en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The book is hardcover, 156 pages, and for children about 10–12 years old.
article_dagur_translated
Bókin er innbundin, 156 síður og til børn uml. 10-12 ár.
Brúsajøkul is the son of the goat in Skælingsfjall, the notable Heimrusta, and the equally notable Mykines giant Óla Rama.
article_dagur_translated
Brúsajøkul er sonur gívrina í Skælingsfjalli, ta tiltiknu Heimrustina, og tann líka so tiltikna mykinesrisan Óla Rama.
Brúsajøkul and Oxakolla, his cat with six legs, faithfully follow Brúsajøkul wherever he goes.
article_dagur_translated
Brúsajøkul og Oxakolla, sum er kettan hjá honum við seks beinum, fylgir Brúsajøkli trúliga, hvar so hann fer.
Whether it is to fetch milk for grandma in Kirkjubøyrn or to tease the trolls in Stiðjafjall – or run away from them.
article_dagur_translated
Um tað so er at fara eftir mjólk fyri ommuna í Kirkjubøreyni ella at arga grýlurnar í Stiðjafjalli – ella renna undan teimum.
And Brúsajøkul travels widely around the country.
article_dagur_translated
Og Brúsajøkul fer víða um landið.
On his journeys he encounters modernity, and much humorous material comes out of this.
article_dagur_translated
Á ferðunum møtir hann nútíðini, og úr hesum kemur nógv skemtiligt burturúr.
The stories about Brúsajøkul were originally printed in My Christmas Book; the first time in 1957.
article_dagur_translated
Søgurnar um Brúsajøkul eru upprunaliga prentaðar í Míni jólabók; fyrstu ferð í 1957.
Jens Pauli Heinesen has written them, and Edward Fuglø has illustrated them.
article_dagur_translated
Jens Pauli Heinesen hevur skrivað, og Edward Fuglø hevur myndprýtt.
The book is hardcover, 92 pages, and for children about 7–9 years old.
article_dagur_translated
Bókin er innbundin, 92 síður og til børn uml. 7-9 ár.
Lift the soft flaps in this clever book and find the mischievous bear cubs who do not want to go to bed yet …
article_dagur_translated
Lyft mjúku dýnurnar í hesi fittu bókini og finn skálkakátu bjarnarungarne, sum ikki ætla sær í song enn …
Sam Taplin has written it, and Róisín Hahessey illustrated it.
article_dagur_translated
Sam Taplin hevur skrivað, og Róisín Hahessey myndprýddi.
The book is a board book, 10 pages, for children about 0–2 years old.
article_dagur_translated
Bókin er pappbók, 10 síður til børn uml. 0-2 ár.
Markus Hammer translated it from English.
article_dagur_translated
Markus Hammer týddi úr enskum.
Today Troels Lund Poulsen, the Danish Minister of Defence, is visiting the Faroe Islands, where he will meet with the Minister of Foreign Affairs and Trade, Sirið Stenberg, to discuss defence-policy cooperation between the Faroe Islands and Denmark and, more broadly, in the northern routes/regions.
article_dagur_translated
Í dag vitjar Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharri, í Føroyum, har hann hittir landsstýriskvinnuna við uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, fyri at umrøða verjupolitiska samstarvið millum Føroyar og Danmark og í breiðari høpi á norðurleiðunum.
Due to the security-political situation in the world, the Arctic and the North Atlantic are increasingly of strategic importance.
article_dagur_translated
Orsakað av trygdarpolitisku støðuni í heiminum hava Arktis og Norðuratlantshavið størri alsamt strategiskan týdning.
Therefore, a solid cooperation on security and defence policy between the countries in this area is necessary.
article_dagur_translated
Tískil er neyðugt við einum haldgóðum samstarvi um trygdar- og verjupolitikk í millum londini í hesum øki.
It is crucial that the Faroe Islands are involved in the process of achieving a common understanding of priorities and opportunities in the region, and that the Faroe Islands have an active role.
article_dagur_translated
Tað er avgerandi, at Føroyar er við í tilgongdini fyri at fáa eina felags fatan av raðfestingum og møguleikum í økinum, og at Føroyar hava ein virknan leiklut.
In addition to the meeting in the Løgting, the Danish Minister of Defence will visit MEST and the Atlantic Airways Aviation Academy together with the minister, writes the Ministry of Foreign Affairs and Trade.
article_dagur_translated
Umframt fundin í Tinganesi vitjar danski verjumálaráðharrin MEST og Atlantic Airways Aviation Academy saman við landsstýriskvinnuni, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
The Ministry of Children and Education has sent a bill to public consultation proposing to abolish the national exam in nature and technology in 4th grade.
article_dagur_translated
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sent lógaruppskot til almenna hoyring, har ætlanin er at avtaka landsroyndina í náttúru og tøkni í 4. flokki.
The purpose of the proposal is that teaching in nature and technology in 4th grade should to a greater extent be based on experiences, practical work and investigations that form the foundation of the subject, rather than being governed by a national exam.
article_dagur_translated
Endamálið við uppskotinum er, at undirvísingin í náttúru og tøkni í 4. flokki í størri mun skal byggja á upplivingar, verkligt arbeiði og kanningar, sum eru grundarlagið undir lærugreinini, heldur enn at verða stýrd av eini landsroynd.
A national exam already in 4th grade can take too much time away from the practical and investigative work that should spark curiosity and develop scientific working methods among the pupils.
article_dagur_translated
Landsroynd longu í 4. flokki kann taka ov nógv av tíðini frá tí praktiska og kannandi arbeiðinum, sum skal vekja forvitnið og menna náttúruvísindaligar arbeiðshættir hjá næmingunum.
An important objective of teaching nature and technology is that pupils have their own experiences, experiments, observations and investigations, through which they develop scientific working methods, practical skills and their creative abilities, writes the Ministry of Children and Education.
article_dagur_translated
Eitt týðandi endamál við undirvísingini í náttúru og tøkni er, at næmingarnir gera egnar upplivingar, royndir, eygleiðingar og kanningar, har næmingarnir menna náttúruvísindaligar arbeiðshættir, verkligar førleikar og síni skapanarevni, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
This also accords with one of the recommendations from the previous National School Council, which recommended removing the national exam in nature and technology in 4th grade.
article_dagur_translated
Hetta er eisini í samsvari við eitt av tilmælunum frá undanfarna Fólkaskúlaráði, sum mælti til at strika landsroyndina í náttúru og tøkni í 4. flokki.
In connection with the preparation, the matter has been sent for preliminary consultation to the relevant parties, and most respondents have supported the plan to abolish the national exam in 4th grade.
article_dagur_translated
Í sambandi við fyrireikingina hevur málið verið til undanhoyringar hjá viðkomandi pørtum, og flestu hoyringarpartar hava tikið undir við ætlanini um at avtaka landsroyndina í 4. flokki.
The consultation deadline is set to December 18.
article_dagur_translated
Hoyringarfreistin er sett til 18. desembur
The annual growth in deposits from Faroese customers in Faroese banks was 13 percent in September this year, measured as a 3-month average, compared with the year before.
article_dagur_translated
Árligu vøksturin í innlánum frá føroyskum kundum í føroysku bankunum var 13 prosent í september í ár, mátað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, samanborið við árið fyri.
Among other things, the deposit growth from businesses (19.6 percent) and households (7.8 percent) is what pulls the overall deposit growth up.
article_dagur_translated
Tað er millum annað innlánsvøksturin hjá vinnuni (19,6 prosent) og húsarhaldunum (7,8 prosent), sum togar samlaða innlánsvøksturin upp.
Total deposits in Faroese banks, including foreign branches, were 25.8 billion krónur in September, while total loans were about 22.6 billion to Faroese and foreign customers, writes Landsbankin.
article_dagur_translated
Samlaðu innlánini í føroysku bankunum íroknað útlendskar deildir vóru í september 25,8 milliardir krónur, meðan samlaðu útlánini vóru áleið 22,6 milliardir til føroyskar og útlendskar kundar, skrivar Landsbankin.
The deposit surplus in Faroese financial institutions was 3.2 billion krónur in September this year.
article_dagur_translated
Innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum var 3,2 milliardir krónur í september í ár.
The deposit surplus is deposits (savings) in Faroese financial institutions, including foreign branches, minus loans by the same institutions.
article_dagur_translated
Innlánsyvirskotið er innlán (uppsparing) í føroyskum peningastovnunum íroknað útlendskar deildir, frátrekt útlán hjá somu.
The deposit surplus grew by more than one billion krónur in the period from June 2025 to July 2025.
article_dagur_translated
Innlánsyvirskotið vaks við meir enn einari milliard krónum í tíðarskeiðinum juni 2025 til juli 2025.
The deposit surplus experienced a large decline in 2021 caused by the sale of the Danish branch of Føroya Banki.
article_dagur_translated
Innlánsyvirskotið gjørdi eitt stórt fall í 2021 orsakað av søluni av donsku deildini hjá Føroya Banka.
The public prosecutor's office of the police in the Faroe Islands has now charged a person with tampering with the election result in Oyndarfjørður in connection with last year's municipal election.
article_dagur_translated
Ákæruvaldið hjá løgregluni í Føroyum hevur nú ákært ein persón fyri at reingja valúrslitið í Oyndafirði í samband við kommunuvalið í fjør.
The person is charged with violating Article 116, paragraph 1 of the Penal Code.
article_dagur_translated
Persónurin er ákærdur fyri brot á grein 116, stk. 1 í revsilógini.
Nothing is said about who the person is or what role they played in connection with the election in Oyndarfjørður, because "the public prosecutor has no further comments on the matter at this time."
article_dagur_translated
Einki verður sagt um hvør persónurin er ella hvønn leiklut hann hevði í sambandi við valið í Oyndarfirði, tí “ákæruvaldið hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni”.
Article 116 of the Penal Code reads as follows:
article_dagur_translated
Grein 116 í revsilógini er soljóðandi:
"Anyone who prevents or attempts to prevent an election from being held to the Faroese Parliament, the Danish Parliament, a municipal council, or to municipal or other public councils or authorities, or who tampers with election results, or who makes it impossible to determine the result, shall be punished by imprisonm...
article_dagur_translated
“Tann, sum forðar ella roynir at forða fyri, at val verður hildið til Løgtingið, Fólkatingið, kommunustýri ella til kommunal ella onnur almenn ráð ella myndugleikar, ella sum reingir valúrslit, ella sum ger tað ómøguligt at gera úrslitið upp, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
The same penalty applies when such acts are committed in connection with legally authorized direct ballots on public matters."
article_dagur_translated
Sama revsing verður nýtt, tá ið slíkar gerðir verða gjørdar í sambandi við lógarheimilaðar beinleiðis atkvøðugreiðslur um almenn viðurskifti.”.
The Ministry of Justice has today decided that the municipal council must be re-elected.
article_dagur_translated
Løgmálaráðið hevur í dag tikið avgerð um, at kommunustýrið skal veljast av nýggjum.
The decision was made after the prosecution announced today that a person has been charged with violating the penal code for attempting to tamper with the election result in Oyndarfjørður.
article_dagur_translated
Avgerðin er fallin eftir at ákæruvaldið í dag boðaði frá, at ein persónur er ákærdur fyri brot á revsilógina fyri at reingja varúrslitið í Oyndarfirði.
The Ministry of Justice writes that the charge has cast such serious doubt on whether the composition of the membership of Runavík municipal council is correct that the ministry has decided to annul the municipal election in Runavík municipality held on 12 November 2024 and call a new election, so that no question can ...
article_dagur_translated
Løgmálaráðið skrivar, at við ákæruni er so stórur ivi sáddur um, hvørt samansetingin av manningini í Runavíkar býráð er røtt, at ráðið hevur tikið avgerð um at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu tann 12. november 2024 og lýsa umval, soleiðis at spurnartekin ikki kann setast við rættargildið av Runavíkar býráð.
The re-election in Runavík municipality will take place on Tuesday, 13 January 2026.
article_dagur_translated
Umvalið í Runavíkar kommunu verður týsdagin, tann 13. januar 2026.
Stórbilar has today purchased MM Service from Marna Weihe and Magna Mikkelsen.
article_dagur_translated
Stórbilar hevur í dag keypt MM Service frá Marna Weihe og Magna Mikkelsen.
For Stórbilar the purchase is part of the continued development of the company and the goal of being a reliable and strong full-service provider to the Faroese transport industry.
article_dagur_translated
Fyri Stórbilar er keypið liður í framhaldandi menningini av felagnum, og málinum um at vera ein hollur og sterkur heildarveitari til føroysku flutningsvinnuna.
MM Service is known for a high level of service and for its ability to find good and quick solutions for customers.
article_dagur_translated
MM Service er kent fyri høgt tænastustøði, og fyri evnini at finna góðar og skjótar loysnir til kundarnar.
Therefore the new owners are pleased that both Magni and Marni will continue in the company.
article_dagur_translated
Tí fegnast nýggju eigararnir um, at bæði Magni og Marni halda fram í felagnum.
Stórbilar have big plans ahead, where customers will be offered even more new products and services.
article_dagur_translated
Stórbilar hava stórar ætlanir fyri framman, har kundarnir fáa bjóðað enn fleiri nýggjar vørur og tænastur.
MM Service is located in its own building on the pier in Søldarfjørður, and the plan is to continue operating there.
article_dagur_translated
MM Service heldur til í egnum bygningi á bryggjuni í Søldarfirði, og ætlanin er at halda fram at virka har.
MM Service is known for long experience in repair and maintenance of almost all types of trailers and trucks.
article_dagur_translated
MM Service er kent fyri drúgvar royndir innan umvæling og viðlíkahald av nærum øllum sløgum av vognum og lastbilum.
The company also has a large selection of spare parts, lights and other components for trailers and trucks.
article_dagur_translated
Felagið hevur eisini eitt stórt úrval av eykalutum, ljósum og øðrum lutum til vognar og lastbilar.
We now have two well-equipped buildings and two modern workshops, as well as even more skilled employees with long experience, both from the Faroe Islands and abroad.
article_dagur_translated
Vit hava nú tveir vælútgjørdar bygningar og tvey nútímans verkstøð, umframt enn fleiri dugnalig starvsfólk við drúgvum royndum, bæði úr Føroyum og útlondum.
The aim is to provide the best service for trucks, tractors, buses, tail lifts, low-loader trailers and others.
article_dagur_translated
Málið er at veita bestu tænastuna til lastbilar, trekkjarar, bussar, síðulyftarar, leguvognar o.a.
Now we are starting to coordinate our offerings so that customers receive the full benefit of the combined operations, says Páll Rói Poulsen, director.
article_dagur_translated
Nú fara vit undir at samkoyra veitingar okkara, so kundarnir fáa fullan ágóða av tí samanlagda virkseminum, sigur Páll Rói Poulsen, stjóri.
It will be a big evening for Faroese cultural life at Kollshøll in Eiði tonight.
article_dagur_translated
Tað verður eitt stórt kvøld fyri føroyska mentanarlívið í Kollshøll á Eiði í kvøld.
Recently many have made themselves noticed abroad, and among other things have won major awards.
article_dagur_translated
Seinastu tíðina hava nógv gjørt vart við seg uttanlands, og millum annað vunnið stórar virðislønir.
Now it is about the "local awards."
article_dagur_translated
Nú snýr tað seg um "lokalu virðislønirnar".
Three awards will be presented in Kollshøll, which is the village's old gymnastics hall, tonight:
article_dagur_translated
Tríggjar virðislønir verða handaðar í Kollshøll, sum er gamla fimleikahøllin í bygdini, í kvøld:
, which is 150,000 kr.
article_dagur_translated
, sum er 150.000 kr.
, which is 75,000 kr.
article_dagur_translated
, sum er 75.000 kr.
It will be given to those who have worked to promote cultural values that are important to Faroese culture, art, and cultural heritage.
article_dagur_translated
Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
, which is 50,000 kr.
article_dagur_translated
, sum er 50.000 kr.
It will be given to an artist, cultural worker, or organization at the government minister's own discretion.
article_dagur_translated
Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.
And it is Eirikur í Jákupsstovu who is on his home turf.
article_dagur_translated
Og tað er Eirikur í Jákupsstovu, sum er á heimavølli.
The minister of social and cultural affairs, who took office earlier this year, is himself from Eiði.
article_dagur_translated
Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, sum kom í sæti tíðliga í ár, er sjálvur av Eiði.
– The presentation of the cultural awards is a celebratory moment for all of us.
article_dagur_translated
– Handanin av mentanarvirðislønunum eru ein hátíðarløta fyri okkum øll.
The awards remind us of how important art and culture are — in themselves and as a foundation for self-understanding.
article_dagur_translated
Virðislønirnar minna okkum á, hvussu stóran týdning list og mentan hava – í sjálvum sær og sum grundarlag undir sjálvsfatan.
community and well-being.
article_dagur_translated
felagsskapi og trivnaði.
With the cultural awards the country wants to show respect and gratitude towards those who help make our culture lively, strong, and visible, says Eirikur í Jákupsstovu, minister of social and cultural affairs.
article_dagur_translated
Við mentanarvirðislønunum vil landið sýna virðing og takksemi mótvegis teimum, ið eru við til at gera okkara mentan livandi, sterka og sjónliga, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.
Yesterday Hanni Bjartalíð, Randi Ward, and Beinir Bergsson won the awards.
article_dagur_translated
Í fjø vunnu Hanni Bjartalíð, Randi Ward og Beinir Bergsson virðislønirnar.
It is a public event that begins at 20:00.
article_dagur_translated
Talan er um eitt alment tiltak, sum byrjar klokkan 20.
The broadcasting service is transmitting from Kollshøll
article_dagur_translated
Kringvarpið sendir úr Kollshøll
This summer there will be an opportunity to hear the well-known Danish rock band D-A-D in the nature-beautiful surroundings of Viðareiði.
article_dagur_translated
Í summar verður møguleiki at hoyra kenda danska rokkbólkin D-A-D í náttúruvakra umhvørvinum á Viðareiði.
Festivalgoers can look forward to hearing big hits such as "Sleeping My Day Away" and "Laugh ’n’ a ½" at the Norð festival 2026.
article_dagur_translated
Festivalgestirnir kunnu gleða seg til at hoyra stórhitt sum Sleeping My Day Away og Laugh ’n’ a ½ á Norð festivalinum 2026.
D-A-D celebrated their 40th anniversary last year.
article_dagur_translated
D-A-D hátíðarhelt í fjør 40 ára stovningardag.
This year the band has been on tour in Denmark and around Europe, where they played both new songs and the good old classics, and the band's form is at its peak.
article_dagur_translated
Í ár hevur bólkurin verið á konsertferð í Danmark og kring Evropa, har teir bæði spældu nýggj løg og góðu gomlu klassikararnar, og formurin hjá bólkinum er í topp.
"We are pleased that we have succeeded in getting such a big name as D-A-D to the festival.
article_dagur_translated
- Vit fegnast um, at tað hevur eydnast okkum at fáa eitt so stórt navn sum D-A-D á festivalin.
This is a band that most Faroese people know, and we expect a performance that will make the entire festival area boil, says Jógvan Heinesen, organizer of the Norð festival.
article_dagur_translated
Hetta er ein bólkur, sum flestu føroyingar kenna, og vit vænta okkum eina framførslu, sum fer at fáa alt festivaløkið at kóka, sigur Jógvan Heinesen, fyriskipari av Norð festivalinum.
Presale for the Norð festival has begun, and in the coming period the festival will announce more names that can be experienced at the Norð festival.
article_dagur_translated
Forsølan til Norð festivalin er byrjað, og næstu tíðina fer festivalurin at kunngerða fleiri nøvn, sum kunnu upplivast Norð festivalinum.
This will be the fourth time the Norð festival takes place.
article_dagur_translated
Hetta verður fjórðu ferð, at Norð festivalurin verður.
Earlier today it was announced that Caféin á Mølini has been chosen as Entrepreneur of the Year 2025.
article_dagur_translated
Fyrr í dag bleiv kunngjørt, at Caféin á Mølini, er kosin Ársins íverkseti 2025.
The Entrepreneur of the Year day, organized by the Entrepreneurship House, was held this afternoon at the Hotel Hilton.
article_dagur_translated
Ársins íverksetaradagur, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, varð seinnapartin hildin á Hotel Hilton.
It was the Prime Minister, Aksel V. Johannesen, who announced that the judging panel had selected the company Caféin á Mølini as Entrepreneur of the Year 2025.
article_dagur_translated
Tað var Løgmaður, Aksel V. Johannesen, ið kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna Caféin á Mølini til Ársins íverkseta 2025.
Among other things, the Prime Minister said the following about the Entrepreneur of the Year:
article_dagur_translated
Løgmaður segði millum annað soleiðis um Ársins íverkseta:
- The Entrepreneur of the Year, which is a family business formed by a husband and wife, has managed to break out anew from the old.
article_dagur_translated
- Ársins íverkseti, ið er ein familjufyritøka, sum maður og kona mynda, hevur megnað at brotið uppúr nýggjum úr tí gamla.
Operations have been steadily improved and the company has produced good financial results.
article_dagur_translated
Raksturin er støðugt betraður og fyritøkan hevur skapt góð fíggjarlig úrslit.
So good that the company is expanding even further in the coming years and is becoming an important part of the tourism industry not only on Sandoy, where the activity is based, but in Faroese tourism as a whole.
article_dagur_translated
So nógv góð, at felagið spennir seg enn meira út í árunum, ið koma, og gerst ein týdningarmikil partur av ferðavinnuni ikki bara á Sandoynni, har virksemið er, men í føroyskari ferðavinnu sum heild.
It is the married couple Birita Dalsgaard Olsen and Martin Karl Olsen who own and run the company.
article_dagur_translated
Tað eru hjúnini Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen, ið eiga og reka fyritøkuna.
Caféin á Mølini is housed in a historic setting where trade and commerce have taken place for several generations.
article_dagur_translated
Caféin á Mølini húsast í søguligum umhvørvi har vinna og handil hevur verið í fleiri ættarlið.
From this historic site in the heart of a Faroese village has grown a company that combines Faroese hospitality and entrepreneurship into a first-class offering, presented to both Faroese people and tourists from all corners.
article_dagur_translated
Úr hesum søguliga stað í hjartanum á einari føroyskari bygd er sprottin ein fyritøka, ið sambindir føroyskt gestablídni og fyritakssemi í eitt fyrsta floks tilboð, ið bjóðar seg fram til føroyingar og til ferðafólk úr øllum heraðshornum.
The company's name comes from a place name in Skálavík, where the company is located.
article_dagur_translated
Navnið á fyritøkuni kemur av staðarnavni í Skálavík, har fyritøkan húsast.
The keynote speaker at the Entrepreneur of the Year day was Rúni Djurhuus, who is the owner of several companies in different industries.
article_dagur_translated
Høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi var Rúni Djurhuus, ið er eigari av fleiri fyritøkum í ymiskum vinnugreinum.
There were also presentations by Suffía Nón, founder of the company FJORD, and by Jaspur Langgaard, CEO and one of the founders of the company Kodio.
article_dagur_translated
Harumframt vóru eisini fyrilestrar frá Suffíu Nón, stovnara av fyritøkuni FJORD, og frá Jaspur Langgaard stjóri og ein av stovnarinum av fyritøkuni Kodio.
The latest issue of the journal Small States and Territories has a series of articles honoring the well-known Norwegian anthropologist Thomas Hylland Eriksen (1962–2024), who died a year ago.
article_dagur_translated
Nýggjasta útgávan av tíðarritinum Small States and Territories hevur eina greinarøð, sum heiðrar kenda norska antropologin Thomas Hylland Eriksen (1962-2024), sum doyði fyri einum ári síðani.
Iver B. Neumann, a researcher at the Fridtjof Nansen Institute (Oslo), is the editor of the section of the journal that deals with T. H. Eriksen's research.
article_dagur_translated
Iver B. Neumann, granskari á Fridtjof Nansens Institute (Oslo), er ritstjóri til tann partin av ritinum, sum snýr seg um granskingina hjá T. H. Eriksen.
In his introduction he says, among other things:
article_dagur_translated
Í inngangi sínum sigur hann millum annað:
Firouz Gaini, professor of anthropology at the University of the Faroe Islands, has in this connection written the article.
article_dagur_translated
Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur í hesum sambandi skrivað greinina .
The article provides a review of T. H. Eriksen's work on time and travel — how people experience, perceive, and talk about time in particular social and cultural contexts around the world.
article_dagur_translated
Greinin gevur eina gjøgnumgongd av arbeiðinum hjá T.H. Eriksen um tíð og ferð – hvussu menniskju uppliva, fata og tosa um tíð í serligum sosialum og mentanarligum kontekstum kring heimin.
Among other things, the article describes smartphones as a tool that “fills” empty time when one is waiting or pausing.
article_dagur_translated
Greinin lýsir millum annað snildfonir sum eitt amboð, ið “fyllir” tóma tíð, tá ið ein bíðar ella steðgar á.
In the latter part of the article, Firouz Gaini asks whether one can speak of distinctive perceptions of time that characterize small island societies, where people are able to resist the acceleration that marks so many large urban societies in the globalized world.
article_dagur_translated
Í seinna partinum av greinini spyr Firouz Gaini, um ein kann tosa um serligar tíðarfatanir, ið eyðkenna smá oyggjasamfeløg, har ið fólk megna at tálma ferðøkingina, sum so mong stór býarsamfeløg í globaliseraða heiminum eru merkt av.
The journal is
article_dagur_translated
Tíðarritið er