en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
- Such work is not beneficial for traffic safety.
article_dagur_translated
- Slíkt arbeiði er ikki til gagns fyri ferðslutrygdina.
It is particularly disturbing for trucks, and I am convinced that more and more vehicles will keep further out towards the center of the road to avoid the bumps.
article_dagur_translated
Serliga hjá lastbilum er hetta órógvandi, og eg eri sannførdur um, at alt fleiri bilar fara at halda seg longur úti á miðjuni á vegnum fyri at sleppa undan bumpunum.
That is not beneficial for safety on the stretch where there is a lot of traffic, the truck driver added.
article_dagur_translated
Tað er ikki gagnligt fyri trygdina á strekkinum har nógv ferðsla er, heldur viðkomandi lastbilførari.
He wonders why the road authorities did not instead choose to repave the entire carriageway rather than these patch solutions, which make the conditions worse than they were before.
article_dagur_translated
Hann undrast yvir, hví vegamyndugleikarnir ikki heldur valdu at asfaltera alla vegabreytina ístaðin fyri slíkar lappaloysnir, sum gera umstøðurnar verri enn tær vóru frammanundan.
Venezuela announced yesterday that it will close its embassy in Oslo.
article_dagur_translated
Venesuela boðaði í gjár frá, at tað fer at lata sendistovu sína í Oslo aftur.
The announcement comes after the Norwegian Nobel Committee announced that the Venezuelan opposition leader, María Corina Machado, will receive the Nobel Peace Prize this year.
article_dagur_translated
Boðini koma eftir at norska Nobelnevndin boðaði frá, at andstøðuleiðarin í Venesuela, María Corina Machado fær friðarheiðursløn Nobels í ár.
In the statement Venezuela does not say that it is because of the Peace Prize, but says that the closure of the embassy in Oslo is part of a reorganization of the foreign service.
article_dagur_translated
Í fráboðanini sigur Venesuela ikki, at tað er orsaka av friðarheiðurslønini, men sigur at niðurleggingin av sendistovuni í Oslo er ein liður í eini umskipan av uttanríkistænastuni.
The Norwegian Ministry of Foreign Affairs confirms that Caracas has closed its embassy in Oslo without giving any direct reason, writes the BBC.
article_dagur_translated
Norska uttanríkisráðið váttar, at Caracas hevur stongt sína sendistovu í Oslo uttan at geva nakra beinleiðis orsøk, skrivar BBC.
The Nobel Committee in Oslo announced on Friday that María Corina Machado is receiving the Peace Prize for her "tireless work to support the democratic rights of the people of Venezuela."
article_dagur_translated
Nobelnevndin í Oslo boðaði fríggjadagin frá, at María Corina Machado fær friðarheiðurslønina fyri hennara “ótroyttiliga arbeiði at stuðla demokratisku rættindini hjá fólkinum í Venesuela”.
The leader of Venezuela, Nicolás Maduro, has previously called the 58-year-old Machado a "demonic witch."
article_dagur_translated
Leiðarin í Venesuela, Nicolás Maduro, hevur fyrr kallað 58 ára gomlu Machado fyri eina “demoniska heks”.
On Monday, October 20 at 13:30 there will be a public reception at Kambsdalur in connection with the completion of the last and largest construction phase in the extension and renovation of the Miðnám at Kambsdalur.
article_dagur_translated
Mánadagin 20. oktober klokkan 13.30 verður almenn móttøka á Kambsdali í samband við, at seinasta og størsta byggistig í út- og umbyggingini av Miðnámi á Kambsdali er liðugt.
The Minister of Children and Education, Djóni Nolsøe Joensen, will give a speech, the school choir will sing, and everyone is invited for a drink and something nice to eat.
article_dagur_translated
Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen heldur røðu, skúlakórið syngur, og øll eru boðin til ein drekkamunn og okkurt gott til góman.
- We are very pleased with the new facilities.
article_dagur_translated
- Vit eru sera væl nøgd við nýggju karmarnar.
Both in size and academically the new facilities will meet the needs for many years to come.
article_dagur_translated
Bæði í vavi og fakliga fara nýggju karmarnir at nøkta tørvin nógvu komandi árini.
We finally have large common spaces that truly connect the old school buildings, and we have gained modern premises for the natural science subjects.
article_dagur_translated
Vit hava loksins stór felagshøli, sum samstundis binda gomlu skúlarnar veruliga saman, og vit hava fingið nýtímans høli til náttúrulærugreinirnar.
The kitchen has also been renovated and expanded, and at the same time the old natural science rooms are available for increased activity at Kambsdalur, says Christian Joensen, principal.
article_dagur_translated
Eisini er køkurin umbygdur og víðkaður, og samstundis eru gomlu náttúrustovurnar tøkar til økta virksemið á Kambsdali, sigur Christian Joensen, rektari.
It was Zeta Architects who won the architectural competition in the autumn of 2018, but construction itself did not begin until August 2023, with Búsetur having the main responsibility.
article_dagur_translated
Tað vóru Zeta arkitektar, sum vunnu arkitektakappingina á heysti 2018, men ikki fyrrenn í august 2023 bleiv ferð sett á sjálva byggingina, sum Búsetur hevur havt høvuðsábyrgdina av.
The total cost of the construction is about 94 million kroner.
article_dagur_translated
Samlaði kostnaðurin fyri byggingina er um 94 milliónir krónur.
The Faroe Islands were again this year part of the international event World Cleanup Day, and the result was good.
article_dagur_translated
Føroyar vóru aftur í ár partur av altjóða tiltakinum World Cleanup Day, og úrslitið var gott.
880 people cleaned up a total of 17 tons of waste.
article_dagur_translated
880 fólk ruddaðu tilsamans 17 tons av burturkasti.
That is a large improvement compared with last year, when 2 tons were recorded.
article_dagur_translated
Tað er stór framgongd samanborið við í fjør, tá 2 tons vóru tald upp.
The cleanup day was held on Saturday, 20 September 2025 and the surrounding days, with participation across the whole country — from Klaksvík south to Trongisvágur and from Vágarnir east to Nólsoy.
article_dagur_translated
Ruddingardagurin varð hildin leygardagin 20. september 2025 og dagarnar rundanum, við luttøku um alt landið – úr Klaksvík og suður til Trongisvágs og úr Vágunum eystur til Nólsoyar.
And on Sandur and the main area the participation was also good.
article_dagur_translated
Og á Sandi og meginøkinum var luttøkan eisini góð.
Both large and small items were cleaned up, ranging from small pieces of plastic to larger waste such as tires and iron.
article_dagur_translated
Bæði stórt og smátt varð ruddað, alt frá smáum plastlutum til størri burturkast sum dekk og jarn.
Cleaning took place both on land and at sea, and the participants were both children and adults.
article_dagur_translated
Ruddað varð bæði á landi og á sjógvi, og luttakararnir vóru bæði børn og vaksin.
Some cleanups were coordinated by Rudda Føroyar, while others were carried out by individuals, associations and companies.
article_dagur_translated
Summar ruddingar vóru samskipaðar av Rudda Føroyar, meðan aðrar vórðu settar í verk av einstaklingum, feløgum og fyritøkum.
Our head coordinator is Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, who has been responsible for coordination and communication with cleaners and partners.
article_dagur_translated
Høvuðssamskipari okkara er Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, sum hevur staðið fyri samskipanini og samskiftinum við ruddarar og samstarvsfelagar.
For many years Sandgerði and Vágs Municipality had a good and active twin-town cooperation.
article_dagur_translated
Í mógv ár høvdu Sandgerði og Vágs Kommuna eitt gott og virkið vinabýarsamstarv.
The cooperation included both cultural and sporting events, and helped strengthen ties between Suðuroy and Sandgerði.
article_dagur_translated
Samstarvið fevndi um bæði mentanarlig og ítróttarlig tiltøk, og var við til at styrkja bondini millum Suðuroy og Sandgerði.
When Sandgerði and Garður merged and founded Suðurnesjabær, however, the cooperation lapsed.
article_dagur_translated
Tá Sandgerði og Garður løgdu saman og stovnaðu Suðurnesjabær, fall samstarvið tó niðurfyri.
Before Ólavsøka this year the mayor of Vágur Municipality, Bjarni Johansen, visited Iceland, where he met with the city council of Suðurnesjabær.
article_dagur_translated
Áðrenn Ólavsøku í ár vitjaði borgarstjórin í Vágs Kommunu, Bjarni Johansen, Ísland, har hann hevði fund við býráðið í Suðurnesjabær.
The visit was part of efforts to renew the twin-town cooperation, and soon after Vágur Municipality sent a formal request to resume the cooperation.
article_dagur_translated
Vitjanin varð ein partur av arbeiðinum at endurnýggja vinabýarsamstarvið, og stutt eftir sendi Vágs Kommuna ein formellan fyrispurning um at taka samstarvið upp aftur.
The council in Suðurnesjabær has now considered the matter and approved restarting the twin-town cooperation with Vágur Municipality.
article_dagur_translated
Nú hevur býráðið í Suðurnesjabær viðgjørt málið og samtykt at taka vinarbýarsamstarvi upp aftur við Vágs Kommunu.
The mayor of Vágur, Bjarni Johansen, is pleased that the cooperation is now being resumed.
article_dagur_translated
Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, fegnast um, at samstarvið nú verður tikið upp aftur.
We have always had a good relationship with the people of Sandgerði, and it is gratifying that we can now build on that in cooperation with Suðurnesjabær.
article_dagur_translated
Okur hava altíð havt eitt gott samband við fólkini í Sandgerði, og tað er gleðiligt, at okur nú kunnu byggja víðari á tað í samstarvi við Suðurnesjabær.
I am convinced that much good can come from it, both in the cultural, commercial, and sporting areas.
article_dagur_translated
Eg eri sannførdur um, at nógv gott kann koma burturúr, bæði á mentanarliga, vinnuliga og ítróttarliga økinum.
With the decision, new opportunities will be laid as a basis for communication, visits and joint events between the two municipalities, which are now again linked by twinning bonds across the North Atlantic.
article_dagur_translated
Við avgerðini verður grundað undir nýggjum møguleikum fyri samskifti, vitjanum og felags tiltøkum millum tær báðar kommunurnar, sum nú aftur eru knýttar saman við vinarbondum tvørturum Norðuratlantshavið.
The Faroe Islands' largest Christmas banquet is now almost sold out.
article_dagur_translated
Føroya størsta jólaborðhald er nú næstan útselt.
81% of the tickets have been sold, and that means that already now this is clearly and truly the Faroe Islands' largest Christmas banquet.
article_dagur_translated
81% av atgongumerkjunum eru seld, og tað merkir, at longu nú er hetta væl og virðiliga Føroya størsta jólaborðhald.
We wanted to create a really good and really large Christmas banquet, where attention is paid to the details.
article_dagur_translated
Vit vildu gjarna gera eitt ordiliga gott og ordiliga stórt jólaborðhald, har tað verður kínt fyri staklutunum.
Where the setting is excellent, the food is top-notch, and the entertainment is really good.
article_dagur_translated
Har karmarnir eru frálíkir, har maturin er í topp og undirhaldið er á ordiliga gott.
"Therefore it is fantastic to see how great the interest is," says Tóki Skeel Nolsøe, director of EpicLive, which organizes the event.
article_dagur_translated
Tí er tað fantastiskt at síggja, hvussu stórur áhugin er, sigur Tóki Skeel Nolsøe, stjóri í EpicLive, sum skipar fyri tiltaknum.
The Faroe Islands' largest Christmas banquet will take place at Tjarnir on November 29.
article_dagur_translated
Føroya størsta jólaborðhald verður við Tjarnir 29. november.
The chefs at Hotel Brandan and Hafnia have assembled a star team that is ready to prepare food for the large crowd.
article_dagur_translated
Kokkarnir í Hotel Brandan og Hafnia hava sett saman eitt stjørnutoymi, ið er klárt at gera mat til stóru fjøldina.
The entertainment will be delivered by RSP, Ja-Liðnum with Árn Andreasen, Niclas Hera from Dynamit, Jón from Grandma's Basement, and several others.
article_dagur_translated
Undirhaldið verður levarað av RSP, Ja-Liðnum við Árna Andreasen, Niclas Hera úr Dynamit, Jón úr Grandmas Basement og fleiri øðrum.
Residents in Kirkjubø are advised to boil their drinking water.
article_dagur_translated
Borgarar í Kirkjubø verða mæltir til at kóka drekkivatnið.
The reason is that bacteria were detected in the water on October 14, writes Tórshavn municipality.
article_dagur_translated
Orsøkin er, at bakteriur eru staðfestar í vatninum 14. oktober, skrivar Tórshavnar kommuna.
It is possible to follow the drinking water status in the Tórshavn municipality.
article_dagur_translated
Til ber at fylgja við drekkivatnsstøðuni í Tórshavnar kommunu
Yesterday afternoon it was reported that a small boat had run aground on the quay in Tórshavn, and that it had taken on so much water that it was about to sink.
article_dagur_translated
Seinnapartin í gjár varð boðað frá, at ein smábátur hevði borið við land á molanum í Havn, og at hann hevði tikið somikið av vatni inn, at hann var um at søkka.
The man, who was alone in the boat, got out of the boat and tried to keep it afloat until Tjaldrið came to his aid.
article_dagur_translated
Maðurin, sum var einsamallur í bátinum, slapp úr bátinum og royndi at halda honum uppi, inntil Tjaldrið kom honum til hjálpar.
Tjaldrið's workboat towed the boat into Álaker.
article_dagur_translated
Arbeiðsbáturin hjá Tjaldrinum sleipaði bátin inn á Álaker.
Why the boat ran aground and was about to sink is unclear, but in such cases it is checked whether alcohol was involved, and it was not, says the duty officer at the police station in Tórshavn, who adds that the boat had no visible damage.
article_dagur_translated
Hví báturin bar við land og var um at søkka er ógreitt, men í slíkum førum verður kannað, um rúsdrekki var uppií, men tað var tað ikki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at báturin ikki hevði nakrar sjónligar skaðar.
Yesterday two drivers were charged with violations of the traffic law.
article_dagur_translated
Í gjár vórðu tveir bilførarar skuldsettir fyri brot á ferðslulógina.
One driver was charged for failing to keep the required distance in connection with a traffic accident in downtown Tórshavn.
article_dagur_translated
Ein bilførari varð skuldsettur fyri ikki at halda neyðugu frástøðuna í sambandi við eitt ferðsluóhapp í miðbýnum í Havn.
It was at the intersection where Jóannessar Paturssonar Street and Fríðriks Petersens Street meet that one car rear-ended another.
article_dagur_translated
Tað var við krossvegin, har Jóannessar Paturssonar gøta og Fríðriks Petersens gøta møtast, at ein bilur rendi í afturpartin á einum øðrum.
No injuries resulted from the accident, says the duty officer at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
Eingin skaði stóðst av óhappinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Another driver was caught driving without a driving license in Saltangará.
article_dagur_translated
Ein annar bilførari varð tikin fyri at koyra uttan koyrikort í Saltangará.
He is therefore charged with driving without a license.
article_dagur_translated
Hann er sostatt skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt.
The police are currently investigating a case of violence that is said to have occurred yesterday afternoon.
article_dagur_translated
Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um harðskap, sum skal vera farin fram seinnapartin í gjár.
It concerns a dispute between two colleagues that ended with one person reporting the other for violence.
article_dagur_translated
Tað snýr seg um eina ósemju millum tveir starvsfelagar, sum endaði við, at tann eini persónurin meldaði hin fyri harðskap.
The police still do not know what happened because it is word against word, and it is now being investigated whether there are any witnesses who can help the police clarify the case, says the duty officer at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
Enn veit løgreglan ikki, hvat tað er, sum er hent, tí tað er orð móti orði, og verður nú kannað, um har eru nøkur vitni, sum kunnu hjálpa løgregluni at lýsa málið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
The duty officer adds that both persons have been examined at the National Hospital.
article_dagur_translated
Vaktleiðarin leggur afturat, at báðir persónarnir eru kannaðir á Landssjúkrahúsinum.
In the evening there was another case of violence.
article_dagur_translated
Um kvøldið var eitt annað mál um harðskap.
It was outside the nightclub Herbergið in Tórshavn, where the police were called to remove a person.
article_dagur_translated
Tað var uttanfyri Herbergið í Havn, har løgreglan varð boðsend at burturvísa ein persón.
It ended with the person being charged with violence against a police officer.
article_dagur_translated
Tað endaði við, at viðkomandi varð skuldsettur fyri harðskap móti einum løgreglufólki.
On Monday the 20 hostages who remained alive in the Gaza Strip were released, and over the past two days Hamas has also handed over the bodies of eight dead hostages to Israel.
article_dagur_translated
Mánadagin vórðu teir 20 gíslarnir, sum vóru eftir á lívi í Gazageiranum, leyslatnir, og seinastu tveir dagarnar hevur Hamas eisini latið ísraelum líkini av átta deyðum gíslum.
Four bodies were handed over on Monday, and four more were handed over on Tuesday.
article_dagur_translated
Fýra lík vórðu latin mánadagin, og fýra afturat vórðu latin týsdagin.
It is estimated that 28 dead hostages remained in Gaza before the ceasefire took effect on Friday, and according to the agreement Hamas must hand over the bodies of all of them to Israel.
article_dagur_translated
Mett verður, at 28 deyðir gíslar vóru eftir í Gaza, áðrenn vápnahvíldin kom í gildi fríggjadagin, og Hamas skal sambært avtaluni lata ísraelum líkini av øllum.
One of the four bodies handed over to Israel on Tuesday, however, does not match the information about the dead hostages, says the Israeli military, which adds that Hamas must do everything necessary to hand over the bodies of all the dead hostages.
article_dagur_translated
Eitt av teimum fýra líkunum, sum varð latið ísraelum týsdagin passar tó ikki saman við upplýsingunum um deyðu gíslarnar, sigur ísraelski herurin, sum leggur afturat, at Hamas skal gera alt tað, sum er neyðugt fyri at lata teimum líkini av øllum teimum deyðu gíslunum.
Thus it has been confirmed that the bodies of seven of the dead hostages have been brought out of Gaza.
article_dagur_translated
Sostatt er váttað, at líkini av sjey av teimum deyðu gíslunum eru komin úr Gaza.
The police in Iceland are investigating two cases of drug smuggling that were discovered when Norrøna docked in Seyðisfjörður in September.
article_dagur_translated
Løgreglan í Islandi kannar tvey mál um smugling av rúsevnum, sum vórðu funnin, tá Norrøna legði at í Seyðisfirði í september.
The cases concern a total of 27 kilograms of cocaine, ketamine and MDMA, Icelandic media write, among others.
article_dagur_translated
Málini snúgva seg um tilsamans 27 kilo av kokaini, ketamini og MDMA, skriva íslendskir miðlar, m.a.
The first case involves seven kilos of cocaine, and the second case involves fifteen kilos of ketamine and five kilos of MDMA.
article_dagur_translated
Fyrra málið snýr seg um sjey kilo av kokaini, og seinna málið snýr seg um fimtan kilo av ketamin og fimm kilo av MDMA.
According to the Icelandic broadcaster, Icelandic authorities have never before seized so much ketamine at once.
article_dagur_translated
Sambært íslendsk kringvarpinum hava íslendskir myndugleikar ongantíð áður lagt hald á so nógv ketamin í einum.
Four people have been remanded in custody.
article_dagur_translated
Fýra fólk eru varðhaldsfongslað.
It is reported that none of them are Icelanders, but some have lived in Iceland.
article_dagur_translated
Upplýst verður, at eingir teirra eru íslendingar, men at summir hava bústað í Íslandi.
The care staff are home helpers, health assistants, practical nurses, registered nurses and nursing students.
article_dagur_translated
Røktarstarvsfólkini eru heimahjálparar, heilsuhjálparar, heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðilesandi.
The length of training for registered nurses is 42 months, while practical nurses have a 22-month education and health assistants 15 months.
article_dagur_translated
Longdin á útbúgvingini hjá sjúkrarøktarfrøðingum er 42 mánaðir, meðan heilsurøktarar hava eina útbúgving á 22 mánaðir og heilsuhjálparar á 15 mánaðir.
Home helpers are unskilled.
article_dagur_translated
Heimahjálparar eru ófaklærdir.
The number of home helpers has increased in the years 2016 to 2024, while the number of practical nurses, health assistants and registered nurses has almost remained unchanged.
article_dagur_translated
Talið á heimahjálparum er vaksið í árunum 2016 til 2024, meðan talið á heilsurøktarum, heilsuhjálparum og sjúkrarøktarfrøðingum nærum hevur staðið í stað.
In 2016 home helpers amounted to about 200 full-time equivalents, while in 2024 they were nearly 350 full-time equivalents.
article_dagur_translated
Í 2016 taldu heimahjálparar sløk 200 ársverk, meðan tey í 2024 vóru nærum 350 ársverk.
While health assistants and practical nurses are trained in care, the home helpers are not trained in the field.
article_dagur_translated
Meðan heilsuhjálparar og heilsurøktarar eru útbúgvin innan røkt, eru heimahjálpararnir ikki útbúnir innan økið.
The trend in recent years has therefore been that an increasing share of the care staff are not trained to perform the tasks.
article_dagur_translated
Gongdin seinastu árini hevur sostatt verið, at ein alsamt størri partur av røktarstarvsfólkunum ikki eru útbúgvin til at røkja uppgávuna.
The distribution among the different types of care staff varies for the elderly-care institutions.
article_dagur_translated
Býtið millum ymsu sløgini av røktarstarvsfólkunum er ymisk fyri eldrasamstørvini.
A large share of the staff in Suðuroy are trained as practical nurses compared with the rest of the country, both in 2016 and 2024.
article_dagur_translated
Ein stórur partur av starvsfólkunum í Suðuroynni er útlærdur sum heilsurøktari samanborið við restina av landinum, bæði í 2016 og 2024.
In the rest of the country the proportion of care staff who are home helpers increased in 2024 compared with 2016.
article_dagur_translated
Í restini av landinum er lutfalsligi parturin av røktarstarvsfólkunum, sum eru heimahjálparar, øktur í 2024 samanborið við í 2016.
This trend indicates that it is difficult to supply health assistants and practical nurses, and the causes can be several; for example the location of the education, pay conditions, working conditions or other factors.
article_dagur_translated
Henda gongdin bendir á, at tað er trupult at útvega heilsuhjálparar og heilsurøktarar, og orsøkirnar kunnu vera fleiri; eitt nú staðseting av útbúgvingini, lønarviðurskifti, arbeiðstreytir ella annað.
The future Danish king, Crown Prince Christian, celebrates his 20th birthday today.
article_dagur_translated
Komandi danski kongurin, Christian krúnprinsur hátíðarheldur í dag sín 20 ára føðingardag.
Crown Prince Christian is the eldest of four children of King Frederik and Queen Mary.
article_dagur_translated
Christian krúnprinsur er elstur av fýra børnum hjá Fríðriki kongi og Mary drotning.
Christian Valdemar Henri John, Prince of Denmark, Count of Monpezat, was born at Rigshospitalet in Copenhagen on 15 October 2005.
article_dagur_translated
Christian Valdemar Henri John, prinsur av Danmark, greivi av Monpezat varð føddur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn 15. oktober 2005.
He completed his upper secondary education at Ordrup Gymnasium in the summer of 2024.
article_dagur_translated
Hann varð liðugur við miðnámsútbúgving sína á Ordrup Gymnasium á sumri 2024.
Afterwards he went on a cultural trip to East Africa and began his military service in Slagelse.
article_dagur_translated
Síðan fór hann á menningarferð til Eysturafrika, og fór undir herskyldu í Slagelse.
This summer the crown prince began a lieutenant training course.
article_dagur_translated
Í summar fór krúnprinsurin undir eina loytnantútbúgving.
The training lasts one year, so he will therefore finish next summer.
article_dagur_translated
Útbúgvingin tekur eitt ár, og verður hann sostatt liðugur næsta summar.
In the past 12 months, about 13.5 billion kroner were paid out in wages in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Seinastu 12 mánaðirnar vórðu um 13,5 milliardir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum.
That is an increase of 912 million - or 7.3 percent - compared with the previous 12 months, writes the Statistics Office.
article_dagur_translated
Tað er ein vøkstur á 912 milliónir - ella 7,3 prosent - í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.
The largest increase in kroner was among those working in agriculture, forestry and fishing, and the increase is especially large in demersal fishing, where wages paid were about 164 million - or 52 percent - higher in the past 12 months compared with the previous 12 months.
article_dagur_translated
Størsti vøkstur í krónum áttu tey, sum arbeiða innan landbúnað, skógrøkt og fiskiveiðu, og vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru góðar 164 milliónir - ella 52 prosent - størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
Of the 912 million kroner increase, men accounted for the larger part with more than 60 percent.
article_dagur_translated
Av vøkstrinum á 912 milliónir krónur áttu menn størra partin við meira enn 60 prosentum.
In September, 1.15 billion was paid out in wages.
article_dagur_translated
Í september varð 1,15 milliard útgoldin í lønum.
That month the average wage per person was 36,983, which is eight percent higher than in September last year.
article_dagur_translated
Sama mánað var miðallønin fyri hvønn persón 36.983, og tað er átta prosent hægri enn í september í fjør.