en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
It involved a man and a woman, who were both arrested. | article_dagur_translated | Talan var um ein mann og eina kvinnu, sum bæði vórðu handtikin. |
The man remains in police custody, and the plan is to bring him before the court later today, says the duty officer at the police station in Tórshavn. | article_dagur_translated | Maðurin er framvegis í varðhaldi hjá løgregluni, og ætlanin er at framstilla hann í rættinum seinni í dag, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. |
The reason is, as it seems, that this is not his first burglary. | article_dagur_translated | Orsøkin er, sum skilst, at hetta ikki er fyrsta innbrot hansara. |
The break-in occurred on Friday night, but the break-ins at the Old Bookstore and Hotel Tórshavn were not reported until 11:00 and 16:30, respectively. | article_dagur_translated | Brotið varð inn fríggjanáttina, men innbrotini í Gamla Bókhandli og Hotel Tórshavn vórðu ikki meldað fyrr enn klokkan ávikavist 11 og 16.30. |
Nothing was stolen from the Old Bookstore, but a small amount of money and alcoholic beverages were taken from Hotel Tórshavn. | article_dagur_translated | Í Gamla Bókhandli varð einki stolið, men eitt sindur av peningi og rúsdrekka varð tikið frá Hotel Tórshavn. |
Many people were in town last night, but despite that it has been very peaceful, says the shift supervisor at the police station in Tórshavn this morning. | article_dagur_translated | Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, men hóast tað, hevur tað verið hampiliga friðarligt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun. |
However, the police had three visitors at the station during the night. | article_dagur_translated | Tó hevur løgreglan havt tríggjar gestir á støðini í nátt. |
A man was arrested just before four o'clock last night after he had shown the police the middle finger. | article_dagur_translated | Ein maður varð tikin beint áðrenn klokkan fýra í nátt, eftir at hann hevði víst løgregluni longutong. |
That results in a fine for violating public order rules, but in addition he also refused to tell the police who he was, which one is obliged to do when the police ask. | article_dagur_translated | Tað gevur eina bót á brot fyri skilhaldsreglurnar, men umframt hetta vildi hann heldur ikki siga løgregluni, hvør hann var, sum mann hevur skyldu til, tá løgreglan spyr. |
Therefore he was taken to the station. | article_dagur_translated | Tí varð hann tikin við á støðina. |
Shortly before three o'clock two men were also taken to the station for being disorderly at a bar. | article_dagur_translated | Stutt áðrenn klokkan trý vórðu tveir mans eisini tiknir við á støðina fyri at hava verið ófriðarligir á einum skeinkistaði. |
That results in a fine for a violation of public order rules in part. | article_dagur_translated | Tað gevur eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar í part. |
One of the men also made a racist remark towards a police officer, and he will also receive a fine for that. | article_dagur_translated | Tann eini maðurin kom eisini við rasistiskum útsagnum móti einum løgreglufólki, og tað fær hann eisini eina bót fyri. |
In addition to these two fines, he also committed vandalism at the police station when he was released early this morning, and thus there are three charges against this one man. | article_dagur_translated | Umfalt hesar báðar bøturnar, gjørdi hann eisini herverk á løgreglustøðini, tá hann varð leyslatin tíðliga í morgun, og sostatt er talan um tríggjar skuldsetingar móti hesum eina manninum. |
At this year’s Tourism Conference, which was held at the Hilton Garden Inn on Friday evening, three awards were given for special achievements in the tourism industry. | article_dagur_translated | Á ársins Ferðavinnustevnu, sum varð hildin á Hilton Garden Inn fríggjakvøldið vórðu tríggjar heiðrar latnir fyri serlig avrik í ferðavinnuni. |
They went to Fríðun Jacobsen, við Tjarnir and Poul Andrias Ziska. | article_dagur_translated | Teir fóru til Fríðun Jacobsen, við Tjarnir og Poul Andrias Ziska. |
Awards were given for Tourism Person of the Year, Initiative of the Year and Achievement of the Year. | article_dagur_translated | Heiðrar vórðu latnir fyri Ársins ferðavinnufólk, Ársins átak og Ársins avrik. |
Vinnuhúsið writes the following about the awards: | article_dagur_translated | Vinnuhúsið skrivar soleiðis um handanina: |
Tourism Person of the Year became Fríðun Jacobsen: | article_dagur_translated | Ársins ferðavinnufólk gjørdist Fríðun Jacobsen: |
This certificate of honor is awarded to those who shape the guest experience in the Faroe Islands daily – those who are in direct contact with tourists and make everything work. | article_dagur_translated | Hetta heiðursbrævið verður latið teimum, sum dagliga mynda gestaupplivingina í Føroyum – teimum, sum eru í beinleiðis samskifti við ferðafólk og fáa alt at rigga. |
The reasoning stated, among other things: | article_dagur_translated | Í grundgevingini varð m.a. sagt: |
– This year’s winner is someone who makes everything work. | article_dagur_translated | – Vinnarin í ár er ein, sum fær alt at rigga. |
She does not demand a great deal of space, but knows how to create space for others – guests, colleagues and all who benefit from her work. | article_dagur_translated | Hon krevur ikki stórvegis rúm, men dugir at skapa rúm fyri øðrum – gestum, starvsfeløgum og øllum teimum, sum fáa gleði av hennara arbeiði. |
For many years she has been the lifeblood of Faroese tourism and is an image of the best we have to offer. | article_dagur_translated | Í nógv ár hevur hon verið lívæðrin í føroysku ferðavinnuni og er ein ímynd av tí besta, vit hava at bjóða. |
She knows every route and every detail, but above all she knows how to make guests feel welcome, happy and safe. | article_dagur_translated | Hon kennir hvørja ferðaleið og hvørja smálut, men fyrst og fremst veit hon, hvussu vit fáa gestir at kenna seg vælkomnar, glaðar og tryggar. |
Initiative of the Year became við Tjarnir: | article_dagur_translated | Ársins átak gjørdist við Tjarnir: |
The Initiative of the Year award is given to those who dare to think and work in new ways – and who through their activities develop and strengthen the tourism industry. | article_dagur_translated | Heiðursbrævið Ársins átak verður latið teimum, sum hava dirvi at hugsa og arbeiða nýtt – og sum við sínum virksemi menna og styrkja ferðavinnuna. |
The citation included, among other things: | article_dagur_translated | Í grundgevingini stóð millum annað: |
– This year’s winner not only talks about dreams, but puts them into action. | article_dagur_translated | – Vinnarin í ár tosar ikki bara um dreymar, men setir teir í verk. |
The initiative has created frameworks we have never seen before in the Faroe Islands, and has pushed the boundaries of what we consider possible. | article_dagur_translated | Átakið hevur skapt karmar, vit ongantíð áður hava sæð í Føroyum, og hevur flutt mörkini fyri, hvat vit halda vera gjørligt. |
Here we can gather, sing, play, learn and hold conferences and concerts all year round. | article_dagur_translated | Her kunnu vit savnast, syngja, spæla, læra og halda ráðstevnur og konsertir alt árið. |
The venue has already given the Faroe Islands new life and new opportunities. | article_dagur_translated | Staðið hevur longu givið Føroyum nýtt lív og nýggjar møguleikar. |
The Award for Achievement of the Year went to Poul Andrias Ziska: | article_dagur_translated | Heiðurin fyri Ársins avrik fekk Poul Andrias Ziska: |
The Achievement of the Year award is given to those who have elevated the tourism industry to a higher level and put the Faroe Islands on the international map. | article_dagur_translated | Heiðurin Ársins avrik verður latin teimum, sum hava lyft ferðavinnuna upp á eitt hægri stig og sett Føroyar á altjóða kortið. |
The justification read as follows: | article_dagur_translated | Grundgevingin ljóðaði soleiðis: |
– This is about someone who, even as a young person, showed that he had something very special. | article_dagur_translated | – Talan er um ein, sum longu sum ungur vísti, at hann hevði nakað heilt serligt. |
With attention to detail, creativity and immense determination he has proven that Faroese raw materials and Faroese will can reach the world’s highest peaks. | article_dagur_translated | Við nærlagni, skapanarhugi og ómetaligum ágrýtni hevur hann prógvað, at føroyskar rávørur og føroyskur vilji kunnu røkka heimsins hægstu tindar. |
He has led a development that has put the Faroe Islands on the gastronomic world map – and has now reclaimed the stars everyone talks about. | article_dagur_translated | Hann hevur staðið á odda fyri einari menning, sum hevur sett Føroyar á gastronomiska heimskortið – og nú endurvunnið stjørnurnar, sum øll tosa um. |
On the judging panel sat Henny á Líknargøtu, Ferðavinnufelagið; Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands; and Annika Lisberg, the Tourist Information Offices. | article_dagur_translated | Í dómsnevndini sótu Henny á Líknargøtu, Ferðavinnufelagið; Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands; og Annika Lisberg, Kunningarstovurnar. |
Earlier this week the Philippine islands were hit by the deadly Kalmaegi storm, and rescue operations in the hard-hit Cebu region are now temporarily halted because a new storm named Fung-wong is on the way, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Fyrr í vikuni vórðu Filipsoyggjarnar raktar av deyðiligu Kalmaegi-ódnini, og bjargingararbeiðið í hart rakta Cebu-landslutinum er nú fyribils steðgað upp, tí ein nýggj ódn, sum hevur fingið navnið Fung-wong, er ávegis, skrivar Ritzau. |
In addition to strong winds a lot of rainfall can also be expected, 200 millimetres or more. | article_dagur_translated | Umframt harðan vind kann eisini væntast nógv avfall, 200 milimetrar ella meira. |
This can cause extensive flooding, says a meteorologist with the Philippine government. | article_dagur_translated | Hetta kann elva til umfatandi vatnflóðir, sigur veðurfrøðingur hjá filipinsku stjórnini. |
Last night the storm was moving westward toward the island of Luzon with a wind speed of 38 m/s and gusts up to 47 m/s. | article_dagur_translated | Í nátt var ódnin ávegis vestureftir móti oynni Luzon við einari vindstyrki á 38 m/s og hvirlum upp í 47 m/s. |
In the Aurora province, which Fung-wong is expected to hit late Sunday or early Monday, rescue workers have gone door to door urging residents to move to higher ground. | article_dagur_translated | Í landslutinum Aurora, sum Fung-wong væntast at raka seint sunnudagin ella tíðliga mánadagin, eru bjargingarfólk farin frá hurð til hurð fyri at heita á íbúgvar um at leita sær móti hægri lendi. |
On the island of Catanduanes residents have secured their houses and placed weights on the roofs. | article_dagur_translated | Á oynni Catanduanes hava íbúgvar bundið hús síni føst og hava lagt vektir á tekjurnar. |
The storm Kalmaegi, which is considered to be the deadliest this year, has so far claimed at least 204 lives. | article_dagur_translated | Ódnin Kalmaegi, sum verður mett at vera tann deyðiligasta í ár, hevur higartil kravt í minsta lagi 204 mannalív. |
One hundred nine people are missing. | article_dagur_translated | 109 fólk eru saknað. |
Seventy percent of the victims lived in Cebu, where 57 people are missing. | article_dagur_translated | 70 prosent av ofrunum búðu í Cebu, har 57 fólk eru saknað. |
But rescue operations are, as previously mentioned, temporarily halted to protect the rescue workers. | article_dagur_translated | Men bjargingararbeiðið er, sum áður nevnt, fyribils steðgað upp fyri at verja bjargingarfólkini. |
Hamas has now handed over to Israel the bodies of 23 of the 28 deceased hostages who remained in the Gaza Strip when the ceasefire agreement came into effect nearly a month ago, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Hamas hevur nú handað Ísrael líkini av 23 av 28 deyðum gíslum, sum vóru eftir í Gazageiranum, tá avtalan um vápnahvíld kom í gildi fyri nærum einum mánað síðani, skrivar Ritzau. |
Yesterday Israel received another body, and it is now confirmed that it is one of the hostages. | article_dagur_translated | Í gjár fekk Ísrael enn eitt lík, og tað er nú váttað, at talan er um ein av gíslunum. |
According to the ceasefire agreement that came into force on October 10, the 48 hostages who were still in the Gaza Strip were to be released. | article_dagur_translated | Sambært avtaluni um vápnahvíld, sum kom í gildi 10. oktober, skuldu teir 48 gíslarnir, sum enn vóru í Gazageiranum, leyslatast. |
In addition to the 28 deceased, 20 other hostages were still alive. | article_dagur_translated | Ummframt teir 28 deyðu vóru 20 aðrir gíslar framvegis á lívi. |
They were released in October. | article_dagur_translated | Teir vórðu leyslatnir í oktober. |
In return, Israel has released around 2,000 Palestinian prisoners from Israeli jails. | article_dagur_translated | Afturfyri hevur Ísrael latið umleið 2000 palestinskar fangar leysar úr ísraelskum fongslum. |
Among the 23 bodies that Israel has received are 20 Israelis. | article_dagur_translated | Millum tey 23 líkini, sum Ísrael hevur fingið, eru 20 ísraelar. |
The others are from Thailand, Nepal and Tanzania, respectively. | article_dagur_translated | Hini eru úr ávikavist Thailandi, Nepal og Tansania. |
Israel has criticized Hamas for taking too long to evacuate the dead hostages, but according to the Palestinian movement it is a slow process because many bodies lie under the rubble in the war-torn area. | article_dagur_translated | Ísrael hevur funnist at Hamas fyri at vera ov leingi um at útflýggja deyðu gíslarnar, men sambært palestinsku rørsluni er talan um eina drúgva tilgongd, tí at nógv lík liggja undir toftunum í krígsrakta økinum. |
Through the language we understand one another and ourselves. | article_dagur_translated | Við málinum fata vit hvørt annað og okkum sjálv. |
The language is the bearer of our history, knowledge, and identity. | article_dagur_translated | Málið er berari av søgu okkara, vitan og samleika okkara. |
The language is not just a tool - the Faroese language is the heartbeat that ties generations together and shapes our shared reality. | article_dagur_translated | Málið er ikki bara eitt amboð - føroyska málið er hjartaslátturin, sum knýtur saman ættarlið og myndar okkara felags veruleika. |
But how do we nurture and protect the language? | article_dagur_translated | Men hvussu røkta og verja vit málið? |
In a reality marked by globalization, digitization, and artificial intelligence, there are major challenges ahead for the Faroese language - as there are for other small languages. | article_dagur_translated | Í einum veruleika, sum er merktur av alheimsgerð, talgilding og vitlíki, eru stórar avbjóðingar fyri framman hjá føroyska málinum - eins og hjá øðrum smámálum. |
When knowledge is not available in the mother tongue, when technology does not understand the language, and when literature is threatened by automated writing, we can lose more than words. | article_dagur_translated | Tá vitan ikki er til á móðurmálinum, tá tøknin ikki skilir málið, og tá bókmentirnar verða hóttar av sjálvvirkandi skriving, kunnu vit missa meira enn orð. |
Our relationship with ourselves is at risk. | article_dagur_translated | Okkara samband við okkum sjálv stendur fyri hóttafalli. |
At the Book Days 2025 the Faroese language will be placed at the center with three events that each in their own way address how we use the language, how we preserve it, and how it is challenged - in research, in literature, and in public debate. | article_dagur_translated | Á Bókadøgum 2025 verður føroyska málið sett í miðdepilin við trimum tiltøkum, sum á hvønn sín hátt eru um, hvussu vit brúka málið, hvussu vit varðveita málið, og hvussu málið verður avbjóðað - í gransking, í bókmentum og í samfelagskjaki. |
Professional books in Faroese – who takes responsibility? | article_dagur_translated | Yrkisbøkur á føroyskum – hvør tekur ábyrgd? |
How do we ensure knowledge in our own language? | article_dagur_translated | Hvussu tryggja vit okkum vitan á okkara egna máli? |
This discussion is about the significance of when professional literature on Faroese affairs is not available in Faroese - and who is responsible for changing that. | article_dagur_translated | Hendan samrøðan er um, hvønn týdning tað hevur, tá yrkisbókmentir um føroysk viðurskifti ikki eru til á føroyskum - og hvør hevur ábyrgd av at broyta hetta. |
The panel debates both challenges and opportunities to create and disseminate new knowledge, and what we lose when the language falls short. | article_dagur_translated | Pallborðið kjakast um bæði avbjóðingar og møguleikar at gera og breiða út nýggjan kunnleika, og um hvat vit missa, tá málið ikki røkkur til. |
The discussion is based on the work of the publishing house Fróðskapur in publishing high-quality professional books about the Faroese reality. | article_dagur_translated | Samrøðan er grundað á arbeiðið hjá Forlagnum Fróðskapi at útgeva dygdargóðar yrkisbøkur um føroyska veruleikan. |
Organizer: Forlagið Fróðskapur. | article_dagur_translated | Fyriskipari: Forlagið Fróðskapur |
Faroese language history – Volume 1: The Beginning. | article_dagur_translated | Føroysk málsøga – Bind 1: Byrjanin |
Where does the Faroese language originate from - and what does the language tell us about ourselves as a society? | article_dagur_translated | Hvaðani stavar føroyska málið – og hvat sigur málið um okkum sum samfelag? |
At this publication event the first volume of Faroese language history will be presented - the most comprehensive work on Faroese language history. | article_dagur_translated | Á hesum útgávutiltakinum verður fyrsta bindið av Føroysk málsøga løgd fram - mætasta bókaverkið um føroyska málsøgu. |
Researchers from several countries explain how the language came into being, about its development and significance, and open up a broader debate about linguistic varieties, ideology, and the social importance of the language. | article_dagur_translated | Granskarar úr fleiri londum greiða frá, hvussu málið varð til, um menning og týdning av málinum og lata upp fyri einum rúmari kjaki um málføri, hugmyndafrøði og samfelagsliga týdningin av málinum. |
Organizer: The Faroese Research Council (Fróðskaparsetur Føroya). | article_dagur_translated | Fyriskipari: Fróðskaparsetur Føroya. |
Why should we write in Faroese? | article_dagur_translated | Hví skulu vit skriva føroyskt? |
In this new reality, where artificial intelligence changes the way we write and read, this panel discussion will focus attention on the Faroese language as a subject for literature and culture. | article_dagur_translated | Í hesum nýggja veruleika, har vitlíki broytir mátan, vit skriva og lesa, fer hetta pallborðskjakið at seta sjóneykuna á føroyska málið sum mál fyri bókmentir og mentan. |
What impact does technology have on small languages - and on the rights of authors? | article_dagur_translated | Hvørja ávirkan hevur tøknin á smámálini - og á rættindi hjá rithøvundum? |
The debate opens up speculation about the future of Faroese literature and the role of the language in a digital reality. | article_dagur_translated | Kjakið letur upp fyri grunan um framtíðina hjá føroyskum bókmentum og leiklutin hjá málinum í einum talgildum veruleika. |
Organizer: The Writers' Association of the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya. |
Three events - one common goal: to strengthen the Faroese language as a carrier of knowledge, culture, and public debate. | article_dagur_translated | Trý tiltøk - eitt felags endamál: at styrkja føroyska málið sum berari av vitan, mentan og samfelagskjaki. |
The events are free, and registration is not required. | article_dagur_translated | Tiltøkini eru ókeypis, og ikki er neyðugt við tilmelding. |
See the full program at nlh.fo. | article_dagur_translated | Sí alla skránna á nlh.fo. |
Turkey has issued warrants for the arrest of Israeli Prime Minister Benjamin Netanyahu and several of his ministers, according to a statement from the Turkish prosecutor's office. | article_dagur_translated | Turkaland hevur givið boð um at handtaka ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu og fleiri av hansara ráðharrum, framgongur av fráboðanini frá turkiska ákærumyndugleikanum. |
The reason is that they are accused of committing genocide and crimes against humanity in connection with the war in the Gaza Strip. | article_dagur_translated | Orsøkin er, at teir eru lagdir undir at hava framt fólkadráp og brotsverk móti mannaættini í sambandi við kríggið í Gazageiranum. |
Among other things, they are held responsible for an attack on a Turkish-built hospital in Gaza in March. | article_dagur_translated | M.a. fáa hesir ábyrgdina fyri eitt álop á eitt turkiskt-bygt sjúkrahús í Gaza í mars. |
The arrest warrants cover 37 Israelis, including Israeli Defense Minister Israel Katz, Ritzau reports. | article_dagur_translated | Handtøkuboðini umfata 37 ísraelar, harímillum eisini ísraelska verjumálaráðharranum Israel Katz, skrivar Ritzau. |
The International Criminal Court (ICC) issued warrants in November 2024 for the arrest of Netanyahu and former Israeli Defense Minister Yoav Gallant for genocide. | article_dagur_translated | Altjóða revsidólstólurin (ICC) gav í november 2024 boð um, at Netanyahu og fyrrverandi ísraelski verjumálaráðharrin, Yoav Gallant skulu handtakast fyri fólkadráp. |
The ICC also issued warrants for the arrest of three leaders of the Palestinian Hamas movement for war crimes, but those warrants were withdrawn after the leaders were killed in Gaza. | article_dagur_translated | ICC gav eisini boð um at handtaka tríggjar leiðarar úr palestinsku Hamas-rørsluni fyri krígsbrotsverk, men hesi handtøkuboðini vórðu tikin aftur, eftir at leiðararnir vórðu dripnir í Gaza. |
At a staff meeting on Thursday, the same day the daycare Lítlifløttur turned 19 years old, four employees at the center were honored for having worked for Sjóvar municipality for 25 years. | article_dagur_translated | Á starvsfólkafundi hósdagin, sama dag, sum dagstovnurin Lítlifløttur fylti 19 ár, vórðu fýra starvsfólk á stovninum heiðrað fyri at hava verið í starvi hjá Sjóvar kommunu í 25 ár. |
Paula Frederiksberg, Anna Juul Frederiksberg, Marjun Johansen and Sóleyð Debes Joensen were all daycare mothers before the center opened, and since then they have worked at the center, the municipality writes. | article_dagur_translated | Paula Frederiksberg, Anna Juul Frederiksberg, Marjun Johansen og Sóleyð Debes Joensen vóru allar dagførktarmammur, áðrenn stovnurin lat upp, og síðani hava tær arbeitt á stovninum, skrivar kommunan. |
The mayor, Hans Anders Jacobsen, presented them with bouquets of flowers and a gift from Lítlafløttur. | article_dagur_translated | Borgarstjórin, Hans Anders Jacobsen handaði teimum blómutyssi og gávu frá Lítlafløtti. |
On Wednesday there was a farewell ceremony for Kristian Olsen, who has been fire chief in the Sørvágur Fire Brigade for 40 years, and several colleagues, both on the island and elsewhere in the country, attended to greet Kristian and pay their respects, writes Sørvágur municipality. | article_dagur_translated | Mikudagin var fráfaringarløta fyri Kristian Olsen, sum hevur verið brandleiðari í Sørvágs Sløkkiliði í 40 ár, og fleiri starvsfelagar, bæði í oynni og landinum annars vóru møtt at heilsa uppá Kristian, og bera honum eina heilsu, skrivar Sørvágs kommuna. |
“For 40 years you, Kristian, have been the fire chief of the Sørvágur Fire Brigade. | article_dagur_translated | – Í 40 ár hevur tú, Kristian, verið brandleiðari hjá Sørvágs Sløkkiliði. |
That means that for forty years you have been the person people relied on when a fire broke out, when accidents of various kinds occurred, or when someone needed help. | article_dagur_translated | Tað merkir, at tú í fjøruti ár hevur verið tann, sum fólk hava stólað uppá, tá eldur hevur tikið seg upp, tá óhapp av ymiskum slag hava verið, ella tá onkur hevur tørvað hjálp. |
You have been ready day and night, summer and winter, regardless of the hour, the weather, or holidays, said Eyð Ellingsgaard, mayor, among others, in his speech. | article_dagur_translated | Tú hevur verið klárur dag og nátt, summar og vetur, uttan mun til klokku, veður ella høgtíð, segði Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri m.a. í røðu sínari, |
“Being a firefighter, and especially a fire chief, is not just a job, it is a calling. | article_dagur_translated | – At vera brandmaður, og serliga brandleiðari, er ikki bara eitt starv, tað er eitt kall. |
It requires courage, calm, responsibility and a heart that beats for others. | article_dagur_translated | Tað krevur dirvi, ró, ábyrgd og eitt hjarta, sum slær fyri onnur. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.