en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
This is due to the adverse weather forecast, Strandferðslan writes today on its website.
article_dagur_translated
Hetta vegna vána veðurforsøgin skrivar Strandferðslan í dag á heimasíðu sínari.
It can affect about four to five trips.
article_dagur_translated
Tað kann ávirka eini fýra-fimm túrar.
One can nevertheless be reassured that Smyril will return soon - the docking is about to be finished.
article_dagur_translated
Man kann tó ugga seg við, at Smyril skjótt kemur aftur - dokkingin er um at vera av.
that Strandferðslan is making every effort to get Smyril back in service for this weekend.
article_dagur_translated
, at Strandferðslan av øllum alvi roynir at fáa Smyril aftur í sigling til hetta vikuskiftið.
For six consecutive months, sea temperatures around the islands have been record high.
article_dagur_translated
Í seks fylgjandi mánaðir hevur hitin í sjónum kring oyggjarnar verið met høgur.
So far this year the temperature is 0.5°C warmer than the same period last year and 0.2°C warmer than in 2003, which is the hottest year known for the inshore Continental Shelf.
article_dagur_translated
Higartil í ár er hitin 0.5°C heitari enn sama tíðarskeið í fjør og 0.2°C heitari enn í 2003, sum er heitasta árið, sum vit vita um innarlaga á Landgrunninum.
In June we reported that
article_dagur_translated
Í juni bóru vit tíðindi um, at
. These were shown by measurements that the Marine Research Institute regularly makes at Oyrargjógv and Skopun.
article_dagur_translated
. Hetta vístu mátingar, sum Havstovan regluliga ger við Oyrargjógv og Skopun.
These measurements have now been reprocessed, and they show that the warming trend has continued.
article_dagur_translated
Hesar mátingar eru nú aftur gjørdar upp, og tær vísa, at heita gongdin hevur hildið fram.
June, July and August are all considerably warmer than the previous records for these months, which were from 1960 for June and 2009 for July and August — see table 1.
article_dagur_translated
Bæði juni, juli og august eru væl heitari enn undanfarnu metini fyri hesar mánaðirnar, sum vóru í ávikavist 1960 fyri juni og 2009 fyri juli og august – sí talvu 1.
Records have also been set for the warmest days in each month, and so far four new records have been set.
article_dagur_translated
Eisini eru met sett fyri heitastu dagar í hvørjum mánaða, og higartil eru fýra nýggj met sett.
These are 30 April (8.04°C), 31 July (10.95°C), 31 August (11.53°C) and 11 September (11.70°C), all measured at Oyrargjógv.
article_dagur_translated
Hesi eru 30. apríl (8.04°C), 31. juli (10.95°C), 31. august (11.53°C) og 11. septembur (11.70°C), allir mátaðir við Oyrargjógv.
Thus the hottest day known for the inshore Continental Shelf is 11 September this year.
article_dagur_translated
Heitasti dagur, sum vit vita um innarlaga á Landgrunninum, er sostatt 11. septembur í ár.
The hottest and coldest days in each month can be found in the table
article_dagur_translated
Heitastu og kaldastu dagar í hvørjum mánaða eru at finna í talvu
The warmest months on the Continental Shelf, measured at Mykines (1914–1969) and Oyrargjógv (1991–2024) (first line).
article_dagur_translated
Heitastu mánaðir á Landgrunninum, mátað við Mykines (1914-1969) og Oyrargjógv (1991-2024) (fyrsta linja).
Monthly mean temperatures in 2024 and so far in 2025 at Oyrargjógv are shown on the second and third lines, where the new records are in red.
article_dagur_translated
Mánaðar miðalhitin í 2024 og higartil í 2025 við Oyrargjógv eru víst á aðru og triðju linju, har nýggju metini eru við reyðum.
Note that for September 2025 there are 6 days remaining, so this is not a final value.
article_dagur_translated
Legg til merkis, at fyri septembur 2025 resta 6 dagar í, og tískil er hetta ikki endaliga virðið.
it was explained how the sea temperature on the Continental Shelf can warm:
article_dagur_translated
varð greitt frá, hvussu hitin í sjónum á Langrunninum kann hitna:
It is either through the water column itself or by intrusion of warm ocean water from outside.
article_dagur_translated
Tað er antin gjøgnum vatnskorpuna ella við innráki av flógvum sjógvi uttanífrá.
The conclusion then was that both of these mechanisms probably played a part in making the spring so warm.
article_dagur_translated
Niðurstøðan tá var, at helst áttu báðir hesir háttir sín lut í, at várið var so heitt.
The trend has likely been the same throughout the summer, but further analysis is needed to say more precisely why this summer has been unusually warm inshore on the Continental Shelf.
article_dagur_translated
Gongdin hevur helst verið tann sama í alt summar, men nærri greining má til fyri neyvari at siga, hví hetta summarið hevur verið so óvanliga heitt innarlaga á Landgrunninum.
There are still three months left in the year, so it is not yet clear whether 2025 will be the hottest year on record.
article_dagur_translated
Enn eru tríggir mánaðir eftir av árinum, og tískil er ikki greitt enn, um árið 2025 verður met heitt.
More will be reported on that early in the coming year.
article_dagur_translated
Meiri verður at frætta um tað tíðliga í komandi ári.
The broadcaster has recently done a lot about the issue of the hatch door on Galaxy, which was open during the southbound voyage on September 1.
article_dagur_translated
Kringvarpið hevur seinastu tíðina gjørt nógv við málið um hekkuportrið á Galaxy, sum stóð opið undir túri suður 1. september.
The person who took the photo on the deck has publicly come forward this week.
article_dagur_translated
Persónurin, sum tók myndina á dekkinum, er alment stigin fram hesa vikuna.
That Strandferðslan knew about the situation two weeks earlier, the matter became public.
article_dagur_translated
, at Strandferðslan visti um støðuna tvær vikur áðrenn, málið gjørdist alment.
The director of Strandferðslan has stated in a letter this morning that the new information from the witnesses is being taken seriously.
article_dagur_translated
Stjórin á Strandferðsluni hevur í skrivi í morgun gjørt greitt, at man tekur nýggju upplýsingarnar frá vitnunum í álvara.
At the same time, Niels Juel Arge lamented that the person who took the photo did not report it immediately.
article_dagur_translated
Samstundis harrmaðist Niels Juel Arge um, at persónurin, ið tók myndina, ikki boðaði frá beinanvegin.
The Maritime Authority briefly handled the matter, but nothing more was done.
article_dagur_translated
Sjóvinnustýrið hevði stutt málið um hendi, men einki meira varð gjørt.
However, the Engineers' Association took the case into its own hands and sent a notification to the maritime authorities in Cyprus, where Galaxy is registered.
article_dagur_translated
Maskinmeistarafelagið tók tó sakina í egnar hendur, og sendi eina fráboðan til sjófartsmyndugleikarnar á Kýpros, har Galaxy er heimahoyrandi.
Now the public authorities in the Faroe Islands are also seriously entering the matter.
article_dagur_translated
Nú fara almennu myndugleikarnir í Føroyum eisini av álvara inn í málið.
The Ministry of Fisheries and Transport, which has overall responsibility for Strandferðslan, has decided to investigate whether Strandferðslan handled the matter satisfactorily.
article_dagur_translated
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Strandferðsluni, hevur gjørt av at fara at kanna, hvørt Strandferðslan hevur handfarið málið á nøktandi hátt.
The main council announced this in a letter this afternoon.
article_dagur_translated
Hesum boðar aðalráðið frá í skrivi seinnapartin.
- The Maritime Authority is taking on the task of investigating safety aboard the Galaxy.
article_dagur_translated
- Sjóvinnustýrið tekur sær av at kanna trygdina umborð á Galaxy.
However, the information that has emerged in recent days has raised questions about how Strandferðslan handled the matter.
article_dagur_translated
Upplýsingarnar, sum eru komnar fram seinastu dagarnar, hava tó gjørt, at spurnartekn kann setast við, hvussu Strandferðslan hevur handfarið málið.
It is Jóhan Christiansen who is in charge of transport matters.
article_dagur_translated
Tað er Jóhan Christiansen, sum umstiur samferðslumál.
The minister has not wanted to comment to the media about the matter during the week, but it is now announced that something will happen.
article_dagur_translated
Landsstýrismaðurin hevur ikki vil gjørt viðmerkingar til miðlarnar um málið í vikuni, men nú er meldað út, at okkurt fer at henda.
Galaxy will probably not sail through Suðuroyarfjørður beyond this week.
article_dagur_translated
Galaxy siglir helst ikki um Suðuroyarfjørð longur enn hesa vikuna.
Every effort is being made to get Smyril back for the weekend.
article_dagur_translated
Arbeitt verður av øllum alvi við at fáa Smyril aftur til vikuskifti.
Later this month a young Faroese chef apprentice will take part in the international cooking competition “Jeunes Talents Escoffier” (Escoffier's Young Talents competition).
article_dagur_translated
Seinni í hesum mánaðinum skal ein ungur føroyskur kokkanæmingur luttaka í altjóða kokkakappingini “Jeunes Talents Escoffier” (Ungtalentkappingin hjá Escoffier).
It concerns 21-year-old Lassi Havsteinsson Klein from Sandur, who will represent Denmark in the Escoffier Young Talents competition.
article_dagur_translated
Talan er um 21 ára gamla Lassa Havsteinsson Klein av Sandi, sum skal umboða Danmark í Ungtalentkappingini hjá Escoffier.
Lassi is apprenticed as a chef at Søllerød Kro, which many Faroese know because the renowned Jan Restorff worked there for many years as a waiter or host, as he himself described it.
article_dagur_translated
Lassi er í kokkalæru á Søllerød Kro, sum nógvir føroyingar kenna, tí har arbeiddi navnframi Jan Restorff, sáli, tænari ella vertur sum hann sjálvur málbar seg, í mong Harrans ár.
Lassi's mentor, Brian Mark Hansen, head chef at Søllerød Kro, was asked to find a chef apprentice and Lassi was chosen.
article_dagur_translated
Lærumeistarin hjá Lassa, Brian Mark Hansen høvuðuskokkur á Søllerød Kro, var spurdur um at finna ein kokkalærning og Lassi var valdur.
Brian Mark Hansen is no ordinary figure in the gastronomic world.
article_dagur_translated
Brian Mark Hansen er eingin hvør sum helst í gastronomiska heiminum.
He won the Bocuse d’Or competition in 2022, which is the widely recognized world championship in culinary arts.
article_dagur_translated
Hann vann kappingina Bocuse d’Or í 2022, sum er óalmenna heimsmeistarakappingin í kokkalist.
These days Lassi Havsteinsson Klein is preparing for the Escoffier Young Talents competition, which this year will be held in London on 31 October.
article_dagur_translated
Í hesum døgum fyrireikar Lassi Havsteinsson Klein seg til Ungtalent kappingina hjá Escoffier, sum í ár verður hildin í London 31. oktober.
Lassi has received a team of skilled mentors who will advise him in the competition.
article_dagur_translated
Lassi hevur fingið eitt toymi av dugnaligum vegleiðarum, sum skulu ráðgeva honum í kappingini.
Jeunes Talents Escoffier is an international gastronomy competition organized by Disciples Escoffier for young chefs and service staff under 25 years old.
article_dagur_translated
Jeunes Talents Escoffier er ein altjóða kapping í gastronomi, skipað av Disciples Escoffier fyri ungar kokkar og tænastufólk undir 25 ár.
The competition was established to preserve the legacy of Auguste Escoffier, support knowledge sharing, and highlight the collaboration between kitchen and service.
article_dagur_translated
Kappingin varð sett á stovn fyri at varðveita arvin eftir Auguste Escoffier, stuðla vitanardeiling og varpa ljós á samstarvið millum køk og tænastu.
Participants are challenged to demonstrate their skills, creative approach, and passion for culinary art through various contests in both cooking and service.
article_dagur_translated
Luttakararnir verða avbjóðir at vísa sínar førleikar, kreativan hugburð og eldhuga fyri matlistini gjøgnum ymiskar kappingar í bæði matgerð og tænastu.
Auguste Escoffier (1846–1935) was a French chef who is often called the father of modern French cuisine.
article_dagur_translated
Auguste Escoffier (1846–1935) var ein franskur kokkur, sum ofta verður róptur faðir at nútímans fronsku matgerðini.
He is particularly known for organizing kitchen work in a new way and making French gastronomy more structured and relevant to the hotel and restaurant industry.
article_dagur_translated
Hann er serliga kendur fyri at skipa køksarbeiði á ein nýggjan hátt og gera franska gastronomi meira skipaða og viðkomandi fyri hotell- og matstovuvinnuna.
Escoffier has had a major influence on culinary art, especially on French cooking and French gastronomy.
article_dagur_translated
Escoffier hevur havt stóra ávirkan á kokkalystina og serstakliga á franska køkin og fronsku matlistina.
One of the main points in the budget bill is to improve the conditions for those who are pursuing higher education in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Eitt av høvuðspunktunum í fíggjarlógaruppskotinum er at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum eru undir hægri lesnaði í Føroyum.
This is partly to ensure that more young people remain in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Hetta er millum annað fyri at syrgja fyri, at fleiri ung verða verandi í Føroyum.
At present there are approximately 1,000 students at the University of the Faroe Islands, but the coalition wants to increase that number.
article_dagur_translated
Í løtuni eru samanlagt umleið 1.000 lesandi á Fróðskaparsetrinum, men samgongan ynskir at hækka um hetta talið.
To help with this, among other measures, an increase in the student grant will be made.
article_dagur_translated
Til at hjálpa við hesum skal millum annað ein hækkan í lestrarstuðlinum gerast.
This is to be 1,000 kroner per month.
article_dagur_translated
Hendan skal vera á 1.000 krónur um mánaðin.
It has not happened since 2016 that the higher student grant in the Faroe Islands has been increased.
article_dagur_translated
Tað er ikki hent síðani 2016, at hægri lestrarstuðulin íi Føroyum er hækkaður.
At that time it rose to 4,315 kroner per month — last December it was "adjusted" in connection with higher cost-of-living and other factors to 5,129 kroner.
article_dagur_translated
Tá fór hann upp á  4.315 krónur um mánaðin - í desember í fjør varð hann "javnaður" í sambandi við hægri kostnaðarstig og annað til 5.129 krónur.
If the proposal by Djona Nolsøe Joensen passes, the monthly amount for students in the Faroe Islands will be 6,139 kroner from August 1, 2026.
article_dagur_translated
Um uppskotið hjá Djona Nolsøe Joensne kemur ígjøgnum, so verður mánaðarliga upphæddin hjá lesandi í Føroyum 6.139 krónur frá 1. august 2026.
This is tax-free.
article_dagur_translated
Hetta er skattafrítt.
In addition, the grant will be periodically adjusted — the adjustment rate this year was 3.6 percent.
article_dagur_translated
Harafturat skal studningurin javnast sohvørt - javningarprosentið í ár var 3,6 prosent.
The coalition has acknowledged that the "competition for young people" with Denmark is intense.
article_dagur_translated
Samgongan hevur ásannað, at "kappingin um tey ungu" við Danmark er høg.
Many do not return home after completing studies in that country, where the conditions are very good for students.
article_dagur_translated
Nógv koma ikki heim aftur eftir loknan lesnað í landinum, har treytirnar eru ógvuliga góðar fyri tey lesandi.
In Denmark the so-called SU is currently 7,086 kroner per month.
article_dagur_translated
Í Danmark er sonevnda SU í løtuni 7.086 krónur um mánaðin.
Compared with the Faroe Islands, this amount is not tax-free.
article_dagur_translated
Í mun til í Føroyum er hendan upphæddin ikki skattafrí.
As a result, the final withdrawal for a month in Denmark is currently 6,250 kroner.
article_dagur_translated
Harvið verður endaliga úrttøkan fyri ein mánað í Danmark í løtuni 6.250 krónur.
If the proposal from the Minister of Education passes, there will thus be little difference between the countries in terms of the grant.
article_dagur_translated
Um uppskotið hjá landsstýismanninum í undirvísingarmálum kemur ígjøgnum, so verður harvið lítið av muni millum londini í studninginum.
However, there is housing support in Denmark, and although it was mentioned in the prime minister's Ólavsøka speech, it is not close to being implemented yet in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Tó er býlisstuðul í Danmark, og hóast tað varð nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, so er tað ikki nær við at koma ígjøgnum enn í Føroyum.
Some have also questioned whether the grant should be the same for everyone.
article_dagur_translated
Summi hava eisini sett spurnartekin við, um studningurin skal vera tann sami hjá øllum.
After all, there is a great difference in the circumstances of students.
article_dagur_translated
Tað er jú stórur munur á umstøðunum hjá lesandi.
There will be no change there; however, certain benefits for students with families and the like will remain.
article_dagur_translated
Har verður eingin broyting; tó eru framvegis ávísir ágóðar til lesandi, sum hava barnafamiljur o.s.fr.
Again this year Sinnisbati is organizing an event on World Mental Health Day on October 10.
article_dagur_translated
Aftur í ár skipar Sinnisbati fyri tiltaki á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur.
On this year's World Mental Health Day we will be visited by Agnes Marie Frey and Anders Sørensen from Denmark.
article_dagur_translated
Á altjóða sálarheilsudegnum í ár fáa vit vitjan av Agnes Marie Frey og Anders Sørensen úr Danmark.
Agnes Marie Frey has several hundred thousand views on TikTok and has been nominated for awards for highlighting mental health - among others the Simba award “Årets brug af stemme” (Use of Voice of the Year).
article_dagur_translated
Agnes Marie Frey hevur fleiri hundraðtúsund vísingar á TikTok, og er tilnevnd virðislønir fyri at varpa ljós á sálarheilsu - millum annað Simba virðislønina “Årets brug af stemme”.
Anders Sørensen, psychologist and PhD in psychiatry, sees how many mental illnesses are often misunderstood in Danish psychiatry.
article_dagur_translated
Anders Sørensen, sálarfrøðingur og ph.d í psykiatri, sær, hvussu fleiri sálarlíðingar ofta verða misskiltar í donsku psykiatriini.
He says: “one often stares oneself blind at symptoms and diagnoses and does not see which life circumstances lie behind the symptoms.
article_dagur_translated
Hann sigur: “man starir seg ofta blindan á sjúkueyðkenni og diagnosur og sær ikki, hvørji lívsviðurskifti liggja aftanfyri eyðkennini.
It is the personal perspective that meets the research.
article_dagur_translated
Tað er persónliga sjónarmiðið, sum møtir granskingini.
The event will take place at Smæruni in Tórshavn on October 10 at 19:00.
article_dagur_translated
Tiltakið verður í Smæruni í Havn 10. oktobur kl. 19.00.
19:00: Súsanna Olsen, chairwoman, welcomes the audience.
article_dagur_translated
kl. 19:00: Súsanna Olsen, forkvinna, bjóðar vælkomin
19:05: Lecture by Agnes Marie Frey and Anders Sørensen.
article_dagur_translated
kl. 19:05: Fyrilestur við Agnes Marie Frey og Anders Sørensen
19:50: break.
article_dagur_translated
kl. 19:50: steðgur
20:05: Lecture by Agnes Marie Frey and Anders Sørensen.
article_dagur_translated
kl. 20:05: Fyrilestur við Agnes Marie Frey og Anders Sørensen
21:00: Elsa Berg, mayor, presents the Mental Health Award 2025.
article_dagur_translated
kl. 21:00: Elsa Berg, borgarstjóri, handar sálarheilsuvirðislønina 2025
Last week the unexpected happened: the young Mexican chef Sebastian Jiménez at the restaurant Ræst in Tórshavn not only retained his two knives at The Best Chef Awards, which signifies world-class culinary skill, but was also chosen as the world’s best up-and-coming chef, receiving the honor called the Best Chef NextGe...
article_dagur_translated
Í farnu viku hendi tað óvæntaða, at ungi meksikanski kokkurin, Sebastian Jiménez, á matstovuni Ræst í Havn, ikki bara varðveitti sínar tveir knívar hjá The Best Chef Awards, sum merkir kokkakynstur í “world class”, men eisini varð kosin heimsins besti í koming, við heiðurslønini kallað Best Chef NextGen Award.
In connection with this there was a small reception at the restaurant Ræst in Nýggjustovan in Gongin in Tórshavn, where staff and friends of the restaurant gathered to congratulate Sebastian on the award.
article_dagur_translated
Í hesum sambandi var ein lítil móttøka í matstovuni Ræst í Nýggjustovu í Gongini í Havn, har starvsfólk og vinir av matstovuni vóru savnað fyri at ynskja Sebastian til lukku við virðislønini.
The certificate for the Best Chef NextGen Award is a heavy glass stone with an inscription.
article_dagur_translated
Prógvið fyri Best Chef NextGen Award er ein tungur glassteinur við átekning á.
The certificate confirming that Sebastian is still considered in the second-highest tier among the world’s best chefs has not yet been issued.
article_dagur_translated
Prógvið fyri at Sebastian framvegis verður mettur at liggja í næstovasta flokki millum heimsins bestu kokkar er ikki komið fram enn.
It is a small plaque to hang on the house wall.
article_dagur_translated
Tað er eitt lítið spjaldur at festa upp á húsaveggin.
But Sebastian already has one such plaque hanging outside the door, just below the Michelin plaque for 2025.
article_dagur_translated
Men Sebastin hevur longu eitt slíkt frammanundan, sum hongur uttan fyri hurðina, beint undir Michelin-skeltinum fyri 2025.
Because Sebastian was already last year evaluated and considered worthy of having two chef’s knives.
article_dagur_translated
Tí Sebastian varð longu í fjør vigaður og mettur at hava tveir kokkaknívar uppibornar.
The Best Chef is perhaps the prize given to chefs that carries the greatest prestige, on the same level as Michelin and The World's 50 Best Restaurants, which are given to restaurants.
article_dagur_translated
The Best Chef er kanska tann virðislønin, ið verður givin kokkum, sum hevur størstu tign, á sama støði sum Michelin og The 50 best Restaurants, ið verður givin til matstovur.
A team of chefs and culinary experts submit their reviews of chefs around the world, who are honored with The Best Chef Awards.
article_dagur_translated
Tað er eitt lið av kokkum og matkønum serfrøðingum, sum senda inn síni ummæli av kokkum um allan heim, sum verða heiðraðir við The Best Chef Awards.
And it is not common for a country like the Faroe Islands to have two chefs honored by this organization: Sebastian Jiménez at Ræst with two knives and Poul Andrias Ziska at PAZ with one knife.
article_dagur_translated
Og tað er ikki hissini av einum landi sum Føroyar at hava tveir kokkar, sum eru heiðraðir av hesum felagsskapi: Sebastian Jiménez á Ræst við tveimum knívum og Poul Andrias Ziska á PAZ við einum knívi.
Gunnar í Liða, who is chairman of the board of the company behind Ræst, Gist & Vist, spoke at the reception today.
article_dagur_translated
Gunnar í Liða, sum er formaður í nevndini fyri partafelagið handan Ræst, Gist & Vist, hevði orðið á móttøkuni í dag.
And he warmly thanked Sebastian Jiménez and his partner, pastry chef Fernanda Hernandez, for coming here to enrich us with their culinary experiences.
article_dagur_translated
Og hann takkaði hjartaliga Sebastian Jiménez og unnustu hansara, kondittaranum Fernanda Hernandez, fyri at tey eru komin higar at ríka okkum um matupplivingarnar.
When we opened the restaurant, Ræst was a place that was truly 'ræst' (robust/authentic).
article_dagur_translated
- Tá vit lógu matstovuna upp, var Ræst ein matstova, sum veruliga var røst.
It was no wonder that foreigners raved about the food.
article_dagur_translated
Tað var einki at siga til, at útlendingar himpraðust av deyminum.
But since you, Sebastian, arrived here you have managed to transform Ræst into a restaurant that makes the traditional food culture accessible to foreigners as well, and I think that has been well done, said Gunnar í Liða, who thanked the staff and congratulated them on the honor.
article_dagur_translated
Men eftir at tú, Sebastian, ert komin higar hevur tú megnað at broyta Ræst til eina matstovu, sum ger ta siðbundnu matmentanina tilgeingiliga fyri útlendingar eisini, og tað haldi eg er væl klárað, segði Gunnar í Liða og takkaði starvsfólkunum og ynskti til lukku við heiðrinum.