en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Elin á Rógvi has translated the signature song, and Dánial Gomez sings. | article_dagur_translated | Elin á Rógvi hevur týtt eyðkennislagið, og Dánial Gomez syngur. |
The Christmas calendar is in 24 parts and will be shown on television every evening at 18:30. | article_dagur_translated | Jólakalendarin er í 24 pørtum og verður at síggja í sjónvarpinum hvørt kvøld klokkan 18.30. |
It is also possible to watch the new Snæfall on the public broadcaster's website and on the VIT app. | article_dagur_translated | Tað ber eisini til at síggja nýggja Snæfall á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og á VIT-appini. |
Benjamin Hav & Familien will be heard at Tórsfest 2026, organizers announce today. | article_dagur_translated | Benjamin Hav & Familien verða at hoyra á Tórsfest 2026, boða fyriskiparar frá í dag. |
Benjamin Hav is a 40-year-old rapper and musician. | article_dagur_translated | Benjamin Hav er 40 ára gamal rappari og tónleikari. |
In 2020 he began releasing music, and since then the arrows have pointed straight up. | article_dagur_translated | Í 2020 byrjaði hann at útgeva tónleik, og síðani hava pílarnir peikað beint í loft. |
He has won awards for Hip Hop Release of the Year, and he has also received an award for being Live Band of the Year. | article_dagur_translated | Hann hevur vunnið virðislønir fyri Ársins hip hop útgávu, eins og hann hevur fingið virðisløn fyri at vera Ársins live bólkur. |
Today he performs together with the band Familien, and together the band is called Benjamin Hav & Familien. | article_dagur_translated | Í dag framførir hann saman við bólkinum Familien, og saman eitur bólkurin Benjamin Hav & Familien. |
Benjamin Hav is also known from Danish television. | article_dagur_translated | Benjamin Hav er eisini kendur frá donskum sjónvarpi. |
This year he became a judge on the well-known television series X-Factor, which many Faroese people have participated in. | article_dagur_translated | Í ár gjørdist hann dómari í navnframu sjónvarpsrøðini X-Factor, sum mangur føroyingur hevur tokka til. |
He has collaborated with several of the biggest names in Denmark – including Nik & Jay – and on his latest release he also performs with Lukas Graham on the track “Jeg vil bare være et godt menneske, men det er ikke let.” | article_dagur_translated | Hann hevur samstarvða við fleiri av teimum størstu í Danmark – millum annað Nik & Jay – og á nýggjastu útgávuni framførir hann eisini saman við Lukas Graham á lagnum “Jeg vil bare være et godt menneske, men det er ikke let.” |
"Benjamin Hav has established himself as one of the strongest artists in Denmark, and therefore we can expect a huge celebration when Benjamin Hav & Familien take the stage at Tórsfest 2026," the organizers write. | article_dagur_translated | – Benjamin Hav hevur staðfest seg sum eitt av sterkastu listafólkunum í Danmark, og tí kunnu vit rokna við einari risa veitslu, tá Benjamin Hav & Familien trína á pallin á Tórsfest 2026, skriva fyriskiparar. |
Pre-sale for Tórsfest begins on Tuesday, December 2 at 12:00. | article_dagur_translated | Forsølan til Tórsfest byrjar týsdagin 2. desember klokkan 12. |
This morning the Love Ball 2025 was unveiled at the Faroe Islands Art Museum. | article_dagur_translated | Fyrrapartin varð Kærleikakskúlan 2025 avdúkað á Listasavni Føroya. |
It is the artist Silja Strøm who designed the Love Ball 2025, and she says the following about this year's Love Ball: | article_dagur_translated | Tað er Silja Strøm, listakvinna, ið hevur sniðgivið Kærleikskúluna 2025, og hon sigur soleiðis um ársins kærleikskúlu: |
To paint is like trying to remember the first time, the body grazing the water – wingless, fluttering, alive. | article_dagur_translated | At mála er sum at royna at minnast fyrstu ferð, likamið nart við vatnið – veingjaleyst, flákrandi, livandi. |
Born on islands, raised in cities, I carry both solitude and noise in the brush. | article_dagur_translated | Fødd á oyggjum, ment í býum, beri eg bæði einsemi og larm í penslinum. |
Body images emerge, half-forms dissolve into color. | article_dagur_translated | Likamsmyndir stíga fram, hálvir formar loysast upp í liti. |
Bodies, patterns, gestures and shadows. | article_dagur_translated | Kroppar, mynstur, látur og skuggar. |
The images carry movement like breath, both gentle and untamed, each stroke an attempt to hold on. | article_dagur_translated | Myndirnar bera rørslu sum anda, bæði milda og ótamda, hvør strok er ein roynd at halda fast. |
The first copy of the Love Ball is presented to someone who has made life a little easier for others in areas such as the labor market, and this year it was FK that received the first copy of the Love Ball. | article_dagur_translated | Fyrsta eintak av Kærleikskúluni verður handað onkrum, ið hevur gjørt lívið eitt sindur lættari hjá øðrum á eitt nú arbeiðsmarknaðinum, og í ár var tað FK, sum fekk handað fyrsta eintak av Kærleikskúluni. |
In the nomination it is said about Føroya Keypssamtøka that Dugni for many years has had a good collaboration with FK, and that they have always been open to cooperation. | article_dagur_translated | Í tilnevnigini verður sagt um Føroya Keypssamtøku, at Dugni í nógv ár hevur havt eitt gott samstarv við FK, og at tey altíð hava verið opin fyri samstarvi. |
It was Jan Djurholm, head of department at FK, who received the first copy of the Love Ball 2025. | article_dagur_translated | Tað var Jan Djurholm, deildarstjóri í FK, ið fekk handað fyrsta eintak av kærleikskúluni 2025. |
This is the seventeenth time that Dugni has commissioned the Love Ball to be made. | article_dagur_translated | Hetta er seytjanda ferðin, at Dugni letur Kærleikskúlu gera. |
This is a project in the heart of Runavík, and the 18 apartments are expected to be ready to move into in the summer of 2027, writes LÍV in a press release. | article_dagur_translated | Talan er um eina verkætlan mitt í hjartanum í Runavík, og verða tær 18 íbúðirnar væntandi klárar at flyta inn í á sumri 2027, skrivar LÍV í tíðindaskrivi. |
– The LÍV group is purposefully working to make investments in the rental housing market in the Faroe Islands, and the agreement on the housing project in Runavík is another part of this work. | article_dagur_translated | – LÍV samtakið arbeiðir miðvíst við at gera íløgur innan leiguíbúðarmarknaðin í Føroyum, og er avtalan um íbúðarverkætlanina í Runavík enn ein liður í hesum arbeiði. |
– This is a necessary step, because according to the Economic Council the housing shortage in the Faroe Islands has become a significant bottleneck that hinders continued population and economic growth. | article_dagur_translated | – Hetta er eitt neyðugt stig, tí sambært Búskaparráðnum er bústaðartrotið í Føroyum vorðið ein týðandi fløskuhálsur, ið er við til at forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri. |
The housing project in Runavík is the third independent housing project by LÍV Fastogn, and with this project LÍV Fastogn will be the owner of 104 rental apartments in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Íbúðarverkætlanin í Runavík er triðja sjálvstøðuga íbúðarverkætlanin hjá LÍV Fastogn, og við hesi verkætlan verður LÍV Fastogn eigari av 104 leiguíbúðum í Føroyum. |
Next autumn it will be possible for everyone to register on the waiting list. | article_dagur_translated | Komandi heyst verður møguligt hjá øllum at skriva seg á bíðilista. |
Because the investments are made for pension savings on behalf of LÍV's customers, these customers will also receive priority access to the apartments. | article_dagur_translated | Grundað á, at íløgurnar eru gjørdar fyri eftirlønaruppsparing hjá kundunum hjá LÍV, fáa hesir tó eisini framíhjárætt til íbúðirnar. |
LÍV Fastogn is part of LÍV and invests in apartments and other real estate in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | LÍV Fastogn er partur av LÍV og ger íløgur í íbúðir og aðra fastogn í Føroyum. |
The purpose is to diversify customers' investments and at the same time ensure that the pension savings benefit the customers and Faroese society as a whole, writes LÍV. | article_dagur_translated | Endamálið er at spjaða íløgurnar hjá kundunum og samstundis tryggja, at eftirlønaruppsparingin kemur kundunum og føroyska samfelagnum sum heild til góðar, skrivar LÍV. |
More detailed information about housing projects by LÍV Fastogn can be found at livfastogn.fo. | article_dagur_translated | Neyvari kunning um íbúðarverkætlanir hjá LÍV Fastogn er at finna á livfastogn.fo. |
The Faroese Red Cross is seeking nominations to honor as First Aider of the Year 2025. | article_dagur_translated | Reyði Krossur Føroya sóknast eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2025. |
The nominee must have provided physical or psychological first aid in a notable way during the past year. | article_dagur_translated | Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp. |
As in the previous year, the Red Cross will also award the Children's Honor of the Year, which is given to children for special achievements in first aid. | article_dagur_translated | Eins og seinasta ár, fer Reyði Krossur eisini at lata Ársins Barnaheiður, ið verður latin børnum fyri serstakt avrik innan fyrstuhjálp. |
Everyone can submit nominations, which will be reviewed by the Red Cross's first aid jury. | article_dagur_translated | Øll kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av dómsnevnd í fyrstuhjálpini hjá Reyða Krossi. |
Nominations can be submitted to the Red Cross via the form on the website: https://redcross.fo/tilnevning/ or by email: | article_dagur_translated | Uppskot kunnu sendast til Reyða kross á frymlinum á heimasíðuni: https://redcross.fo/tilnevning/, á telduposti: |
or by regular mail to Stiðjagøta 6, 100 Tórshavn. | article_dagur_translated | ella sum vanligur postur til Stiðjagøtu 6, 100 Tórshavn. |
The deadline to submit nominations for 2025 is February 4, 2026, at 14:00. | article_dagur_translated | Freistin at senda inn uppskot fyri 2025 er 4. februar 2026, klokkan 14. |
The First Aider of the Year will be chosen in February 2026, writes the Red Cross. | article_dagur_translated | Ársins Fyrstihjálpari verður kosin í februar 2026, skrivar Reyði Krossur. |
The Norðoyartunnil is currently closed due to a landslide/river overflow just north of the tunnel portal in Klaksvík. | article_dagur_translated | Norðoyartunnilin er júst nú stongdur í samband við eitt omanlop/áarlop stutt norðanfyri tunnilsmunnan í Klaksvík. |
Otherwise there are major traffic problems around the country because of the heavy rain that has fallen. | article_dagur_translated | Annars eru stórir ferðslutrupuleikar runt landið í sambandi við nógva regnið, sum er komið niður. |
“We recommend that drivers exercise the greatest caution in traffic at the moment,” says the police. | article_dagur_translated | - Vit mæla til, at bilførarar vísa størsta varsemi í ferðsluni í løtuni, sigur løgreglan. |
Loan growth in the Faroese banks was 8.0% in September 2025 and derives mainly from loans to businesses and then to municipalities and households. | article_dagur_translated | Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 8,0% í september 2025 og stavar serliga frá útlánum til vinnuna og síðani til kommunur og húsarhald. |
According to the loan survey, interest rate cuts and wage increases have improved the financial position of both business and private customers, and the banks report that the demand for financing has increased. | article_dagur_translated | Sambært útlánskanningini hava rentulækkingar og lønarhækkingar betrað um fíggjarstøðuna hjá bæði vinnu- og privatkundum, og bankarnir siga frá, at eftirspurningurin eftir fígging er øktur. |
The banks do not expect further interest rate cuts this year and therefore assess that customers' financial positions will not improve further in the fourth quarter of 2025. | article_dagur_translated | Bankarnir vænta ikki fleiri rentulækkingar í ár og meta tí, at fíggjarstøðan hjá kundunum ikki fer at betra seg enn meira í fjórða ársfjórðingi 2025. |
Activity in the Faroese economy remains high. | article_dagur_translated | Virksemið er framvegis stórt í føroyska búskapinum. |
Unemployment was 0.8% in September 2025, and wage payments increased by 6.7% in the period from September 2024 to October 2025. | article_dagur_translated | Arbeiðsloysið var 0,8% í september 2025, og lønargjaldingarnar eru øktar við 6,7% í tíðarskeiðinum september 2024 til oktober 2025. |
Export value in August 2025, measured for the period September 2024 to August 2025, was 1 billion DKK higher than the same period the year before. | article_dagur_translated | Útflutningsvirðið í august 2025, uppgjørt fyri tíðarskeiðið september 2024 til august 2025, var 1 mia. kr. størri enn sama tíðarskeið árið fyri. |
Although the salmon price has fallen in 2025, the export value of salmon has not decreased much because quantities of exported salmon have increased. | article_dagur_translated | Hóast laksaprísurin er lækkaður í 2025, er útflutningsvirðið av laksi ikki minkað nógv, tí nøgdirnar av útfluttum laksi eru øktar. |
The export value of other fish species has simultaneously risen due to higher prices. | article_dagur_translated | Útflutningsvirðið av øðrum fiskasløgum er samstundis hækkað orsakað av øktum prísum. |
Imports have also increased in the same period, but to a lesser extent than exports; among other things, the import value of fuel has fallen due to lower oil prices. | article_dagur_translated | Innflutningurin er eisini øktur í sama tíðarskeiði, men í minni mun enn útflutningurin; millum annað er innflutningsvirðið av brennievni lækkað orsakað av lægri oljuprísum. |
Therefore there is still a surplus on the trade balance. | article_dagur_translated | Tað er tí framvegis avlop á handilsjavnanum. |
Because lower quotas of various fish species are expected in the coming year, the result on the 2026 budget is expected to be worse than originally estimated in the 2026 budget proposal. | article_dagur_translated | Av tí at tað væntast lægri kvotur av ymsum fiskasløgum komandi árið, verður úrslitið á fíggjarlógini fyri 2026 væntandi verri, enn upprunaliga mett í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026. |
This is due both to lower revenues from resource fees and lower tax revenues from crews' wages. | article_dagur_translated | Hetta kemur bæði av lægri inntøkum frá tilfeingisgjøldum og lægri skattainntøkum frá lønum hjá manningum. |
The 2026 budget proposal previously showed a deficit of 173 million DKK. | article_dagur_translated | Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2026 vísti frammanundan eitt hall á 173 mió. kr. |
It is not good for the Faroese economy that public finances are not strengthened in good times, because that makes the economy more vulnerable to shocks that may come from abroad, for example in connection with geopolitical uncertainty. | article_dagur_translated | Tað gagnar ikki føroyska búskapinum, at almennu fíggjarviðurskiftini ikki eru styrkt í góðum tíðum, tí tað ger búskapin meira viðkvæman fyri stoytum, ið kunnu koma uttanífrá, eitt nú í sambandi við geopolitisku óvissuna. |
Faroese households have received wage increases and tax relief, and together with lower interest rates and inflation this supports private consumption. | article_dagur_translated | Føroysku húsarhaldini hava fingið lønarhækkingar og skattalættar, og hetta stuðlar saman við lægri rentum og inflatión, undir privatu nýtsluna. |
Card spending figures show that consumption so far in 2025 is larger than it has been in recent years. | article_dagur_translated | Tølini fyri kortnýtslu vísa, at nýtslan higartil í 2025 er størri, enn hon hevur verið undanfarnu árini. |
Housing prices continue to rise, which indicates both that the supply of housing cannot keep up with demand and that lower interest rates may have made it possible for more households to bid for single-family homes. | article_dagur_translated | Bústaðarprísirnir vaksa framvegis, og tað bendir bæði á, at útboðið av bústøðum ikki megnar at fylgja við eftirspurninginum, og at lægri renturnar møguliga hava gjørt tað gjørligt hjá fleiri húsarhaldum at bjóða upp á eini sethús. |
Loan growth in the Faroese banks was 8.0% in September 2025, calculated as a three-month average. | article_dagur_translated | Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 8,0% í september 2025, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. |
The loan growth derives mainly from loans to the private business sector and then to municipalities and households. | article_dagur_translated | Útlánsvøksturin stavar serliga frá útlánum til privatu vinnuna og síðani til kommunur og húsarhald. |
Loan growth at the Danish mortgage institutions was 2.0%, and the combined loan growth of Faroese and Danish monetary and mortgage institutions was 7.6% in September 2025. | article_dagur_translated | Útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovnunum var 2,0%, og samlaði útlánsvøksturin hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum var 7,6% í september 2025. |
Loan growth to the private business sector was 12.6% in September 2025, and it has therefore increased a lot since the period from spring 2024 to spring 2025, when it was negative. | article_dagur_translated | Útlánsvøksturin til privatu vinnuna var 12,6% í september 2025, og hann er sostatt øktur nógv síðani tíðarskeiðið frá á vári 2024 til várið 2025, tá ið hann var negativur. |
It can be random when growth in loans to businesses decreases or increases. | article_dagur_translated | Tað kann vera tilvildarligt nær vøksturin í útlánum til vinnuna minkar ella veksur. |
Recently ships and companies have been traded, and in addition large projects have been launched. | article_dagur_translated | Í seinastuni eru skip og fyritøkur handlaði, og harumframt eru stórar verkætlanir settar í verk. |
Loan growth to businesses stems from increased lending to the resource industry (the fishing industry) and the service sector (including transport). | article_dagur_translated | Útlánsvøksturin til vinnuna stavar frá øktum útlánum til tilfeingisvinnuna (fiskivinnuna) og tænastuvinnuna (m.a. innan flutning). |
Loan growth to public companies was, on the other hand, negative in September 2025. | article_dagur_translated | Útlánsvøksturin til almennu feløgini var hinvegin negativur í september 2025. |
Loan growth to the municipalities was 7.4%, and it was 6.2% to households in September 2025. | article_dagur_translated | Útlánsvøksturin til kommunurnar var 7,4%, og hann var 6,2% til húsarhaldini í september 2025. |
Deposits in the Faroese banks continue to grow; deposit growth from Faroese customers was 13% in July 2025. | article_dagur_translated | Innlánini í føroysku bankunum vaksa framvegis; innlánsvøksturin var 13% í juli 2025 frá føroyskum kundum. |
From households deposit growth was 7.8%, and from the private business sector it was 16.2% in September 2025, calculated as a three-month average. | article_dagur_translated | Frá húsarhaldunum var innlánsvøksturin 7,8%, og frá privatu vinnuni var hann 16,2% í september 2025, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. |
The total deposit surplus in the Faroese banks, including Føroya Banki's branch in Greenland, increased by 1.8 billion DKK from September 2024 to September 2025 and was 3.2 billion DKK in September 2025. | article_dagur_translated | Samlaða innlánsyvirskotið í føroysku bankunum, íroknað deildina hjá Føroya Banka í Grønlandi, er økt við 1,8 mia. kr. frá september 2024 til september 2025 og var 3,2 mia. kr. í september 2025. |
The Faroese Financial Stability Council notes that the increase in the deposit surplus is large but watches carefully whether the increase proves to be permanent or temporary. | article_dagur_translated | Føroya Váðaráð leggur merki til, at vøksturin í innlánsyvirskotinum er stórur, men heldur eyga fylgir við, um vøksturin vísir seg at vera varandi ella fyribils. |
According to Landsbanki's loan survey, the banks experience that interest rate cuts and wage increases have improved the financial position of both business and private customers, and that demand for financing has increased. | article_dagur_translated | Bankarnir uppliva sambært útlánskanningini hjá Landsbankanum, at rentulækkingar og lønarhækkingar hava betrað um fíggjarstøðuna hjá bæði vinnu- og privatkundum, og at eftirspurningurin eftir fígging er øktur. |
The banks do not expect further interest rate cuts in 2025 and therefore assess that customers' financial positions will not improve further in the fourth quarter of 2025. | article_dagur_translated | Bankarnir vænta ikki fleiri rentulækkingar í 2025 og meta tíð, at fíggjarstøðan hjá kundunum ikki fer at betra seg enn meira í fjórða ársfjórðingi 2025. |
The Faroese Financial Stability Council assesses that there are currently no clear signs that systemic risks are building up in the Faroese banking sector. | article_dagur_translated | Føroya Váðaráð metir, at tað í løtuni ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. |
However, there has been strong activity in the economy for many years, with low unemployment and rising house prices, and this can be a sign that systemic risks may be developing. | article_dagur_translated | Tó hevur stórt virksemið verið í búskapinum í nógv ár á ráð, við lágum arbeiðsloysi og hækkandi sethúsaprísum, og hetta kann vera tekin um, at systemiskir váðar kunnu vera í umbúnað. |
The Faroese Financial Stability Council therefore monitors closely the conditions that can affect financial stability in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Føroya Váðaráð fylgir tí væl við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum. |
Among other things, the Council has received information about Faroese companies' debt broken down by industry and the extent to which the Faroese banks are connected to this debt. | article_dagur_translated | Váðaráðið hevur m.a. fingið kunning um skuld hjá føroyskum fyritøkum býtt á vinnugreinar, og í hvønn mun føroysku bankarnir eru knýttir at hesi skuld. |
The Council also received information about stress tests of the Faroese financial institutions and about the status of work to create a new law on cybersecurity. | article_dagur_translated | Váðaráðið fekk eisini kunning um stresstestir av føroysku peningastovnunum, og um støðuna við arbeiðnum at gera nýggja lóg um nettrygd. |
The proposal has been sent out for consultation, and the consultation deadline is 1 December 2025. | article_dagur_translated | Uppskotið er sent til hoyringar, og hoyringsfreistin er 1. desember 2025. |
The Faroese Financial Stability Council has furthermore received information from the Danish Risk Council (Det Systemiske Risikoråd) about various capital requirements that banks must meet and about the updated method of using the countercyclical capital buffer. | article_dagur_translated | Føroya Váðaráð hevur harumframt fingið kunning frá danska váðaráðnum (Det Systemiske Risikoråd) um ymsu kapitalkrøvini, sum bankarnir skulu lúka, og um dagførda háttin at nýta kontrasykliska kapitalbuffaran. |
The well-received Faroese board game, Barónurin, was first released in 2012. | article_dagur_translated | Vælumtókta føroyska brettspælið, Barónurin, kom út fyrstu ferð í 2012. |
The game sold out after only two years and many have requested the game during those years. | article_dagur_translated | Spælið varð útselt eftir bert tveimum árum og hava nógv eftirspurt spælið hesi árini. |
Therefore the brothers Reimund and Jaspur Langgaard chose to take steps toward a new edition. | article_dagur_translated | Tí valdu brøðurnir Reimund og Jaspur Langgaard at taka stig til eina nýggja útgávu. |
The business community was eager to help and thus get a Faroese board game back on the shelves this year. | article_dagur_translated | Vinnan var fús at hjálpa og fáa føroyingar tí aftur í ár eitt føroyskt brettspæl á hyllarnar. |
The business community is helping to finance the game with advertisements. | article_dagur_translated | Vinnan er við til at fíggja spælið við lýsingum. |
Some companies have changed since 2012, and there has also been a certain turnover in the chairmen of the political parties, who, of course, are again on the banknotes. | article_dagur_translated | Nakrar fyritøkur eru skiftar út síðan 2012, umframt at ein ávís útskifting eisini hevur verið í formonnunum í teimum politisku flokkunum, sum sjálvandi aftur eru á pengaseðlunum. |
The tunnel company has also been given a large role in the game. | article_dagur_translated | Eisini hevur tunnilsfelagið fingið eitt stórt pláss í spælinum. |
As something completely new, there is also an English instruction manual for the game, and all the "try your luck" cards are available in both Faroese and English. | article_dagur_translated | Sum nakað heilt nýtt, er eisini ein ensk vegleiðing til spælið, umframt at øll "royn eydnuna" kortini bæði eru á føroyskum og enskum. |
The game is available for purchase at baronurin.fo, Rit og Rák, Jysk, Gl. Bókhandil, the bookshop in Saltangará, and the bookshop in Klaksvík. | article_dagur_translated | Spælið fæst til keyps á baronurin.fo, Rit og Rák, Jysk, Gl. Bókhandli, Bókabúðini í Saltangará og Bókabúðini í Klaksvík. |
Every year new films appear that deal with the Holocaust. | article_dagur_translated | Hvørt ár koma nýggir filmar, sum nema við Holocaust. |
Some years there are more, and the Film Society usually screens these films and shows them at Havnar Bio. | article_dagur_translated | Okkurt árið koma fleiri, og Filmsfelagið plagar at lofta hesum filmum og vísa teir í Havnar Bio. |
Just a year ago the Film Society screened both the Norwegian "Quislings siste dager" and the German "Führer und Verführer." | article_dagur_translated | Fyri júst einum ári síðan vísti Filmsfelagið bæði norska "Quislings siste dager" og týska "Führer und Verführer". |
Attendance was good, and it will likely be the same with the new American film "Nürnberg," which will be shown at Havnar Bio on December 3 at 20:00, writes the Film Society. | article_dagur_translated | Undirtøkan var góð, og so verður helst eisini við nýggja amerikanska filminum "Nürnberg", sum verður vístur í Havnar Bio 3. desember klokkan 20, skrivar Filmsfelagið. |
The film was made by the American director James Vanderbilt (b. 1975), and it features Russell Crowe in the decisive lead role. | article_dagur_translated | Tað er amerikanski leikstjórin, James Vanderbilt (f.1975), ið hevur gjørt filmin, sum hevur Russel Crowe í altavgerandi høvuðsleiklutinum. |
The reviewer at The Hollywood Reporter says the film arrives in good time. | article_dagur_translated | Ummælarin hjá Hollywood Reporter sigur, at filmurin kemur í tøkum tíma. |
In the aftermath of the Second World War, the American psychiatrist Douglas Kelley (Rami Malek) is tasked with assessing the mental state of Hermann Göring (Russell Crowe) and other Nazi leaders who stood in Hitler's inner circle. | article_dagur_translated | Í kjalarvørrinum á øðrum heimsbardaga fær amerikanski sálarsjúkulæknin, Douglas Kelley (Rami Malek), litið upp í hendur at meta um mentalu støðuna hjá Hermann Göring (Russell Crowe) og øðrum nasistaleiðarum, sum vóru í fremstu røð hjá Hitler. |
At the same time the Allied powers take legal measures to create the Nuremberg tribunals to make a final reckoning with the Third Reich. | article_dagur_translated | Samstundis taka tey sameindu lógvatak, at skapa Nürberg-dómstólin, at gera endaliga upp við Triðja Ríkið. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.