en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
In 2023 Queen Machine participated in the live broadcast 'Knæk Cancer' on TV2.
article_dagur_translated
Í 2023 luttók Queen Machine í beinleiðis sendingini ‘Knæk Cancer" á TV2.
Queen Machine was voted the evening's best act by viewers and, together with all of Denmark, helped raise 113 million for the Danish Cancer Society.
article_dagur_translated
Queen Machine var av hyggjarum kosið sum kvøldsins besta innslag og var, saman við øllum Danmark, við til at savna 113 milliónir inn til danska krabbameinsfelagið.
In 2024 Queen Machine toured with Danmarks Underholdningsorkester, where Queen's iconic songs received a symphonic sound.
article_dagur_translated
Í 2024 var Queen Machine á konsertferð við Danmarks Underholdningsorkester, har ikonisku løgini hjá Queen fingu ein symfoniskan ljóm.
The tour was a roaring success, including three sold-out concerts at DR Koncerthuset in Copenhagen.
article_dagur_translated
Ferðin var ein dundrandi suksess við millum annað trimum útseldum konsertum í DR Koncerthuset í Keypmannahavn.
2025 began with four sold-out concerts at the Copenhagen Opera House with the show 'Our Night At The Opera'.
article_dagur_translated
2025 byrjaði við fýra útseldum konsertum í Operahúsinum í Keypmannahavn við showinum "Our Night At The Opera".
The year ends with a huge concert tour based on the 40th anniversary celebration of the LIVE AID concerts from 1985.
article_dagur_translated
Árið endar við yvir risastórari konsertferð, sum tekur støði í 40-ára hátíðarhaldinum fyri LIVE AID-konsertini frá 1985.
It is EpicLive that is organizing the concerts with Queen Machine in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Tað er EpicLive, ið skipar fyri konsertini við Queen Machine í Føroyum.
Tickets go on sale at tjarnir.fo on Friday at 13:00.
article_dagur_translated
Atgongumerkini fara til sølu á tjarnir.fo fríggjadagin kl. 13.00.
Well-known Dagur and the weekly host and journalist at Kringvarp Føroya, John Johannesen, has publicly stated that he was attacked in the nightlife last weekend because he is gay.
article_dagur_translated
Kendi Dagur og viku-verturin og journalisturin í Kringvarpi Føroya, John Johannesen hevur alment greitt frá, at hann varð álopin í náttarlívinum síðsta vikuskiftið, tí hann er samkyndur.
that two people have reported John Johannesen for being too forward toward them that same night.
article_dagur_translated
at tveir persónar hava meldað John Johannesen fyri at vera ov nærgangandi móti sær hetta sama náttina.
Frihedsbrevet, which has obtained insight into the police records from that night, writes that John Johannesen has been reported for indecent exposure, because on the dance floor at Blábarr he is said to have touched a penis.
article_dagur_translated
Frihedsbrevet, sum hevur fingið innlit í skrásetingarnar hjá løgregluni hesa náttina, skrivar, at John Johannesen er meldaður fyri blúnisbrot, tí hann á dansigólvinum í Blábarr skal hava nortið við skrevið.
John Johannesen ended up in the hospital that night, and he tells the media that it is documented that he received a cut to the forehead, a skull fracture, and a concussion from the attack that night.
article_dagur_translated
John Johannesen endaði so á sjúkrahúsinum hetta kvøldið, og hann sigur við miðilin, at tað er skjalfest, at hann fekk rivu í pannuna, skallabrot og heilaskjálvta av álopinum hesa náttina.
Lions Suðuroy has granted Fab-Lab in Vágur 25,000 kroner for a fairly specialized pilot project with the aim of recycling old plastic.
article_dagur_translated
Lions Suðuroy hevur játtað Fab-Lab í Vági 25.000 krónur til eina rættiliga sermerkta royndarverkætlan við tí endamáli at endurnýta gamalt plast.
The goal is to reuse plastic that would otherwise be thrown away and to make various items from it.
article_dagur_translated
Endamálið er at endurnýta plast, sum annars er tveitt burtur, og gera ymsar lutir burtur úr tí.
In that context, they are in the process of acquiring the necessary equipment for the purpose.
article_dagur_translated
Í tí sambandi eru tey í ferð við at útvega sær neyðugu útgerðina til endamálið.
It is this equipment that the gift from Lions is intended to be used for.
article_dagur_translated
Tað er hesa útgerðina, gávan frá Lions skal brúkast til.
Tina Grønbech, manager of Fab-Lab in Vágur, says the overall aim of the project is to make children and young people aware of recycling and to show them how the lifespan of plastic can be extended by reusing it instead of just throwing it into the trash.
article_dagur_translated
Tina Grønbech, leiðari á Fab-Lab, í Vági sigur, at yvirskipaða endamálið við verkætlanini at gera børn og ung tilvitað um endurnýtslu og at vísa teimum, hvussu livitíðin hjá plasti kann leingjast við at endurnýta tað, heldur enn bara at tveita tað í skrell.
The idea is that children and young people will collect plastic which they can then bring to Fab-Lab and turn into a useful item that they can take home.
article_dagur_translated
Hugsanin er, at børn og ung fara at samla plast saman, sum tey síðani kunnu fara í Fab-Lab við og gera onkran nyttugan lut burtur úr tí, sum tey síðani fáa heim við.
The project also aims to organize workshops for school pupils where they can make various things from recycled plastic and then take them home.
article_dagur_translated
Endamálið er eisini at skipa fyri verkstovum fyri skúlanæmingum, har tey sleppa at gera ymiskt burtur úr endurnýttum plasti og sum tey síðani kunnu fáa heim aftur við sær.
They will start small with specific types of plastic, for example candy tins, which are numerous and discarded everywhere, especially after Christmas.
article_dagur_translated
Byrjað verður í smáum við ávísum sløgum av plasti, eitt nú karamellublikkum, sum liggja í hópatali og sløðast allastaðni, ikki minst eftir jól.
And if they get everything to work, the plan, as a next step, is also to use other types of plastic and possibly fabrics and paper that are thrown away.
article_dagur_translated
Og fáa tey alt at rigga, er ætlanin, sum frálíður, eisini at brúka onnur sløg av plasti og kanska eisini klæði og pløgg, sum eru tveitt burtur.
Tina Grønbech says the first thing they will make from recycled plastic are keychains with a remote lock hook to attach to a belt.
article_dagur_translated
Tina Grønbech sigur, at tað fyrsta tey fara at gera burtur úr endurvunnum plasti, eru lyklaringar við fjarðalási at krøkja í beltið.
They are also thinking a lot about making something we use a lot of, namely sheep tags.
article_dagur_translated
Annars hugsa tey nógv um at gera nakað, vit brúka nógv av, nevniliga seyðaspjaldur.
But it is also possible to make hooks, coasters and all sorts of other things.
article_dagur_translated
Men annars ber eisini til gera knakar, bikør og alt møguligt annað.
There is almost no limit to what can be made from recycled plastic, says Tina Grønbech.
article_dagur_translated
Tað er næstan ikki mark fyri, hvat kann gerast burtur úr endurvunnum plasti, sigur Tina Grønbech.
Below is a video clip about the plan:
article_dagur_translated
Herundir er eitt  filmsbrot um ætlanina:
Now that the frost/ice has arrived, a recurring problem for the police is that children and young people are being reported throwing chunks of ice at cars.
article_dagur_translated
Nú kavin er komin er ein afturvendandi trupulleiki hjá løgregluni, at boðað verður frá børnum og ungum, ið kasta við kavabløkum eftir bilum.
This may seem like a minor problem, but it can also have more serious consequences.
article_dagur_translated
Hetta kann virka sum ein lítil trupulleiki, men tað kann eisini fáa álvarsligari fylgjur.
Last night at about half past nine it happened that the windshield of a car driving in Leirvík was smashed.
article_dagur_translated
Í gjárkvöldið um hálvgun tíggju tíðina hendi tað, at forrúturin á einum bili, sum koyrdi í Leirvík fór í knús.
No one was injured in the incident because the driver managed to stop the car before anything happened.
article_dagur_translated
Tað hendi eingin fólkaskaði av hendingini, tí bilførarin náddi at støðga bilinum áðrenn nakað hendi.
But there was an infant in the car, so naturally thoughts began to race.
article_dagur_translated
Men inni í bilinum var eitt pinkubarn, so sjálvandi fóru tankarnir í gongd.
Several youths were seen running away from the scene after the incident, but the police have not identified any of them, and therefore no one has been charged for the incident, the police duty officer reports, who appeals to people to think carefully before coming up with such brutal acts.
article_dagur_translated
Fleiri ung vórðu sædd renna frá staðnum eftir hendingina, men løgreglan hevur ikki funnið fram til nakran av teimum, og tí er ongin skuldsettur fyri hendingina, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni, sum hevur eina áheitan á fólk um at hugsa seg væl um áðrenn funnið verður upp á slíkar beistagerðir.
Last night there was a break-in at a restaurant that sells prepared food out of the building.
article_dagur_translated
Í gjáranáttina var innbrot í einum matstaði, ið selur liðurgjørdan mat út úr húsinum.
The restaurant is located in the small building opposite the theater in Tórshavn, which was once called the 'white kiosk' and now sells takeaway food.
article_dagur_translated
Talan er um matstaðið, ið hevur bústað í smáttuni yvir av sjónleikarhúsinum í Havn, sum einaferð var rópt ‘hvíta kiosk’, og sum nú selur teilendskan mat.
Uninvited visitors had been inside and left with the cash float.
article_dagur_translated
Óbodnir gestir hava verið inni og eru farnir avstað við vekslipengunum.
It is not a large amount, the police duty officer reports.
article_dagur_translated
Talan er ikki um nakra stóra upphædd, upplýsir vaktleiðarin hjá politinum.
Work is being carried out on the case, and the police have collected 'biological traces' to follow up on, it is reported.
article_dagur_translated
Arbeitt verður við málinum, og løgreglan hevur savnað ‘lívfrøðilig spor’ spor at ganga eftir, verður upplýst
A Russian ship, which was heading into British waters, used a laser to interfere with a British military aircraft.
article_dagur_translated
Eitt russiskt skip, sum var á veg inn í bretskt sjóøki, brúkti lasara til at órógvar eitt bretskt hernaðarflogfar.
The British defense secretary, John Healey, reported this at a press conference yesterday.
article_dagur_translated
Herum greiddi bretski verjumálaráðharrin, John Healey, frá á tíðindafundi í gjár.
The Russian ship was located north of Scotland when it was heading into British waters.
article_dagur_translated
Russiska skipið var statt norðan fyri Skotland, tá tað var á veg inn í bretsktan sjógv.
Because this was the second time in a short period that the ship displayed this behavior, a Royal Navy frigate and a RAF Poseidon P-8 military aircraft went to the area to follow the ship when the aircrew were disrupted by a laser from the vessel.
article_dagur_translated
Av tí at hetta varð aðru ferð innan stutta tíð, at skipið vísti henda atburð, fór ein fregatt frá Royal Navy og eitt Poseidan P-8 hernaðarfogfar hjá RAF til økið at fylgja skipinum, tá flogskipararnir vórðu órógvaðir av einum lasara frá skipinum.
John Healey did not hesitate to call the ship a spy ship and the incident 'very dangerous'.
article_dagur_translated
John Healey himprast ikki við at kalla skipið fyri eitt njósnaraskip, og hendingina fyri ‘sera vandamikla’.
At the press conference the British minister also addressed the Russian president, Vladimir Putin, directly with a message.
article_dagur_translated
Bretski ráðharrin vendi sær á tíðindafundinum eisini beinleiðis til russiska forsetan, Vladimir Putin, við einum boðum.
- We see you and know what you are doing. And if the ship continues south, we are ready.
article_dagur_translated
- Vit síggja teg, og vita hvat tú gert. Og um skipið heldur fram suðureftir, so eru vit til reiðar.
The Russian embassy in London has issued a statement saying that they 'are not interested in British submarine communications'.
article_dagur_translated
Russiska sendistovan í London hevur sent út eina fráboðan, har sagt verður, at tey ‘ikki eru áhugað í bretskum undirsjóvarsamskifti’.
- Our actions are not directed against British interests and do not aim to undermine the country's security, the statement from the Russian embassy says.
article_dagur_translated
- Okkara atgerðir venda sær ikki móti bretskum áhugamálum, og hava ikki til endamáls at undirgrava trygdina í landinum, verður sagt í fráboðanini frá russisku sendistovuni.
According to the BBC it was the Russian research ship Yantar, which British media say is a spy ship, or a vessel that collects information.
article_dagur_translated
Sambært BBC var talan um russiska rannsóknarskipið Yantar, sum í bretskum miðlum verður sagt at vera eitt njósnaraskip, ella eitt skip, sum savnar inn upplýsingar.
John Healey explained at the press conference that the ship, which entered service in 2015, is part of the Russian research institute GUGI, which studies the depths of the sea, but that the ship is also intended to be used for sabotage in wartime.
article_dagur_translated
John Healy greiddi á tíðindafundinum frá, at skipið, sum varð sett í tænastu í 2015, er partur av russiska granskingarstovninum GUGI, sum kannar havdýpi, men at skipið eisini er ætlað at brúkast til sabotasju í ófriðartíð.
A recording of the press conference is shown below.
article_dagur_translated
Upptøka frá tíðindafundinum sæst herundir
There is no peace for the Danish soldier, Youssef, who is now home but has for many years been on multiple deployments.
article_dagur_translated
Eingin friður er á danska hermanninum, Youssef, sum nú er heima, men í mong ár hevur verið á fleiri hermótum.
The war has shaped him.
article_dagur_translated
Kríggið hevur myndað hann.
At home in Denmark he struggles with everyday life as a civilian and a father.
article_dagur_translated
Heima í Danmark stríðst hann við gerandis tilveruna sum sivilur borgari og pápi.
But after a shocking incident near his house, Youssef is forced to leave his family and go out to the deserted island Strynø to meet other former soldiers and find himself in the secluded nature.
article_dagur_translated
Men eftir eina skakandi hending ívið hús, verður Youssef noyddur at fara frá familjuni og út á oydnu oynna Strynø, at møta øðrum fyrrverandi hermonnum og koma til sín sjálvs í abyrgdu náttúruni.
When one of the old comrades from the war suddenly arrives and interferes, Youssef is about to be pulled back into the dark horrors of war.
article_dagur_translated
Tá ein av gomlu vinmonnunum frá krígnum bráddliga kemur og blandar seg uppí, er Youssef um at verða drigin inn í krígsins døkku ræðuleikar aftur.
He must decide whether he wants to return to the chaotic reality of war that he knows so well, or whether he will find the strength to become a father again.
article_dagur_translated
Hann má taka støðu, um hann vil fara aftur krígsins kaotiska veruleika, sum hann kennir so væl, ella um hann vil finna styrkina, aftur at verða pápi.
Besides real soldiers, the actors Dar Salim, Christine Gjerulff and Thomas Abrigo appear.
article_dagur_translated
Umframt veruligar hermenn, eru leikararnir Dar Salim, Christine Gjerulff og Thomas Abrigo.
This is Christian Holten Bonke's first film.
article_dagur_translated
Hetta er fyrsti filmur hjá Christian Holten Bonke.
The film company is showing the Danish film “Herkules falder” at Havnar Bio on Wednesday, November 26 at 8:00 PM.
article_dagur_translated
Filmsfelagið vísir danska filmin “Herkules falder” í Havnar Bio mikudagin 26. november kl. 20
Now it is again possible to hear the popular Gaither singers Lynda Randle and Guy Penrod in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Nú verður aftur møguligt at hoyra vælumtóktu Gaither sangararnar Lynda Randle og Guy Penrod í Føroyum.
Lynda Randle was in the Faroe Islands for the first time in June 2005.
article_dagur_translated
Lynda Randle var fyrstu ferð í Føroyum í juni 2005.
She held concerts at Keldan, the KÍ hall and at Háls in Tórshavn.
article_dagur_translated
Hon hevði konsertir í Kelduni, KÍ høllini og á Hálsi í Havn.
There were about 3,000 listeners at the concerts.
article_dagur_translated
Tað vóru umleið 3.000 áhoyrarar til konsertirnar.
Lynda was also at the Fjarða Festival in 2008 and she returned to the Faroe Islands in 2023.
article_dagur_translated
Lynda var eisini á Fjarðafestivalinum í 2008 og hon var aftur í Føroyum í 2023.
Guy Penrod gave a concert at Keldan in 2010.
article_dagur_translated
Guy Penrod hevði konsert í Kelduni í 2010.
It is Keldan and PraiseHim who are organizing the concerts, which will take place on June 18 at Lívið in Hoyvík and on June 19 at Keldan in Skálafjørður.
article_dagur_translated
Tað er Keldan og PraiseHim, sum skipa fyri konsertunum, sum verða 18. juni í Lívdini í Hoyvík og 19. juni í Kelduni í Skálafirði.
The photos below are from past performances by both of them in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Myndirnar herundir eru frá undanfarnum framførslum hjá teimum báðum í Føroyum.
The photos were taken by Sonja Jacobsen.
article_dagur_translated
Myndirnar hevur Sonja Jacobsen tikið
The business sector has debt in the Faroese banks of DKK 7.3 billion (September 2025).
article_dagur_translated
Vinnan hevur skuld í føroysku peningastovnunum á 7,3 mia. kr. (september 2025).
The businesses are the public and private companies in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Vinnan eru almennu og privatu feløgini í Føroyum.
The debt of the public companies, which are fewer in number, is considerably smaller than that of the private ones.
article_dagur_translated
Skuldin hjá almennu feløgunum, sum eru færri í tali, er munandi minni, enn hjá teimum privatu.
The public companies owe about DKK 560 million, while the private sector owes approximately DKK 6.7 billion in the Faroese banks.
article_dagur_translated
Almennu feløgini skylda um 560 mió. kr., meðan privata vinnan skyldar umleið 6,7 mia. kr. í føroysku peningastovnunum.
The growth in loans to private companies was 15.2% in September 2025, while loan growth to public companies was -8.6%, calculated as a three-month average and compared with the same period last year.
article_dagur_translated
Vøksturin í útlánum til privatu feløgini var 15,2% í september 2025, meðan útlánsvøksturin til almennu feløgini var -8,6% roknað sum eitt miðaltal yvir 3 mánaðir og samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Loan growth to private and public companies combined was 12.9% in September 2025.
article_dagur_translated
Útlánsvøksturin til privatu og almennu feløgini tilsamans var 12,9% í september 2025.
The loans from Faroese banks largely go to the service sector (almost DKK 4.4 billion), while loans to the resource and manufacturing sectors were DKK 1.5 billion and DKK 1.4 billion respectively in September 2025.
article_dagur_translated
Útlánini hjá føroysku peningastovnunum fara í stóran mun til tænastuvinnuna (nærum 4,4 mia. kr.), meðan útlánini til tilfeingis- og framleiðsluvinnuna vóru ávikavist 1,5 mia. kr. og 1,4 mia. kr. í september 2025.
So far in 2025 it has particularly been loans to the resource sector that have pulled the loan growth for the business sector upward.
article_dagur_translated
Higartil í 2025 hava tað serliga verið útlán til tilfeingisvinnuna, sum hava togað útlánsvøksturin til vinnuna upp.
Loans to the resource sector were nearly DKK 500 million larger in September 2025 than in the same month last year.
article_dagur_translated
Útlánini til tilfeingisvinnuna vóru nærum 500 mió. kr. størri í september 2025 enn í sama mánaði í fjør.
Loans have also increased to the service sector; for example to real estate, storage and transport, and to hospitality and restaurant activities.
article_dagur_translated
Eisini eru útlánini økt til tænastuvinnuna; eitt nú til fastogn, goymslu- og flutning, og til gisti- og matstovuvirksemi.
The Ministry of Fisheries and Transport and Niels Juel Arge have today agreed that Niels Juel Arge will leave his position as director of the National Ferry Service.
article_dagur_translated
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og Niels Juel Arge eru í dag vorðin samd um, at Niels Juel Arge fer úr starvi sínum sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins.
This is announced by the Ministry of Fisheries and Transport today.
article_dagur_translated
Hesum boðar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frá í dag.
Niels Juel Arge is relieved of his duties as of today.
article_dagur_translated
Niels Juel Arge er fríttstillaður frá dags dato.
However, he will be available in the coming period to answer questions that may arise, among other things in connection with the change of management at the National Ferry Service.
article_dagur_translated
Hann skal tó komandi tíðina vera til taks at svara fyrispurningum, sum kunnu stinga seg upp m.a. í sambandi við, at eitt stjóraskifti fer fram á Strandfaraskipum Landsins.
Dánjal Samuelsen, head of transport at SSL, will take over as acting director.
article_dagur_translated
Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari á SSL, tekur við sum virkandi stjóri.
It is not often that the world's best brass players visit the Faroe Islands — but this very evening will be a unique opportunity to listen to the entire brass family when the Reinhold Friedrich Brass Quintet fills the Norðurlandahúsið with a luminous symphony.
article_dagur_translated
Ikki er tað ofta, at heimsins bestu messingblásarar vitja í Føroyum - men júst hetta kvøldið verður einastandandi høvi at lurta eftir allari messingfamiljuni, tá Reinhold Friedrich Brasskvintett fyllir Norðurlandahúsið við ljómmiklum symfonium.
The quintet includes brass players from several Northern European countries: Reinhold Friedrich from Germany on trumpet, Jeroen Berwaerts from Belgium on trumpet, Lasse Mauritzen from Denmark on horn, Ian Bousfield from England on trombone, and Thomas Røisland from Norway on tuba.
article_dagur_translated
Í kvintettini eru messingblásarar úr fleiri norðurevropeiskum londum: Reinhold Friedrich úr Týsklandi á trompet, Jeroen Berwaerts úr Belgia á trompet, Lasse Mauritzen úr Danmark á horn, Ian Bousfield úr Onglandi á basun og Thomas Røisland úr Noregi á tuba.
They are all among the most prominent brass players in the world and are members of renowned symphony orchestras, including the Royal Danish Conservatory, the NDR Symphony Orchestra, and the DR Symphony Orchestra.
article_dagur_translated
Allir eru teir av mætastu messingblásarum í heiminum og eru við í viðurkendum symfoniorkestrum, m.a. Kongaliga danska Musikkonservatorium, NDR Symphony Orchestra og DR Symfoniorkestur.
On the Reinhold Friedrich Brass Quintet's program are pieces spanning several hundred years of musical history — from Bach and Vivaldi to Glenn Miller — which also reflect the five different countries the quintet represents.
article_dagur_translated
Á skránni hjá Reinhold Friedrich Brasskvintett eru løg, ið fevna um fleiri hundrað ára tónleikasøgu – frá Bach og Vivaldi til Glenn Miller – ið eisini endurspeglar tey fimm ymisku londini, sum kvintettin umboðar.
The Reinhold Friedrich Brass Quintet was founded in 2022.
article_dagur_translated
Reinhold Friedrich Brass Quintet var stovnað í 2022.
The quintet is a passion project of the world-renowned trumpeter Reinhold Friedrich, who has assembled exceptionally skilled musicians with very strong artistic abilities and a shared musical vision.
article_dagur_translated
Kvintettin er hjartamál hjá heimskenda trompetspælaranum Reinhold Friedrich, sum hevur sett saman serstakliga dugnaligar tónleikarar við sera góðum listaligum evnum og felags tónleikavisjón.
In 2024 the quintet released its first recording, Unity, on Solo Musica.
article_dagur_translated
Í 2024 gav kvintettin út fyrstu útgávu sína Unity við Solo Musica.
The recording included, among other things, Brian Bindner's arrangement of Antonio Vivaldi's trio sonata La Follia and Mogens Andresen's arrangement of Carl Nielsen's Five Preludes, which of course will be played at the concert.
article_dagur_translated
Á útgávuni var eitt nú útsetingin hjá Brian Bindner av triosonatuni La Follia hjá Antonio Vivaldi, og útseting hjá Mogens Andresen av Fem Præludier hjá Carl Nielsen, ið sjálvsagt verða spæld á konsertini.
The main road by Magnstøðin in Gøtudalur is closed at the moment.
article_dagur_translated
Landsvegurin fram við Magnstøðina í Gøtudali er stongdur í løtuni.
The reason is a traffic accident involving three cars.
article_dagur_translated
Orsøkin er eitt ferðsluóhapp, har tríggir bilar vóru íblandaðir.
The duty officer at the police station reports that work is underway to clear the main road.
article_dagur_translated
Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir at arbeitt verður við at rudda landsvegin aftur.
While this is happening, traffic is being diverted through Norðragøta.
article_dagur_translated
Ímeðan hetta fer fram, verður ferðslan leidd gjøgnum Norðragøtu.
Three cars were involved in the accident.
article_dagur_translated
Tríggir bilar vóru íblandaðir í óhappinum.
As it appears, they were all driving in the same direction, and two cars collided with the car in front.
article_dagur_translated
Sum skilst koyrdu allir í sama rætning, og tveir bilar rendu inn í bilin frammanfyri.
The police do not currently know in more detail how the accident happened.
article_dagur_translated
Løgreglan veit í løtuni ikki meira nágreiniliga hvussu óhappið hendi.
Four people were in the three cars.
article_dagur_translated
Fýra fólk vóru í teimum trimum bilunum.
At least one ambulance has gone to Tórshavn with people who need further examination, but the police do not currently know how many people have been transported to the national hospital.
article_dagur_translated
Í minsta lagið ein sjúkrabilur er farin til Havnar við fólki, sum skulu kannast nærri, men løgreglan veit ikki í løtuni hvussu nógv fólk eru flutt á landssjúkrahúsið.
Work is being done to reopen the main road as soon as possible, the police station reports.
article_dagur_translated
Arbeitt verður við at lata landsvegin upp aftu so skjótt sum gjørligt, verður upplýst av løgreglustøðini.