en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Over the years, love and longing for his homeland have given us one gem after another when Stanley has given new musical arrangements to classics. | article_dagur_translated | Við árunum hevur alskur og longsul til føðilandið givið okkum eina perlu fyri og aðra eftir, tá ið Stanley hevur givið klassikarum nýggjan lagbúna. |
The book recounts his childhood and youth in Fuglafjørður, his early musical years with Silly Boys, the move to Denmark and his increasingly active musical life there, where he came to make a living from music and has played with many of the most famous Danish musicians. | article_dagur_translated | Í bókini verður fortalt um barna- og ungdómsárini í Fuglafirði, fyrstu tónleikaárini við Silly Boys, flytingina til Danmarkar og alsamt vaksandi tónleikalív hansara niðri, har hann kom at liva av tónleikinum og hevur spælt saman við nógvum av frægastu donsku tónleikarunum. |
It also tells of his personal life in joy and sorrow. | article_dagur_translated | Eisini verður fortalt um persónliga lív hansara í gleði og sorg. |
Stanley has often returned home, and especially over the past 25–30 years he has frequently been heard with his excellent interpretations of Janus Djurhuus and other classics, and several good songs have also come from Stanley’s own hand. | article_dagur_translated | Dúgliga hevur Stanley vitjað heimaftur, og serliga tey síðstu 25-30 árini hevur hann verið nógv at hoyrt við sínum frálíku tulkingum av Janusi Djurhuus og øðrum klassikarum, umframt at fleiri góðir sangir eru komnir frá Stanleysa egnu hond. |
In recent years, Alzheimer’s disease has affected Stanley’s life and daily routine, yet he still regularly appears on stage singing and playing. | article_dagur_translated | Seinnu árini hevur Alzheimers sjúkan merkt lívið og gerandisdagin hjá Stanley, sum tó framvegis javnan er á palli við sangi og spæli. |
He still does so now, because at the same time as the book “Stanley” has been released, he is also featured with a new music release, “Sólskin.” | article_dagur_translated | Tað ger hann eisini nú, tí samstundis sum bókin “Stanley” er komin út, er hann aktuellur við eini nýggjari tónleikaútgávu, “Sólskin”. |
This release will be presented at three release concerts with a band over the weekend: tonight at 8:00 PM in Norðurlandahúsið, Saturday night at 8:00 PM in the Cultural House in Fuglafjørður, Sunday at 3:00 PM in SALT at Drelnes, as well as at a book launch event in the Library at Løkin on Monday evening at 7:00 PM, wh... | article_dagur_translated | Henda útgáva verður løgd fram á trimum útgávukonsertum við bólki um vikuskiftið, sum eru í kvøld kl. 20 í Norðurlandahúsinum, leygarkvøldið kl. 20 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sunnudagin kl. 15 í SALT á Drelnesi, umframt einum bókaútgávutiltaki í Bókasavninum við Løkin mánakvøldið kl. 19, har Stanley eisini er til s... |
The book also helps raise money for the Alzheimer Association, because for each book sold 20 kroner will be given to the association. | article_dagur_translated | Bókin er eisini við til at fáa pengar til vega til Alzheimerfelagið, tí av hvørjari seldari bók verða 20 krónur latnar felagnum. |
The book has 264 pages and more than 120 photographs, and is available for purchase in bookstores around the country and directly from the publisher Einslistir with Hilmar Jan Hansen. | article_dagur_translated | Bókin telur 264 blaðsíður og hevur yvir 120 myndir, fæst til keyps í bókasølum kring landið og beinleiðis frá forlagnum Einslistir við Hilmar Jan Hansen. |
Today Eli Tausen á Lava has released a new single, “Book of Lies.” | article_dagur_translated | Í dag hevur Eli Tausen á Lava útgivið nýggja staklagið “Book of Lies”. |
The song is the first of five tracks from his upcoming EP of the same name. | article_dagur_translated | Lagið er tað fyrsta av fimm løgum úr hansara komandi EP við sama heiti. |
“Book of Lies” is a so‑called “dark ambient” interpretation of the occult work “The Book of Lies” by Aleister Crowley. | article_dagur_translated | “Book of Lies” er ein sonevnd “dark ambient” tulking av okkulta verkinum “The Book of Lies” eftir Aleister Crowley. |
In the coming period the tracks will be released one by one until the EP is complete in January. | article_dagur_translated | Komandi tíðina verða løgini útgivin eitt og eitt inntil EPin er fullkomin í januar. |
With the new single, Eli has broken away from his peaceful piano tones and found a darker sound. | article_dagur_translated | Við nýggja staklagnum hevur Eli brotið frá sínum friðarligu klavertónum og funnið sær eitt myrkari ljóð. |
However, there is likely something familiar to listeners. | article_dagur_translated | Tó er helst okkurt mann kennir aftur. |
In his latest newsletter he writes as follows: | article_dagur_translated | Í sínum seinasta tíðindabrævi skrivar hann soleiðis: |
— After exploring minimalism through my music for five years, I have felt ready to set a new course. | article_dagur_translated | – Eftir at hava útforskað minimalismu ígjøgnum mín tónleik í fimm ár, havi eg følt meg til reiðar at seta eina nýggja kós. |
I returned to things that used to fascinate me when I was younger. | article_dagur_translated | Eg vendi aftur til ymiskt sum plagdi at hugtaka meg tá eg var yngri. |
Inspired by musicians such as Genesis P‑Orridge and their “Thee Temple ov Psychick Youth,” and related bands Psychic TV and Coil, my interest in the hidden, the mystical, and the unknown has been reborn. | article_dagur_translated | Við íblástri frá tónleikarum sum Genesis P-Orridge og teirra “Thee Temple ov Psychick Youth” og relateraðu tónleikabólkunum Psychic TV og Coil, er mín áhugi í tí dulda, tí mystiska og tí ókenda endurføddur. |
The Global Destination Sustainability Index (GDS-Index) is the leading international measurement for sustainability in tourism and events. | article_dagur_translated | Global Destination Sustainability Index (GDS-Index) er fremsta altjóða máting innan burðardygd í ferðavinnu og tiltøkum. |
The results are based on data from, among other things, environment, social impact, tourism providers and destination management. | article_dagur_translated | Úrslitið er grundað á dátur út frá m.a. umhvørvi, sosialari ávirkan, ferðavinnuveitarum og ferðamálsstýring. |
Tórshavn Municipality, Visit Tórshavn and Visit Faroe Islands joined the GDS Index in 2019. | article_dagur_translated | Tórshavnar kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands limaðu seg inn í GDS Indexið í 2019. |
It is a priority for Tórshavn Municipality to develop a sustainable tourism industry. | article_dagur_translated | Tað er ein raðfesting hjá Tórshavnar Kommunu at menna eina burðardygga ferðavinnu. |
We are very pleased that the focused work on recording yields results, and that Tórshavn is among the world's top 30 destinations for sustainability, says Elsa Berg, mayor of Tórshavn Municipality. | article_dagur_translated | Vit eru sera fegin um, at miðvísa arbeiðið við at skráseta gevur úrslit, og at Tórshavn er millum tey 30 fremstu ferðamálini í heiminum innan burðardygd, sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. |
She adds: | article_dagur_translated | Hon leggur afturat: |
The municipality will continue to set new and relevant goals to climb further up the ranking, because this benefits both residents and visitors in the municipality. | article_dagur_translated | Kommunan fer framhaldandi at seta sær nýggj og viðkomandi mál fyri koma longri upp eftir stiganum, tí hetta gagnar bæði borgarum og ferðafólkum í kommununi. |
We also aim to be among our capable Nordic neighboring cities on the sustainable path and to prioritize sustainability. | article_dagur_translated | Eisini hava vit sum mál at vera millum okkara dugnaligu norðurlendsku grannabýir á burðardyggu leiðini, og sum raðfesta burðardygd. |
For the coming year, the plan includes, among other things, completing and implementing the municipality's new environmental policy, establishing consistent waste sorting and recycling, and prioritizing the wastewater system. | article_dagur_translated | Til komandi ár er ætlanin m.a. at fáa nýggja umhvørvispolitikkin fyri kommununa lidnan og settan í verk, at fáa skiljing og endurnýtsluna av ruski í eina fasta legu og eisini at raðfesta spillvatnsskipanina. |
Brim H. Hoydal, who is responsible for the GDS reporting on behalf of Visit Faroe Islands, Tórshavn Municipality and Visit Tórshavn, says: | article_dagur_translated | Brim H. Hoydal, sum hevur ábyrgd av GDS-skrásetingini vegna Visit Faroe Islands, Tórshavnar kommunu og Visit Tórshavn, sigur: |
The GDS Index is an excellent tool in the work to become a sustainable destination. | article_dagur_translated | GDS Indexið er eitt frálíkt amboð í arbeiðinum móti at gerast eitt burðardygt ferðamál. |
Competing with other destinations in the world, and especially our Nordic neighbors, means we must continue to work hard to improve. | article_dagur_translated | At kappast við onnur ferðamál í heiminum og serliga okkara norðurlendsku grannar ger, at vit framhaldandi mugu arbeiða hart fyri at gerast betri. |
It is good and healthy for our industry, our municipality and us as a destination. | article_dagur_translated | Tað er gott og sunt fyri okkara vinnu, okkara kommunu og okkum sum ferðamál. |
For the next certification I will strongly urge tourism providers and tourism businesses to begin work on green certifications, because that is where we are particularly lagging in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Til næstu góðkenning fari eg staðiliga at heita á ferðavinnuveitarar og ferðavinnustøð um at byrja arbeiðið við grønum góðkenningum, tí tað er har vit serliga eru eftirbátur í Føroyum. |
Furthermore, sustainability is an important part of the Faroe Islands' competitiveness as a conference and business tourism destination: | article_dagur_translated | Harafturat er burðardygd ein týdningarmikil partur av kappingarførinum hjá Føroyum sum ráðstevnu- og vinnuferðaland: |
Business tourism guests place particularly high demands on sustainability, and the competition for these visitors is fierce. | article_dagur_translated | Vinnuferðavinnugestir seta serliga høg krøv til burðardygd, og kappingin um hesar gestir er beinhørð. |
Therefore this is a fundamental element in marketing the Faroe Islands as a modern and reliable destination. | article_dagur_translated | Tískil er hetta ein grundleggjandi liður í at marknaðarføra Føroyar sum eitt nútímans og álítandi ferðamál. |
On January 1, 2024 the ALS fee was reduced by 0.2 percentage points, and it is reduced again at the turn of the year. | article_dagur_translated | 1. januar 2024 lækkaði ALS-gjaldið við 0,2 prosentstigum, og um ársskiftið lækkar gjaldið aftur. |
The Minister for Labour Market Affairs, Margit Stórá, wishes the fee, which is currently 0.8 percent, to be reduced to 0.6 percent. | article_dagur_translated | Landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum, Margit Stórá, ynskir, at gjaldið, sum í dag er 0,8 prosent, skal lækka niður í 0,6 prosent. |
For families with an income of 800,000 kroner the reduction means that they will now have to pay 3,200 kroner less to ALS than they did in 2023, writes the Social Democratic Party in a press release. | article_dagur_translated | Fyri familjur við inntøku á 800.000 krónur merkir lækkingin, at tær nú skulu rinda 3.200 krónur minni til ALS, enn tær gjørdu í 2023, skrivar Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi. |
- For financially pressed families with children the reduction makes a significant difference, together with our plans to increase the child deduction and to remove VAT from more everyday goods. | article_dagur_translated | - Fyri kroystu barnafamiljurnar ger lækkingin góðan mun saman við ætlanunum hjá okkum um at hækka barnafrádráttin og at taka MVG’ið av fleiri gerandisvørum. |
Low- and middle-income earners have also received a modest tax reduction this year, says Margit Stórá. | article_dagur_translated | Eisini hava lág- og miðallønt fingið eina trivaliga skattaminking í ár, sigur Margit Stórá. |
The reduction in the ALS fee has been made in consultation with the board of ALS. | article_dagur_translated | Lækkingin í ALS-gjaldinum er gjørd í samráð við stýrið fyri ALS. |
The ALS fee has been sent out for consultation. | article_dagur_translated | um ALs-gjaldið er sent til hoyringar. |
The deadline for comments is November 14. | article_dagur_translated | Ummælisfreistin er 14. november. |
The Christmas Stamp Fund has now opened for applications. | article_dagur_translated | Jólamerkjagrunnurin hevur nú latið upp fyri umsóknum. |
New Christmas stamps are designed each year, and this year Fríða Laksáfoss has designed the stamps, which depict town and village scenes in the Faroe Islands, Posta writes. | article_dagur_translated | Nýggj jólamerki verða sniðgivin hvørt ár, og í ár hevur Fríða Laksáfoss sniðgivið jólamerkini, sum mynda bý- og bygarmyndir í Føroyum, skrivar Posta. |
A sheet of 15 stamps costs 30 kroner, and this year's Christmas stamps are available for purchase at Posta and on stamps.fo from October 20. | article_dagur_translated | Eitt ark við 15 merkjum kostar 30 krónur, og ársins jólamerki fáast til keyps á Posta og á stamps.fo frá 20. oktober. |
The deadline to apply for support is November 2, and | article_dagur_translated | Freistin at søkja um stuðul er 2. november, og |
- Oh my god. | article_dagur_translated | - Oh my god. |
I was shaking. | article_dagur_translated | Eg ristist. |
"I am speechless," said the famous swimmer Pál Vitalis Joensen from Vágur when he had won 2.2 million kroner. | article_dagur_translated | Eg eri málleysur, segði kendi svimjarin Pál Vitalis Joensen úr Vági, tá hann hevði vunnið 2,2 milliónir krónur. |
He left with everything in the Gekkur tonight. | article_dagur_translated | Hann fór avstað við øllum í Gekkinum í kvøld. |
The Gekkur payout was large, a full 2.2 million kroner. | article_dagur_translated | Gekkaupphæddin var stór, heilar 2,2 milliónir krónur. |
Pál Vitalis Joensen has won a lot before, but he had not won the Gekkur before, he said. | article_dagur_translated | Pál Vitalis Joensen hevur vunnið nógv áður, men gekkin hevði hann ikki vunnið áður, segði hann. |
Pál Vitalis Joensen chose not to split the amount into three, which had otherwise been offered to him. | article_dagur_translated | Pál Vitalis Joensen valdi ikki at deila upphæddina í trý, sum annars stóð honum í boðið. |
On the first spin he landed on 40,000 kroner, which would have given him 120,000 kroner. | article_dagur_translated | Í fyrsta snari lendi hann á 40.000 krónur, sum hevði givið honum 120.000 krónur. |
The man from Vágur, who tonight was staying in Tvøroyri, felt that luck was with him and tried once more. | article_dagur_translated | Vágbingurin, sum í kvøld var staddur á Tvøroyri føldi, at hann hevði eydnuna við sær og royndi einaferð afturat. |
He landed on the yellow jump, which secured him 2.2 million kroner. | article_dagur_translated | Hann lendi á gula leypinum, sum tryggjaði honum 2,2 milliónir krónur. |
He and his wife were at the host family in Tvøroyri tonight and played Gekkur, Pál Joensen explained, and it was as if it had not quite sunk in for him that he had become a millionaire. | article_dagur_translated | Hann og konan vóru stødd hjá verfamiljuni á Tvøroyri í kvøld, og spældu gekk, greiddi Pál Joensen frá og tað var sum um at tað ikki reiðiliga var gingið upp fyri honum, at hann varð blivin millióningur. |
"My wife is extremely happy," he said. | article_dagur_translated | - Konan er øgiliga glað, segði hann. |
The Gekkur next Friday is 100,000 kroner. | article_dagur_translated | Gekkurin næsta fríggjadag er 100.000 krónur. |
Things are going brilliantly for Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen in Vild med Dans. | article_dagur_translated | Tað gongur strálandi hjá Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen í Vild med Dans. |
Tonight the woman from the harbor won her way further in the dance competition on TV2, and because next Friday’s show will be a Knæk Cancer edition of Vild Med Dans, no one will be eliminated then. | article_dagur_translated | Aftur í kvøld vann havnardaman seg víðari í dansikappingini á TV2, og av tí, at tað næsta fríggjakvøld verður ein Knæk Cancer-útgáva av Vild Med Dans, rýkur eingin út tá. |
Thus it is clear that Sissal will in any case be seen on the dance floor for the next two weeks. | article_dagur_translated | Sostatt er greitt, at Sissal í øllum førum verður at síggja á dansigólvinum næstu tvær vikurnar. |
Sissal and her partner Eugen Miu danced a samba to the song "Hang with Me" by Robyn. | article_dagur_translated | Sissal og partnarin Eugen Miu dansaðu samba til lagið "Hang with me" hjá Robyn. |
For the first twenty seconds Sissal owned the dance floor herself, and she received great praise from the judges for this. | article_dagur_translated | Fyrstu tjúgu sekundini átti Sissal sjálv dansigólvið, og hetta fekk hon stórt rós fyri frá dómarunum. |
She also received a lot of praise for being so agile. | article_dagur_translated | Eisini fekk hon nógv rós fyri at vera so fim. |
Sissal and Eugen Miu received 22 points from the judges and thus shared the top position. | article_dagur_translated | Sissal og Eugen Miu fingu 22 stig frá dómarunum og lógu sostatt á deildum ovasta plássi. |
But without viewers' votes one is worth little, and the support from the viewers does not run out. | article_dagur_translated | Men uttan hyggjaraatkvøður er man lítið verdur, og stuðulin frá hyggjarunum trýtur ikki. |
In any case there were enough votes to advance once more. | article_dagur_translated | Í øllum førum vóru nokk av atkvøðum til at koma víðari enn einaferð. |
Seven couples remain now in this year’s Vild med Dans. | article_dagur_translated | Sjey pør eru nú eftir í ársins Vild med Dans. |
Yesterday the police were out and checked traffic in the Northern area, and in this connection five cases were recorded. | article_dagur_translated | Í gjár varð løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Norðurøkinum, og í hesum sambandi vórðu fimm mál skrivað. |
Around 10 in the morning two drivers were caught without seat belts in Klaksvík, and they will be fined for that. | article_dagur_translated | Um 10-tíðina fyrrapartin vórðu tveir bilførarar tiknir uttan trygdarbelti í Klaksvík, og tað fáa teir bót fyri. |
Around midday three drivers were caught for driving too fast in the Norðoyatunnil. | article_dagur_translated | Um middagsleitið vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í Norðoyatunlinum. |
The maximum permitted speed is 80 kilometres per hour, but they respectively drove 94, 97 and 98 kilometres per hour, and they will also be fined for that. | article_dagur_translated | Mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman, men hesir koyrdi ávikavist 94, 97 og 98 kilometrar um tíman, og tað fáa teir eisini bót fyri. |
The International Criminal Court (ICC) has dismissed a complaint from Israel seeking to have the arrest warrants for Israeli Prime Minister Benjamin Netanyahu and former Israeli Defense Minister Yoav Gallant annulled. | article_dagur_translated | Altóða revsidómstólurin (ICC) hevur avvíst eitt kærumál hjá Ísrael, sum vil hava boðini um at handtaka ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu og fyrrverandi ísraelska verjumálaráðharran, Yoav Gallant ógildað. |
It was in November 2024 that the ICC issued the arrest warrants; according to the ICC, Netanyahu and Gallant are to be arrested for "crimes against humanity and war crimes committed from at least 8 October 2023 to at least 20 May 2024." | article_dagur_translated | Tað var í november 2024, at ICC sendi út handtøkuboðini Netanyahu og Gallant skulu sambært ICC handtakast fyri "brotsverk móti mannaættini og brotsverk framd frá í minsta lagi 8. oktober 2023 til í minsta lagi 20. mai 2024". |
According to Netanyahu, the charges against him are antisemitic, and in May Israel asked the ICC to annul the arrest warrants. | article_dagur_translated | Sambært Netanyahu eru ákærurnar móti honum antisemitiskar, og í mai bað Ísrael ICC um at ógilda handtøkuboðini. |
That request was not granted, and therefore Israel appealed the decision in the summer. | article_dagur_translated | Hendan umbønin varð ikki gingin á møti, og tí kærdi Ísrael avgerðina í summar. |
On Friday the ICC announced that the appeal had been dismissed, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Fríggjadagin boðaði ICC so frá, at kæran var avvíst, skrivar Ritzau. |
The ICC's reasoning was that the question Israel had raised was not suitable for an appeal. | article_dagur_translated | Grundgevingin hjá ICC var, at spurningurin, sum Ísrael hevði reist, ikki var egnaður til eitt kærumál. |
In addition to Netanyahu and Gallant, the ICC also issued arrest warrants for three leaders of the Palestinian Hamas movement, who are charged with having committed war crimes. | article_dagur_translated | Ummant Netanyahu og Gallant hevur ICC eisini givið boð um at handtaka tríggjar leiðarar úr palestinsku Hamas-rørsluni, sum eru ákærdir fyri at havaframt krígsbrotsverk. |
But those arrest warrants were withdrawn after the leaders were killed in Gaza. | article_dagur_translated | Men hesi handtøkuboðini vórðu tikin aftur, eftir at leiðararnir vórðu dripnir í Gaza. |
Flekk camps in the garden, and it is almost bedtime — but he is not tired yet! | article_dagur_translated | Flekk tjaldar í urtagarðinum, og tað er næstan songartíð – men hann er ikki troyttur enn! |
Join him on an evening walk and find various fun things on the walk. | article_dagur_translated | Kom við honum á kvøldtúr og finn ymiskt stuttligt á túrinum. |
Place the pocket flashlight between the pages to illuminate the pictures and find all the hidden animals. | article_dagur_translated | Legg lummalyktina ímillum síðurnar fyri at lýsa á myndirnar og finna øll tey fjaldu djórini. |
Eric Hill wrote and illustrated it, and Markus Hammer translated it from English. | article_dagur_translated | Eric Hill skrivaði og myndprýddi, og Markus Hammer týddi úr enskum. |
The book is a board book with a paper pocket flashlight to place between the pages, 12 pages, and for children around 0–1 year. | article_dagur_translated | Bókin er pappbók við pappírslummalykt at leggja millum síðurnar, 12 síður og til børn umleið 0-1 ár. |
Can you find Fívil in all the pictures? | article_dagur_translated | Finnur tú Fívil á øllum myndunum? |
Come with Fívil to search for friends in the rainforest! | article_dagur_translated | Kom við Fívli at leita eftir vinum í frumskóginum! |
Learn many exciting things about all of Fívil's friends. | article_dagur_translated | Lær nógv spennandi um allar vinirnar hjá Fívli. |
The book is full of different things for you to find and small details to notice. | article_dagur_translated | Bókin er full í ymiskum, sum tú skalt finna, og smálutum at leggja til merkis. |
David McKee wrote and illustrated it, and Niels Jákup Thomsen translated it from English. | article_dagur_translated | David McKee skrivaði og myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi úr enskum. |
The book is a board book, 22 pages, and for children around 2–3 years. | article_dagur_translated | Bókin er pappbók, 22 síður og til børn umleið 2-3 ár. |
Tummas and Annika have a school holiday, and what is better then than going on an excursion? | article_dagur_translated | Tummas og Annika hava frí úr skúlanum, og hvat er tá betri enn at fara útferð? |
Pippi packs a basket with food and then they set off. | article_dagur_translated | Pippi pakkar eina kurv við mati og so fara tey avstað. |
But suddenly Nilli has disappeared. | article_dagur_translated | Men knappliga er Nilli horvin. |
They search and search, but cannot find him. | article_dagur_translated | Tey leita og leita, men finna hann ikki. |
But they find something else: an angry ram! | article_dagur_translated | Men tey finna okkurt annað: Ein óðan tarv! |
And he runs straight toward Tummas. | article_dagur_translated | Og hann rennur beint ímóti Tummasi. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.