en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
- We have a lot of capable people, not least the director general, but we will look at what could have been done better. | article_dagur_translated | - Vit hava eina rúgvu av dugnaligum fólkum, ikki minst aðalstjóranum, men vit fara at hyggja uppá hvat kundi verið gjørt betur. |
Now that it became such a big uproar in the public sphere, there are things we could have done better and ultimately it is my responsibility, said Jóhan Christiansen, the minister. | article_dagur_translated | Nú tað bleiv ein so stór gøla sum tað bleiv í almenna rúminum, er okkurt sum vit kundu gjørt betri og í síðsta enda er tað mín ábyrgd, segði Jóhan Christiansen, landsstýrismaður. |
- This happened in the middle of the commotion about the Galaxy docking port, and we are just so few people where we are, and maybe some things should have been considered more carefully. | article_dagur_translated | - Hetta er mitt í rokanum av um Galaxy hekkuportrið, og vit eru bara so mikið fá fólk har sum vit eru, og kanska okkurt skuldi verið umhugsað betri. |
It is what it is, and it cannot cost people their jobs, said the minister. | article_dagur_translated | Tað er sum tað er, og tað kann ikki kosta fólki starvi, segði landsstýrismaðurin. |
On Wednesday, October 22 at 17:00 the M.A. Jacobsen Honorary Awards and the Tórshavn City Council Children's Cultural Honorary Award for 2025 will be presented at Müllers Pakkhús. | article_dagur_translated | Mikudagin 22. oktober klokkan 17 verða Virðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri 2025 handaðar í Müllers Pakkhúsi. |
The honorary awards are: | article_dagur_translated | Virðislønirnar eru: |
The Tórshavn City Council Children's Cultural Honorary Award | article_dagur_translated | Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs |
The M.A. Jacobsen Honorary Award for vocational literature | article_dagur_translated | M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir |
The M.A. Jacobsen Honorary Award for belles-lettres | article_dagur_translated | M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir |
The M.A. Jacobsen Honorary Award for cultural achievement | article_dagur_translated | M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik |
The Tórshavn Chamber Choir, which turns 40 this year, will sing, and Heidi Lava Elgeirsdóttir, chairwoman of the cultural committee of Tórshavn City Council, will give the welcome address. | article_dagur_translated | Tórshavnar kamarkór, sum verður 40 ár í ár, syngur, og Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, bjóðar vælkomin. |
The M.A. Jacobsen Cultural Honorary Award was given for the first time in 1958. | article_dagur_translated | Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens varð fyrstu ferð latin í 1958. |
The Tórshavn City Council Children's Cultural Honorary Award was given for the first time in 1976. | article_dagur_translated | Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin fyrstu ferð í 1976. |
The Road Authority has today sent the police stations around the country 575 cases concerning outstanding road and environmental fees, to remove the license plates from vehicles that still have not paid road and environmental fees for the second half of 2025. | article_dagur_translated | Akstovan hevur í dag latið politistøðunum kring landið 575 mál um eftirstøðu fyri veg og umhvørvisgjøld, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjøld fyri seinna hálvár 2025. |
If the vehicle owner cannot show a receipt for paid road and environmental fees, the police will remove the vehicle's license plates. | article_dagur_translated | Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldin veg- og umhvørvisgjøld tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum. |
On Sunday evening, October 26, the national fundraiser for the Cancer Society will be broadcast live on Kringvarp Føroya. | article_dagur_translated | Sunnukvøldið 26. oktober verður landsinnsavningin hjá Krabbameinsfelagnum send beinleiðis í Kringvarpi Føroya. |
It is important that no one stands alone when they get cancer; it is a burden we must bear together. | article_dagur_translated | Tað er týdningarmikið, at eingi standa einsamøll, tá ið tey fáa krabbamein; tað er ein byrða, vit mugu bera í felag. |
Therefore, under the title Together Against Cancer, we will broadcast live on Sunday evening, October 26, 2025, from 19:00 to 22:00. | article_dagur_translated | Tí er tað undir heitinum Saman om krabbamein, at vit senda beinleiðis sunnukvøldið 26. oktober í 2025 frá klokkan 19 til 22. |
That evening we will look into many stories of patients and relatives; we will present music and entertainment, as well as provide insight into the work of the Cancer Society and the support patients and relatives receive. | article_dagur_translated | Hetta kvøldið fara vit at kaga í nógvar søgur hjá sjúkum og avvarðandi; vit fara at borðreiða við tónleiki og fáa undirhald, umframt at fáa innlit í arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum - og hvørja hjálp sjúk og avvarðandi fáa. |
Already now it is possible to support and participate in the raffle for the great prizes. | article_dagur_translated | Longu nú ber til at stuðla og vera við í lutakastinum um flottu vinningarnar. |
Go to the website krabbamein.fo. | article_dagur_translated | Far inn á heimasíðuna krabbamein.fo. |
Today a public reception was held in the Nordic House, as the Faroe Islands are for the first time represented in all five categories of the Nordic Council prizes, a breakthrough for Faroese arts and culture. | article_dagur_translated | Í dag hevur verið skipað fyri almennari móttøku í Norðurlandahúsinum, nú Føroyar fyri fyrstu ferð eru umboðaðar í øllum fimm kategoriunum í virðislønum Norðurlandaráðsins, eitt frambrot fyri føroyska list og mentan. |
And indeed, if not two of the Faroese nominees have won, both the literature prize and the film prize! | article_dagur_translated | Og sanniliga um ikki tvey av umboðunum fyri Føroyar hava vunnið, bæði bókmentavirðislønina og filmsvirðislønina! |
Eirikur í Jákupsstovu, minister of public and cultural affairs, participated and delivered speeches, which can be read below. | article_dagur_translated | Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum luttók og bar fram røður, sum til ber at lesa niðanfyri. |
Dear everyone who has come to this celebratory moment in the Nordic House this evening! | article_dagur_translated | Góðu øll somul, sum eru komin til hesa hátíðarløtu í Norðurlandahúsinum í kvøld! |
Today is a special day in Faroese history. | article_dagur_translated | Í dag er ein serstakur dagur í Føroya søgu. |
This year it is the first time that the Faroe Islands participate in all areas of the Nordic prizes, and this morning it became public that the Faroese representatives have won the literature prize and the film prize! | article_dagur_translated | Í ár er fyrstu ferð, at Føroyar luttaka á øllum økjum til Norðurlendsku virðislønirnar og í morgun bleiv alment, at omboðini fyri Føroyar hava vunnið bókmentavirðislønina og filmsvirðislønina! |
Heartfelt congratulations to Vónbjørt Vang and to everyone in the team behind The Last Paradise on Earth. | article_dagur_translated | Hjartaliga til lukku Vónbjørt Vang og øll tit í liðnum handan Seinasta paradís á jørð. |
I can mention Sakaris Stórá, Mads Stegger, Tommy Oksen and Jón Hammer. | article_dagur_translated | Eg kann nevna Sakaris Stórá, Mads Stegger, Tommy Oksen og Jón Hammer. |
I find it difficult to put into words how big this is for us as a nation, and I will address the literature prize in a moment while Sirið Stenberg will speak about the film prize. | article_dagur_translated | Eg dugi illa at seta orð á, hvussu stórt hetta er fyri okkum sum tjóð, og eg skal koma nærri inn á bókmentavirðislønina um eina løtu, meðan Sirið Stenberg fer at koma inn á filmsvirðislønina. |
So if we return to the nominations, the Faroe Islands had nominations in all categories this time. | article_dagur_translated | Tí um vit venda aftur til tilnevningarnar, so høvdu Føroyar hesa ferð tilnevningar á øllum økjum. |
In addition to literature and film, there are children's and youth literature, music and environment. | article_dagur_translated | Umframt bókmentir og film, so eru tað barna- og ungdómsbókmentir, tónleikur og umhvørvi. |
Margit Stórá will go into more detail about the environment nomination and Hugla in a while, but as minister of culture I am very happy for this opportunity tonight to say how important I believe it is that we in the Faroes participate and nominate each year, or as often as is at all possible. | article_dagur_translated | Umhvørvistilnevningina og Hugla kemur Margit Stórá meira inn á um eina løtu, men sum landsstýrismaður í mentamálum eri eg sera glaður fyri hetta høvið í kvøld at siga, hvussu stóran týdning, eg haldi, tað hevur, at vit í Føroyum eru við, og at vit tilnevna á hvørjum ári, ella so ofta, tað yvirhøvur ber til. |
In any case, we are not insignificant! | article_dagur_translated | Vit smæðast í øllum førum ikki burtur! |
We have so many good artists, authors, composers, musicians, filmmakers and environmentalists. | article_dagur_translated | Vit hava so nógv góð listafólk, rithøvundar, tónaskøld, tónleikarar, filmsfólk og umhvørvisfólk. |
You are by no means inferior to your Nordic colleagues. | article_dagur_translated | Tit eru einki aftan fyri tykkara norðurlendsku starvsbrøður og -systrar. |
You can, dare, manage and excel. | article_dagur_translated | Tit duga, tora, megna og skara framúr. |
So keep creating, writing, composing songs, filming, singing, etc. | article_dagur_translated | So haldið á at skapa, skriva, smíða løg, filma, syngja o.s.fr. |
Use your outstanding creative talents, because you cannot help it, but also because there are many of us who would not have wanted to be without everything you do. | article_dagur_translated | Brúkið tykkara framúr skapandi evni, tí tit ikki kunnu lata vera, men eisini tí at vit eru mong, sum ikki høvdu viljað verið fyriuttan alt tað, tit gera. |
We gladly want to listen to, read, see and experience your art and your ideas. | article_dagur_translated | Vit vilja fegin lurta, lesa, síggja og uppliva tykkara list og tykkara hugskot. |
When there is an opportunity to put Faroese forward as recipients of various awards, of course we should seize it. | article_dagur_translated | Tá so møguleiki er fyri at bjóða føroyingar fram sum móttakarar av ymsum virðislønum, so eiga vit sjálvandi at taka av. |
However, it is not just said, because a lot of work must be done to find the right people to nominate. | article_dagur_translated | Tað er tó ikki bara sum at siga tað, tí eitt stórt arbeiði skal gerast fyri at finna fram til røttu fólkini at tilnevna. |
That work is done by nomination committees with professionally qualified people. | article_dagur_translated | Tað arbeiðið gera tilnevningarnevndir við fakliga skikkaðum fólkum. |
They read, listen, watch, debate and assess. | article_dagur_translated | Tey lesa, lurta, hyggja, kjakast og meta um. |
In the end they choose who will represent the Faroe Islands that year, and they must write a good justification to present to the Nordic evaluation committee, which makes the final decision on the prize recipients. | article_dagur_translated | At enda velja tey, hvør skal umboða Føroyar júst tað árið, og tey skulu skriva eina góða grundgeving at hava við í norðurlendsku metingarnevndina, sum tekur endaliga avgerð um virðislønarmóttakararnar. |
I want to thank all of you who have undertaken this important work and who will do so in the future. | article_dagur_translated | Eg vil takka øllum tykkum, sum hava átikið tykkum hetta týdningarmikla arbeiði, og sum fara at gera tað í framtíðini. |
Without your contribution there would have been no nomination. | article_dagur_translated | Uttan tykkara íkast var eingin tilnevning. |
And dear all of you who were nominated this year and did not leave with an award. | article_dagur_translated | Og góðu tit øll, sum eru tilnevnd í ár og ikki fóru avstað við einari virðisløn. |
You are worthy even without an award. | article_dagur_translated | Tit eru virðismikil eisini uttan virðisløn. |
Your contribution makes it possible to have an annual prize ceremony in this Nordic context. | article_dagur_translated | Tykkara íkast er við til, at tað ber til at hava eina árliga virðislønarhandan í hesum norðurlendska høpi. |
You are outstanding representatives of the Faroe Islands, and your work helps to shed light on your art form, our precious environment and our country. | article_dagur_translated | Tit eru framúrskarandi umboð fyri Føroyar, og tykkara arbeiði er við til at varpa ljós á tykkara listagrein, á okkara dýrabara umhvørvi og á okkara land. |
Be proud that you were among the worthy potential recipients of various awards and keep on creating. | article_dagur_translated | So verði errin av, at tit vóru við sum virðiligir møguligir móttakarar av ymsum virðislønum og drívið á at skapa. |
-Dear Elin á Rógvi, author, and Silja Eystberg, illustrator, heartfelt congratulations on being | article_dagur_translated | -Góðu Elin á Rógvi, høvundur, og Silja Eystberg, myndprýðari, hjartaliga til lukku við, at |
nominated for the Children's and Youth Literature Prize. | article_dagur_translated | var tilnevnd Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina. |
Fornt is about friendship, technology and belonging. | article_dagur_translated | Fornt snýr seg um vinalag, tøkni og samleika. |
The book builds bridges between cultural heritage and gaming or the virtual computer game world, where national memories become part of the gaming experience in the book. | article_dagur_translated | Bókin byggir brýr millum mentanararv og “gaming” ella virtuella telduspælsheimin, har tjóðminni verða partur av spælupplivingini í bókini. |
To me it is moving how well the book creates an entire world that children and young people recognise and truly embrace. | article_dagur_translated | Fyri meg er tað hugtakandi, hvussu væl bókin skapar ein heilan heim, sum børn og ung kenna seg aftur í og veruliga taka til sín. |
Personally, I would say that considering the spirit of the times and the quality of Fornt, I would say this is among the best material ever produced in the Faroes for that target group. | article_dagur_translated | Persónliga vil eg siga, at hugsa vit um tíðarandan í dag og dygdina á Fornt, so vil eg siga, at hetta er nakað tað besta tilfarið, sum nakrantíð er gjørt í Føroyum til málbólkin. |
-Dear Helena Heinesen Rebensdorff, dear Elin Heinesen, mother Helenu | article_dagur_translated | -Góða Helena Heinesen Rebensdorff, góða Elin Heinesen, mamma Helenu |
I also want to take the opportunity to congratulate Helenu with the artist name | article_dagur_translated | Eg vil eisini brúka høvi at ynskja Helenu við listafólkanavninum |
heartily on the nomination for the music prize. | article_dagur_translated | hjartaliga til lukku við tilnevningini til tónlistavirðislønina. |
Brimheim is a shining star on the music sky. | article_dagur_translated | Brimheim er ein lýsandi stjørna á tónleikahimmalinum. |
We see how Brimheim is celebrated everywhere she goes. | article_dagur_translated | Vit síggja, hvussu Brimheim verður fagnað alla staðni, har hon kemur. |
I myself experienced it best at FMA this spring, where Brimheim with her fantastic music and distinctive dress both received the honor for album of the year with | article_dagur_translated | Sjálvur upplivdi eg tað allar best til FMA í vár, har Brimheim við fantastiska tónleikinum og serstaka kjólanum bæði fekk heiðurin fyri ársins útgávu við |
and was honored as composer of the year. | article_dagur_translated | og varð heiðrað sum ársins tónaskald. |
The recognition of a nomination for the Nordic Council music prize will neither be the last nomination nor the last award that Helena Heinesen Rebensdorff will receive. | article_dagur_translated | Viðurkenningin við tilnevning til tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum verður hvørki seinasta tilnevning ella virðisløn, sum Helena Heinesen Rebensdorff fer at fáa. |
Dear everyone, dear Vónbjørt | article_dagur_translated | Góðu øll somul, góða Vónbjørt |
I began by saying that today is a special day in Faroese history. | article_dagur_translated | Eg byrjaði við at siga, at í dag er ein serstakur dagur í Føroya søgu. |
And let me begin by putting into perspective how rare it is for a Faroese person to be honored with the Nordic Council literature prize. | article_dagur_translated | Og lat meg byrja við at seta tað eitt vet í perspektiv, hvussu sjáldsamt tað er, at ein føroyingur verður heiðraður við bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. |
A banal example could be that when Rói Patursson received the prize in 1986, I was hardly a thought. | article_dagur_translated | Eitt banalt dømi kundi verið, at tá Rói Patursson fekk virðislønina í 1986, var eg neyvan ein tanki. |
Today I am a beginning gray-haired man. | article_dagur_translated | Í dag eri eg ein byrjandi gráhærdur maður. |
To put it less banally, you, Vónbjørt, have now become part of Nordic literary history. | article_dagur_translated | Skal eg siga tað eitt sindur minni banalt, so ert tú Vónbjørt, nú blivin partur av norðurlendsku bókmentasøguni. |
Today you stand alongside Jon Fosse, Einar Már Guðmundsson, Johan Borgen, Bo Carpelan, Herbjørg Wassmo, Rói Patursson, Niviaq Korneliussen, Kim Leine, Klaus Rifbjerg and William Heinesen, to name just a few from the multitude who together with you have been honored with the Nordic Council literature prize. | article_dagur_translated | Tú stendur í dag saman við Jon Fosse, Einari Már Guðmundsson, Johan Borgen, Bo Carpelan, Herbjørg Wassmo, Róa Patursson, Niviaq Korneliussen, Kim Leine, Klaus Rifbjerg og Williami Heinesen, um vit bara nevna nøkur heilt fá úr rúgvuni, sum saman við tær eru heiðrað við bókmentavirðislønini hjá Norðurlandaráðnum. |
Out of 14 works, our Vónbjørt's work has been chosen to be the very best in 2025 and the winning work is the poetry collection | article_dagur_translated | Av 14 verkum er verkið hjá okkara Vónbjørt kosið at vera tað allar allar besta í 2025 og vinnaraverkið er yrkingasavnið |
It is nothing less than a tremendous achievement and, dear Vónbjørt, I sincerely, sincerely congratulate you on the prize. | article_dagur_translated | Tað er ikki minni enn eitt risastórt bragd, og, góða Vónbjørt, eg ynski tær hjartaliga hjartaliga til lukku við virðislønini. |
With your words and your courage you have given us a voice that is both distinctly Faroese and at the same time international. | article_dagur_translated | Tú hevur við tínum orðum og tínum dirvi givið okkum eina rødd, sum bæði er heilt serføroysk og samstundis altjóða. |
You have shown us that the small society and that small world can contain big thoughts and deep feelings. | article_dagur_translated | Tú hevur víst okkum, at tað lítla samfelagið og tann lítli heimurin kunnu rúma stórar tankar og djúpar kenslur. |
is a collection of poems, short prose texts, quotes and images. | article_dagur_translated | er eitt savn av yrkingum, stuttum prosatekstum, sitatum og myndum. |
The work is about the relationship between a mother and a child, about sorrow and confusion, darkness and light, searching and longing, hope and despair, ability and inability. | article_dagur_translated | Verkið snýr seg um sambandið millum eina mammu og eitt barn, um sorg og ørkymlan, myrkur og ljós, leitan og tráan, vón og vónloysi, megd og ómegd. |
The work is both daring and attentive, poetic and convincing. | article_dagur_translated | Verkið er bæði djarvt og nærlagt, poetiskt og sannførandi. |
With the work you have managed what only the best can do. | article_dagur_translated | Við verkinum hevur tú megnað tað, sum bara tey bestu duga. |
At the same time you have clearly portrayed a situation that everyone who has children can recognise. | article_dagur_translated | Samstundis hevur tú greitt frá einari støðu, sum øll, sum hava børn, kunnu kenna seg aftur í. |
Not everyone ends up in the same situation, but we all have the thoughts and can all end up in it. | article_dagur_translated | Tað eru ikki øll, sum koma í somu støðu, men vit hava øll tankarnar, og kunnu øll enda í henni. |
You describe one of the very big challenges in our society. | article_dagur_translated | Tú lýsir eina av heilt stóru avbjóðingunum í okkara samfelag. |
This in every way is a difficult subject, and large parts of the collection are hard to read, but sympathy never leaves the mother and the son. | article_dagur_translated | Hetta er í allar mátar eitt trupult evni, og stórir partar av savninum eru harðir at lesa, men sympatiin fer ongantíð frá mammuni og soninum. |
And even though despair constantly underlies the collection, I had a hope when I closed the collection. | article_dagur_translated | Og sjálvt um vónloysið alla tíðina liggur undir savninum, so hevði eg eina vón, tá eg legði savnið saman. |
Vónbjørt, with your distinctive language, your clear eye and strong voice you have given Faroese literature new life. | article_dagur_translated | Vónbjørt, tú hevur við tínum sermerkta máli, við tínum gløgga eyga og sterku rødd givið føroyskum bókmentum nýtt lív. |
You have built bridges between words and silence. | article_dagur_translated | Tú hevur bygt brýr millum orðini og tøgnina. |
You have shown that the gentle can be strong, that the personal can be universal. | article_dagur_translated | Tú hevur víst, at tað mjúka kann vera sterkt, at tað persónliga kann vera alment. |
I am immensely proud and so very happy. | article_dagur_translated | Eg eri ómetaliga errin og so sera fegin. |
This is the greatest literary honor in the Nordic countries, and it has great significance for you as an author and for us as a nation. | article_dagur_translated | Hetta er størsti bókmentaheiður í Norðurlondum, og tað hevur stóran týdning fyri teg sum rithøvund og okkum sum tjóð. |
With the work you have shown that literature and the Faroese voice can reach far beyond the shores. | article_dagur_translated | Tú hevur við verkinum vist, at ritlistin og tann føroyska røddin kunnu røkka langt út um landoddarnar. |
Reach readers in the Nordic countries and also beyond the Nordics. | article_dagur_translated | Røkka lesarum í Norðurlondum og eisini út um Norðurlond. |
I would like to convey greetings to the publisher | article_dagur_translated | Eg vil fegin bera eina heilsan til forlagið |
, which has published the book. | article_dagur_translated | , sum hevur givið bókina út. |
has over the years published many high-quality books, and some of these have also been nominated for the Nordic Council literature prize. | article_dagur_translated | hevur gjøgnum árini givið nógvar dygdargóðar bókmentir út, og summar av hesum hava eisini verið tilnevndar bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. |
Thanks to the publisher for continually working to promote Faroese book publishing and literature. | article_dagur_translated | Takk til forlagið fyri áhaldandi at arbeiða føroyskari bókaútgávu og bókmentum at frama. |
As many may know, the publisher's director is Kim Simonsen, who is also Vónbjørt's partner, so dear Kim, heartfelt congratulations on the publication and the partner and best wishes going forward. | article_dagur_translated | Sum flestum kanska kunnugt, eitur forlagsstjórin Kim Simonsen, sum eisini er unnusti Vónbjørt, so góði Kim hjartaliga til lukku við útgávuni og unnustuni og blíðan byr frameftir. |
On behalf of all of us who love literature and reading it in our mother tongue, and who know how much work lies behind this moment, I want to thank you for the words and for the energy. | article_dagur_translated | Vegna okkum øll, sum elska bókmentir og at lesa tær á okkara móðurmáli, og sum vita, hvussu stórt arbeiði liggur aftan fyri hesa løtu, vil eg takka tær fyri orðini og fyri orkidéina. |
Heartfelt congratulations on the Nordic Council Literature Prize for 2025, Vónbjørt. | article_dagur_translated | Hjartaliga tillukku við Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri 2025, Vónbjørt |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.