
Hvat er freistin at lata inn sjálvuppgávuna?
Skattaálíkningin skal verða gjørd í seinasta lagi 31. oktober árið eftir, at inntøkuárið er úti.
contributor_3
Hvat skal TAKS gera, um sjálvuppgávan ikki er góðtikin?
TAKS skal boða skattgjaldaranum at koma á fund við umboð fyri TAKS ella geva honum møguleika til skrivliga at veita greiniligar upplýsingar og prógv.
contributor_3
Nær sendir TAKS skattalistar út til kommunurnar?
TAKS sendir 2. yrkadag í november kommununum ein lista við skattskyldugu inntøkuni hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi.
contributor_3
Hvat eru reglurnar fyri at endurmeta skattaálíkning?
TAKS kann ikki gera, broyta ella taka upp aftur skattaálíkningar seinni enn 3 ár eftir, at sjálvuppgáva skal latast inn.
contributor_3
Sig mær um fráboðanir til skattgjaldara eftir broytingar í skattaálíkning
TAKS skal skrivliga gera skattgjaldaran kunnugan við broytingina av inntøku hansara og vegleiðing um kærumøguleika.
contributor_3
Nær kann TAKS endurmeta skattaálíkningar?
TAKS kann endurmeta skattaálíkningar eftir kæru ella nærri kanning innan 3 ár frá inntøkuári.
contributor_3
Fortel um bindandi svar hjá TAKS
Øll kunnu frá TAKS fáa bindandi svar upp á spurning um skattligar avleiðingar.
contributor_3
Hvat er gjaldið fyri bindandi svar hjá TAKS?
Kr. 2.100 fyri bindandi svar sbrt. § 12, stk. 1.
contributor_3
Hvussu eitur siðbundni føroyski búnin?
Siðbundni føroyski búnin verður nevndur føroysku klæðini ella føroyski búnin.
contributor_3
Nær verður føroyski búnin vanliga brúktur?
Føroyski búnin verður vanliga brúktur til føroyskan dans, til ávísar hátíðarløtur og á ólavsøku. Summi brúka hann eisini at verða vígd ella fermd í.
contributor_3
Nær byrjaði siðurin við at brúka føroysk klæðir?
Trupult er at tíðarfesta, nær siðurin við føroyskum búnum hevur tikið seg upp. Í 19. øld kom tó ein skilnaður millum tey meira siðbundnu klæðini og tað, sum varð kallað donsk klæðir. Donsk klæðir vóru klædningar og kjólar keyptir uttanífrá.
contributor_3
Hvat helt Jens Christian Svabo um klæðini, sum føroyskar kvinnur brúktu?
Svabo skrivaði í 1782, at kvinnurnar í Føroyum alsamt løgdu seg eftir útlendskum klæðum og lótu seg í kjólar úr útlendskum tilfari. Hann helt, at kvinnur meiri enn menn fóru burtur frá gomlum siðum viðvíkjandi búnanum.
contributor_3
Hvat slag av tilfari varð nýtt til føroysku klæðini fyrr?
Ull, vaðmál, og vovið skjúrt varð typiskt nýtt til føroysk klæðir.
contributor_3
Nær byrjaðu fólk at brúka føroysk klæðir til serlig høvi?
Ábendingar eru um, at tað varð vanligari at brúka føroysk klæðir um tað mundið, tá tjóðskaparrørslan tók seg upp síðst í 1800-talinum.
contributor_3
Hví vórðu nøkur klæðir kallað ‘donsk klæðir’?
Summi klæðir vórðu kalla 'donsk klæðir', tí tey vóru keypt uttanífrá gjøgnum Kongaliga einahandilin.
contributor_3
Fortel mær um stakkin.
Stakkurin hevur verið veitslubúni, serstakliga brúðarkjóli, í øldir. Í gomlum døgum vóru tað tær ríkastu bóndakonurnar, ið áttu stakk. Hann gekk í arv, so gentur í fleiri ættarlið giftust í sama stakki.
contributor_3
Hvat fyri litir eru vanliga nýttir til stakkin?
Stakkurin verður seymaður úr himmalbláum, skarlaksreyðum ella grasgrønum klæði. Eisini verður hann seymaður úr svørtum klæði, tó hetta er meira sjáldsamt.
contributor_3
Hvat fyri prýði hoyrir til stakkin?
Til stakkin verður brúkt prýði so sum silkikragi, silvurbelti, floyalsbelti, maljur, stimi og stór ferhyrnt stakkanál við hangandi bløðum.
contributor_3
Hvat er ein sjóstúka?
Sjóstúkan er ein knæsíður, svartur vadmalsfrakki (kjóli), sum hevur uppruna sín í gerandisbúna hjá monnum fyri 150-200 árum síðan.
contributor_3
Nær gjørdist sjóstúkan stásbúni?
Sjóstúkan gjørdist stásbúni miðskeiðis í 19. øld.
contributor_3
Hvussu sær sjóstúkan út?
Sjóstúkan hevur liðageira, eitt bakstykki, víðar ermar í erva og svartar knappar.
contributor_3
Hvat fyri skógvar verða vanliga nýttir saman við sjóstúku?
Spenniskógvar verða vanliga nýttir saman við sjóstúku.
contributor_3
Hvat fyri hosur verða nýttar við sjóstúku?
Vanliga verða hvítar hosur nýttar saman við sjóstúku.
contributor_3
Hvat er ein stavnhetta?
Ein stavnhetta er hildin at hava verið ein tignarligur høvuðbúni, sum varð brúktur av stórbóndum og øðrum mætum monnum.
contributor_3
Nær varð stavnhetta nýtt av løgtingsformanninum?
Stavnhetta varð nýtt av løgtingsformanninum í 1930-árunum.
contributor_3
Nær varð stavnhetta nýtt av løgmanni?
Stavnhettan varð nýtt av løgmanni í 1950-árunum.
contributor_3
Hvør brúkti føroysku klæðini í gomlum døgum?
Bóndakonur og "vanligt" fólk brúktu føroysk klæðir til gerandis í gomlum døgum.
contributor_3
Hvat hevur broytt seg við føroyskum klæðum hesi seinastu árini?
Áhugin fyri føroysku klæðunum er nógv vaksin, serliga millum ungdómin. Serliga í kvinnubúnanum síggja vit nýggjar mátar at brúka føroysku klæðini. Vit síggja nógvar ymiskar litsamansetingar av bæði stimatroyggju, bristi og skjúrti; summar kvinnur brúka ikki turriklæði, og summar brúka ullinta troyggju ella blusu í stað...
contributor_3
Hvat er serligt við stakkinum?
Stakkurin er síður, skjúrtið hevur faldar, og lívið verður seymað við flundruryggi. Ermamar eru langar og trongar við lítlum uppslagi og pípaðari blondu framman.
contributor_3
Hvat hevur føroyski búnin til felags við tjóðbúnar í øðrum londum?
Eins og tjóðbúnar í mongum øðrum evropeiskum londum hevur føroyski tjóðbúnin uppruna sín í gerandisbúnanum miðskeiðis í 19. øld.
contributor_3
Nær varð fyrsta ítróttarstevnan í Føroyum hildin?
Fyrsta ítróttarstevnan í Føroyum varð hildin í 1899 í Miðvági. Her varð kappast í lopi, renning, kappkasting við steini og kappróðri.
contributor_3
Nevn fýra ítróttargreinar, sum vóru við á kappleiksstevnuni í 1899.
Lop, renning, kappkasting við steini og kappróður.
contributor_3
Nær varð Tvøroyrar Bóltfelag stovnað?
TB varð stovnað í 1892.
contributor_3
Hvørji eru tey trý elstu fótbóltsfeløgini í Føroyum?
Elstu fótbóltsfeløgini í Føroyum eru TB (1892), KÍ (1904) og HB (1904).
contributor_3
Hvar varð fyrsti kappróðurin í Føroyum hildin?
Fyrsti kappróðurin varð hildin á ólavsøku í Havn í 1887.
contributor_3
Hvat var Færøernes Boldspilunion?
Færøernes Boldspilunion var fyrsta royndin at skipa eitt fótbóltssamband í Føroyum. Tað varð stovnað í 1913.
contributor_3
Nær var Ítróttasamband Føroya (ÍSF) stovnað?
ÍSF varð stovnað í 1939.
contributor_3
Hvør var fyrsti formaður í Ítróttasambandi Føroya?
Poul E. Petersen, lærari í Mykinesi, var fyrsti formaðurin í ÍSF.
contributor_3
Hví vóru tað trupulleikar fyri suðuroyarfeløgini at luttaka í kappingum?
Tað var trupult fyri suðuroyarfeløgini at luttaka í kappingum, tí samferðsluviðurskiftini vóru ring, og tað var trupult at ferðast millum oyggjarnar.
contributor_3
Nær byrjaði mann at spæla hondbólt í Føroyum?
Føroyskur hondbóltur byrjaði í 1931 við Neistanum.
contributor_3
Hvør var fyrsta ítróttagrein, ið varð skipað eftir fótbóltinum?
Kappróðurin, ið varð tikin uppaftur í 1918.
contributor_3
Hvat er ÍSB?
ÍSB er Ítróttarsambandið fyri brekað, og føroyskir svimjarar hava vunnið hópin av heiðursmerkjum í altjóða kappingum.
contributor_3
Hvat hendi í føroyskum fótbólti í 1988?
FSF fekk limaskap í FIFA og UEFA, og Føroyar fingu møguleika at spæla í altjóða kappingum.
contributor_3
Nær varð dysturin millum Føroyar og Eysturríki, sum Føroyar vunnu, spældur?
Dysturin varð spældur tann 12. september 1990 í Landskrona.
contributor_3
Hvat var úrslitið av EM-undandystinum móti Eysturríki í 1990?
Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki.
contributor_3
Hvar vóru fyrstu Oyggjaleikirnir hildnir?
Teir vóru hildnir á oynni Mann í Írlandshavinum í 1985.
contributor_3
Hava Oyggjaleikirnir nakrantíð verið hildnir í Føroyum?
Ja, Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Føroyum í 1989.
contributor_3
Hvørja ávirkan hevur ÍSF havt á føroyskan ítrótt?
ÍSF hevur skipað ítróttin væl og gjørt, at flest allar ítróttargreinir hava regluligar kappingar.
contributor_3
Hvussu nógvir áskoðarar vóru til dystin millum HB og TB í 1924?
Millum 750 og 800 fólk sóu dystin.
contributor_3
Hvørjar ítróttagreinar hava limaskap í ÍSF?
Flestar ítróttagreinar í Føroyum hava nú limaskap í ÍSF.
contributor_3
Nær byrjaði tennis í Føroyum?
Tennis varð spælt í Gundadali frá 1937.
contributor_3
Hvat var endamálið við ÍSF?
Endamálið við ÍSF var at skipa ítróttin í Føroyum betur og fáa so mong ítróttafeløg sum gjørligt at gerast limir.
contributor_3
Hvør er Pál Joensen?
Pál Vitalis Joensen (f. 10. desember 1990) er ein føroyskur svimjari úr Vági.
contributor_3
Hvat ár luttók Pál Joensen í sínum fyrsta OL?
Hann luttók í Summar-OL 2012 í London.