en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
Faroese parents are generally supportive of vaccinating their children, view vaccination as a shared societal responsibility, and have confidence in the authorities regarding vaccination offerings, a new attitude survey by the Health Authority shows.
article_dagur_translated
Føroysk foreldur taka væl undir við at koppseta børnini, og tey síggja koppseting sum eina felags samfelagsliga ábyrgd, og hava álit á myndugleikunum viðvíkjandi tilboðum um koppseting, vísir nýggj hugburðskanning hjá Heilsustýrinum.
However, the Faroese are falling short of reaching the WHO targets for childhood vaccination, the Health Authority writes in a press release.
article_dagur_translated
Kortini haltar hjá føroyingum at røkka málsetningunum hjá WHO um barnakoppseting, skrivar Heilsustýrið í tíðindaskrivi.
A 2024 report by the Chief Medical Officer confirmed that uptake of childhood vaccinations is declining in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Frágreiðing hjá Landslæknanum í 2024 staðfesti, at undirtøkan fyri barnakoppsetingum er minkandi í Føroyum.
As a result, we are not managing to meet the WHO target that at least 95% of children should receive the recommended vaccinations to achieve herd immunity.
article_dagur_translated
Vit megna tí ikki at liva upp til málsetningin hjá heimsheilsustovninum, WHO, um, at í minsta lagi 95 % av børnunum skulu hava viðmældu koppsetingarnar fyri at røkka floksimmuniteti.
If measures are to be taken to improve uptake, it is necessary to understand which factors influence parents' decisions about whether to vaccinate their child or not.
article_dagur_translated
Um átøk skulu gerast fyri at betra um undirtøkuna, er neyðugt at skilja, hvørji viðurskifti ávirka avgerðina hjá foreldrum um, hvørt barnið skal koppsetast ella ikki.
Therefore, this spring the Health Authority carried out a survey aiming to analyze the attitudes of parents in the Faroe Islands toward childhood vaccination.
article_dagur_translated
Tí gjørdi Heilsustýrið í vár eina kanning, sum hevði til endamáls at greina hugburðin hjá foreldrum í Føroyum til barnakoppseting.
All Faroese who had children under six years old were invited to participate in the survey, which was conducted in Vangan.
article_dagur_translated
Allir føroyingar, sum áttu børn undir seks ár, fingu innbjóðing um at luttaka í kanningini, sum var gjørd í Vanganum.
2,826 parents, corresponding to 53.8 percent, responded to the survey; of these, 66 percent were women and 34 percent were men.
article_dagur_translated
2.826 foreldur, svarandi til 53,8 prosent, svaraðu kanningini, harav vóru 66 prosent kvinnur og 34 prosent menn.
Parents were asked to indicate how much they agreed or disagreed with a series of statements about willingness to vaccinate.
article_dagur_translated
Foreldrini vórðu biðin at svara, hvussu samd ella ósamd tey vóru í eini røð av útsagnum um koppsetingarvilja.
Overall, the results show that willingness to vaccinate is high across all regions of the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Yvirskipað vísa úrslitini, at koppsetingarviljin er høgur í øllum økjum í Føroyum.
The survey also shows that gender and education level affect willingness to vaccinate, with women who have higher education showing greater willingness.
article_dagur_translated
Kanningin vísir eisini, at kyn og útbúgvingarstig hava ávirkan á koppsetingarvilja við tað, at kvinnur á hægri útbúgvingarstigi vísa á størri vilja.
Parents' age also plays a role to some extent: the older the parents are, the greater the willingness to vaccinate their children.
article_dagur_translated
Aldurin á foreldrunum spælir eisini í ávísan mun ein leiklut, tí tess eldri foreldrini eru, tess størri er viljin at koppseta børnini.
Almost 90 percent of parents consider childhood vaccination to be a shared responsibility aimed at stopping the spread of infection.
article_dagur_translated
Knapt 90 prosent av foreldrunum meta barnakoppsetingar vera ein felags ábyrgd við endamálinum at steðga smittubreiðslu.
Furthermore, almost 80 percent of parents say they are convinced that the relevant authorities only permit effective and safe childhood vaccinations.
article_dagur_translated
Harumframt siga knapt 80 prosent av foreldrunum seg vera sannførd um, at viðkomandi myndugleikar einans loyva effektivum og tryggum barnakoppsetingum.
Looking at barriers, only 4 percent of parents believe it is so difficult to obtain vaccinations that the child does not receive all the vaccinations.
article_dagur_translated
Verður hugt at forðingum, so meta bert 4 prosent av foreldrunum, at tað er so tvørligt at fáa koppsetingar, at barnið ikki fær allar koppsetingarnar.
According to the Health Authority, the results of the attitude survey are very similar to those of a comparable Danish survey from 2022.
article_dagur_translated
Sambært Heilsustýrinum líkjast úrslitini frá hugburðskanningini nógv teimum í samsvarandi danskari kanning frá 2022.
However, the percentage of birth cohorts after 2019 who are fully vaccinated is considerably lower in the Faroe Islands than in Denmark.
article_dagur_translated
Prosentparturin av árgangunum eftir 2019, sum eru liðugt koppsett, er tó munandi minni í Føroyum enn í Danmark.
One possible explanation may be that a reminder system has operated in Denmark since 2014, sending parents reminders when a child is due for a recommended vaccination, and such a system is also about to be implemented in the Faroe Islands, the Health Authority writes.
article_dagur_translated
Ein møgulig frágreiðing kann vera, at ein áminningarskipan hevur virkað í Danmark síðan 2014, soleiðis at foreldur fáa eina áminning sendandi, tá barnið eigur at fáa eina viðmælda koppseting, og ein slík skipan er á gáttini til at verða sett í verk í Føroyum eisini, skrivar Heilsustýrið.
However, the attitude survey does not confirm why uptake of childhood vaccinations is declining.
article_dagur_translated
Hugburðskanningin staðfestir tó ikki, hví undirtøkan fyri barnakoppsetingum er fallandi.
The survey shows that parents overall are very positive about matters concerning childhood vaccination and that they trust the authorities in this area.
article_dagur_translated
Kanningin vísir, at foreldur sum heild eru ógvuliga jalig um viðurskifti viðvíkjandi barnakoppseting, og at tey hava álit á myndugleikunum á økinum.
The Health Authority suggests that those who are more doubtful may not have participated in the survey.
article_dagur_translated
Hugsandi er, skrivar Heilsustýrið, at tey, sum eru meira ivandi, ikki hava tikið lut í kanningini.
Nevertheless, the survey provides indications of parents' attitudes in the Faroe Islands today, and the results will be used as a basis for the measures the Health Authority will initiate with the aim that all childhood vaccinations will reach the WHO target.
article_dagur_translated
Kanningin gevur kortini ábendingar um hugburðin hjá foreldrum í Føroyum í dag, og úrslitini fara at verða brúkt sum grundarlag fyri teimum átøkum, Heilsustýrið fer at seta í gongd við tí endamáli, at allar barnakoppsetingarnar fara at røkka málsetninginum hjá WHO.
The audience favorite, BYRTA, will perform at OY Voxbotn 2026, organizers announced in a press release this morning.
article_dagur_translated
Publikumsfavoritturin, BYRTA, kemur at framføra á OY Voxbotn 2026, boða fyriskiparar frá í tíðindaskrivi í morgun.
"We know them both, Janus Rasmussen & Guðrið Hansdóttir — different, but together they create something very special — the phenomenon is called BYRTA."
article_dagur_translated
– Vit kenna tey bæði, Janus Rasmussen & Guðrið Hansdóttir – ólík, men saman skapa tey nakað heilt serligt – fenomenið kallast BYRTA.
Janus Rasmussen is renowned within Faroese and Icelandic pop music.
article_dagur_translated
Janus Rasmussen er tiltikin innan føroyskan og íslendskan popptónleik.
Janus is often associated with electronic music.
article_dagur_translated
Ofta verður Janus settur í samband við elektrotónleik.
"Originally we associate Guðrið Hansdóttir more with acoustic singer/songwriter music."
article_dagur_translated
– Upprunaliga seta vit Guðrið Hansdóttir í samband við meira aukustiskan singer/songwriter tónleik.
She is a songwriter of exceptional caliber, and she is also a singer of the highest quality.
article_dagur_translated
Hon er sangskrivari í serflokki, og so er hon eisini sangari av hægstu góðsku.
"Together they have created a concept that just hits, hits, and hits."
article_dagur_translated
– Saman hava tey skapt eitt konsept, sum bara hittar, hittar og hittar.
All their songs are Faroese pop classics, so it won't be an ordinary party when BYRTA kicks off at OY Voxbotn 2026.
article_dagur_translated
Øll løg teirra eru føroyskir poppklassikkarar, so tað er ikki hissini veitsla tað verður, tá BYRTA seta futt í OY Voxbotn 2026.
"BYRTA will certainly shine in a musical ecstasy in Vágsbotn 2026."
article_dagur_translated
– Byrta fer sannliga at birta í eina tónlistaliga ekstasu í Vágsbotni 2026.
Tickets for Voxbotn 2026 can be purchased by SMS, at Magn by Ringvegin, Magn in Klaksvík, and at ebillet.fo.
article_dagur_translated
Atgongumerki til Voxbotn 2026 kunnu keypast í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á ebillet.fo.
After having been imprisoned for less than three weeks, former French president Nicolas Sarkozy has been released again.
article_dagur_translated
Eftir at hava sitið í fongsli í minni enn tríggjar vikur er fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy leyslatin aftur.
It was in September that the 70-year-old Sarkozy was found partly guilty as party leader and sitting minister of having allowed close associates and political supporters to contact the regime in Libya to obtain financial support for the 2007 election.
article_dagur_translated
Tað var í september, at 70 ára gamli Sarkozy varð funnin partvíst sekur í sum floksformaður og sitandi ráðharri at hava loyvt tøttum samstarvsfeløgum og politiskum stuðlum at seta seg í samband við stýrið í Libya fyri at fáa fíggjarligan stuðul upp til valið í 2007.
However, the judge did not consider there to be evidence that Sarkozy himself had used money from the Libyan regime in his presidential campaign.
article_dagur_translated
Dómarin metti tó ikki, at prógv vóru fyri, at Sarkozy sjálvur hevði brúkt pengar frá libysku stjórnini í forsetavalstríði sínum.
Thus he was acquitted of bribery and of having accepted illegal financial support, but he was nevertheless found guilty of conspiracy, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Sostatt varð hann fríkendur fyri mutur og fyri at hava tikið ímóti ólógligum fíggjarligum stuðli, men hann varð tó funnin sekur í samansvørjing, skrivar Ritzau.
Sarkozy, who was president from 2007 to 2012, received a five-year prison sentence.
article_dagur_translated
Sarkozy, sum var forseti frá 2007 til 2012 fekk fimm ára fongsulsrevsing.
He has denied guilt, and the case was appealed.
article_dagur_translated
Hann hevur noktað seg sekan, og málið varð kært.
A court in Paris has now decided that he will be released from prison while awaiting the appeal, which is expected in the spring.
article_dagur_translated
Ein dómstólur í París hevur nú avgjørt, at hann sleppur úr fongslinum, meðan bíðað verður eftir kærumálinum, sum væntast at vera í vár.
In the meantime he must remain at home under supervision.
article_dagur_translated
Ímeðan skal hann sita heima við hús undir eftirliti.
Moody's announced on 29 September 2025 that the Faroe Islands retain their credit rating at Aa2.
article_dagur_translated
Moody’s kunngjørdi 29. september 2025, at Føroyar varðveita sítt kredittvirði á Aa2.
The Faroe Islands have Moody's third-highest rating, which has 21 points.
article_dagur_translated
Føroyar hava trið hægstu meting hjá Moody's, sum hevur 21 stig.
The assessment among other things emphasizes the good repayment capacity of the national treasury due to the large reserve requirement.
article_dagur_translated
Í metingini verður millum annað lagt dent á góða afturgjaldsførleikan hjá landskassanum orsakað av stóra minstagjaldførinum.
By law, the national treasury must have a reserve equivalent to 15% of GDP, which in 2025 corresponds to just under 4 billion kroner.
article_dagur_translated
Landskassin skal sambært lóg hava 15% av BTÚ í minstagjaldføri, sum í 2025 svarar til slakar 4 mia. kr.
It matters that the Faroe Islands receive a good rating because it increases investor confidence in lending to them.
article_dagur_translated
Tað hevur týdning, at Føroyar fáa eina góða meting, tí tað økir um álitið hjá íleggjarum, sum vilja veita Føroyum lán.
A good rating also affects the interest rate the national treasury must pay on its loans.
article_dagur_translated
Góða metingin ávirkar eisini hvørja rentu landskassin skal rinda fyri síni lán.
The better the credit rating, the lower the interest rate when the country needs to borrow.
article_dagur_translated
Jú betri kredittmeting, jú lægri er rentan, tá ið landið skal taka lán.
Various factors can cause the rating to worsen, for example if debt increases significantly or if the national treasury runs deficits for several consecutive years.
article_dagur_translated
Ymisk viðurskifti kunnu gera, at ratingin verður verri, millum annað um skuldin veksur munandi ella um landskassin hevur hall í fleiri ár á rað.
On October 1st, 54,858 people lived in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
1. oktober búðu 54.858 fólk í Føroyum.
That is 317 people — or 0.6 percent — more than on October 1st of the previous year.
article_dagur_translated
Tað eru 317 fólk - ella 0,6 prosent - fleiri enn 1. oktober árið fyri.
The increase was larger than in the previous twelve months, partly because more children were born, writes the Statistical Office.
article_dagur_translated
Vøksturin var størri enn í undanfarnu tólv mánaðunum, millum annað tí at fleiri børn vóru fødd, skrivar Hagstovan.
The population growth over the past year resulted from a natural increase of 177 people and a net migration of 140 people.
article_dagur_translated
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 177 fólk og einari nettoflyting á 140 fólk.
The natural increase was about 50 higher than in the previous twelve months.
article_dagur_translated
Burðaravlopið var um 50 størri enn undanfarnu tólv mánaðirnar.
About 70 more children were born in the last twelve months compared with the twelve before, when an unusually small number of children were born.
article_dagur_translated
Um 70 fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá óvanliga fá børn vóru fødd.
Net migration was approximately the same.
article_dagur_translated
Nettoflytingin var á leið tann sama.
Among the municipalities, the population grew most in Tórshavn Municipality, where over 40 percent of the population of the Faroe Islands lives.
article_dagur_translated
Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr.
The second-largest population increases were in the municipalities of Nes and Sørvágur, where the population grew by 41 in each municipality, corresponding to 2.6 percent and 3.3 percent respectively, writes the Statistical Office.
article_dagur_translated
Næststørsti fólkavøkstur var í Nes og Sørvágs kommunu, har fólkatalið vaks við 41 í hvørjari kommunu svarandi til ávikavist 2,6 prosent og 3,3 prosent, skrivar Hagstovan.
Other municipalities with population growth over the past year were Klaksvík, Sjóvar and Fuglafjørður municipalities.
article_dagur_translated
Aðrar kommunur við fólkavøkstri seinasta árið vóru Klaksvíkar, Sjóvar og Fuglafjarðar kommuna.
The population decreased in twelve municipalities — most in Sunda, Vágar and Tvøroyri municipalities.
article_dagur_translated
Fólkatalið minkaði í tólv kommunum — mest í Sunda, Vága og Tvøroyrar kommunu.
Today, November 10, the debut novel “Hevnd” is being reissued after it was removed from shelves due to errors in the first printing.
article_dagur_translated
Í dag, 10. november, kemur debutskaldsøgan “Hevnd” útaftur av nýggjum, eftir, at hon varð tikin av hillunum orsaka av villum í fyrsta prenti.
The author has received dozens of messages from readers who have read the book.
article_dagur_translated
Rithøvundurin hevur fingið 10 tals boð frá lesarum, sum hava lisið bókina.
Many have read it straight through.
article_dagur_translated
Nógv hava lisið hana út í eitt.
Many did not notice the errors at all.
article_dagur_translated
Nógv hava slett ikki lagt merki til villurnar.
Some have noted that a small passage repeats.
article_dagur_translated
Onkur hevur lagt til merkis, at eitt lítið brot kemur umaftur.
But the feedback is very positive that the book will be reprinted.
article_dagur_translated
Men afturmeldingarnar er sera jaligar, at bókin verður prenta av nýggjum.
“Hevnd” is a dark and psychological story written by Petur Mohr Reinert, a new voice in Faroese literature who will make himself known with his uncompromising language and powerful storytelling.
article_dagur_translated
“Hevnd” er ein myrk og psykologisk søga skrivað av Petur Mohr Reinert, ein nýggj rødd í føroyskum bókmentum, sum fer at gera vart við seg við sínum kompromisleysa málburði og ógvusligu søguskriving.
It takes place aboard an imaginary freezer trawler, in Sørvágur and in Tórshavn.
article_dagur_translated
Hon gongur fyri seg umborð á einum ímyndaðum frystitrolara, í Sørvági og í Havn.
Although the story uses these place names, it has no connection to real events or persons.
article_dagur_translated
Hóast søgan tekur støði í hesum staðarnøvnum, hevur hon onga tilknýting til veruligar hendingar ella persónar.
The theme is bullying that goes off course, and how the bullied person chooses to take revenge.
article_dagur_translated
Tema er happing, sum fer av sporinum, og hvussu tann happaði velur at hevna seg.
“Hevnd” is the first part of a trilogy, and readers will not have to wait long for the next installment.
article_dagur_translated
“Hevnd” er fyrsti partur í eini trilogi, og lesarar skulu ikki bíða leingi eftir næsta parti.
Petur Mohr Reinert has written a lot before, but this is his first novel.
article_dagur_translated
Petur Mohr Reinert hevur áður skrivað nógv, men hetta er hansara fyrsta skaldsøga.
The result is a story that is both raw and moving, and that raises the question: Is it right to take revenge?
article_dagur_translated
Úrslitið er ein søga, sum bæði er rá og rørandi, og sum setur spurningin: Er tað rætt at hevna seg?
The book is published by the newly founded publisher Tyrpa, which is owned by the author himself.
article_dagur_translated
Bókin verður givin út av nýstovnaða forlagnum Tyrpa, sum rithøvundurin sjálvur eigur.
The cover image is a painting by Helena Dam.
article_dagur_translated
Permumyndin er ein málningur eftir Helenu Dam.
Tyrpa has prepared the book for printing.
article_dagur_translated
Tyrpa hevur greitt bókina til prentingar.
Petur Mohr Reinert will appear at the Book Days in Norðurlandahúsið, where he will give a presentation and take part in a conversation with Niels Una Dam on Saturday, November 15 at 5 PM.
article_dagur_translated
Petur Mohr Reinert verður at hitta á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum, har hann fer at hava framløgu og samrøðu við Niels Una Dam leygardagin 15. novenber kl 17.
He will also be on the Authors' Quarter, which is also on Saturday, November 15.
article_dagur_translated
Eisini verður hann á Rithøvundakorteriðnum, sum eisini er leygardagin 15. november.
That is at 11:45.
article_dagur_translated
Tað er kl. 11.45.
Tomorrow evening, Tuesday 11 November, a public meeting about the Suðuroy tunnel will be held at Finsen in Tórshavn.
article_dagur_translated
Í annaðkvøld, týsdagin 11. november verður skipað fyri fólkafundi í í Finsen í Havn um Suðuroyatunnilin.
The main question for the public meeting will be: "How do we protect the nature in Sandoy?"
article_dagur_translated
Høvuðsspurningurin fyri fólkafundin verður hesin “Hvussu verja vit náttúruna í Sandoynni?”
The meeting is organized by the associations Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag, Føroya Fuglafrøðifelag, Hagafelagið, Føroya Sílaveiðifelag and Veltan.
article_dagur_translated
Tað eru felagsskapirnir Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag, Føroya Fuglafrøðifelag, Hagafelagið, Føroya Sílaveiðifelag og Veltan, sum skipa fyri fólkafundinum.
Other questions are: "How do we protect the special natural areas in Sandoy when we build the Suðuroy tunnel?" and "Why is it necessary to fight to protect plant-rich areas, wetlands, birds, land and bogs in Sandoy?"
article_dagur_translated
Aðrir spurningar eru: “Hvussu verja vit tey serstøku náttúrúøkini í Sandoynni, tá ið vit gera Suðuroyartunnilin?”, “Hví er neyðugt at stríðast fyri at verja planturíkidømi, vøtn, fugl, lendi og veltur í Sandoynni?”
Shortly, the Faroese parliament will have to decide on the largest project in Faroese history.
article_dagur_translated
Um stutta tíð skal løgtingið taka støðu til størstu verkætlan í Føroya søgu.
There has been a lot of debate and prolonged discussion about the matter, because there are many considerations when it comes to such a large project.
article_dagur_translated
Mikið rok og drúgt kjak hevur verið um málið, tí atlitini eru mong, tá ið talan er um eina so stóra verkætlan.
But where are the considerations for nature?
article_dagur_translated
Men hvar eru atlitini til náttúruna?
The meeting will take place in the auditorium at Finsen in Tórshavn on Tuesday evening 11 November at 19:00.
article_dagur_translated
Fundurin verður í auluni í Finsen í Havn týskvøldið 11. novembur klokkan 19.
The Faroese nature organisations jointly invite people to a public meeting with presentations, interesting viewpoints from relevant experts, and debate between the political parties.
article_dagur_translated
Føroysku náttúrufelagsskapirnir bjóða í felag til fólkafund við  framløgum, áhugaverdum sjónarmiðum hjá viðkomandi serfrøðingum og kjak millum politisku flokkarnar.
The purpose of the public meeting is to describe what impact the route alignment for the Suðuroy tunnel will have on nature.
article_dagur_translated
Endamálið við fólkafundinum er at lýsa, hvørja ávirkan linjuføringin til Suðuroyartunnilin hevur á náttúruna.
Film about the nature in Sandoy — why is it so special?
article_dagur_translated
Filmur um náttúruna í Sandoynni – hví er hon so serstøk?
Presentations about route alignments for the Suðuroy tunnel — Teitur Samuelsen and Jón Sigurdsson.
article_dagur_translated
Framløgur um linjuføringar til Suðuroyartunnilin – Teitur Samuelsen og Jón Sigurdsson.
Presentation on cost–benefit analysis. How do you capitalise nature? — Brandur Sjúrðarson, economist, Landsverk.
article_dagur_translated
Framløga um kost-nyttugreining. Hvussu kapitaliserar tú náttúru? – Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur, Landsverk.
Presentation of the consultation response from the Environmental Agency — Sigga Jacobsen, department manager at the Environmental Agency.
article_dagur_translated
Framløga av hoyringssvari hjá Umhvørvisstovuni – Sigga Jacobsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni
What does the expert opinion say? Kolbrún í Haraldsstovu, plant ecologist; Harry Jensen, representative of the Ramsar committee in Skúvoy; Jóhann Mortensen, media person; Bergur Poulsen, P/F Suðuroyartunnillin; Kristian Stórhamar, tunnel expert, Tunnel Group; Brandur Sjúrðarson, economist, Landsverk.
article_dagur_translated
Hvat sigur serfrøðin? Kolbrún í Haraldsstovu, plantuvistfrøðingur, Harry Jensen, umboð fyri Ramsar-nevnd í Skúgvoy, Jóhann Mortensen, miðlafólk, Bergur Poulsen, P/F Suðuroyartunnillin, Kristian Stórhamar, tunnilsserfrøðingur, Tunnilsbólkurin, Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur, Landsverk
What do the politicians think? Jacob Vestergaard (A), Helgi Abrahamsen (B), Eyðgunn Samuelsen (C), Annika Olsen (E), Karlot Hergeirsson (F).
article_dagur_translated
Hvat meina politikararnir?  Jacob Vestergaard (A), Helgi Abrahamsen (B), Eyðgunn Samuelsen (C), Annika Olsen (E), Karlot Hergeirsson (F)
The moderator is Óluva Zachariasen.
article_dagur_translated
Orðstýrari er Óluva Zachariasen
The event will be streamed.
article_dagur_translated
Tiltakið verður stroymt
The Faroes Meteorological Institute was represented for the first time at the most recent NMM, which took place in Copenhagen in 2024.
article_dagur_translated
Veðurstova Føroya var fyrstu ferð umboðað á seinasta NMM, sum var í Keypmannahavn í 2024.
At that time, representatives for Norway, who otherwise had the turn to organize the next conference, invited the Faroe Islands to host the conference in 2026.
article_dagur_translated
Tá bjóðaðu umboð fyri Noreg, sum annars stóð fyri tørni at skipa fyri næstu ráðstevnuna, Føroyum at skipa fyri ráðstevnuna í 2026.
The staff of the Faroes Meteorological Institute decided to accept, and the 34th conference in this series will be held in the Faroe Islands on 26–29 May next year.
article_dagur_translated
Starvsfólkini frá Veðurstovu Føroya valdu at taka av og verður tann 34’inda ráðstevnan í hesari røðini í Føroyum í døgunum 26 - 29. mai komandi ár.
The NMM conference series began in 1960 and has since been held every other year in one of the Nordic countries in the cooperation, which now also includes the Faroe Islands.
article_dagur_translated
NMM ráðstevnurøðin byrjaði í 1960, og hevur síðani verið hildin annaðhvørt ár í einum av norðurlensku londunum í samstarvinum, sum nú eisini telur Føroyar.