en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
While proceedings move forward in the courtroom, a confrontation develops between Kelley and Göring.
article_dagur_translated
Meðan viðurskiftini ganga sína gongd í rættarsalinum, tekur ein hólmgonga seg upp millum Kelley og Göring.
The struggle and exchange of words between them becomes a decisive battle that, through language, reveals and exposes the uncomfortable truth about how entirely ordinary people are chosen to commit not only evil but the most wicked and horrific acts in documented history.
article_dagur_translated
Stríðið og orðadrátturin teirra millum verður ein avgerandi bardagi, sum við orðum avdúkar og leggur á blik óunniliga sannleikan um, hvussu heilt vanlig fólk verða vald at gera ikki bara ilt, men óndastu og ræðuligastu gerðir í skjalprógvaðari søgu.
Completely ordinary people.
article_dagur_translated
Heilt vanlig fólk.
In recent years, the children in the after-school club have participated in a Christmas drawing competition, where the winning drawing decorates the Christmas cards of Klaksvík Municipality and Norðoya Care and Home Service.
article_dagur_translated
Seinastu árini hava børnini í frítíðarskúlanum luttikið í eini jólateknikapping, har vinnandi tekningin myndprýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.
Eighty drawings were submitted, and the lucky winner was Sunnvá Rógvadóttir, who is in class 2.b at Skúlatrøð.
article_dagur_translated
80 tekningar komu inn, og tann heldigi vinnarin gjørdist Sunnvá Rógvadóttir, sum gongur í 2.b á Skúlatrøð.
It was the staff at Estra who chose the best picture.
article_dagur_translated
Tað vóru starvsfólkini í Estra, sum valdu bestu myndina.
Karl Johansen, the mayor and chairman of the board of NBH, also visited Snjallubjalla and Garðalisa, where he presented Sunnvá with a gift and the first Christmas card.
article_dagur_translated
Karl Johansen, borgarstjóri og stýrisformaður í NBH, var og vitjaði Snjallubjallu og Garðalisu, har hann handaði Sunnvá eina gávu og fyrsta jólakortið.
The children also received something sweet from the mayor.
article_dagur_translated
Eisini fingu børnini okkurt søtt frá borgarstjóranum.
From December 1, all the pictures can be seen on the door of the town hall.
article_dagur_translated
Frá 1. desember kunnu allar myndirnar síggjast á hurðini í býráðshúsinum.
For several years there has been no grocery store in Argir, but today the town, which is growing with new housing developments, got a grocery store again.
article_dagur_translated
Í fleiri ár hevur eingin matvøruhandil verið á Argjum, men í dag fekk býurin sum við nýggjum útstykkingum veksur alsamt ein matvøruhandil aftur.
A store opened below Kongavarður - in the old work hall for the construction project for the terraced houses and apartment blocks below Kongavarður.
article_dagur_translated
Á læt handil upp undir Kongavarða - í gomlu arbeiðshøllini til byggiverkætlanina til raðhúsini og íbúðarblokkarnar undir Kongavarða.
The hall has been converted into a neat Á-store and outside asphalt and a parking area have been created.
article_dagur_translated
Høllin er bygd um til snotiligan Á-handil og uttanfyri er asfaltera og parkeringsøki gjørt.
Thousands of people visited the new store in Argir, which opened at 10 o'clock.
article_dagur_translated
Túsundtals fólk vitjaðu nýggja handilin á Argjum, sum læt upp klokkan 10.
She is known for her groundbreaking, coal-black avant-garde design — on Saturday, November 29 from 3:00 to 5:00 PM Barbara Í Gongini will open her first solo exhibition of visual artworks.
article_dagur_translated
Hon er kend fyri síni slóðbrótandi, kolasvørtu avantgardudesign – leygardagin 29. november klokkan 15-17 letur Barbara Í Gongini upp sína fyrstu serframsýning við myndlistaverkum.
The exhibition will be in the new exhibition space Uppiá in Steinprent.
article_dagur_translated
Framsýningin verður í nýggja framsýningarhølinum Uppiá í Steinprenti.
Although the new works do not have any functional applied-art purpose, we still recognize the dark aesthetic of the artist and designer Barbara Í Gongini, who in 2017 received the Faroese Cultural Prize for her clever and artistically gifted work.
article_dagur_translated
Tó at nýggju verkini ikki hava nakra brúkslistaliga funktión, kenna vit aftur døkka estetikkin hjá listakvinnuni og sniðgevanum, Barbaru í Gongini, sum í 2017 fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt gløgga og listaliga gávaða verk.
In interviews with magazines in Denmark, where she lives, and internationally, she repeatedly emphasizes the importance of material and that we must respect resources.
article_dagur_translated
Í viðtalum við tíðarrit í Danmark, har hon býr, og altjóða, leggur hon aftur og aftur dent á týdningin, sum tilfarið hevur og at vit mugu virða tilfeingið.
She also always mentions her Faroese origins as a collecting resonance underpinning everything she does.
article_dagur_translated
Eisini nevnir hon altíð sín føroyska uppruna sum ein savnandi klangbotn í øllum, sum hon ger.
This resonance appears dark and tough, but with a particular sensitivity to the possibilities that emerge precisely from limitations.
article_dagur_translated
Hesin klangur sýnist myrkur og harðbalin, men við einum serligum ansi fyri teimum møguleikum, ið spríkja burtur úr júst avmarkingunum.
In her visual art Barbara Í Gongini works in the same effortlessness and reductive manner with monochrome art.
article_dagur_translated
Í síni myndlist fer Barbara í Gongini á sama hátt kravlítið og reduktivt til verka við monokromari list.
The fundamental root of all Barbara Í Gongini's work is drawing, to which she has returned.
article_dagur_translated
Grundleggjandi rótin í øllum verkinum hjá Barbaru í Gongini er tekningin, sum hon er vend aftur til.
But instead of being a supporting player, tool, or part of the creation of clothing pieces, the drawing with its trembling, rhythmic movement now unfolds and becomes independent artworks — pictures, reliefs, and sculptures.
article_dagur_translated
Men í staðin fyri at vera varaleikari, amboð ella partur av skapanini hjá klædnapløggum, sleppur tekningin við síni titrandi, rútmisku rørslu nú at folda seg út og verða til sjálvstøðug listaverk - myndir, relieff og standmyndir.
The materials — water, graphite, oil, sand, and paper — are part of a raw, primordial artistic concept where the movement writes itself directly into the material.
article_dagur_translated
Tilfarið, ið er vatn, grafitt, olja, sandur og pappír er partur av einum ráari, frummyndaligari listahugsan, har rørslan innskrivar seg beinleiðis í tilfarið.
The works therefore oscillate between body and intent, between materially driven reasoning and visual investigation.
article_dagur_translated
Verkini kykna tessvegna millum kropp og ætlan, millum tilfarsligt skilvísi og visuella kanning.
Welcome to the vernissage at Uppiá in Steinprent on Saturday, November 29 from 3:00 to 5:00 PM, where there will be an opportunity to greet the artist and enjoy something nice together with the art.
article_dagur_translated
Vælkomin til vernissage Uppiá í Steinprenti leygardagin 29. november kl.15-17, har høvi verður at heilsa uppá listakvinnuna og at njóta okkurt gott aftur við listini.
On Saturday, November 22, a large and varied Faroese art exhibition opened in the premises of Grafiska Sällskapet in Stockholm.
article_dagur_translated
Leygardagin 22. november lat upp stór og fjølbroytt føroysk listaframsýning í hølunum hjá Grafiska Sällskapet í Stockholm.
There are eleven members in the association ListGraFo who are exhibiting.
article_dagur_translated
Tað eru ellivu limir í felagnum ListGraFo ið sýna fram.
They are Gunnleyg Durhuus, Edith Mørkøre, Rakel Helmsdal, Rikke Bak, Rannvá Holm Mortensen, Maria Luihn, Birgit Kirke, Astri Luihn, Jóna Rasmussen, Michael Kjøller Jacobæus, and Annika Arge Gregoriussen.
article_dagur_translated
Talan er um Gunnleyg Durhuus, Edith Mørkøre, Rakel Helmsdal, Rikke Bak, Rannvá Holm Mortensen, Maria Luihn, Birgit Kirke, Astri Luihn, Jóna Rasmussen, Michael Kjøller Jacobæus og Annika Arge Gregoriussen.
The artists Gunnleyg Durhuus, Astri Luihn, Maria Luihn and Birgit Kirke were present at the opening, which was attended by many guests from the Listafelag Føroya, Faroese people living in Sweden, and many others, the artists write in a press release.
article_dagur_translated
Listafólkini Gunnleyg Durhuus, Astri Luihn, Maria Luihn og Birgit Kirke vóru til staðar undir ferniseringini, sum varð vitjað av nógvum gestum frá Listafelag Føroya, føroyingum búsitandi í Svøríki og nógvum øðrum, skriva listafólkini í tíðindaskrivi.
The average single-family house price in Tórshavn is, according to statistics from Føroya Banki, 4.4 million DKK and for apartments 3.1 million DKK so far in 2025 (up to and including the 3rd quarter of 2025).
article_dagur_translated
Miðal sethúsaprísurin í Tórshavn er sambært hagtølum frá Føroya Banka 4,4 mió. kr. og fyri íbúðir 3,1 mió. kr. higartil í 2025 (til og við 3. ársfjórðing 2025).
The statistics are preliminary and corrections may occur.
article_dagur_translated
Hagtølini eru fyribils og rættingar kunnu fyrikoma.
In the larger towns the average price for a single-family house is 2.6 million DKK and in the smaller towns 2.1 million DKK.
article_dagur_translated
Í størri bygdunum er miðalprísurin fyri eini sethús 2,6 mió. kr. og í smærru bygdunum 2,1 mió. kr.
In Suðuroy and Sandoy, which are grouped together, single-family houses have on average sold for 1.2 million DKK in the first three quarters of 2025.
article_dagur_translated
Í Suðuroy og Sandoy, sum eru bólkaði saman, eru sethúsini í miðal farin fyri 1,2 mió. kr. hesar fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í 2025.
The most expensive 5% of single-family houses sold in Tórshavn so far in 2025 have on average gone for about 5.8 million DKK, while the most expensive 5% of apartments sold in Tórshavn have on average gone for 4.4 million DKK.
article_dagur_translated
Tey dýrastu 5% av sethúsunum, ið eru seld í Havnini higartil í 2025, eru farin fyri nærum 5,8 mió. kr. í miðal, ímeðan tær dýrastu 5% av íbúðunum, ið eru seldar í Havnini, eru farnar fyri 4,4 mió. kr. í miðal.
In recent years, apartments in rural areas have also been sold to a greater extent than before.
article_dagur_translated
Seinastu árini hava tað eisini í størri mun enn áður verið seldar íbúðir úti á bygd.
The 5% most expensive apartments sold so far in 2025 in the larger towns have on average sold for 3.3 million DKK.
article_dagur_translated
Tær 5% dýrastu íbúðirnar, sum er seldar higartil í 2025 í størru bygdunum, eru farnar fyri 3,3 mió. kr. í miðal.
House prices have doubled over the past 10 years in Tórshavn and in Suðuroy/Sandoy.
article_dagur_translated
Sethúsaprísirnir eru seinastu 10 árini tvífaldaðir í Tórshavn og í Suðuroy/Sandoy.
Similarly, the price of owner-occupied apartments in Tórshavn has doubled, while they have nearly tripled in the large and small towns over the past 10 years.
article_dagur_translated
Somuleiðis er prísurin á eigaraíbúðum í Tórshavn tvífaldaðir, meðan teir eru nærum trífaldaðir í stóru og smáu bygdunum seinastu 10 árini.
People's incomes have not increased as much as house prices over the past 10 years.
article_dagur_translated
Inntøkurnar hjá fólki eru ikki øktar eins nógv sum sethúsaprísirnir seinastu 10 árini.
In 2023 there is a small decline in house prices, which is expected to have been caused by interest rate increases that began in the summer of 2022.
article_dagur_translated
Í 2023 sæst ein lítil minking í sethúsaprísunum, ið væntandi kom orsakað av rentuhækkingum, sum byrjaðu á sumri 2022.
Since the summer of 2024 interest rates have fallen, and that has reduced interest expenses.
article_dagur_translated
Síðani á sumri 2024 eru renturnar lækkaðar, og tað hevur minkað um rentuútreiðslurnar.
The interest rate cuts may have made it possible for somewhat more households to bid on a house.
article_dagur_translated
Møguliga hava rentulækkingarnar gjørt tað gjørligt hjá eitt sindur fleiri húsarhaldum at bjóða uppá eini sethús.
Households have also received wage increases and tax relief, which improve their financial situation and thus the ability to bid on a house.
article_dagur_translated
Húsarhaldini hava harafturat fingið lønarhækkan og skattalætta, ið betrar um fíggjarstøðuna og sostatt møguleikan fyri at bjóða uppá eini hús.
The low supply of houses compared with the large demand is nevertheless the main reason that price growth in the housing market continued in 2024 and so far in 2025.
article_dagur_translated
Lága útboðið av sethúsum samanborið við stóra eftirspurninginum er tó høvuðsorsøkin til, at prísvøksturin á sethúsamarknaðurin er hildin fram í 2024 og higartil í 2025.
On November 21, the Environmental Agency was able to celebrate a major work anniversary for Jógvan R. Frýdal, who has worked at the Environmental Agency for 40 years.
article_dagur_translated
21. november kundi Umhvørvisstovan hátíðarhalda stóran starvsdag hjá Jógvani R. Frýdal, sum hevur arbeitt hjá Umhvørvisstovuni í 40 ár.
The Environmental Agency writes the following in a press release:
article_dagur_translated
Umhvørvisstovan skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:
Jógvan has been a significant part of the work on land consolidation and cadastral surveying, and his long experience and qualities have left their mark on activities in the field.
article_dagur_translated
Jógvan hevur verið ein týðandi partur av arbeiðinum við útskifting og matrikulering, og hansara drúgvu royndir og dygdir hava sett sín dám á virksemið á økinum.
Land consolidations — especially within farms — are technically demanding and labor-intensive projects, because a lot of work must be done before the consolidation can be carried out.
article_dagur_translated
Útskiftingar – serliga innangarðs – eru fakliga tungar og orkukrevjandi verkætlanir, tí nógv arbeiði skal gerast, áðrenn útskiftingin kann fremjast.
Jógvan has been a driving force in this work, and together with others he has carried out consolidations across the Faroe Islands, most recently in Haraldssund.
article_dagur_translated
Jógvan hevur verið ein drívmegi í hesum arbeiði, og hevur hann, saman við øðrum, framt útskiftingar kring alt Føroyar, seinast í Haraldssundi.
Jógvan is a sensible person who works independently and with great attention to detail.
article_dagur_translated
Jógvan er ein skilamaður, ið arbeiðir sjálvstøðugt og við stórum nærlagni.
He keeps close track, has a good overview and is always helpful with advice.
article_dagur_translated
Hann fylgir væl við, hevur gott yvirlit og er altíð góður í ráðum.
His interest in and experience with farming have also been beneficial to the land consolidation work.
article_dagur_translated
Hansara áhugi og royndir við bóndaskapi er eisini komið arbeiðinum við útskiftingum væl við.
On International Children's Rights Day, 20 November 2025, pupils from primary schools around the country handed in consultation responses about the Child Act at an event in the Nordic House.
article_dagur_translated
Á altjóða barnarættindadegnum, 20. november 2025, handaðu næmingar úr fólkaskúlum kring landið hoyringarsvar um barnalógina á tiltaki í Norðurlandahúsinum.
About 170 children participated in writing these consultation responses, and they represent pupil councils and reception classes from 19 schools as well as three child protection agencies, writes the Ministry of Children and Education in a press release.
article_dagur_translated
Umleið 170 børn hava verið við til at skriva hesi hoyringarsvar, og umboða tey næmingaráð og móttøkuflokkar úr 19 skúlum umframt trimum barnaverndarstovnum, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið í tíðindaskrivi.
The pupil councils have worked on a child-adapted draft of the Child Act for several weeks based on materials produced by the child project for that purpose.
article_dagur_translated
Næmingaráðini hava viðgjørt eitt barnatillagað uppskot til barnalóg í nakrar vikur út frá tilfari, sum barnaverkætlanin hevur framleitt til endamálið.
The pupils themselves described the process and how they in the schools have worked on the draft of the Child Act.
article_dagur_translated
Næmingarnir greiddu sjálvir frá tilgongdini, og hvussu tey í skúlunum hava arbeitt við uppskotinum til barnalógina.
Some main results from the submitted consultation responses were presented, and the children put forward concrete proposals for improvements to the draft Child Act.
article_dagur_translated
Nøkur høvuðsúrslit av innkomnu hoyringarsvarum blivu løgd fram, og børnini komu við ítøkiligum uppskotum til betranir av barnalógaruppskotinum.
Overall, the children are satisfied and happy with the draft Child Act and believe it contains good solutions to challenges that the children themselves pointed out earlier in the process, writes the Ministry of Children and Education.
article_dagur_translated
Sum heild eru børnini nøgd og glað fyri uppskotið til barnalógina, og meta, at hon hevur góðar loysnir til avbjóðingar, sum børnini sjálv hava víst á fyrr í tilgongdini, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
It was the current and incoming ministers for children and education, Djóni Nolsøe Joensen and Súsanna Bertholdsen, who received the consultation documents.
article_dagur_translated
Tað vóru sitandi og komandi landsstýrisfólk í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen og Súsanna Bertholdsen, sum tóku ímóti hoyringarskrivunum.
When the Child Act is ready, it will be sent to public consultation where everyone will have the opportunity to make possible comments.
article_dagur_translated
Tá barnalógin er klár, verður hon send til almenna hoyring, har øll fáa høvi at gera møguligar viðmerkingar.
The specialized program at Miðnámi at Kambsdal is 10 years old and is the oldest specialized program we have in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Serbreytin á Miðnámi á Kambsdali hevur 10 ár á baki og er hon elsta serbreyt, sum vit hava í Føroyum.
Today there are specialized programs at Miðnámi at Kambsdal, the Technical School in Klaksvík, Glasi, and Miðnámi in Suðuroy.
article_dagur_translated
Í dag eru serbreytir á; Miðnámi á Kambsdali, Tekniska Skúla í Klaksvík, á Glasi og á Miðnámi í Suðuroy.
The total number of students in the specialized programs ranges between 55 and 65 students each year.
article_dagur_translated
Samlaða næmingatalið í serbreytunum liggur ímillum 55-65 næmingar á hvørjum ári.
At the moment there are 21 students in the specialized program at Kambsdal.
article_dagur_translated
Í løtuni eru 21 næmingar á serbreytini á Kambsdali.
In connection with the program's 10th anniversary, a public celebration was organized at Kambsdal for all students and teachers at the school, former students, relatives, and other interested parties, and there was a varied program.
article_dagur_translated
Í sambandi við at serbreytin fyllir 10 ár varð skipað fyri almennum hátíðarhaldi fyri øllum næmingum og lærarum í skúlanum, fyrrverandi næmingum, avvarðandi og onnur áhugað á Kambsdali, og var nógv ymiskt á skrá.
Djóni Nolsøe Joensen, minister, opened the event; the student choir at Kambsdal sang two songs; Sunneva í Lambavík, the specialized program, Óli Wolles, education manager, and Christian Joensen, acting principal, also said a few words.
article_dagur_translated
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, setti tiltakið, næmingakórið á Kambsdali sang tveir sangir, Sunneva í Lambavík, serbreytin, Óli Wolles, útbúgvingarleiðari, og Christian Joensen, virkandi rektari, søgdu eisini nøkur orð.
The orchestra of the specialized program gave a very successful premiere performance.
article_dagur_translated
Orkestrið hjá serbreytini hevði eina sera væleydnaða frumframførslu.
During the past 24 hours the police have recorded three cases of cars that were driving too fast.
article_dagur_translated
Seinasta samdøgrið hevur løgreglan skrásett trý mál um bilar, sum hava koyrt ov skjótt.
Two were caught on the national road at Sandavág.
article_dagur_translated
Tveir vórðu tiknir á landsvgenum við Sandavág.
There both cars were driving 105 kilometers per hour, although the maximum permitted speed is 80, and they will each receive a penalty point on their driving licenses for that.
article_dagur_translated
Har koyrdu báðir bilarnir 105 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80, og tað fáa teir eitt klipp í koyrikortið fyri.
The third driver was caught on Havnavegur.
article_dagur_translated
Triði bilførarin varð tikin á Havnavegnum.
He was recorded for driving 82 kilometers per hour.
article_dagur_translated
Hann varð skrivaður fyri at koyra 82 kilometrar um tíman.
Although this is outside a built-up area, the speed limit has been reduced to 60 kilometers per hour, and therefore the driver receives a suspended disqualification, says the duty officer at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
Hóast hetta er uttanfyri bygt øki, er ferðin niðursett til 60 kilometrar um tíman, og tí fær bilførarin eina treytaða frádøming, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Six people have died and nine were injured in a Russian missile and drone attack on the Ukrainian capital, Kyiv, last night, the mayor, Vitali Klitschko, announced on the messaging service Telegram this morning.
article_dagur_translated
Seks fólk eru deyð, og níggju eru særd í einum russiskum rakett- og dronuálopi á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv í nátt, boðar borgarstjórin, Vitalij Klytjko frá á boðtænastuni Telegram í morgun.
Several residential buildings were struck in the attack, and multiple fires were reported, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Fleiri íbúðabygningar vórðu raktir í álopinum, og boðað varð frá fleiri eldsbrunum, skrivar Ritzau.
Russia also reports drone attacks.
article_dagur_translated
Eisini Russland boðar frá dronuálopum.
In the Rostov region, which is close to the border with Ukraine, acting governor Yuri Slusar reports that three people have died and 16 were injured in a Ukrainian drone attack.
article_dagur_translated
Í Rostov-landslutinum, sum er nær við markið til Ukraina, boðar virkandi guvernørurin, Jurij Sljusar frá, at trý fólk eru deyð og 16 fólk eru særd í einum ukrainskum dronuálopi.
The Russian Ministry of Defense says, according to Reuters, that 249 Ukrainian drones were shot down over Russia last night, including 116 over the Black Sea and 92 over the Krasnodar and Rostov regions.
article_dagur_translated
Russiska verjumálaráðið sigur, sambært Reuters, at 249 ukrainskar dronur vórðu skotnar niður yvir Russland í nátt, harav 116 yvir Svartahavið og 92 yvir landslutirnir Krasnodar og Rostov.
If a wine connoisseur or lover really wants to find a place with an unusually good selection of wines in the Kingdom of Denmark, they should look to the part of the country where the restaurants themselves cannot buy and import the wine except by going through the local monopoly.
article_dagur_translated
Um ein vínkennari ella -elskari veruliga skal finna eitt stað við óvanliga góðum úrvali av vínum í danska ríkinum, so skal viðkomandi leita til tann partin av ríkinum, har matstovurnar sjálvar ikki hava møguleika at keypa og innflyta vínið uttan at gera tað gjøgnum einkarsøluna á staðnum.
The restaurant Ræst in Tórshavn was honored on Monday with another fine award.
article_dagur_translated
Matstovan Ræst í Havn varð mánadagin heiðrað við enn eini flottari viðurkenning.
It is the organization Star Wine List that judged Ræst to be the best restaurant in the kingdom among those restaurants that have a medium-sized wine list.
article_dagur_translated
Tað er felagsskapurin Star Wine List, sum metti ræst til at vera bestu matstovu í ríkinum millum tær matstovur, sum hava ein miðal stóran vínlista.
Those who have experienced a great dining experience at Ræst may not be aware that Karin Vist, the sommelier at Ræst, has built up a large cellar of good — and expensive — wines that you can choose from when you eat there.
article_dagur_translated
Tey, sum hava upplivað at fáa eina stóra matuppliving á matstovuni Ræst eru kanska ikki greið yvir, at Karin Vist, víntænari á Ræst hevur upparbeitt eina stóra goymslu av góðum – og dýrum – vínum, sum tú kanst velja ímillum, tá tú etur har á staðnum.
The reason they have not noticed it is that guests most often choose the wine selection that the restaurant itself has paired with the dishes served.
article_dagur_translated
Orsøkin til, at tey ikki hava  gáað eftir tí er, at oftast velja gestirnir ta vínskánna, sum matstovan sjálv hevur parað til rættirnar, ið verða borðreiddir á matstovuni.
But true wine connoisseurs who know what they want also have the opportunity to look at the relatively extensive wine list at the restaurant and choose for themselves which wines they want to drink.
article_dagur_translated
Men veruligir vínkennarar, sum vita hvat teir vilja hava, hava eisini møguleika at hyggja í tann lutfalsliga langa vínlistan á matstovuni og sjálvir velja sær hvat vín tey vilja hava at drekka.
The wine list of
article_dagur_translated
Vínlistin hjá
It is for this wine list that Ræst was now chosen to have “The Best Medium-Sized List in Denmark 2025.”
article_dagur_translated
Tað er fyri henda vínlista, at Ræst nú varð kosin fyri at hava “The Best Medium-Sized List in Denmark 2025”.
In a press release from Star Wine List, it says that one of the judges, Stefan Neumann (Master Sommelier), said this when he saw Ræst’s selection: “a true labour of love, made with care and precision. A rare balance – diverse and adventurous. Cannot wait to go.”
article_dagur_translated
Í tíðindaskrivi frá Star Wine List stendur, at ein av dómarunum, Stefan Neumann (Master Sommelier), segði soleiðis tá hann sá úrvalið hjá Ræst: “eitt sant kærleiksverk, gjørt við umsorgan og neyvleika. Ein sjáldsom javnvág – fjølbroytt og ævintýrakent. Kann ikki bíða við at fara”.
Ræst will now take part in the competition in the worldwide final for Star Wine List of the Year International.
article_dagur_translated
Ræst verður nú við í kappingini í heimsumfatandi finaluni um Star Wine List of the Year International.
Ukraine and the United States have drafted a new proposal for a peace plan after Americans, Ukrainians and Europeans discussed the original American proposal in Switzerland in recent days.
article_dagur_translated
Ukraina og USA hava orðað eitt nýtt uppskot til friðarætlan, eftir at amerikanarar, ukrainar og evropearar hava umrøtt upprunaliga amerikanska uppskotið í Sveis senaistu dagarnar.
It is not made clear in detail what is in the new proposal, but the new 19-point proposal does not contain much from the American proposal, which has faced much criticism.
article_dagur_translated
Greitt verður ikki nærri frá, hvat stendur í nýggja uppskotinum, men nýggja uppskotið í 19 punktum inniheldur ikki nógv frá amerikanska uppskotinum, sum hevur verið fyri nógvum atfinningum.
The American proposal included, among other things, provisions that Ukraine should give the Donbas region to Russia and commit to not joining the NATO military alliance.
article_dagur_translated
Amerikanska uppskotið innihelt m.a. ásetingar um, at Ukraina skal geva Russlandi Donbas-økið og binda seg til ikki at fara uppí verjusamgonguna Nato.
These matters will be dealt with later, says a Ukrainian representative according to Ritzau.
article_dagur_translated
Hesi evni verða viðgjørd seinni, sigur umboð fyri Ukraina sambært Ritzau.
The Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, says the new proposal contains several correct measures, but there are still several sensitive issues that need to be discussed.
article_dagur_translated
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at nýggja uppskotið inniheldur fleiri røtt tiltøk, men tað eru framvegis fleiri eym mál, sum skulu umrøðast.
This will be done together with the American president, Donald Trump, he says.
article_dagur_translated
Hetta verður gjørt saman við amerikanska forsetanum, Donald Trump, sigur hann.
The White House says the negotiations in Switzerland over the weekend were constructive, and there were only a few issues the parties disagreed on.
article_dagur_translated
Hvítu Húsini siga, at samráðingarnar í Sveis um vikuskiftið hava verið uppbyggjandi, og vóru bert fá mál, sum partarnir vóru ósamdir um.
However, there are no plans to hold a meeting between Trump and Zelenskyy this week.
article_dagur_translated
Ongar ætlanir eru tó um at hava ein fund millum Trump og Zelenskyj hesa vikuna.
Like several other municipalities, Sunda municipality now also announces that it is cancelling the daycare fee for December.
article_dagur_translated
Eins og fleiri aðrar kommunur, boðar Sunda kommuna nú eisini frá, at hon strikar dagstovnagjaldið fyri desember.
It was unanimously approved at the city council meeting on Monday evening.
article_dagur_translated
Tað varð einmælt samtykt á býráðsfundi mánakvøldið.
The municipality acknowledges that December is usually a financially heavy month with many Christmas gifts, food shopping and other expenses, and at the same time it has received much more in tax revenue this year than was expected.
article_dagur_translated
Kommunan ásannar, at desember vanliga er ein fíggjarliga tungur mánaður við nógvum jólagávum, matinnkeypi og øðrum, og samstundis hevur hon fingið væl meira inn í skatti í ár, enn mett varð.
Projections show that the municipality will receive much more in tax revenue than was expected for 2025.
article_dagur_translated
– Framskrivingar vísa, at kommunan fer at fáa væl meira inn í skatti enn mett varð fyri 2025.